mikudagur 29. mars 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TERJI NIELSEN
Klokkan er farin av
átta hetta kvøldið, tá
ið
Yngd
kemur
á
gólvið á Skúlaheimin-
um við Marknagils-
vegin. Í einum króki
beint innan fyri høv-
uðsinngongdina sita
nøkur
ungfólk
og
práta. Ein av teimum
er 21 ára gamli klaks-
víkingurin
Jógvan
Hansen, og tað er
hann, ið vit skulu
hava eitt prát við.
Hevur bert
lært í hálvt ár
Jógvan er kendur frá
tónleikabólkinum
Aria, men tað er ikki
fyrst og fremst hetta,
ið vit ætla at fáa okk-
um eitt prát um. Fyri
góðum
hálvum
ári
síðani fór Jógvan at
læra til frisør hjá Sa-
long Sólrun í Klaks-
vík. Vit spyrja Jógv-
an, hvussu tað bar til,
at hann fór í frisør-
læru.
Til
hetta
svarar
Jógvan, at hann hevði
roynt nógv ymsikt
seinastu árini. Hann
hevði arbeitt í fiski og
í timburhandli, og
somuleiðis
hevur
hann verið í Danmark
á rútmiskum háskúla,
men í veruleikanum
byrjar
søgan
um
Jógvan og frisøryrki
fyri
nógvum
árum
síðani. Síðani hann
var heilt lítil, er Jógv-
an blivin kliptur hjá
Salong Sólrun, og fyri
nógvum árum síðani
segði Jógvan við Sól-
run, at tá ið hann
bleiv stórur, fór hann
at biðja Sólrun læra
seg at klippa.
Einaferð
seinasta
summar kom Sólrun
so á dyr heima hjá
Jógvani og teimum,
og hon spurdi Jógv-
an, um hann ikki
hevði at koma og
læra til frisør hjá sær.
Hetta hugsaði Jógvan
so um í eina tíð, áð-
renn hann tók av, og
tann 10. August 1999
byrjaði hann at læra
hjá
Salong
Sólrun.
Sjálvur sigur Jógvan,
at hetta hevur ikki
angrað eina tí einastu
ferð.
Fordómarnir
eru nógvir
Tað er eingin loyna,
at tað fyrst og fremst
eru
konufólk,
ið
starvast innan fyri
frisøryrki. Mannligu
frisørarnir í Føroyum
kunnu teljast á einari
hond, so tað er ein
konufólkaverð,
ið
Jógvan nú dagligani
ferðast í. At tey fáu
mannfólki, ið eru ella
læra til frisør, eisini
fáa nógv oman yvir
seg, man heldur ikki
koma óvart á tey
flestu, og Jógvan hev-
ur eisini fingið nakrar
viðmerkingar.
Serliga er tað innan
tað eldra ættarliðið,
at fordómarnir fyri
mannligum frisørum
eru nógvir, og Jógvan
sigur eisini, at tá ið
hann segði fyri fam-
iljuni, at hann fór at
læra til frisør, fekk
hann dyggan, hóast
abbin hevði eitt sind-
ur ilt við at skilja, at
abbasonurin
skuldi
fara í frisørlæru.
Hóast Jógvan hev-
ur fingið fleiri keði-
ligar
viðmerkingar,
so
er
tað
eingin
loyna, at yngra ættar-
liðið skilur, at markið
fyri, hvat ið er ein
konufólkaverð,
og
hvat ið er ein mann-
fólkaverð á arbeiðs-
marknaðinum,
er
vorðið alsamt meiri
flótandi seinnu árini,
so at vit í dag ikki
longur kunnu siga, at
hatta er eitt konu-
fólkaarbeiði,
meðan
hitt er eitt mannfólk-
aarbeiði. Javnstøðan
er
komin
fyri
at
verða, og hon virkar
báðar vegir!
Um so er, at onkur
fær ilt í r_ina av, at
Jógvan lærir til frisør,
leggur hann sjálvur
einki í, tí fyri hann er
tað líkamikið, hvat
onnur
halda
um
hann!
Trívist væl millum
øll konufólkini
Spurdur, hvussu tað
var at vera einsa-
mallur hani millum
ellivu hønur á frisør-
skúlanum, sigur Jógv-
an, at tað er bara heilt
gott, og at hann trív-
ist væl. Frá sínum
dagliga arbeiði í sa-
longini í Klaksvík er
hann vanur við at ar-
beiða
saman
við
konufólki
burturav,
og tað dámar honum
bara væl.
At tað tó onkuntíð
kann gerast eitt sind-
ur ov roksut, leggur
Jógvan heldur einki í,
men tá ið damurnar
fara at tosa um mána-
sjúkuna og slíkt, tá
heldur
Jógvan
seg
vekk! Jógvan leggur
tó aftrat, at tað eru
summir vansar við at
vera mannfólk á ein-
um frisørskúla. Til
dømis nevnir hann,
at tá ið tey læra at
gera manicure, tað vil
siga
neglarøkt,
so
læra tey tað við at
gera tað hjá hvørjum
øðrum, men har er
ikki nógv at gera við
Jógvansa negl, tí tær
eru niðurbitnar og
slitnar. Eisini nevnir
klaksvíkingurin
sminkuna, tí tað er
ikki so lætt at læra
seg at leggja make-
up, tá ið modellin er
mannfólk!
Síðani
Jógvan byrjaði á Fri-
sørdeildini hjá Tekn-
iska Skúla í Havn
fyrst í januar mán-
aða, hevur hann búð
á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin. Har
trívist
hann
eisini
væl, og sum hann
sjálvur sigur, at um
man keðir seg í frítíð-
ini, meðan man gong-
ur í skúla í Havn, so
hevur man sjálvur
skyldina í tí. Hann
nevnir í hesum sam-
bandi, at millum teir
mongu
næmingar-
nar, ið búgva á Skúla-
heiminum, er saman-
haldið sera gott, og
um kvøldarnar hevur
tú møguleika fyri at
spæla
borðtennis,
billard, venja vektir
ella hyggja í sjónvarp
á heiminum, so ongin
skuldi havt nakra or-
søk til at kett seg.
Hvussu er
so við Aria?
Tey eru óivað mong,
sum kundu tonkt sær
at vita, hvussu tað
gongst við Aria, og
um ein nýggj fløga er
á veg. Hendan spurn-
ingin settu vit eisini
Jógvani, nú vit hittu
hann á máli. Somu-
leiðis
spurdu
vit
hann,
hvussu
tað
gekk við at fáa tón-
leikin og frisøryrkið
at hanga saman.
Jógvan segði, at tað
var ikki tað stóra
virksemi í Aria í løt-
uni, tí gittarleikarin
er í Danmark. Hóast
hetta hevur bólkurin
spælt nakrar ferðir til
dans, og tá hava teir
lænt aðrar gittarleik-
arar, eitt nú Ólavur
Øster.
Sum tað eisini er
nevnt í Sosialinum
fyrr, so hevur sølan
av fløguni hjá Aria,
After These Messages,
gingið stak væl, og
Jógvan sigur, at hig-
artil eru eini 1300
eintøk seld av fløg-
uni, sum er blivin
endurprentað.
Viðvíkjandi
eini
nýggjari fløguútgávu,
so hevur Aria, eins og
tónleikabólkar flest,
ovmikið
av
tilfari
liggjandi á goymslu.
Tað er tó greitt, at
skal ein fløga spælast
inn, so krevur hetta,
at limirnir í bólkinum
skræða sær nakrar
mánaðir
úr
álma-
nakkanum, og hetta
er eitt sindur trupult,
um
tú
til
dømis
stendur í læru ella
gongur í skúla, sum
tað er galdandi fyri
fleiri av limunum í
Aria. Tó heldur Jógv-
an, at hann hevur so
mikið
fittan
læru-
meistara, at tað hevði
allarhelst borið til hjá
honum at fingið eina
tíð frí, so at teir
kundu farið í upp-
tøkuhølini.
Sjálvandi
kundi
Jógvan gott hugsað
sær at livað av tón-
leiki, men hetta er
nærum
ógjørligt
í
Føroyum,
heldur
hann, men leggur tó
aftrat, at tað ber kan-
ska til, um man vil
liva á hungursmarki-
num. Hann hevði hug
til at læra til frisør, og
tað hevur ikki angrað
eina tí einastu ferð,
og tað vónar Jógvan
heldur ikki, at hann
nakrantíð fer at gera.
Hvat hini so halda, ja
tað leggur 21 ára
gamli klaksvíkingurin
einki í!
Tann 21 ára gamli klaksvíkingurin, Jógvan Hansen, sum
tey flestu kenna frá tónleikabólkinum Aria, er einsamllur
hani í eini konufólkaverð. Hann er í frisørlæru, og í løtuni
gongur hann í skúla, har hann er einsamallur hani saman
við ellivu konufólkum
Einsamallur hani í eini konufólkaver›