Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 26

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 51 Føroya sterkasti maður, Regin Vága- dal, endaði á fjórða plássi, tá Atlantic Giant kappingin varð hildin um vikuskiftið. Vinnarin var Svend Karlsson úr Noregi, og hann var eisini mest sannførandi luttakarin í kapp- ingini ATLANTIC GIANT Stefan í Skorini Heimsins sterkasti maður gjørdist eisini vinnari av Atlantic Giant kappingini, sum var um vikuskiftið. Sven Karlsen úr Noregi vann frammanfyri danan Réne Minkwitz, meðan Regin Vágadal endaði á fjórða plássi. Zadrunas Savickas tók triðja plássið frá Regini. Regin Vágadal hevur vunnið hesa kappingina tvey tey seinastu árini, men hesuferð gekst ikki so væl í hond sum undanfarin ár, tá hann ordiliga hevur verið í essinum á heimavølli. – Eg eri als ikki nøgdur við hesa kappingina, tí eg hevði væntað mær eitt frægari úrslit, sigur Regin Vágadal. Misti í fyrsta umfari Fyrsta kappingin var at lyfta fleiri rundar steinar uppá stólpar. Í hesi kappingin stendur Regin seg vanliga sera væl, men Regin var óheppin og misti tann fimta og seinasta steinin. Hetta seinkaði honum nógv, og hann fekk bara eitt sætta pláss. Hann datt tí burturímillum bein- anvegin. Um Regin skuldi gera sær nakra vón um at vinna samlaðu kappingina, so var hetta ein grein, sum hann skuldi standa seg væl í, tí hetta er ein av hansara yndisgreinum. Tíverri misti hann í avgerandi løtuni, og tað var sera torført hjá honum at vinna munin innaftur. Regin hevði annars fyri- reikað seg sum vant og helt seg vera í hampuliga væl fyri til kappingina. Tað eydnaðist honum tó ikki at vinna heitið Atlantic Giant triðju ferð á rað. Høllin var at kalla fullsett í Runavík fríggjakvøldið, og Regin fekk góðan stuðul frá áskoðarunum á Skála- fjørðinum. Í Havn vóru fá fólk til kappingina, og hýrurin var heldur linligur. Vann endiliga Í næstu kappingini endaði Regin á sjeynda plássi, og tá var hann í roynd og veru úti av kappingini um gullið. Hetta var rættstøðulyft, og tað er ikki ein grein, sum Regin vanliga stendur seg væl í. Í triðju greinini, sum var mylnugongd, kom Regin endiliga fyri seg. Hetta er ein kapping, har teir sterku menninir skulu ganga runt um eitt kumpass við einum tungum kassa. Her gjørdi Regin bart og legði allar hinar afturum seg. Tað tóktist tó ov seint hjá honum at fanga Sven Karlsen aftur. Í tveimum teimum sein- astu greinunum, sum vóru á skránni í Runavík, stóð Regin seg hampuliga væl, men Sven Karlsen og Réne Minkwitz hildu allatíðina tørn. Stóð seg væl í Havn Regin Vágadal kom væl frá greinunum, sum vóru á skránni í høllini á Hálsi í Havn. Fyrsta greinin var log lift, men Regin megn- aði bara at lyfta 130 kilo, hóast metið hjá honum er 152 kilo. Sven Karlsen vann kappingina við at lyfta 160 kilo. Tá hálaði hann seg so mikið langt framum hinar, at eingin megnaði at taka hann aftur, hóast Réne Minkwitz gjørdi eina djarva roynd. Næsta greinin var dead lift, har teir skuldu halda tveimum tunnum, sum vigaðu 250 kilo hvør. Í hesi greinini endaði Regin á triðja plássi meðan Savickas og Karlsen vóru frammanfyri. Seinasta greinin var at flyta fýra tungar kaggar úr einum staði í eitt annað. Regin var hesuferð mið- skeiðis í røðini, og hann misti samstundis triðja plássi til Savickas. Teir endaði báðir við 61 stigum, men av tí at Savickas hevði vunnið fleiri kappingar, streyk hann avstað við bronsuni. Samanumtikið var Sven Karlsen óivað sterkasti luttakarin í hesi kappingini, og hann fór uppiborið avstað við gullinum í viðførinum. Regin var tó bara 9,5 stig aftanfyri vinnaran Karlsen, og tá havt verður í huga, at hann var óheppin í fyrstu greinini, so var tað kanska ikki av heilt av leið hjá Regini. Hann saknaði tó stuðul frá havnarmonnum, tí áskoðararnir vóru sera fáir í tali. Regin Vágadal var ikki í essinum Regin Vágadal roynir seg í at halda einum hálvum tonsi uppfrá gólvinum. Hann var tó als ikki nøgdur við sítt egna avrik í kappingini Mynd: Álvur Haraldsen Regin Vágadal lyftir kaggar í seinastu kappingargreinini. Hann endaði á einum fjórða plássi, eftir at hann hevur vunnið kappingina tvey ár á rað Mynd: Álvur Haraldsen Norðmaðurin Sven Karlsen vann kappingina, og hann var sum vera man sera fegin um úrslitið Mynd: Álvur Haraldsen Akfør KADETT 1.3 SL til sølu. Árg ´86, km.126.500 nýggj kobling og bremsur Sýnaður 24-04- 02 ongan kross, kr. 10.000. Tlf. 214470 e.kl. 16:30 FORD ESCORT CLX diesel, árg. 1995, er í góðum standi. Fá nærri at vita um bilin, við at ringja tlf. 311950 ella 211950 SCANIA 82 H 4 x 2 við 11 tons krana, skiftilast og grabba, bíliga til sølu. Tlf. 213195 ella 444642 ROVER 25 7 mðr. gamal, píkadekk á felgum, CD o.m.a. Seldur vegna flyting. Tlf. 264063 ella 316740 GER KVETTI!! Toyota Corolla frá 1988, í góðum standi til sølu fyri 12.000 kr. Vinarliga ring á tlf. 321142/284142 ella 222949 TIL SØLU Eldri lastbilakrani EFFER 10 t. m bíliga til sølu. Tlf. 213380 ella 373380 FORD ESCORT 1.1 árg. 89, bíliga til sølu. Tlf. 310336 eftir kl. 17 TIL SØLU Ein 6 ára gamal Saab til sølu. Tlf. 444025 ella 422090 TOYOTA COROLLA sera væl hildin. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 214233 ella 372299 EYKADEILIR Nógvir plátudeilir og annað til Honda Accord árg. 87-89 til sølu fyri rímiligar prísir. Tlf. 449005 ella 219005 SLEIPIKRÓKUR til Peugeot 306 Sedan, til sølu fyri 1.500 kr. Tlf. 447830 SUMMARDEKK Tvey lítið slitin summardekk av merkinum Potenza S02, stødd 195/50-15, til sølu fyri 1.000 kr. Nýprísur 2.250 kr. Tlf. 228148 TIL SØLU Fýra nýggj Bridgestone summardekk, 195/60 R 15, til sølu. Tlf. 223700 TOYOTA CCROWN 2,2D sýnaður í sept. 00, til sølu. Tlf. 264269 OPEL KADET 1,6S Nýsýnaður og í góðum standi, til sølu. Tlf. 264269 BILUR YNSKIST Japanari, árg. 92-95, ynskist til keyps fyri sámuligan prís. Tlf. 224910 MITSUBISHI GALANT Diesel, 12 ára gamal, selist bíliga. Møguliga til reservadeilir. Tlf. 322259 ella 210150 SUMMARDEKK Á FELGUM Fýra nýggj summardekk á felgum – 4 hol – merkið Tyfon 155 x 13, til sølu. Tlf. 217665 ella 447665 FIAT DUNA 70 weekend, árg. 88, bíliga til sølu. Tlf. 217665 ella 447665 TIL SØLU 16" sportfelgur við 205/50 R16 dekkum, hava staðið á einum Opel Ascona passa eisini til aðrar bilar, felgurnar eru 11/2 ára gamlar. Nýprísur 10.000 kr, til sølu fyri 5000 kr. Tlf. 224725 RENAULT 19 Renault 19 árg. 11/94 til sølu. Tlf. 254111 EYKALUTIR til Toyota Hiace diesel, árg. 90-95 til sølu. Tlf. 227922 TITANIUM 4 stk. titanium 7 x 15" 5 hol, við tveimum dekkum 205/50 R15, passa til Toyota Carina II, Carina E og Camry til sølu. Tlf. 227922 EYKALUTIR til sølu til Toyota Carina st. 171 og 88-91 hurðar, síðurútar, bakrútur, spegl, startari, drívaksil, sentrallás og kúfangari framman. Tlf. 227922 FELGUR Fýra stk. 15" felgur og dekk til Toyta Hiace, árg. 90-95, til sølu fyri 2500 kr. Tlf. 227922 FORD ESCORT 1.6 til sølu, árg. 88, hevur koyrt 84.000, el-rútar, sóltak, fýra summardekk og vetrardekk til sølu fyri 15.000 kr. Tlf. 217102 FORD SIERRA 1,6 stationcar, 167.000 km, árg. '87, til sølu fyri kr. 2500,- tel. 321007 TOYOTA CAMRY 2,0 GLI árg. 87, til sølu. Tlf. 251280, e. kl. 15 FORD SIERRA 2.0 stw. til sølu. Árg. 7/88, sýnaður í mai 2001. Hevur anhangarakrók og er í góðum standi. Tlf. 255754 TIL SØLU Toyota Corolla 1.3 GLS, hevur koyrt 59.000 km, árg. 97, hevur el-sóltak og 15 tumma sportsfelgur. Stereoanlegg v/ sub. og forsterkara og píkadekk fylgja við. Tlf. 250288 ð 252047 TIL SØLU Fýra 15 tumma stálfelgur við skálum, 4 hol, til Opel Astra ella Vectra. Fýra brúkt summardekk, 195-65-15. Fýra brúkt summardekk, 195-60-15. Til sølu saman ella hvør sær. Tlf. 319399 TIL SØLU Nýsýnaður Nissan Micra, 5 hurðar, sera økonomiskur, til sølu fyri einans 15.000 kr. Tlf. 221026 TOYOTA COROLLA G6R 1 1/4 ára gamal, reyður, senkaður, koyrt 15.500 km, sera væl hildin. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 223066 - 220700 Amboð SLÁIMASKINA TIL SØLU Tielbürger sláimaskina í góðum standi til sølu. Tlf. 223527 HAVAFRESARI TIL LEIGU 5 HK til leigu. Vælegnaður til moldfresing v.m. Áhugað kunnu ringja tlf. 223527 TIL LEIGU Gravimaskina (1500 kg.) á beltum til leigu. Vælegnað til arbeiðir s.s. grava fyri rørum, kaðalum, formum, urtagarðum v.m. Tlf. 223527 Arbeiði ARBEIÐI YNSKIST Eg eri ein 13 ára gamal drongur, ið søkir arbeiði í Havn ella á Argjum – alt hevur áhuga. Tlf. 316212 URTAGARÐSARBEIÐI Ymiskt urtagarðsarbeiði verður gjørt. Tlf. 310352 TILBOÐ Biðið verður um tilboð (óbindandi) upp á umvæling av eldri betonghúsum í Skálavík. Umvælingin umfatar í høvuðsheitum skiftan o.t. av : Taki (+ tróður, isolering)Vindeygum og hurðum. Klæðing uttan við træ. Klæðing av grund við t.d. (stein)plátum. Kamin (nýggja). Tlf. 317791 ARBEIÐI YNSKIST 38 ára gomul kvinna søkir reingeringsarbeiði í Havn. Tlf. 261646 ella 321646 Barnaansing BARNAANSING Vit leita eftir gentu/konu at ansa eftir 14 mðr. gomlum drongi gerandisdagar kl. 8.00-15.00 frá 1. mai til 1. juli. Tlf. 319941 ella 218562 Barnaútgerð GRULVIGARÐUR TIL SØLU Grulvigarður, úr træ við rimum, stødd: 70 cm høgur, 75 cm breiður, 95 cm langur. Brúktur til eitt barn, sum nýggjru, til sølu fyri 500 kr. Tlf. 282083 ella 223337 BABYLYFT OG AMMIPÚTA Babylyftin er blá, vælhildin og sær út sum nýggj. Til sølu fyri 300 kr. Ammipútan er næstan óbrúkt. Til sølu fyri 100 kr. Kann keypast hvør sær! Tlf. 314624 ella 215353 BARNAVOGNUR Grønur barnavognur av merkinum Jane til sølu fyri 2.000 kr. Sær út sum nýggjur. Tlf. 317771 TIL SØLU Barnavognur svartur, nýprísur 3300,- nú 2.500,- Pusliborð við baðikar kr. 300,-. Bilstólur 1/2 ára gamal 0-18 kg. 500,- kr. Tlf. 253264 TIL SØLU Bilstólur 0-13 kg. og 2 skrástólar (babysittarar) til sølu. Tlf. 374455 Bátaútgerð TIL SØLU Tvær lítið brúktar BJ 5000 el snellur, eru nýumvældar. Prísur: 6.000 kr. stk. 1 FE 400 Pappírlodd. Prísur: 500 kr. Tlf. 223155 BÁTUR TIL SØLU M/B Eyðin, 32 fót Scania plast, við ella uttan fiskiloyvi til sølu, um nóg høgt boð fæst. Tlf. 444666 ella 214666 BEDINGSSPÆL til sølu fyri 13.000 kr. Tlf. 211235 STÝRIHÚS við rútum, av timbur og avs. dúrk til sølu fyri 6.000 kr. Tlf. 211235 YNSKIST Gott línuspæl ynskist til keyps. Tlf. 222386 MOTORUR TIL SØLU Ford Dolphin 120 hk. Borg-Warner gear, AS7-73G, 2:1. Í góðum standi. Tlf. 318286 ella 218286 Bingo GOTT BINGO verður í Pálsstovu mánakvøldið 6. mai kl. 19.00. 15 plátur 100 kr. Á lutaseðlinum eru 15 vinningar. Høvuðsvinningur: Sjónvarp. Astma- og Allergifelagið ARGJA RÓÐRARFELAG Rimmar bingo verður í Róðrarneystinum 2. mai kl. 19.00. Full pláta 400 kr. 6. og 12. spæl 500 kr. 15 plátur fyri 100 kr. Eykaspæl. Á lutaseðli 15 vinningar, m.a. 2x500 kr., 1x1.000 kr., balja við mati og uttanlands flogferð. Koyring heim. Argja Róðrarfelag BÁRU-BINGO Heimabingo fæst til keyps á posthúsinum og í sølubúðum um alt landið. Tú sært beinanvegin um tú hevur vunnið. Bygdarfelagið Báran í Árnafirði GOTT BINGO Verður í Glæmuni í Kvívík mánakvøldið 13. mai kl. 19. 12 plátur 100 kr. Drigið verður millum spølini. Høvuðsvinningur á lutaseðli gávukort á 1.000 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin. Glæman Bøkur BÍBLIULEKSIKON TIL SØLU Tað sera vælumtøkta “illustreret bibelleksikon” til sølu fyri bert 1000 krónur. Nýprísur 2500 krónur. Tlf. 228492 Burturm. /funnið FARTELEFON FUNNIN Ericsson T20s funnin í viðarlundini. Eigarin verður biðin um at ringja á tlf. 311562 og spyrja eftir Kristinu Býli HÚS Í KLAKSVÍK TIL SØLU Um hóskandi boð fæst eru húsini á Torvgøtu 18 til sølu. Húsini eru í tveimum hæddum á 75 fermetrar. Báðar hæddirnar eru innrættaðar. Til húsini eru garasja við grøv og frítt standandi hjallur. Tlf. 255841 eftir kl. 18 HÚS Í SØRVÁGI Hús til sølu í Sørvági, við síðuna av Sparikassanum. Tlf. 332251 ÍBÚÐ SØKIST Vit eru ung hjún, ið fegin vilja leiga eina íbúð sum skjótast. Vit eru álítandi, fara væl um, eingi børn og roykja ikki. Tlf. 262178 - 221709 ÍBÚÐ YNSKIST Friðarligur, einligur maður við føstum arbeiði søkir eftir íbúð í Havn. Roykir og drekkur ikki. Tlf. 261346 EIGARAÍBÚÐ TIL LEIGU Byggiár 1990, 112 fermetrar, 3 kømur, stova-køkur í einum, gongd, bryggers, 2 wc, durur, trý seinast nevndu við hita í gólvinum. Íbúðin er í stovuhædd við góðum útsýni. Partvís møblerað. Prísuppskot um 9.000 kr. um mðr. + ljós og hita. Tlf. 313339, best seint um kvøldið TIL SØLU Hús á Marknoyri í Vági til sølu. Tlf. 373231 ella 211231, e. kl. 18 DESPERAT! Eg og pápi mín mugu hava funnið okkurt at búgva í áðrenn 1. juli ella verða vit heimleys. Vit ynskja eina íbúð við tveimum kømrum og tað má vera í Havn vegna arbeiði. Vita tit um okkurt, so vinarligast ringið til okkara skjótast gjørligt á tlf. 315700 ella 264681 ER TAÐ NAKAR ið kann hjálpa okkum. Vit eru eitt par, ið sóknast eftir eini íbúð ella verilsi. Tlf. 261187 ÍBÚÐ Í KLAKSVÍK Eg eri einlig mamma við 1 barni, vit eru friðalig og fara væl um. Vinarliga ring 322416 ella 253264 ÍBÚÐ ELLA HÚS YNSKIST til leigu skjótast gjørligt. Helst í Tórshavnar kommunu. Vit eru eitt par við einum barni, ið skal í Eysturskúlanum í summar. Tlf. 315913 ÍBÚÐ SØKIST Eg eri ein 32 ára gamal maður, ið søki eftir íbúð í Havn. Havi gott, fast arbeiði og gjaldi til tíðina. Tlf. 261659 BYGDARSTOVAN Í HESTI verður leigað út við atgongd til svimjihylin. Áhugað kunnu ringja Tlf. 212179 - 328035 ÍBÚÐ/KAMAR ynskist í Keypmannahavn til lesandi drong. Tlf. 316671 & 216673 ÍBÚÐ Í KEYPMANNAHAVN Er nakar, sum hevur eina íbúð at leiga/framleiga mær í tíðarskeiðnum 1. mai - 1. desember. Tlf. 319325 ella 250550 Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑ Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑ Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð ❑ Bingo ❑Brævaskifti ❑Burturm./funnið ❑ Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Leikur ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt ❑ Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. T.v.s. at lýsing til ley- gardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar. Sent hevur: Navn:……………………………………….. Bústaður:…………………………………… Bygd/býur:…………………………………. Tlf.: ……….... Lýsingartekstur 1 2 3 4 5 »Lýsingartorgið« Box 76 110 Tórshavn Til frímerki Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar: privatar lýsingar í mesta lagi 40 orð bert ein lutur í hvørjari lýsing hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur: frá fyritøkum og virkjum fleiri enn 40 orð søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr. tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 70,- kr. við MVG hvørja ferð: lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar LÝSINGARTORGIÐ · Tvangsblandarir · Blandimaskinur · Glittemaskinur · Bjálkavibrator · Stavivibrator · Betongslípimaskinur og mangt annað AMBOÐ Søla & útleigan Tel. 315600 - Fax 318008 C M Y K 51 50