hósdagur 30. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 100 - 30. mai 2002
Nr. 100 - 30. mai 2002
3
SvF er farið undir
eina nýggja spurnar-
kapping, sum verður
send komandi vetrar-
hálvu. Tað hevur
kostað 15 milliónir
krónur at menna júst
hetta konseptið við
spurningum, har tað
ræður um at satsa
SPURNARKAPPING
Stefan í Skorini
Tann 31. august er dagurin,
tá nýggja spurnarkappingin
í SvF fer av bakkastokki.
Allar 30 sendingarnar eru
longu upptiknar, tær verða
sendar hvørt leygarkvøld
fram til 31. mars í 2003, tá
finalan er á skránni.
Tað er felagið Blu Enter-
tainment í Danmark við
føroyinginum Per Zacharia-
sen, sum hevur ment hetta
konseptið, og ætlanin er at
selja hugskotið kring allan
heim. Føroyar er tað fyrsta
landið, har hetta slagið av
spurnarkapping verður roynt.
Satsa
Kappingin hevur fingið
navnið Satsa. Og tað ræður
um at seta stigini uppá spæl
og satsa. Vinnarin gerst
50.000 krónur ríkari, og tí
er umráðandi at hava
tunguna mitt í munninum.
Kappingin er skipað so-
leiðis, at tríggir luttakarar
kappast í senn. Í fyrsta um-
fari fáa teir tveir spurningar
hvør. Um luttakarin svarar
rætt, fær hann 2000 stig.
Svarar
hann
hinvegin
skeivt, fáa hinir báðir hvør
síni túsund. Tú verður tískil
revsaður fyri at svara
skeivt.
Í øðrum umfari verður
spælið meira taktiskt, tí lut-
takararnir kunnu tá lata
spurningin fara víðari til
ein av hinum, sum síðani
skal svara. Um spurningur-
in verður sendur víðari, fær
hann
samstundis
størri
virði. Tann luttakarin, sum
sendir spurningin víðari
skal lata ein part av sínum
stigum í eina pulju. Svarar
viðkomandi tá rætt, fær
hann øll stigini, men svarar
hann skeivt, so fær tann,
sum sendi spurningin víð-
ari, øll stigini.
Á henda hátt kunnu lut-
takararnir stjala stig frá
hvørjum øðrum við at
senda spurningar víðari.
Við at satsa kunnu luttakar-
arnir vinna sær enn fleiri
stig, og tí vinnur bara við at
satsa og at leggja røttu
ætlanina.
Eingin kameramaður
Hetta er tann størsta undir-
haldssendingin hjá Sjón-
varpi Føroya higartil, sum
framleidd er í studio. Og
tað er ein sera vakur og
framkomin leikpallur, har
hetta spælið fer fram.
Teir tríggir luttakararnir
og verturin, ið er Páll
Danielsen, eru umgyrdir av
teldustýrdum myndatólum,
ið mala kring pallin. Í ein-
um rúmi nærhendis situr
ein maður og stýrir. Eingin
kameramaður er á palli-
num, og at framleiða eina
slíka sending krevjast bara
fýra fólk umframt vertin.
Tá kappingin verður send
hoyrast lógvabrestir frá
áskoðarum,
sum
eisini
síggjast á skerminum, men
í veruleikanum er eingin
áskoðari til sendingarnar.
Myndir av áskoðarum eru
festar á veggin aftanfyri, og
klappini eru tikin upp
frammanundan.
Allir luttakararnir hava
skrivað undir uppá, at teir
ikki skulu avdúka, hvat úr-
slitið av teirra sending
verður. Tilsamans 78 lut-
takarar hava verið við til
upptøkurnar
Skal seljast
Per Zachariasen hevur ver-
ið við at framleiða júst
hetta hugskotið, og hann er
sera væl nøgdur, nú hann
hevur sæð fyrstu sendingar-
nar á skerminum.
– Konseptið er sera ein-
falt, men tað tekur langa tíð
at framleiða. Vit hava nýtt
umleið eitt ár at gera karm-
arnar um sendingina, sigur
Per, sum er er ovfarin av,
hvussu væl tað hevur ging-
ið í hond við upptøkunum í
Føroyum.
Hann sigur, at Blu Enter-
tainment hevur funnið uppá
nakað heilt nýtt innan
spurnarkappingar við hesi
sendingini, og tí er spenn-
andi hvussu hon verður
móttikin. Fyrimunurin er,
at hon er ómetaliga bílig at
framleiða, og møguleiki er
fyri hópframleiðslu.
Ætlanin er, at hetta kon-
septið skal seljast uttan-
lands. Á filmsfestivalinum
í Cannes herfyri vóru fólk
frá søludeildini hjá Blu
Entertainment, sum er eitt
dótturfelag hjá Freemental
Media, og royndu at vísa
sendingina fram fyri áhug-
aðum.
Sum skilst eru samráð-
ingar í løtuni við stóru
týsku rásina ZDF. Um ein
avtala fæst í lag, er ætlanin
tryggjað ímóti undirskoti,
men Per hevur góðar vónir
um, at sendingin kann selj-
ast í enn fleiri londum.
SvF skal ikki rinda fullan
prís fyri sendingarnar. Før-
oyska sjónvarpið skal bara
rinda útreiðslurnar av flutn-
ingi, upptøkuhølum og
starvsfólki.
Nýggj spurnarkapping roynd í SvF
Per Zachariasen og
Bjarni Rubeksen sita í
kontrolrúminum og
stýra myndatólum og
sendingini sum heild. Alt
studio verður flutt
avaftur landinum
fríggjadagin
Mynd: Finnur Justinussen
Páll Danielsen er vertur í sendingini, og
hann hevur havt 78 luttakarar inni í
upptøkuhølunum
Mynd: Finnur Justinussen
RÚSEVNI
Ingrid Bjarnastein
Í sambandi við ferðslu-
kanningar, ið vórðu gjørdar
seinnapartin
týsdagin,
steðgaði politiið í Havn
einum íslendskum auto-
kampara.
– Nú er tað soleiðis, at vit
hava altíð grundarlag fyri
at steðga einum bili, sigur
Bergleif
Brimvík
av
kriminaldeildini á politi-
støðini í Havn.
– Tá hesin íslendski auto-
kamparin varð steðgaður
var tað ikki tí mistanki var
um ólóglig evnir. Teir, sum
í bilinum vóru, hava kanska
víst ein slíkan atburð, at
løgreglan helt, at teir skul-
du steðgast. Men tað vísti
seg so, at vit funnu eitt gott
kilo av hassji.
Tríggir mans vóru í bili-
num. Tveir íslendarar, faðir
og sonur, ávíkavist 41 og
24 ára gamlir, og ein 27 ára
Fann av tilvild gott
kilo av hassji
Væntandi, so verður
bert tann eini
grundlógaravhoyrdur,
meðan hinir báðir
verða leystlatnir, sigur
Bergleif Brimvík
gamal føroyingur. Íslendar-
arnir komu úr Danmark
við Norrønu mánadagin,
og skuldu eftir ætlan til Ís-
lands í hesi vikuni.
Tveir av monnunum eru
avhoyrdir og ein var undir
avhoyringum fyrrapartin
mikudagin.
– Væntandi, so verður
bert tann eldri íslendingur-
in grundlógaravhoyrdur,
meðan hinir báðir verða
leyslatnir, sigur Bergleif
Brimvík.
Politiið í Havn handtók seinnapartin týs-
dagin tríggjar mans fyri at hava eitt gott
kilo av hassji í bilinum. Talan er um ein
íslendskan auto-kampara, sum kom úr
Danmark til Føroya við Norrønu mána-
morgunin. Tveir av monnunum eru
íslendarar og ein føroyingur
C
M
Y
K
3
2
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
878,-
fyri hvønn
úr einans ...
1.149,-
Gisting á
hotelli
2002
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
Shetland Cruise
Shetland Cruise
e-mail: booking@smyril-line.fo
summarið
Gisting á
vallaraheimi
Privat
gisting
746,-
fyri hvønn
Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag
Nógvir handlar
hava opið týsdag
til kl. 18.30
Á farstøðini í Lerwick
er møguleiki fyri at
lata inn viðføri til
varðveitslu til frá-
ferðina hjá Norrönu
Hvørt týskvøld frá kl. 18.30 - 24.00
verður skipað fyri útferð til m.a.
Central Mainland og Scalloway.
Vitjað verður á fleiri áhugaverdum
støðum har m.a. verður sýnt fram
hetlendskt handverk. Eisini er høvi
at njóta eina hetlendska máltíð.
fyri hvønn
(í lágárstíð)
(í lágárstíð)
(í lágárstíð)
úr einans ...
úr einans ...
Gisting á
hotelli
Gisting á
hotelli
Gisting á
vallaraheimi
Gisting á
vallaraheimi
Privat
gisting
Privat
gisting
Ring og hoyr nærri !
878,-
746,-
1.149,-
team85