Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002 19 Norðoyastevnan 2002 18 Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002 C M Y K 18 Norðoyastevnan 2002 Ein heilsan frá Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Klaksvík, til allar norðoyingar og stevnugestir annars HEILSAN Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri Nú er sólin næstan komin hægst á luftina, dagsljósið strekkir seg longur og longur út á kvøldið, smálombini eru komin og flyti- fluglarnir hava aftur tikið land. Teir spyrja ikki, hvussu summ- arið fer at roynast – nei, teir eru trúfastir og koma bara, og hóast veðrið ikki altíð er til vildar, so royna blómurnar at vísa seg fram í litvøkrum búna – ja, tá vita vit, at nú verður skjótt okkara og tykkara Norðoyastevna, og at nú er stundin komin. Vit, sum búleikast her, kenna so væl til skiftandi tíðir, bæði í veðurlagnum og samfelagsliga, men tað, sum eyðkennir hetta fólk, er dirvi og áræði og ein vón um – við Guds hjálp – at kunna taka ímóti umstøðunum sum eini avbjóðing, heldur enn at síggja umstøðurnar sum eina forðing. Næstrakærleiki Vit hava so mong dømi um, at tey, sum gingu undan okkum, kendu broytingartíðir, eins og vit gera tað. Tó er tann munur, at tey vóru uttan tey sosialu trygdarnet, sum vit í dag hava. Tí var tilveru- grundarlagið tá á døgum bygt á næstrakærleika og næstrahjálp ímillum bygdarfólkið, og var tað ein inngrógvin partur av fólka- mentanini at hjálpa hvør øðrum. Tíanbetur er hesin eginleiki ikki horvin úr samfelagi okkara, og vónandi verður hann tað ongantíð, tí tá høvdu vit verið munandi fátækari sum fólk. Norðoyingar eru kendir fyri at vera eitt sjálvbjargnisfólk, og tað hava tey mangan prógvað, tá tíð- irnar hava verið torførar. Jú, her býr eitt fólk, sum ikki smæðist at bretta upp um armar, bróta upp úr nýggjum og taka fatt, har á stendur. Ein savningardepil Klaksvíkin er ein sera spennandi og fjølbroyttur býur, sum fevnir um djørv og gevandi fiski- og verkafólk, dugnalig vinnulívsfólk og hugvekjandi listarfólk. Harafturat kunnu vit fegnast um ein ungdóm, sum kýtir seg í mongum ítróttargreinum, og sum hevur ríkað okkum við mongum spennandi løtum og framúr avrik- um. Á Norðoyastevnu er Klaksvíkin ein savningamiðdepil, har eldri og yngri hitta hvørt annað, og fleiri, sum ikki hava hitst í mong ár, hava so mangt at skifta orð um. Vit eru ómetaliga glað fyri at fáa vitjanir, og vóna, at tit kenna tykkum væl okkara millum. Vit bjóða fram eina fjølbroytta Norðoyastevnuskrá, samstundis sum Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt sítt til, at fáa umstøðurnar so góðar og hugnaligar sum møgu- ligt. Men sum á so mongum øðrum økjum, er tað eisini upp til hvønn einstakan at fáa tað besta burtur úr hesi Norðoyastevnu. Vit hava sanniliga tørv á at leggja gerandisdagin frá okkum, og og hugna okkum sámuliga á Norðoyastevnu. Duga vit tað, verður stevnan væl eydnað. Hjartaliga vælkomin til Klaksvík- ar. – Vælkomin á Norðoyastevnuna 2002 Verði vælkomin á Norðoyastevnu Røðarar til midnáttarsamkomuna Norðoya- stevnuaftan og fólkafundin Norðoyastevnudag, verða kvinnur. Leygarkvøldið verður tað Rannvá Joensen, varaskúlastjóri í skúlanum við Ósánna, sum fer at røða, og sunnudagin verður tað so fyrrverandi løgtingskvinnan Rúna Sivertsen, sum fer at flyta fram røðu. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík Kvinnur halda røðu Formaðurin í Norðoya Frítíðar- og Ítróttaráð heldur, at ov fá tiltøk eru fyri børnini á Norðoya- stevnu. Men hóast tað, so er hann væl nøgdur við Norðoyastevnuskránna hesuferð NORÐOYASTEVNAN Ragnhild Ellingsgaard Norðoya Frítíðar- og Ítróttaráð er tað felagið, sum uttan iva hevur mest um oyruni upp undir Norð- oyastevnu. Ráðið skal nevniliga fáa allar endarnar hjá teim ymsu feløgnum í býnum at hóska saman, og síðan leggja Norðoya- stevnuskánna til rættis, soleiðis at øll hava okkurt at fara til. Norðoyastevnan í ár hevur í so máta ikki verið nakað undantak. Tær seinastu vikurnar hevur ráðið roynt at fingið tiltøk og annað at hanga saman, og úrslitið av hes- um arbeiðið er Norðoyastevnu- skráin, sum er at síggja aðrastaðni í blaðnum. Væl nøgdur Jan Gardar er formaður í NFÍ, og hann er væl nøgdur við skránna fyri Norðoyastevnuna í ár. – Hon er á eini heilt góðari leið, tí har eru nógv ymisk tiltøk á skránni. So okkurt skuldi uttan iva verið til øll, heldur hann. Hann leggur tó afturat, at ynskiligt hevði verið, um onkur nýggj tiltøk eisini vóru at finna á skránni. – Sum er, eru nógv tiltøk, sum venda aftur ár eftir ár, sigur hann. Men Hóast ráðið hevur roynt at funnið onkur nýggj tiltøk, so er hetta ikki eins lætt og at siga tað. – Størsti trupulleikin er nokk, at tað oftani er sera dýrt at fara undir nakað nýtt. Alt kostar jú pening í dag, og soleiðis er eisini við Norðoyastevnuni, sigur Jan Gardar. Sjálvur heldur hann, at fleiri til- boð skuldu verið til børnini í skránni. Hesum hevur ráðið tó ar- beitt eitt sindur við, og sæst hetta eisini aftur. Millum annað kunnu børnini í ár hugna sær á hoppiborgum, og ein karrusell verður eisini sett upp í býnum, soleiðis at tey á henda hátt kunnu stuttleika sær. Vanligt er, at nógvar framsýningar eru á Norð- oyastevnu, og er árið í ár onki undantak. Í skóta- húsinum hjá gulu skótunum, Uppistova, verður ein framsýning, har myndir frá Sigurfarinum og bjargingini av Mechanic Karathsow, sum Rógvi Johansen hevur tikið, sýndar fram. Eisini verður ein framsýning í hølunum hjá Norðoya Fornminnisfelag, sum felagið sjálvt skipar fyri. Í sunnaru fimleikarhøll verður framsýningin »Hendur og Hugflog« og myndaframsýningin »Djóralívið á Antarktis« hjá Klaus Kiesewetter verður eisini har. Leygarkvøldið klokkan 20:00 skipar Norðoya Sparikassi fyri hugnaløtu við kaffi saman við listarfólkunum. Tað er áhugafelagið »Dragin«, sum hevur tikið stig til hesa hugnaløtuna. Og eisini verður listaframsýningin hjá Norð- oya Listafelag aftur á skránni. Í ár verður hon í skúlanum við Ósánna. Skúlaskipið »Dragin« hevur eisini »opið skip« við Varpabrúnna frá klokkan 16.00 til 21.00 Norðoyastevnuaftan. Formaðurin í NFÍ: Væl nøgdur við skránna Framsýningar á Norðoyastevnu Jan Gardar, formaður í NFÍ, er væl nøgdur við Norðoyastevnuskránna Stríputar troyggjur 100 ymiskar blusur og troyggjur Ymiskir klædningsjakkar 100,- 100,- í Klaksvík Tel. 456517 í Tórshavn Tel. 311305 Nor Norðoyastevnu tilbo oyastevnu tilboð! Bert galdandi 31/5 og 1/6 Stuttir + langir Brúnir + svartir Restir 100,- 100,- 100,- 100,- Frítt val Frítt val Frítt val