hósdagur 30. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
23
Norðoyastevnan 2002
22
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
C
M
Y
K
22
Norðoyastevnan 2002
EL VITAL, Shampoo
EL VITAL, Shampo
Frítt val, 1 dk.
t
1
,-
19,95
9,95
I
MERRILD KAFF
500 gr.
16,95,-
16,95
SÚREPLAJUICE
RE
tr
1 ltr.
5,95,-
5,95,
CHIPS
250 gr.
7,95,-
7,95,-
SUKUR
2 kg.
8,95,-
8,95,-
MINI FLUTE
1 pk.
16,95,-
16,95
PH. BÚFFAR
24,95,-
24,95,
24,95
GROV FLUTE
1 pk.
16,95,-
16,95
FØROYA BJÓ
VATN
R SODAV
2 x 1,5 ltr.
19,95,-
19,95,
PINGVIN LAKRES
Frítt val 1 pk.
t
-
7,95,-
MILK SHAKE
1 dk. bert
-
4,95,
APPELSINJUICE
1 ltr.
-
6,95,
Vel ímillum
jarber, vanilju,
kakao ella sitr
ka
ón
+ pant
+ p
DRIFTER, LION BAR, KIT KAT
ER, LION BAR, KI
Frítt val 3 stk.
t
11,95,-
11,95,
PIZ
PIZZA SLICE
Og
5 ltr.
1 FAXE KO
E KONDI 0,5
19,95,-,-
19,95
95
HEITT CACAO
12,00,-
12,00,
FRANSKUR HOTDOG
FRANSKUR HOTDO
Og 1 Jolly 0,5 ltr.
Og 1 Jolly 0,5 ltr.
19,95,-
19,95
Hvønn morgun nýbakað morgunbreyð og nýbakað breyð allan dagin
Vit øll í Kiosk Vár eru komin í
Norðoyastevnuhýri, og bjóða
øllum inn á gólvið, her eru
altíð nógv góð tilboð at fáa
KIOSK VÁR
Klaksvíksvegur 56 · Klaksvík
Opið er hvønn dag frá kl. 07.00 - 23.00
Leygardag og sunnudag frá kl. 08.00 - 23.00
Hóast Norðoyastevnan bert verður hildin í Norð-
oyggjum, so hava føroyingar aðrastaðnis eisini
møguleika at fylgja við, hvat hendir í Klaksvík.
Norðoyastevnuaftan sendir Útvarp Føroya
nevniliga beinleiðis frá Norðoyastevnuni.
Tað er Studio Pegasus, sum skipar fyri hesum,
og á skránni verður mangt og hvat.
Millum annað verður ein musik-café løgd til
rættis í útvarpsstovuni, samstundis sum norðoya-
stevnu-gestir eisini støkka inn á gólvið.
Umframt hetta verður eisini beinleiðis prát úr
býnum.
Norðoyastevnusendingin hjá Studio Pegasus
byrjar Norðoyastevnuaftan klokkan 19.00, og
verður, við stuttum millumbilum, at hoyra heilt
til klokkan 01.00
Norðoyastevnan í luftini
Herfyri lat ein nýggj
vakurleikaklinikk upp í
Klaksvík. Hon fekk navnið
Rósan, og bjóðar fram við-
gerðir av ymsum slag.
Vit hava verið á eini
vitjan...
VAKURLEIKI
Ragnhild Ellingsgaard
– Lat teg bara úr, og legg teg á
beinkin, sigur hon í hvíta kittli-
num.
Eg stúrsi við. Hóast eg hevði
væntað, at klæðini skuldu av, so
kennist hetta undarligt.
Men eg geri, sum hon biður
meg. Taki klæðini av, og leggi
meg á plastikkið á beinkinum.
Hon tekur plastikkið og leggur
tað útyvir kroppin, og beinanveg-
in kenni eg meg betur.
Undir
plastikkinum
liggur
okkurt heitt, og skjótt merki eg
ein dámligan hita breiða seg um
allan ryggin.
Veggirnir rundan um meg eru
bláir, og onkustaðni inni í rúmi-
num stendur ein fløguspælari,
sum sendir sissandi tónar í oyru
míni.
Millum tónarnar hoyri eg eisini
ljóðið frá aldum, sum bróta seg
inn yvir onkra strond, og eg lati
tónarnar føra meg burtur.
Burtur frá stressandi dagligdeg-
num við dead-lines, sum altíð
skuldu haldast. Burtur frá regni-
num, sum í dagavís hevur skolað
oman yvir býin.
Eg eri nú stødd onkra aðrastað-
ni. Onkrastaðni, har orðið dead-
line er eitt ókent orð, og har regn-
ið og kuldin ikki finna veg.
Eg eri ikki heilt greið yvir, hvar
eg eri stødd. Eg ørminnist, at eg
fyri løtu síðani fór inn í eina
vakurleikaklinikk, men eg eri ikki
longur í Klaksvík.
Plastikkið kennist sum heitt
silki, og eg njóti løtuna.
Rúmið fyllist við einum anga
av appilsinum, og tankarnir leita
mót ferðini, sum stendur fyri
framman. Ferðini til eitt heitari
land enn Føroyar. Hugsi, um
appilsinir munnu vaksa í tí landi-
num, men sleppi tankanum aftur.
Merki eina heita hond taka fast
í herðarnar, og varisliga mýkir
hon øllum knútunum, ið eru kom-
nir av ov nógvum tímum framm-
an telduni.
Hondin flytir seg oman mót
armunum, og úr hondini spreikja
smáar hitakeldur. Hitin otar sær
veg inn í allan kroppin, og eg andi
appilsinangan djúpt inn.
Brádliga sleppur hondin taki-
num, og eg hoyri okkurt skrambul
aftan fyri meg. Lati eyguni upp,
vendi mær við og síggi hvít-
klæddu kvinnuna standa og
blanda eina grønbrúna evju
saman.
Spyrji, hvat hatta er fyri nakað.
Men hon smílist bara, og biður
meg leggja meg aftur.
Og enn einaferð geri eg, sum
hon biður.
Merki, at okkurt mjúkt og heitt
verður smurt fyrst á føturnar,
síðan upp eftir beinunum, á búkin
og til síðst eisini á armarnar.
Síðan ballar hon enn einaferð
plastikkið rundan um kroppin, og
leggur eitt tungt teppi oman á
meg.
– Nú skalt tú bara liggja her og
slappa av í 20 minuttir, sigur hvít-
klædda kvinnan blídliga, og fer
síðan út úr rúminum.
Eg lati aftur tankarnar leita mót
fremmanda landinum, ið eg skjótt
skal vitja, og merki aftur ein hita
leggja seg út yvir kroppin.
Hitin kemur ikki frá tonkunum
um forkunnuga landið, men held-
ur frá teppinum, ið liggur á mær.
Kroppurin gerst tungur, og eg
detti spakuliga inn í eina dreyma-
verð.
Eg droymi um appilsinir og
strendur, um hita og kláran sjógv.
Eg hoyri vatn renna, og síggi
ein foss framman fyri mær. Fram-
við fossinum vaksa pálmar av al-
skins slag, og eg seti meg niður.
Men bradliga vakni eg, og
kvinnan stendur undir liðini á
mær.
Rennandi vatnið var ikki ein
fossur, men eitt baðikar, sum varð
fylt.
Hon tekur varisliga teppið og
plastikkið av, og biður meg seta
meg í baðikarið.
Síðan fer hon út aftur úr rúmi-
num, og eg eri enn einaferð einsa-
møll.
Vatnið er grønt og angar av
reinum sjógvi, og eg leggi meg
spakuliga niður.
Síggi, hvussu grønbrúna evjan
fer av kroppinum, og blandar seg
við vatninum. Taki hondina eftir
beininum og merki, hvussu mjúkt
tað er vorðið.
Á vegginum hongur ein baði-
kápa. Eg lati meg í hana, og gangi
mót klæðum mínum.
Lati meg í, og sigi farvæl við
bláu veggirnar og sissandi tónar-
nar. Eg havi fingið nýggja orku til
fleiri dead-lines, og fari aftur til
arbeiðis.
mmmm....himmalskt
Eg eri ikki longur stødd í Klaksvík, men onkra aðra staðni. Onkrastaðni,
har orðið dead-line er eitt ókent orð, og har regnið og kuldin ikki finna veg
Fríggjakvøldið á Norðoya-
stevnu skipar Hotel Norð á
Viðareiði fyri hugna-
kvøldi. Borðreitt verður
við køldum borði og eisini
verður undirhald á skrán-
ni. Annars letur hotellið
dyrnar upp til summarið
Norðoyastevnuaftan, og
verður opið alment alt
summarið
HUGNAKVØLD
Solby A. Eliasen
Í fjør skipaði hotellið fyri galla-
kvøldi, har heitur matur var á
skránni. Og var undirtøkan sera
góð tá. Í ár hava tey so valt at
royna seg við køldum borði.
Undirhald verður eisini undir
borðhaldinum, og verður tað
Hans Hjalti Skaale, sum kemur at
standa fyri tí. Bussamband verður
bæði norður og inn aftur til
Klaksvíkar aftaná.
Kokkur á hotellinum er Jógvan
Heinesen, sum varð útlærdur í
fjør. Hann er samstundis eigari av
hotellinum og rekur tað saman
við Mirjam. Jógvan er 27 ára
gamal, og sigast má, at hann helst
er ein av teimum yngstu hotel-
eigarunum í landinum.
Mirjam M. Heinesen, sum
starvast á hotellinum, sigur
annars, at hotellið letur upp fyri
almenninginum tann 01. juni og
verður opið alt summarið til
okkurt um 01. septembur. Hon
greiðir frá, at ferðafólk byrja at
bíleggja sær pláss longu árið fyri
tey koma.
Hotellið fer í summar at skipa
fyri útferðum eina ferð um vikuna
fyri gestum og øðrum, sum eru
áhugaði í at síggja nærumhvørvið
rundan um Viðareiði. Mirjam sig-
ur, at útferðarleiðari verður altíð
onkur, sum er barnvaksin á Viðar-
eiði. Á henda hátt, meta tey, at
møguleikin fyri eini avbera góð-
ari útferð so avgjørt skuldi verið
til staðar.
Mirjam sigur, at tey á hotelli-
num hava góðar vónir til summ-
arið.
Hon heldur, at Norðoyggjar eru
nakað serligt. Her sipar hon til, at
náttúran er so stórsligin har norð-
uri.
– Alt er eisini so óspilt, heldur
hon. Hon sigur eisini, at um talan
er um, ferðafólk ið ynskja at
koma til eitt friðarligt stað, so er
tað avgjørt ein fyrimunur, at
hotellið liggur á Viðareiði.
– Tað er eisini nemt at sleppa til
Klaksvíkar, um ein ynskir tað.
Har hendir meira enn her, men so
hava tey altíð eitt friðarligt stað at
koma aftur til, har tey bara kunnu
slappa av og njóta ta óspiltu
náttúruna, sum er her, sigur
Mirjam, sum heldur, at um ein
eitt nú skal ein túr suðueftir, so
verður ein leiddur mest sum allan
vegin, meðan ein sum kemur
henda vegin, má vera meiri sjálv-
støðugur.
– Um tú ert ein av teimum, sum
ynskir eina charter-ferð, so haldi
eg ikki, at ein átti at komið her,
sigur Mirjam og flennir.
Hotel Norð hevur fimtan
dupultkømur, so tey kunnu hýsa
upp til tríati vitjandi í senn.
Mirjam sigur, at tað eru mest ein-
staklingar, sum gista hjá teimum,
men tað kemur eisini fyri av og á,
at bólkabíleggingar eru.
– Hotellið verður ofta nýtt til
ymiskt skeiðvirksemi og onnur
tiltøk, og tá fáa vit sjálvandi
bólkabíleggingar. Eisini eru aðrar
bólkabíleggingar, men sum sagt
er tað ikki so ofta, sum einstak-
lingar, sigur Mirjam, sum at enda
leggur afturat, at hóast hotellið er
stongt um veturin, so taka tey í
móti bólkabíleggingum til eitt nú
skeið ella okkurt líknandi alt árið
runt.
Kalt borð á Hotel Norð
Hotel Norð borðreiður við køldum borði á Norðoyastevnu