fríggjadagur 31. mai 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 101 - 31. mai 2002
Nr. 101 - 31. mai 2002
33
Tríggir indiskir løg-
reglumenn lógu
eftirá, tá vápnaðir
muslimar lupu á eina
løgreglustøð.
KASHMIR
Árni Joensen
Álopið á indisku løgreglu-
støðina var gjáranáttina.
Tríggir løgreglumenn doyðu,
og indisku myndugleikarnir
ivast ikki í, at tað vóru
muslimskir loysingarmenn,
sum søktu atstøðini.
Beint eftir álopið brustu
skotbardagar á millum ind-
iskar og pakistanskar her-
menn. Skotbardagarnir var-
du til út ímóti lýsingini,
men einki varð sagt um, at
nakar hermaður lá eftirá.
Bardagarnir vóru í Dola,
sum er eitt fjallaøki, har
muslimskir loysingarmenn
javnan hava gjørt um seg
seinastu tíggju árini.
Fyri fjúrtan døgum síð-
ani doyðu 31 fólk, tá ein
indisk hermannalega varð
álopin. Eisini tá vildu ind-
isku myndugleikarnir vera
við, at álopsmenninir vóru
muslimskir loysingarmenn.
India vil vera við, at
Pakistan hjálpir loysingar-
monnunum, og í gjár heitti
amerikanska stjórnin á
Pakistan um at steðga
álopunum hjá loysingar-
monnunum.
Pakistanski
forsetin, Pervez Musharaf,
hevur víst aftur, at land
hansara hjálpir teimum
vápnaðu loysingarmonnu-
num í Kashmir.
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Úr Norðurlondum:
Skaturin
má lækka
Donsku
vísmenninir
mæltu fyri nøkrum døg-
um síðani stjórnini til at
lækka skattin, og nú tek-
ur vinnulívið undir við
uppskotinum.
Ein kanning vísir, at
so at siga øll arbeiðs-
gevarafeløgini taka und-
ir við at lækka skattin.
Grundsjónarmiðið er, at
verður skatturin ikki
lækkaður, verður trupult
ella vónleyst at fáa fleiri
fólk í arbeiði. Tað er
longu stórur tørvur á ar-
beiðsmegi í Danmark,
og allar forsagnir vísa,
at tørvurin verður upp-
aftur størri í komandi
árum.
Danska ídnaðarfelag-
ið sigur, at tað er eisini
neyðugt
at
broyta
skattareglurnar, so fólk
tíma at arbeiða meiri
enn ein vanligan ar-
beiðsdag. Felagið sigur,
at tað kann ikki vera
rætt, at fólk skulu gjalda
millum tveir triðingar
og tríggjar fjórðingar av
tí, sum tey forvinna
eyka.
Arbeiðsgevarafeløg
innan handverk, land-
búnað, handil og tænast-
ur taka undir við at
lækka skattin. Eins og
vísmenninir vísa tey
samstundis á, at tær al-
mennu
útreiðslurnar
bara veksa.
Vísmenninir og don-
sku arbeiðsgevarafeløg-
ini eru samd um, at dan-
ski búskapurin er á veg
uppeftir. Tað sæst m. a.
av, at íløgurenar í dan-
ska vinnulívinum eru
veksandi.
Sterkari
evra
Eftir at hava havt eina
heldur trilvandi byrjan
tykist felags evropeiska
gjaldoyrað, evran, at
hava fingið fótin fyri
seg. Í gjár var kursurin á
evruni 0,936 dollara, og
so høgan kurs hevur
evran ikki havt seinastu
14 mánaðarnar. Serliga
seinasta
heyst
stóð
evran seg illa móti
dollaranum,
og
eitt
skiftið kom virðið niður
á 0,82 dollara. Búskap-
arfrøðingar halda, at
evran nú er komin í eina
trygga legu, og at hon
hevur fingið fótin fyri
seg.
Bornholm
ein eind
Fólkið á donsku oynni
Bornholm valdi miku-
dagin eitt ráð, sum skal
stýra oynni, eftir at
meirilutin av fólkinum í
fjør tók undir við, at
oyggin verður ein kom-
muna. Valúrslitið gav tí
óhefta borgaralistanum
níggju ráðslimir, meðan
sosialdemokratarnir og
Vinstri fingu hvør sínar
átta. Hjá Vinstra var val-
ið sera vánaligt, tí flokk-
urin misti heili 16 pro-
sent av sínum atkvøð-
um. Teir báðar seinastu
ráðslimirnar fyri SF og
Kristiligi Fólkaflokkur-
in.
Longu
valkvøldið
samdust borgaralistin og
sosialdemokratarnir um
at skipa samgongu, og
til tann fyrsta Born-
holm-borgarstjóran val-
du flokkarnir borgar-
stjóran í býnum Rønne,
Thomas Thors.
Kommunusamanlegg-
ingin á Bornholm er
tann størsta, sum higar-
til er framd í Danmark.
Tosað hevur verið um
samanlegging aðrastað-
ni, men eins og í Føroy-
um tekur slíkt drúgva
tíð.
Flaggstríð
Seinastu tíðina hevur
stríð verið um, hvørs
uppgáva
tað
er
at
tryggja, at danska flagg-
ið veitrar á markinum
millum Danmark og
Týskland, men nú hevur
løgmálaráðið gjørt av, at
løgreglan skal hava upp-
gávuna.
Í mong ár hava tey
norðurlendsku fløggini
veitra á danska marki-
num í summarhálvári-
num, men nú siga don-
sku løgreglumenninir, at
teir fara bara at toga tað
danska flaggið upp í
flaggstongina á marki-
num.
Fleiri
danskir
politikarar finnast at
løgregluni. Fólkatings-
maðurin Kaj Ikast, sum
eisini er limur í Norður-
landaráðnum, sigur, at
hann góðtekur ikki av-
gerðina hjá løgreglu-
monnunum, og at hann
ætlar sær víðari við
málinum.
Enn hevur løgmála-
ráðharrin, Lene Esper-
sen, ikki boðað frá, hvat
hon fer at gera.
Ísraelski sendiharrin
í Danmark, Carmi
Gillon, vísir aftur at-
finningum frá donsk-
um politikarum, sum
mótmæla viðferðini,
sum palestinski leið-
arin, Marwan Barg-
houti, fær í einum
ísraelskum fongsli.
ÍSRAEL
Árni Joensen
Ísraelski
sendiharrin
í
Keypmannahavn,
Carmi
Gillon, verjir nú avgerðina
hjá ísraelsku myndugleiku-
num at handtaka palestin-
ska leiðaran Marwan Barg-
houti og at seta hann í
fongsul, so hann kann av-
hoyrast. Danska stjórnin
hevur mótmælt, tí sambært
upplýsingum, sum stjórnin
hevur fingið, fær Barghouti
ikki ta viðferð, sum altjóða
reglur tryggja honum.
Carmi Gillon, sendiharri
segði í gjár, at avhoyringar-
nar av Barghouti hava givið
ísraelsmonnum ómetaliga
týðandi upplýsingar, og at
hesar upplýsingar hava
bjargað nógvum ísraelsk-
um mannalívum.
Sambært sendiharranum
hevur Marwan Barghouti
undir avhoyringunum við-
gingið, at hann hevði bein-
leiðis ábyrgdina av í hvussu
er seks palestinskum sjálv-
morðsbumbuatsóknum.
Hesi álopini kostaðu sam-
bært sendiharranum 13
ísraelsmonnum lívið, og
105 onnur vórðu særd.
Carmi Gillon, sendiharri
sigur, at avgerðin at hand-
taka Barghouti miðskeiðis í
síðsta mánað var ein liður í
royndunum hjá ísraelsku
myndugleikunum at verja
sínar borgarar og at tryggja
teimum tað mest einfalda
av øllum mannarættindum,
rættindini at liva. Sambært
sendiharranum skal Barg-
houti hava havt samband
við uppaftur fleiri atsóknir
enn tær seks sjálvmorðs-
bumburnar.
Reglur skulu haldast
Danski uttanríkisráðharrin,
Per Stig Møller, segði í
gjár, at eftir teimum upp-
lýsingum, sum uttanríkis-
ráðið hevur fingið, fær
Marwan Barghouti ikki ta
viðferð íísraelska fongsli-
num, sum altjóða reglur
tryggja honum.
– Eg kann ikki siga,
hvønn leiklut hann hevur
havt í sambandi við yvir-
gang, og um tað er tí, at
ísraelsmenn
hava
tikið
hann. Men eg kann stað-
festa, at maðurin hevur
stóran politiskan týdning
og stóran týdning fyri pale-
stinska fólkið, segði Per
Stig Møller.
Uttanríkisráðharrin segði
seg vóna, at Marwan Barg-
houti fær ta viðferð, sum
hann eigur at fáa sambært
galdandi reglum, sama um
hann er fongslaður fyri
yvirgang ella ikki.
Ísrael verjir sína framferð
Samanbrestir í Kashmir
Indiski herurin hevur styrkt vaktarhaldið eftir álopið á løgreglustøðina gjáranáttina. Her er ein indiskur hermaður á varðhaldi
við Srinagar
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Ja Jóhan. Nú eru tey fyrstu
30 árini gingin. Betri
eydnu tey næstu 30. Til-
lukku við piparinum.
Heilsan Pól við timbur-
monnunum í Dalagøtu
Ja Jóhan. Nú hevur tú sovið
30 ár burtur! Nú má tað
»ske« okkurt piparkongur-
in.
Heilsan BA
Ein øgiligur fongur! Nær verður konufólkið fangað?
Tillukku við piparinum
Heilsan vit í spunslinum
Tann 30. mei
1972 varð hesin
drongurin borin í
heim! Nú hongur
alt í einum
tunnum tráið. 30
ár - brotnan bil og
onga damu.
Tillukku við
degnum.
Heilsan
manningin
á »Fagrenni«
Her ert tú ungur og penur
(og tosar sum vanligt í
»telefon«.) Hjartaliga
tillukku við 30 ára
degnum.
Heilsan Reyði
Góði babba
Fínur sum altíð hjartaliga
tillukku við 40 ára
degnum.
Vit 4
Á vitjan hjá
systkinabørn-
unum. Tey siga
eisini tillukku
Góða lítlasystir
og svágur
Hjartaliga til-
lukku við tí
stóra degnum
sum var tann
28. mei. Ja, 25
ár er ikki 25
dagar. Alt gott í
framtíðini.
Ynskja Peter
og systir tín
Góða Sølvá!
Hjartaliga
tillukku á 25 ára
degnum ídag og
bestu ynskir fyri
framtíðini.
Blíðar heilsanir
frá okkum
øllum Katrin
og Halgerð
Góða
lølla mostur
Hjartaliga
tillukku við 25
ára føðingar-
degnum í dag.
Takk fyri at tú ert
so góð við meg.
Eg elski teg. P.S.
Kanska tú brúkar
forkert »agn«???
Heilsan Búgvi
Jógvan og Irmgarð á Lað
Tykkum verður ynskt hjar-
taliga tillukku á tvíføldu 80
ára føðingardøgunum.
Ynskja børn, familja
og vinir
Góða Malan
Hjartaliga tillukku við 11
ára degnum 30. mei. Harr-
in signi framtíð tína.
Ynskja mamma, babba
og Elisabeth
Góða
Súnfríða
Hjartaliga
tillukku við
føðingar-
degnum.
Gott vit vóru
til staðar, so
hasin
»tilbiðarin«
ikki fór
avstað við
tær. Takk fyri
ein góðan
túr.
Heilsan
ferðalagið
Niels Østerø
Tillukku við 85 ára degnum.
Vit gleða okkum at koma
norður. Góðan byrð í fram-
tíðini.
Heilsan Østerø-familjan
á Dalavegnum
C
M
Y
K
33
32