Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 82 - 2. mai 2002 Nr. 82 - 2. mai 2002 3 C M Y K 3 2 Brandur Enni skal í hesu vikuni verða við í kendu sjónvarps- sendingini »Snurre Snups Søndagsklub«, har skemtiligi Bubber er vertur TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Í dag fer Brandur Enni saman við øllum dansigent- unum við flogfarinum til Danmarkar, har tey skulu vera við í eini væl umtókt- ari danskari sjónvarpssend- ing. Brandur og Bubber Talan er um kendu sending- ina »Snurre Snups Søndags- klub«, sum navnframi Bubber er vertur á. Send- ingin hevur verið á skránni hjá TV2 síðani 1994, og er sera væl umtókt millum donsk børn og ung. »Snurre Snups Søndags- klub« er ein av teim send- ingunum, sum hevur flest hyggjarar í danska ríkinum Í sendingini fær Bubber vitjan av kendum tónleikur- um, og millum tey, sum hava verið við, finna vit nøvn sum Me & My, Gnags, EyeQ og Blue. Men nú er tíðin so komin til at eitt føroyskt navn eisini verður at síggja í hesu rúgvuni. Brandur skal saman við dansigentum sínum fram- føra nøkur løg, og eisini verður pláss til onkurt prát við ungu pop-stjørnuna úr Føroyum. Harafturat verða onkur videoklipp av Brandi á palli í Føroyum víst. Stór avbjóðing Hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing fyri unga tvørá- mannin, og spennandi verð- ur at vita, hvussu hann fer at klára seg. Manningin aftanfyri Brand hevur síðan fløguút- gávuna »Waiting in the Moonligt« gjørt eina roynd í at røkka uttanlands við tónleikinum hjá Brandi, og luttøkan í »Snurre Snups Søndagsklub« er eitt úrslit av hesum arbeiðið. Sendingin verður tikin upp longu nú fríggjadagin, og verður hon víst á TV2 sunnudagin tann 16. mai millum klokkan 09.00 og 11.00 føroyska tíð. Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum mongu, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróðir Hans Jacob Nielsen Sumba so brádliga andaðist. Takk til prestarnar Jónsvein Bech og Marionnu Telling. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri kransar, gávu til kirkjuna, uppringingar og takk til tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið. Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til í missiónshúsinum og á annan hátt. Gud signi tykkum øll. Fyri tey avvarðandi Borglyn Tummas, Johannes, Sanna og Sólvá Brandur við í danskari sjónvarpssending Brandur Enni skal saman við dansigentunum fer nú at royna seg uttanlands eisini