Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 1

allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 Serblað í Sosialinum • Leygardagin 4. mai 2002 Bilar í Føroyum í 80 ár Mánadagurin komandi er ein merkisdagur í søgu okkara, tí tá eru áttati ár liðin, síðani fyrsti bilurin kom til Føroya. Hetta var tann 6. mai í 1922, tá Johannes Olsen og Júst Sivert- sen í Havn keyptu ein Ford T eitt tons lastbil frá Wenzel Pet- ersen og Vilhelm Nielsen, sum høvdu smiðu í Quillingsgarði í Havn. Bilurin kom til Føroya við DFDS-skipinum »Island«. Tá vóru havnarviðurskiftini í Havn ikki so fræg – havnarút- byggingin varð ikki framd tá – so skipið fekk ikki lagt at bryggju. Tískil varð bilurin førdur í land á einum prámi og skipaður upp á Kongabrúnni í Havn. Tað varð sum vera man stór- hending í Havn, at ein bilur kom í land, tí havnarfólk høvdu ikki sæð bil áður. Hestavognar vóru í Føroyum tá, men teir vóru kortini ikki so nógvir í tali, og valla hava nógvir hesta- vognar verið í Føroyum fyri aldarskiftið. Arthur Brend var tó tann fyrsti, sum hevði »motoriser- að« akfar í Føroyum. Á heysti í 1921 fekk hann eina motor- súkklu til landið, og hon varð nógv umrødd í bløðunum tá. Eingin av teimum, sum var á Kongabrúnni henda mai-dag í 1922 dugdi at koyra bilin. Tískil varð hann skumpaður niðan í smiðjuna hjá Wenzeli og Vilhelmi í Quillingsgarði. Men Planck, ið starvaðist á hjá fútanum ella á dómara- skrivstovuni var dani, og hann dugdi at koyra – og lærdi hann so fyrst Hannis at koyra. Í bløðunum sæst, at bilurin fáar dagar eftir, at hann kom til landið, koyrdi túrar í Havnini og niðan á Sanatoriið í Hoy- dølum. Nógv er broytt síðani 1922, og nógvir bilar hava rullað á klettunum síðani. Men siðsøg- uliga sæð, so er lítið gjørt burt- ur úr bilinum – bæði tá hugsað verður um tann framburð, sum bilurin hevur havt við sær, og tá hugsað verður um bilin sum mentanarbera. Nógv er sagt og skrivað um sjóvinnuna og um skip og bát- ar, meðan einki bókaverk á før- oyskum finst um bilin. Vit kunnu bara ímynda okk- um samfelagið uttan bilin… Hann er bindiliðið millum allar føroyingar: Tað er bilurin, sum er grundarlagið undar allar samferðslu í landinum – og hann er við at loysa av bátar og skip eisini, nú koyrast kann gjøgnum fjøll, undir og um firðir og sund. Bilurin hevur eisini ført til vanlagnur, og eru um 240 fólk deyð í ferðsluni hesa áttati árini. Men tað er sum við eldinum: Hann er góður tænari, men ringur harri… Hesin Ford T frá 1922 er sama slag bilur, sum tann fyrsti, ið kom til Føroya í 1922. Á myndini niðanfyri sæst Júst Sivertsen í fyrsta bilinum í Føroyum, sum hann átti saman við Johannes Olsen Nýggjur Fiesta Toyota Corolla Verja móti rusti Andlitsviðgjørdur Kia sum camping Størri Vectra Spanskur sportur Frá myndum til bilar Suni Magnussen: