leygardagur 23. oktober 1965síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Nr. 83
23. OKTOBER 1945
38. ÁRG
i ATT] | TT Em
Kornframleidslan
i Europu er korninnheystin
gin orsakað av vånaligum veðurlagi
ikki lidug allastaðni enn. Miðskeiðis í september stóð 40—50
pst. av korninum í Fraklandi framvegis úti.
Vit skulu her sambært seinastu
upplýsingar geva eitt yvirlit yvir,
hvussu statt er við korninnheyst-
ingini í heiminum:
VESTURTÝSKLAND:
Roknað verður við, at innheyst-
ingin av bygg kemur at geva 15—
20 pst. minni enn í fjør. Hveiti er
mett til 4320.000 tons ímóti
5.202.000 tonsum í fjør. Rugur
2.846.000 tons í ár, 3.580.000 tons
í fjør. Maltbygg 450—500.000 tons
í år, 710.000 tons í fjør
BRETLAND:
Betri er statt í Bretlandi, har teir
rokna við, at úrtgkan verður 3.817.
000 tons av hveiti í ár mótvegis
3.485.000 tonsum í fjør. 6.583.000
tons av byggi í ár mótvegis 6.481.
000 tonsum í fjør.
HOLLAND:
Í Hollandi eru teir eisini mis-
nøgdir við rugin, sum teir rokna
við einans verður at geva 270.000
tons í ár mótvegis 350.000 tonsum
í fjør. Við bygginum er betri statt,
og har rokna teir við somu nøgd
sum í fjør.
| KANADA:
inn-
selja
Í Kanada er væl statt við
heystingini, og vanligt
teir í rúgvuvís til útlondini — ikki
minst innheystingin miseydnast
| so någvastadni. Bert nakrar fáar
dagar seinast í sept. seldu teir so-
leiðis 125.000 tons av bygg til Italia
sum
nú
| USA:
Í USA eru viðurskiftini so nøkur
| lunda tey somu sum í Kanada, og
| bara í næstseinastu september-viku
| seldu teir 388.000 tons av hveiti til
Indiu og 51.000 tons til Japan.
Innheystingin av mais gevur al-
samt meir og meir á hvørjum ári.
Í 1955 var urtøkan 1.060 kg uppá
hvønn acres, i 1963 uppi á 1.840 kg
Teir rokna annars við rekordinn-
heysting av mais í ár — umleið
103 milj. tonsum í ár mótvegis 83
RUSLAND:
Ikki veitst við vissu, hvussu statt
er í Ruslandi; men russar hava
longu í ár keypt 11 milj. tons av
hveiti uttanífrá og roknað verður
við, at teir keypa 3 milj. tons
| aftrat.
VALLÓGIN
„ Nógv hevur verið talað um broyt
ingar í vallógini, og hetta er iva-
leyst eisini neyðugt, ti har finnast
vissuliga nógvir skeivleikar.
Eitt málið er, at veljararnir skulu
kunna greiða persónliga atkvødu.
Hetta minkar eisini um trupulleik-
arnar hjá politisku valfeløgunum.
Tey sleppa frå at taka stødu til,
hver skal vera nr. 1, nr. 2 0.
Stillað verður persónliga.
Eitt uppskot í sambandi
broytingar í vallógini var uppskot-|
ið frá løgmanni um ymiskar broyt-
ingar av valdømunum. Málið er
ongatíð vidgjørt; tá løgmaður valla |
væntar undirtøku frá ødrum|
flokkum.
Tjóðveldismenn siga, at teir hava
latið serfroðing kannað málið. og
er hann komin til tað úrslit, at
hetta er reint fupp-makarí. |
Sagt verður, at við valtølunum |
frá seinasta vali sum grundarlagi,
vildi fólkaflokkurin eftir hesum
uppskoti vunnið ein mann, með-
an javnaðar- og tjóðveldisflokk- |
urin mistu hvor sín. Valla fara)
við |
sær
hesir flokkar at atkvøda fyri slik-| hann er stukur
um snildisligum uppskotum — og| "å jukar.
avtaka seg sjálvar.
LISTARSKEID |
Vit eiga nú væl av ungfólki við
frálíkum evnum, bæði tá tað ræður
um málning, myndarhøgging og
myndartilevning úr ymiskum til-
fari; men tíverri hevur lítið og
einki verið gjørt fyri at útbúga hesi |
á besta hátt og vísa teimum slíkar|
sæmdir, ið sæma seg einum ment-
aðum og væl framkomnum sam-
felag.
Neyðugt verður at fara undir fjøl
broytt skeið á hesum økjum við
bestu lærarakreftum, vit sjálvi eiga,
lærarakreftum, ið kunnu fáast úr
s, fr, |
| beiðsmaðurin fær fulla dagløn, tál ílla
menna má lata pening til læru- og|
« | studiuferdir uttanlanda.
Sannur almennur studul til lær-
dóms og útbúgving eins og mun-
andi listalønir vilja uttan iva lata
upp fyri miklum evnum, ið verða
at veita okkum listarligt rikidømi,
sum ivaleyst verður at standa á
hædd við hitt besta uttanlanda.
til Sosialin
røv.
SJUKRALØN
Vit mugu nú vera einasta av
| Norðanlondum, ið ikki hava fingið
framt sjåkraløn til arbeiðarar, tå
teir av einum ella ødrum breki
noyðast burtur frá arbeiðinum.
Her er sjálvandi bara talan um
vanligar sjúkur, tí vanlukkum og
tílíkum tekur vanlukkutryggingin
| sær av.
Arbeiðsmanna- og handverkara- |
feløg hava gjørt sjúkragrunn; men |
tetta er veruliga so nýtt og so lítið |
vittfevnandi, at nøkur sjúkratrygg-)
| milj. tonsum í fjør. |
ing í stórri mun ella eftir norður-|
endskum sniði er tað ikki. |
Vit eiga á hesum øki at leggja!
| til brots fyri einari góðari sjúkra-|
trygging ella rættari sjúkralen, tí
er má finnast tann skipan, at ar-|
Peningaforbrúkið verður nevni-|
iga stórri undir sjúkralegu enn
annars vant; tí má minstamarkið
fyri sjåkralønini vera: full dagløn.|
Arbeiðari.
Brævkassin.
Er tað gjørligt gjøgnum bræv-
kassan at fáa at vita, hvussu
ein skal bera seg at fyri
at sleppa vid onkrum av teim-
um mongu hjålparlidunum frå
Danmark til u-londini. X
SVAR: Vit hava fingid at vita, at
best er at venda sær til Mellemfol-
keligt Samvirke, Kronprinsessegade
32, København K. — Hadani fær
ein nærri at vita um ymsar formar
fyri = millumfólkaligum hjálparar-
ødrum londum, eins og hitt al-
beiðum, arbeiðsviðurskiftum o. t.
SO SKRIVAÐU TEIR TÁ...!
Aftaná at hava sagt, at folka-
og tjóðveldisflokkurin eru veru-
leiikafjarir og fjart frá tí livandi
lívinum, skrivar Tingakrossur und-
an seinasta vali:
»Og hví er so hetta? Jú, tí fólk,
og ikki so heilt fá, ið eiga sjálv-
stýrisrót og -neista í sær, hava
latið seg villleitt og drigið á ó-
gongdar leiðir, leiðir, ið liggja
langt frá veruleikanum.«
Hjá nógvum menniskjum er einki
offur nóg stórt — so leingi onnur
lata tað.
— (Erik Kástner.)
* * *
Vit fyrigeva ofta teimum, id
keða okkum — men ongatíð teim-
um, sum vit sjálvi keða.
(La Rochefoucald).
* * *
Ein eigur altíð at minnast til, at
ein hálvur sannleiki eisini er ein
hálv lygn.
(Albert Schweitzer).
5 SPURNINGAR:
1) Hvar liggur Winnipeg-sjógv-
urin?
2) Hvat heiti ber statsovastin í
Sveits?
3) Hvor er næststørsti býur i
Ítalia?
4) Hvat er ein wigwam?
5) Hver var Epikuros?
(Svar aðrastaðni).
Skipafelagid Føroyar
greidir allan fluttning
i luftini
Bileggid ferdasedlar
Pf. SkipafelagiO Føroyar
Tlf. 1225
Erlendur Patursson rýmdi av
landinum, og eftir sat kong Hákun
sum løgmaður, fíggjarmálaráðharri
og nógv aftrat.
Erlend setti kós
Í landsuður í ljós
frá »VILLUM« og frá øðrum
frá ull og tógv og kørdum,
men heima eingin vandi,
ti við yljósi yvir landid«
og Kjartans »hulu hondum«
Hákun ftelvar, stýrir londum.
Vanlagna seglskipanna
Heimsins sjey størstu seglskip fingu eina ringa lagnu.
Í øllum heiminum eru bygd bara sjey 5-mastrad seglskip. Oll
endað á havsins botni.
1. »FRANCE«
3784 tons, bygt i Glasgow 1890
til franskt reiSari. 12. mai 1901
kollsigldi skipið uttanfyri Brasiliu
við einari kollast til Chile. Skipið
kom í ódnarveður; lastin ók og
skipið kollsigldi. Manningin varð
dagin eftir upptikin av týskum
skipi.
2. MARIA RICKMERS«
Týsk bark. 3822 tons, bygd í 1892
og hevði hjálpi-dampmaskinu. Skip
ið forsvann sporleyst á jomfrúferð-
ini við einari last av rísi frá Sai-
gon. Menn gita, at lastin hevur
ikið.
TANNLÆKNAR
Hjá okkum er fram
við tannaroktini. Aðrir klaga eisini
úr ílla statt
men kortini eru teir fleiri
ferðir betri staddir enn Vit,
standurin má vera og er úr lagi
ringur.
so
Hyggja vit eftir, hvussu statt er
við skúlatannrektini, er tað bara
evarska lítil partur av okkara skúl-
abørnum, sum yvirhøvur fær nakra
tannrøkt; men her er kortini ikki
ov væl statt hjá øllum okkara
grannum.
* Í Danmark fáa bara 46 pst. av
skålabørnunum — tannrøkt, i
Finlandi 64 pst., í Íslandi 76
pst., i Noregi 71 pst og í
Svøriki 87 pst.
Nidanfyri er sagt frå, hvussu
nógv fólk eru upp á hvønn tann-
lækna í Norðanlondum:
***-*
Íslandi = ....... 3189
Finlandi — ..... 2369
Danmark .......1816
Noregi i 1423
Svøriki L… 1400
3. »POTOSI«
4026 tons, bygd å tyskari skipa-
smidju. Tå å døgum heimsins stør-
sta seglskip. Rekordferð: 59 sam-
døgur frå Dover til Chile. Aftaná
seinra heimsbardaga skrásett í
Chile. Á ferð úr Onglandi til Chile
kom eldur í kollastina uttanfyri
Patagonien. Manningin rýmdi av
skipinum, sum dagin eftir varð
søkt av argentinskum krússara.
4. »PREUSEN«
5081 tons, bygt i Tysklandi. 8
ára gomul í 1910 — rendi barkin
saman við enskari fergu í Erma-
sundi. Tað eydnaðist ikki at sleipa
skipið i havn. Rak á land á strond
ini nærhendis Dover, har vrakið lá
í fleiri ár.
5. »R. C. RICKMERS«
5548 tons, bark bygd í Tysklandi
i 1906. Lå i enskari havn, tå fyrri
heimsbardagi brast á. Varð tikin av|
bretum og torpederað av týskum
kavbáti uttanfyri írsku strondina á
veg til Onglands við sukurlast.
6. »FRANCE II«
5632 tons, Bark bygd i Franka-
riki 1912. Heimsins størsta segl-
skip, sigldi framúr væl. Sigldi
millum New Zealand og New Cale-
donia. Rendi å land 1922 og gjørd-
ist vrak,
7. »KØBENHAVN«
3901 tons, 600 hk hjálpimotor,
bygd í Leith 1925 til OK. Var frakt
og skúlaskip. Fór úr Montevideo á
| veg til Australia. Seinasta samband
við skipið hevði norskur dampari
22. des. 1928. Forsvann sporleyst
við 60 monnum, harav 45 næming-
um. Alt leitingararbeiði var nyttu-
leyst.
SVAR uppá 5 spurningar:
1) Í Kanada 2) forseti 3)Milano
4) indianarasmåtta 5) grikskur filo
soffur,
LOYNDARORD
Á 2. og 4. reglu tvørturum finn«
ur tå tvey bygdanøvn, um tå fyrst
finnur røttu ordini nidureftir.
[LI TT
1) goyma 2) kajin 3)skriva 4)
veltum 5) spæla 6) skipið 7) taka av
TAÐ ER VERULEIKI
AT fyrsta mál, ið tjóðveldismenn
løgdu á ting, tå ið hetta lands-
stýrið varð skipað, var at seta
í verk eina danska lóg, og
Dagblaðið sigur, at sum for-
maður í lógarneyndini fekk Si-
gurð Joensen avgreitt nøkur fá
mál — øll at seta danskar lóg-
ir í gildi i Fóroyum.
— Tað ber væl til at vinna nógv-
ar pengar uppá strævið arbeiði
— helst hjá øðrum.
* * *
Hittinorð.
Vit hittu ungling, sum hevði ver
ið messudrongur umborð á Tjaldr-
inum og spurdu, hvat honum
dámdi?
— Stak illa! Arbeiðið hjá mær
var at flysa eplir; men tað kundi
verið verri — um tað nú heyði
verið leykur.
* * *
i dag — undir ollum pråtinum
um ringu åvirkan sigarettanna —
skulu góðir nervar til at stilla
ringar nervar við sigarettum.
* * *
— Kona mín hevur kjólar til øll
møgulig endamál, men serliga er
tað ein, hon brúkar ofta, og tað
er tann, sum hon letur seg í, tá
hon greiðir mær frá, at nú má hon
hava ein nýggjan kjóla.
* * *
Tað er nógv betri at koyra við
syklu enn vid vekslum.
AAA