leygardagur 4. mai 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
28
Nr. 84 - 4. mai 2002
29
10
Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002
At liva í útlegd hevur við sær,
at ein ikki kann taka lut í tí,
sum hendir heima í Føroyum.
Útlegdin kann vera sjálvvald -
ella hon kann hava aðrar
orsøkir.
Hjá okkum føroyingum,
sum eru í útlegd, er hendan
oftast sjálvvald. Verri er hjá
fólki, sum orsakað av kríggi
ella øðrum noyðast at velja
útlegd fyri ikki at missa lív.
Teirra støða er ein heilt onnur
- tey hava ikki sama valmøgu-
leika sum vit onnur.
At liva í útlegd hevur sjálv-
andi fyrimunir og vansar.
Størstu vansarnir eru sjálv-
andi, at vit ikki kunnu taka lut
í tí, sum upptekur føroyingar,
sum búleikast í Føroyum.
Stórhendingunum kunnu vit
fylgja við í. Samskiftið er so
gott í dag, at vit fáa eins
skjótt tíðindi í Australia, sum
tey í Skúgvi. Alnótin ger, at
vit lesa Sosialin líka skjótt, og
vit hoyra Útvarpið. So á tann
hátt eru vit ikki afturút.
Nei, verri er tá ið ein er í
útlegd tær smærru hendingar-
nar. Føðingardagar, brúdleyp,
merkisdagar og ikki at gloyma
jarðarferðirnar.
Nógvir sjómenn vita eisini,
at eitt tað torførasta at halda
skil á, tá ið ein er leingi burtur
eru andlátini. Serliga um eldri
fólk fara, sum tú ikki bein-
leiðis hevur við at gera - og
heldur ikki heima hevur hitt
dagliga.
Tey fólk, sum tú í smásam-
felagnum kennir sum eina
tonn í samfelagshjólinum.
Fara tey higani, so mangla tey,
men vit sum burtur eru,
merkja tað ikki altíð beinan-
vegin. Heldur ikki fáa vit tað
altíð at vita beinanvegin, tí
fyri teimum, sum heima
búgva, kann hetta vera vanlig
gongd. Fólk kunnu hava verið
seingjaliggjandi við sjúku
leingi, og so kann hetta vera
nátturligur endi á einum
longum lívi.
Eitt annað, sum torført er at
halda skil á, eru børn, sum
vaksa og gerast tannáringar -
ella vaksin. Er tú burtur av
landi, so er ilt í hugburði at
fylgja við, hvussu tey vaksa
og mennast.
Men her kemur ein av fyri-
mununum at koma úr smá-
samfelagið okkum til góðar.
Vit kenna mong av foreldr-
unum, og kunnu brúka
ymiskar metodur til at plasera
fólk. Vit vita hvørja ætt tey
hoyra til, og vit kunnu gita
okkum fram til, hvørs sonur
ella dóttur viðkomandi er. Vit,
sum eru komin eitt sindur upp
í árini, duga eisini at síggja
hvørjum tey líkjast.
Alt hetta kann kanska ikki í
gerandisdegnum hava so
stóran týdning, men hvørja
ferð, tú kemur heim at vitja,
hevur hetta týdning. Tú kanst
á tann hátt taka nógv skjótari
lut í gerandislívinum.
Í 14 dagar hevur systurson-
urin verið í starvsvenjing her á
Bornholm. Vit hava sjálvandi
havt samband í árunum síðan
vit fluttu higar, men sjey ár er
long tíð ikki at hava dagligt
samband. Unglingar mennast
eisini frá tí teir eru níggju ára
gamlir, og til teir eru brumm-
andi menn, 16 ára gamlir.
Stuttligt at síggja hesa menn-
ing og ta tíð, tað tekur at gera
dreingir til menn.
Allur hesin orðavavstur
komst sjálvandi av stórhend-
ingini í Føroyum hesa vikuna.
Val til løgtingið er altíð spenn-
andi, og sum nevnt omanfyri,
ber nú væl til at fylgja við,
sjálvt um tú ert uttanlands.
Og valið hesuferð hevði
stóran áhuga í donsku fjøl-
miðlunum. Sjónvarp, útvarp
og bløð her hava øll havt fólk í
Føroyum, og eg noyðist at
siga, at hesaferð hava tíðinda-
fólkini verið betur fyrireikað.
Tað hevur mangan fingið meg
at ilskast, tá ið eg havi hoyrt
ella lisið “klókar” frásøgnir úr
Føroyum við faktuellum
feilum. Anfinn Kallsberg,
formaður í løgtinginum,
Jóannes Ejdesgaard, formaður
í sambandsflokkinum, og so
framvegis. Tað ber illa til at
trúgva restini, tá ið tíðindafólk
taka so illa feil.
Og at enda: várið er komið
- mei og gott veður.
Jú - hóast alt: ljós er fyri
framman.
Gott vár.
Útlegd
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, Bornholm, argr@tv2bornholm.dk
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
demokratiska landið í heiminum,
tí allir borgarar fáa loyvi at
atkvøða um nærum alt, hvørja
ferð okkurt mál er frammi.
Ladonia nýtist onki hervald, tí
øll kríggj kunnu avgerast á
alnótini. Fá lond hava so nógvar
ambassadur sum Ladonia, ið
hevur sendiharrar um allan
heimin.
Eitt alnótaranarki
Tað er ikki so dýrt at vera
borgari í Ladonia. Skattur finst
fyri so vítt ikki, men tað kostar
skapanarevni, ið ein má gjalda
við. Annars eita pengarnir í
landinum Ortug, ið svara til einar
8 krónur. Landið hevur egin
frímerki og postnummur. Tá so
brævið er stemplað vil tann, sum
sendir tað bera tað út sjálvur.
Postnumrini eru t.d. støð sum
135 steinurin við ánna, 432
hegnpelin í miðjuni o.s.fv.
Sjálvt um alt hetta kann tykjast
tápuligt, og hesi fólk sum ørvitis-
knokkar, so er ikki sørt, at ein
øtast, tá ein lesur um ráðharrar-
nar í Ladonia, tí ikki er eiti á.
Fleiri eru t.d. kendir granskarar,
filmsleikstjórar, heilakirurgar úr
øllum heiminum, ið hava tað til
felags, at hesi fólk vilja gera vart
við, at tey halda tað vera nærum
meiri meiningsfult at vera
lodonianari enn t.d. at vera
svenskari, dani, ungari o.s.frv.
Hetta er eitt slag av boheme og
droymara internationale, ið
prutlar av hugskotum, skapanar-
lyndi og hugi.
Formliga er Ladonia ein
republikk og eitt kongaríki, ið tí
bæði hava ein president, ið eitur
Fernando Rodrigues og eina
kongafamilju, har drotningin
eitur Ywonne I Jarl. Ynskir ein at
gerast lordur, barónur, baronessa,
greivi, greivinna o.s.fv. kann ein
gerast hetta fyri einans 12
dollarar. Annars eru øll ikki eins
í landinum Ladonia, sum í øllum
øðrum londum. Tað eru fýra
stættir: vanlig fólk, heiðursborg-
arar, andaligir persónar og aðals-
fólk. Men óformliga er Ladonia
meiri eitt slag av anarki, sum
hevur onkrar tankar til felags við
t.d. stevnum og festivalum so
sum Burning Man og Woodstock
í USA, Roskilde Festivalin í
Danmark og Christiania í Keyp-
mannahavn. Hetta um vit seta
eitt vet av cyberspace og Monthy
Python skemti til.
Gransking og endamál við
Ladonia
Í Ladonia er eitt av endamálun-
um at gerast hin mest vísundaligi
staturin í heiminum. Ein megnar
granskingarverkætlan er um
sirkulin, ið granskarar ið granska
byrjanir og endar hava serliga
torført við at skilja.
Tjóðarbókasavnið í Ladonia
hevur soleiðis arbeitt í eitt
áramál við at savna saman
rundar lutir, so sum dekk, diskar
o.s.fv., samstundis sum áhugin í
metaforiskum sirkulum er alsamt
vaksandi. Serliga er ambitiónin
at granska artiska sirkulin, ið teir
tíverri ikki kunnu húsa í
Ladonia, men ein verkætlan er í
løtuni í gongd at fáa 30 cm. av
artiska sirkulinum fra økjum sum
Chegytun, Mukhomornoye,
Arga, Khonu, Unkyur, Kotekh,
Ust-Kureyka, Nyda, Abez, Nes
og Kuzreka í Sibiriu. Rovianemi
í Finlandi, Jokkmokk í Svøríki,
Mo i Rana í Noreg, Raudarhofn
Íslandi, Angmagssalik í Grøn-
landi, Echo Bay í Kanada og
Selawik í Alaska.
Ein megnar granskingarætlan,
ið er sett í verk, er arbeiði við at
skapa ein nýggjan kalendara og
eina nýggja tíðarfatan, ið er ikki-
linjurøtt, kaotisk og synkron.
Somuleiðis skulu allir dagar hava
nøvn, samstundis sum hugtøkini
um dagar og ár skulu fyribeinast.
Annars er ein ætlan at byrja at
hópframleiða alnótarbygningar,
útflyta súreplir, steinar og sjógv.
Tjóðarbygging og
nationalstaturin í dag
Tað, sum er so hugvekjandi við
Ladonia, er, at alt hugskotið hjá
listarmanninum Lars Vilks fær
okkum at hugsa um hugtøk sum
tjóð, tjóðarbygging og hvat eitt
samfelag má hava fyri at vera
eitt “veruligt” land. Hetta er fyrst
og fremst stuttligt, ironiskt og
kanska provokerandi, tí hesir
menn hava bygt hetta land á
hugmyndafrøðina, ið er vanlig, tá
eitt fólk setti sær fyri at byggja
tjóð, og á henda hátt kenna vit til
alt hetta sum føroyingar. At lesa
og liva við Ladonia sum tjóð, er
sum at ímynda sær, at Monthy
Pythons Flying Circus høvdu
stovnað og bygt eitt land, tí tað
mesta í hesum projektinum er
absurd og stuttligt, og skemt-
ingarsemi er m.a. tað, sum allir
tjóðsangir og tjóðskaparrørslur
púra vanta. Tað, sum er mest
hugvekjandi er, at hesir tjóðar-
byggjarar vanta alt hatta
patetiska og kensluborna grund-
arlagið, ið nærum altíð vil fylgja
tjóðarbygnaðarprojektinum og tí
nationalismu, ið kanska nærum
blindar mangan úrmæling, eisini
í Føroyum. Hesi fólk hava brúkt
hesa orku uppá at skapa utopiir,
visiónir um tað besta landið í
heiminum, ið eisini er ein
tjóðarbygging, ið byggir uppá
eina markleysa virðing fyri
skapanarlyndi, hugflogi og frælsi
hjá tí einstaka. Politikur er jú
ikki annað enn, hvat vit gera
hann til, og hví kunnu vit ikki
hava ein jazzráðharra ella eitt
kærleikamálastýri? Tað er bert
ein spurningur um at nóg nógv
eru samd um hetta, so er hetta
ein veruleiki. Soleiðis kann hetta
projekt fáa fólk at hugsa veruliga
djúpar tankar, og kanska royna at
hugsa nógv longur enn gomlu
hugmyndafrøðirnar loyva, tí
eisini tær hava verið púra gar-
villir einaferð tá tær komu fram,
hetta mangan fyri eini 100 til
200 árum síðani. Soleiðis kann
hetta “land” seta spurnartekin
við onnur lond, og sjálvt hug-
takið um nationalstatin í dag, ið
fær alt minni týdning, sam-
stundis sum einstaklingagerð-
ingin og altjóðagerðingin leggja
eitt fantastiska vakurt brá á
tilveru okkara her í 21 øld. og
litar heimin í øllum litum, og á
henda hátt gera tað fantastiska
spennandi at liva í dag. Í mun til
modna og innilokaða roykin í
nationalstatinum, er Ladonia
kanska tað stuttligasta landið í
heimssøguni, eitt land ið fær ein
at ynskja gamla nationalstatin av
veikanum og til. Kanska eg
skuldi farið í útlegd í Ladonia.
Sí annars lovaða landið:
www.ladonia.net
Framhald av síðu 9
Starvið:
Í Fólkaskúladeildini er eitt áhugavert og fjøllbroytt
starv sum fulltrúi leyst at søkja.
Mentamálastýrið er skipað í 3 deildir: Fólkaskúla-
deild, Vinnu- og Miðnámsskúladeild og Mentamála-
deild.
Í Fólkaskúladeildini starvast tveir undirvísingarleiðar-
ar,og tann,sum settur verður,kemur at arbeiða í tøtt-
um samstarvi við hesar báðar og við stápsfunktión-
irnar í stýrinum.
Vit søkja eftir einum fulltrúa, sum:
• hevur hug at arbeiða í einum toymi í
Fólkaskúladeildini
• hevur áhuga fyri og kunnleika til skúlaøkið
• hevur áhuga í at arbeiða við tølum, greiningum,
hagtølum v.m.
• hevur innlit í vanlig telduforrit, dugir at arbeiða við
rokniarkum, databasum o.s.fr.
Høvuðsuppgávurnar verða at:
• gera fyrisitingarligar leiðreglur
• gera búskaparligar myndlar
• umsita sáttmálaviðurskifti
• útvega hagtøl
Harumframt skal viðkomandi eisini taka sær av at
fyrisita:
• Læraraeftirlønir
• Húsarhaldsskúlan
• Føroya Fólkaháskúla
• Privatskúlar
• Eftirskúlar
• Frískúlar
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava
• Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla,
útbúgving á líknandi stigi ella læraraútbúgving við
viðkomandi eftirútbúgving
• Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir
• Áhuga fyri avbjóðingum
Umsøkjarar við fyrisitingarligum royndum hava
fyrimun.
Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt starv í einum mennandi umhvørvi
• eitt gott umhvørvi
• eina deild við virknum starvsfólki.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi,og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Tann,ið settur verður,eigur at tola broytingar í starvs-
uppgávunum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fatar um aðalstýrini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegi 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6.
mai 2002. Starvið verður sett frá 1. juni 2002 ella eftir
nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Olaus Jespersen, deildarstjóra í Fólkaskúladeildini,
tlf. 35 50 50.
Fulltrúi í Mentamálastýrinum
Mentamálastýrið
Fólkaskúladeildin
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Øki hjá Vinnu- og Miðnámsskúladeildini umfatar studentaskúlarnar, HF-skeiðini, handilsskúlarnir, teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlan,
sjómansskúlarnir,Maskinmeistaraskúlan og lærlingaútbúgvingar.
Barnakonsertir
Barnakonsertir
Gla'Vox er eitt norskt barnakór við 45 børnum í aldrunum 9-13 ár
Í Ítróttarhøllini á Giljanesi
Hósdagin 9. mai kl. 15.00
Saman við Gla'Vox luttaka 120 børn úr Vágum
Í Ítróttarhøllini í Runavík
Leygardagin 11. mai kl. 16.00
Saman við Gla'Vox luttaka 320 føroysk børn
Í Ítróttarhøllini í Havn
Sunnudagin 12. mai kl. 16.00
Atgongumerki til konsertirnar á Giljanesi & í Runavík
á kr. 50,- fáast á hesum støðum:
Shellstøðin við Ringvegin & í Gøtudali, Kiosk Vár í
Saltangará, Myllan í Miðvági, Valdemar S. í Sørvági & Hjá
Ásu í Sandavági, Statoilstøðini á Strondum & í Klaksvík
DYNAPAC
-maskinurnar sum halda!
• Asfaltleggjarir
• Plátuvibratorar til asfalt,
grús o.a.
• Breitt úrval av stav- og
bjálkavibratorum
til betong/stoyping
• Glittemaskinur
• Dykpumpur
• Eykalutir
Keyp góðsku – keyp Dynapac!
Sosialurin - 311820
Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008
Gravsteinar,
kantsteinar og blómubeð
Nú eisini úr Føroyskum gróti
29