Sosialurinarkiv
Sosialurin 1966-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 1966síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

27. apríl 1966 SOSIALURIN Nr. 32 Smæran er vordin størri og betri, og nyggi handilin verður upplatin hósdagin 28. april Tali á viðskiftafólki okkara hevur verið og er framvegis stødugt vaksandi, og fyri at kunna fylgja við hesum vøkstri. hevur tað verið neyðugt at broyta Smæruna. soleiðis at kundarnir framvegis kunnu verða nøgdir við samhandilin, og hósdagin 28. apríl lata vit nýggja handilin upp. Vit vóna og vænta. at hetta millum kundarnar verður ein stór >succese. Telefonordrar Sjálvandi taka vit ímóti ordrum pr. telefon. og koyra teir út. sum vit hava gjørt 1 Gjaldstreytir í Tev. sum hava månadarrokning. og sum annars eru von at skriva í Smæruni. halda sjálvandi áfram, sum tað hevur verið, men um onkur annar vil hava kredit, må avtala verða gjørd um hetta frammanundan. Hetta noyðast vit at gera. fyri at lætta um bókhaldsarbeiðið. Vit gleða okkum til at ynskja tygum vælkomnan í Smæruni. og skuldi tað hent seg. at tað vísti seg eitt sindur fremmant fyri onkran at handla á | henda nýggja hátt. vilja vit heldur enn gjarna hjálpa tygum til rættis. Hjartaliga vælkomin í SMÆRUNA H. J. Jacobsen