týsdagur 7. mai 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 85 - 7. mai 2002
Hóast hann fekk
vánaligt skoðsmál
næstseinast, so var
svenski Eddie
Gustafosson aftur
millum stólparnar, tá
Molde hevði vitjan av
Lillestrøm
NOREG
Jóannes Hansen
Tað er ikki serliga hugaligt
hjá Jákupi Mikkelsen í
løtuni. Hann sleppur fram-
vegis ikki upp í part á besta
liðnum hjá Molde. Hann
var á beinkinum leygar-
kvøldið, tá Molde í sjón-
varpaða dystinum hevði
vitjan av Lillestrøm, og um
Eddie
Gustafsson
ikki
verður skaddur, so sleppur
Jákup neyvan á liðið í
næsta dystinum. Hesa ferð
helt svenski málmaðurin
tætt – dysturin endaði mál-
leysur.
Tað var mett at vera ein
møguleiki fyri, at Jákup fór
at fáa møguleikan leygar-
kvøldið, tí málverjin hevði
fingið vánaligt skoðsmál í
undanfarna
umfarinum,
men venjarin valdi at geva
honum
ein
møguleika
afturat.
Åge Hareide, sum fyri
stuttum fór úr venjara-
starvinum í Brøndby, hevur
áður verið venjari hjá
Molde. Hann verður eftir
ársskiftið
venjari
hjá
Rosenborg. Leygarkvøldið
var hann í Molde, og hann
var eirindarleysur í sínum
kritikki. Hann helt, at spæl-
ararnir kundu ikki bjóða
áskoðarunum
sovornan
ballón fótbólt. Málverjarar-
nir báðir sendu næstan bólt-
arnar ímillum sín, og tað
var næstan lagt upp til, at
eitt net varð spent á miðjum
vølli, helt Åge Hareide,
sum helt seg síggja, at liðini
vóru so bangin fyri at tapa,
at tey ikki tordu at spæla
fyri at vinna.
Molde hevði ongan mál-
møguleika undan steðgi-
num. Í øðrum hálveiki høv-
du teir tveir stórar møgu-
leikar, men Lillestrøm mál-
verjin, sum gjørdist dagsins
maður, bjargaði.
Rosenborg tapti aftur
Triði málverjin hjá Molde
eitur Knut Lillebakk. Hann
er í løtuni útleigaður til
Bryne. Sunnudagin var
hann í málinum, tá tíggju
faldaðu meistararnir úr
Rosenborg komu at vitja.
Og tað var vorðið sum av-
rik maðurin, sum verður
mettur at standa aftanfyri
Jákup Mikkelsen útinnti.
Hann bjargaði brotssparki,
sum var dømt, tí Harald
Brattbakk, fyrrverandi lið-
felagin hjá Toda Jónsson,
skuldi vera feldur.
Norski fótbóltsheimurin
var skelkaður av, at Bryne
vann 2–1. Tað var ikki fyrr-
enn síðstu løtuna, at Rosen-
borg minkaði um munin.
Bodø/Glimt hevði undan
sunnudegnum verið ósig-
rað oddalið. Hesa ferð høv-
du teir vitjan av Brann úr
Bergen, sum ongan dystin
hevði vunnið. Tí var heima-
liðið mett sum greiður
favorittur, men gestirnir
fóru við øllum. Brann vann
1–0.
Start
úr
Kristinsand
hevði vitjan av Viking Sta-
vanger. Dysturin endaði
1–1, og teir á heimaliðnum
vóru hepnir at fáa stig.
Hetta var fjórða ferðin, at
Start spældi javnt, og
Benny Lennartsson, sum í
síni tíð var venjari hjá Toda
Jónsson og Lyngby og sum
nú er venjari í Viking, var
ikki serliga væl nøgdur við
úrtøkuna.
Lyn úr Oslo var og vitjaði
Moss. Gestirnir vunnu 2–0.
Fyrra málið skoraði verju-
spælarin Steven Lustü.
Hann var miðverji í Her-
følge, tá Jákup Mikkelsen
var málverji og teir vunnu
danska meistaraskapin.
Fyrrverandi
føroyska
felagið Sogndal var á úti-
vølli ímóti Stabæk, sum
vann 4–0. Håvard Flo, sum
í fjør troðkaði Kurt Mørk-
øre av liðnum, hevði fleiri
møguleikar at skora, men
tað var so eiðasørt, at tað
eydnaðist.
Hjá Vålerenge, sum flutti
upp í bestu deildina í fjør,
gongur tað sum eftir ánni.
Hesa ferð høvdu teir vitjan
av Odd Greenland, og liðið
úr Skien varð sent til hús
við 2–0 tapi. Gamli lands-
liðsmaðurin, Kjetil Rekdal,
er venjari hjá Vålerenge, og
tað verður mett ikki at vera
ómøguligt, at teir skulu
gera galdandi í toppinum.
Fyribils gleðast teir um
hvørt stigið teir fáa. Málið
hjá venjaranum og felag-
num er í fyrstu atløgu at
sleppa undan at flyta niður
aftur.
Jákup bíðar eftir møguleikanum
Fyrrverandi heims-
meistarin Anatoly
Karpov leikti seg sera
óvæntað í finaluna í
sterkastu kvikkapp-
ing nakrantíð, nevnd
Eurotel Knock-out,
sum varð telvað í
Prag
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Øll heimselitan, undantikið
Ruslan Ponomariov, varð
savnað herfyri í Prag við
tveimum
endamálum
í
huganum. Fyrst og fremst
sjálvsagt fyri at telva, men
eisini fyri at royna at loysa
talvpolitisk mál. Talvheim-
urin er nevnliga tvíbýttur,
við talvsamgonguni FIDE á
einari síðu og Garry Kaspa-
rov við fleiri á hinari, um-
framt at vanlig nærtalv
verða leikt við ymsum tíð-
um, tann sokallaða FIDE-
tíðin, sum er stutt talv í
mun til tey vanligu klass-
isku langtalvini.
Roynt varð mánadagin 6.
mai at loysa trupulleikarnar
í týðandi fundi millum
partarnar. Vónandi spurdist
okkurt burturúr.
Ivanchuk vann
meistaran
Í kvartfinaluni í sjálvari
kappingini hendi nakað
sera óvæntað. Vassily Ivan-
chuk vann nevnliga á Garry
Kasparov, eftir at bæði
kviktalvini eins og bæði
snartalvini (snartalv blivu
leikt í umdystum) endaðu
jøvn. Ivanchuk vann sud-
den-death snartalvi. Fram-
anundan
hevði
Karpov
framt
eina
enn
stóra
sensatión, tá hann vann fyr-
sta kviktalvið móti Vladi-
mir Kramnik, og leikti
seinna javnt. Karpov vann
eisini á Morozevich og Shi-
rov, sum gav honum pláss í
finaluni.
Indarin Anand bleiv tó
banamaður
Karpovs
í
finaluni, tá hann vann 1,5 -
0,5 móti Karpov. Í finaluni
blivu tvey langtalv telvd
ístaðin fyri kviktalvini á 25.
min. hvør. Anand telvaði
eins og Karpov trygt og
væl, og tapti einki talv í
kappingini. Í hálvfinaluni
mátti hann stríðast væl fyri
at vinna á føroyavininum
Ivan Sokolov, sum óvæntað
hevði leikt seg í hálvfinalu-
na, við at eitt nú vinna á
Peter Leko og Michael
Adams.
Men eingin ivi var um at
stjørnan í kappingini var
Karpov. Hann telvaði sum í
gomlum døgum, og tapti ei
heldur nakað talv fyrrenn í
finaluni.
Atlantic Weekend
Umleið 50 telvarar hava
teknað seg til 2nd Atlantic
Weekend, sum Arild Rime-
stad úr Talvfelagnum Før-
oyar skipar fyri í Keyp-
mannahavn. Eini fimm
tittultelvarar verða við, eitt
nú GM Carsten Høi úr
Danmark, og eisini eru
nógvir útlendingar at finna
á luttakaralistanum.
Føroyingar eru sjálvsagt
eisini við. Útisetarnir John
Arni Nilssen, Heini Olsen,
Eyðun Nolsøe og Finnbjørn
Vang eru við, og úr Føroy-
um fara Hans Kristian
Simonsen, Ólavur Simon-
sen, Rani Nolsøe og Martin
Poulsen til Keypmanna-
havnar at vísa útisetunum
hvat teir duga.
Kappingin verður í døgu-
num 8-12. mai, har heili
níggju talv skulu telvast
uppá fimm dagar. Hetta
merkir at fýra av døgunum
verða tvey talv telvd um
dagin. Tungt, men eisini av-
bjóðandi verður tað fyri
telvarnar. Á www.ksu.dk
verður møguligt at fylgja
við.
Talvið hesa vikuna
Karpov,A (2690) – Kram-
nik,V (2809)
Eurotel Trophy Prague CZE
(2.2), 30.04.2002
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 b6
4.g3 Ba6 5.b3 Bb4+ 6.Bd2
Be7 7.Bg2 c6 8.Bc3 d5
9.Ribd2 Ribd7 10.0-0 0-0
11.Re1 c5 12.e4 dxe4
13.Rixe4 Bb7 14.Rifg5
cxd4
15.Bxd4
Rixe4
16.Rixe4 Fc7 17.Ric3 Rad8
18.Rid5 Bxd5 19.cxd5 e5
20.Rc1 Fb8 21.Bb2 Bc5
22.a3 a5 23.Rc4 f5 24.b4
axb4 25.axb4 Bd6 26.Fd2
e4 27.Rc6 Rde8 28.Bd4
Rie5 29.Rxb6 Fd8 30.Rxd6
Fxd6 31.Bc5 Fd7 32.Bxf8
Rxf8 33.Fd4 Fd6 34.b5
Rb8 35.Rb1 Rb6 36.h3 h6
37.g4 fxg4 38.Fxe4 gxh3
39.Bxh3 Rb8 40.Be6+ Kh8
41.b6 Rid7 42.Bxd7 Fxd7
43.Fe6 Fb7 DIAGRAM
(Støðan er vunnin, og Kar-
pov finnur rætta og skjót-
asta veg til sigurs) 44.Rc1!
Fa6 [44...Fxb6? 45.Rc8+
Kh7
46.Fg8+
Kg6
47.Rxb8]
45.Rc6
Rf8
46.Fe7 Rg8 47.b7 Fb5
48.Rc8 Fb1+ 49.Kh2 Fb2
50.Kg2 Fb4 51.Fxb4 1-0
Áðrenn 44.Rc1!
Karpov sum í gomlum døgum
Úrslit frá ár 2002
F. M. 1/2 Marathon í Havn 4,5, 2000 menn.
Menn
PlássFornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/Staður
t. min.sek.
1
Cecil
Weihe
1965
Bragdið
1
16 55
2
Sámal H.
Debes
1952
Bragdið
1
19 35
3
Sigurð
Justinussen
1967
Bragdið
1
21 37
4
Bogi
Joensen
1973
Treysti
1
21 43
5
Jonhard
Larsen
1973
Treysti
1
24
5
6
Sam
Vang
1970
Oyrabakki
1
24
8
7
Gunnar
Dahl-Olsen
1965
Tórshavn
1
30 22
8
Djóni
Ziska
1965
Hóyvík
1
31 33
9
Johan Pauli
Johansen
1972
Tórshavn
1
33 15
10
Jósvein Herup
Olsen
1958
Tórshavn
1
34 36
11
Regin I
Jakoben
1963
Tórshavn
1
35 15
12
Ólavur Herup
Olsen
1943
Tórshavn
1
35 36
13
Birgir
Sondum
1961
Bragdið
1
36 12
14
Harry
Hansen
1938
Roysnið
1
38 28
15
Høgni
Vilhelmsen
1976
Tórshavn
1
40
0
16
Steintór
Hjaltalin
1949
Tórshavn
1
40 36
17
Sverri Mohr
Edvinson
1965
Tórshavn
1
41 52
18
Henning
Poulsen
1951
Tórshavn
1
43 33
19
Óla Jákup
Kristoffersen 1959
Tórshavn
1
48 33
20
Jákup Alberg
Berg
1963
Tórshavn
1
50
4
21
Ib
Skovborg
1961
Tórshavn
1
53 15
22
Regin
Jóanesarson
1945
Vestmanna
2
1
3
Kvinnur
PlássFornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/Staður
t. min.sek.
1
Rigmor N.
Arge
1969
Bragdið
1
29 37
C
M
Y
K
28
Nr. 85 - 7. mai 2002
29
Reingerð á Farstøðini
Við hesum verður reingerðin av Farstøðini hjá Strandfara-
skipum Landsins, Eystara Bryggja, boðin út.
Uppgávurnar fevna um
Á Farstøðini er talan um 2 hæddir og hølir sum skrivstovur,
toilettir, gangir, onnur smáhølir og trappuuppgongd.
Nærri avtala verður gjørd um uppgávur og treytir,herundir
arbeiðstíðir.
Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarar lúka fylgjandi høvuðskrøv:
• Hava viðkomandi royndir
• Eru álítandi
Tilboð
Tilboð, ið eru gjørd út frá avtalu um uppgávurnar, skulu
stílast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
17. mai 2002
Áhugað verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við
Regin Vágadal, ferðslusamskipara, tlf. 34 30 00 ella e-post:
rev@ssl.fo fyri at fáa nærri at vita um uppgávurnar.
Útbjóðing
Strandfaraskip Landsins er
ein landsfyritøka undir
Vinnumálastýrinum/ -Sam-
skiftisdeildini.
Høvuðsuppgávan hjá
fyritøkuni er at lúka lands-
ins tørv á innanlanda
fólka- og farmaflutningi,
og skal fyritøkan í so
stóran mun sum gjørligt
rekast á handilsligum
støði. Fólka- og farma-
flutningurin setir stór krøv
um eina góða kunda-
tænastu, herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin hjá
Strandfaraskipum Landsins
javnvigar við yvir 150 mió.
kr.Talið á starvsfólkum
svarar til 180 fulltíðar-
størv, herav umleið 155
operatørar.Talið á flutn-
ingsanleggum er 11 skip,
40 bussar og 15 lastbilar.
Flutningsuppgávurnar
fevna um alt landið.
Vegna ov fáar umsóknir
verður søkt av nýggjum
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, eru trý størv
leys at søkja til setan so skjótt til ber.Eitt fast starv fulla tíð,
eitt fast starv hálva tíð og eitt starv sum avloysari í 1 ár
fulla tíð.
Øll størvini eru á Eftirlits- og innheintingardeildini.
Høvuðsuppgávurnar eru eftirlitsarbeiði og málsviðgerð
innan meirvirðisgjald, skatt og toll, herundir at geva um-
mælir í møguligum kærumálum.
Førleikakrøv
Tey, sum sett verða í fulltíðarstørvini, skulu hava rokn-
skaparligan førleika, so sum cand. merc., HA, HD ella líkn-
andi útbúgving.
Tann, sum settur verður í hálvtíðarstarvið skal hava rokn-
skaparligan førleika, so sum merkonom ella líknandi út-
búgving.
Harumframt skulu nýggju fólkini vera fyrikomandi og ar-
beiðssom og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunna bjóða
Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum sam-
stundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri
eftirútbúgving, v. ø. o. trý sjálvstøðug størv í góðum ar-
beiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Løn- og setanarviðurskiftir,sum er treytað av starvsroynd-
um og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
stýrið og avvarandi yrkisfelag.
Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir
annars um Fíggjarmálastýrið og stovnar undir tí,og tey,ið
sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum,
um tað verður kravt.
Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Toll- og Skatt-
stovu Føroya,Streymoyar øki,Hallbjørg Hansen á tlf.310260,
lok. 108.
Umsóknir
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum,ummæl-
um og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi
22. mai 2002
Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki
Postsmoga 3139
110 Tórshavn
Størv sum grannskoðarar
Toll- og
Skattstova
Føroya
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum,
hvørs uppgáva er at
fyrisita toll-, mvg-,
kolvetnisskatta- og
avgjaldslógirnar, inn-
tøkuskattalógina v.m. og
alla skudarinnkreving
hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipaður
soleiðis, at planlegging
og menning fer fram í
Stýrinum á Argjum. Tær
seks økisskrivstovurnar,
ið eru á Tvøroyri, í
Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja raksturin.
Í Streymoyar øki starv-
ast 60 fólk. Høvuðs-
skrivstovan, har viðkom-
andi koma at starvast, er
á Smyrilsvegi,
Posttollurin heldur til á
Óðinshædd og Tollbúðin
er á Eystaru Bryggju.
Heimasíða:
www.tollskatt.fo
E-mail:
streymoy@tollskatt.fo
afholder
FÆRØ MARCH
9. mai (Kr. Himmelfartsdag)
kl. 1200
FÆRØ MARCH
9. mai (Kr. Himmelfartsdag)
kl. 1200
Da vi på grund af vejret aflyste marchen St.
Bededag, vil vi i stedet gennemføre arrangementet
Kr. Himmelfartsdag. Det er i år 25. gang marchen
afholdes, det vil vi gerne markere med præmier til
alle, der gennemfører marchen. Undervejs vil der
være mulighed for køb af forfriskninger.
Sideløbende med marchen, vil der som noget nyt
blive afholdt MIF Halvmarathon. Der vil være 2
væskedepoter på ruten. Der er mulighed for
transport fra Mjørkadal og til Tórshavn
Startsted:
FK-HOYVIK
Ruten:
FK/Hoyvik - Vegurin Langi -
Sundsvegurin - Norðari
Ringvegur - Oyggjarvegur
Húsareyn - Mjørkadal.
i alt 15 km
Løberuten:
FK - Hvítanesvegur - Ringvegur -
Yviri við Strond - J. Broncksgøta -
Hoyvíksvegur - Ringvegur -
R.C. Effersøesgøta -
Gundadalsvegur - Áargeil -
Ringvegur - Oyggjarvegur -
Mjørkadal, i alt 21,1 km
Startgebyr:
Det er gratis at deltage.
Ingen tilmelding.
Præmie:
Der er præmie + diplom til
alle der gennemfører.
Info:
34 14 20 - Ib Skoubo
Vel mødt, MIF
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Fr. Petersensgøta 9 • 100
Tórshavn • tlf 311145
att: Fríða Patursson, adv.
Bilur til sølu
Við hesum verður ein
bilur av slagnum Opel
Record lýstur til sølu.
Bilurin stendur í Vági.
Nærri upplýsingar fáast
við at venda sær til
undirritaðu.
100 Tórshavn - Tlf. 313442
Maður til flisa- og
urtagarðsarbeiði
Søkt verður eftir einum manni í summar. Arbeiðið
umfatar flisa- og annað urtagarðsarbeiði. Koyrikort
krevst.
Skriftlig umsókn ynskist!
Búgvi Róin
Fløtugerði 14
530 Fuglafjørður
Fax 445042
Internet
29