leygardagur 27. august 1966síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
27. august 1966
estra
I. vinningur: 7.000 krónur
2. vinningur:
3. vinningur:
HINBBRKESNIREL GL LÍTI FREE ER MÆTTT rer
500 krónur
300 krónur
SOSIALURIN
4
VIRKI
Nr. 67
VØRA
FØROYA BANKI
bjóðar til
FOTO-KAPPING
har høvudstreytin fyri luttøku er, at i myndini er eitthvørt, sum
avmyndar ella nemur við foroyskt vinnuliv ella framleiðslu
Øll kunna luttaka — eisini professionellir fotografar
og útlendingar.
Steddin á teimum innsendu myndunum má helst
ikki vera minni 13 X 18 cm og helst ikki størri enn
18 X 24 cm.
Myndirnar skula vera svart-hvítar.
Har tað er meguligt, kann tað vera gott at fáa
upplýst fototeknisk data, men hetta hevur onga
ávirkan á metingina av teirri innsendu myndini.
Einki mark er fyri, hvar myndirnar kunna vera
tiknar, bert tær nema við foroyska vinnu, virki ella
voru, veri tað so í Feroyum, á landi ella sjógv ella í
útheiminum.
Eingin treyt er fyri, nær ið myndirnar skula vera
tiknar, men tað skal sjálvsagt vera innsendarin sjálvur,
sum hevur tíkið.
Av tekniskum orsøkum kann tað hava stóran týdn-
ing, at filmarnir eru tekir, men hetta hevur onga
ávirkan á metingina.
Greidlig frágreiðing um myndina er neyðug:
Nær hon er tikin: ár, dagur ella árstíð.
Hvar hon er tikin.
Hvat hon vísir.
Annars hava allar aðrar upplýsingar áhuga.
Seinasta freist fyri at kunna luttaka er 15. novem-
ber 1966.
Bankin vissar sær brúksrættin til vinnaramyndirnar
og rættin til — móti samsýning — at nýta burtur úr
hinum vid.
Stílið konvoluttin til Føroya Banki, Tórshavn
og merkið hann niðast í vinstra horni Foto-kapping.
(Stívið væl av, so myndin ikki brotnar í postinum.)
Merkið myndina aftan (ikki navn). Skrivið sama
merki á ein konvolutt fyri seg og innan í honum
aftur ein sedil við bæði merki, fullum navni og
adressu.