mikudagur 1. november 1967síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FÁA TYGUM IKKI | Í Nr, 86
BLAÐIÐ — TOSIÐ
NG | MIKUDAGIN
SO VID POSTAV- 1. NOVEMBER 1967
GREIDSLUNA | |
SÍMUN PEIUR ||
2ACHARIASEN
80 år |
Í morgin, 2. november, verð-
Símun Petur Zachariasen,
Klakksvík, 80 ár.
Símun Petur er føddur á
Kirkju, har hann sum ungur
tók lut í fyrifallandi arbeiði,
róði eisini út og var til skips;
men evna- og hugagóður, sum
hann var, tráðaði hann eftir
meira.
Hann fór á háskúla í Føgru-
líð og síðan á læraraskúla, hað-
aði hann tók prógv í 1908. Aft- |
aná eitt ár sum privatlærari í |
Havn, fór hann til Danmarkar |
at lesa meira og tók prógv i
enskum og tyskum 1912. |
Frá 1914 til 1953 var hann |
lærari í Klakksvík, seinri árini |
yvirlærari. |
Símun Petur var góður skúla |
maður. Við bestu menniskjans- |
ligu eginleikum vann og vakti
hann áhuga næminganna, og)
tað man vera fåur, ið hevur
sagt skúlanum farvæl í lærara- |
tíð Símun Peturs. sum ikki
minnist hann við takksemi og
virðing.
Skúli var ikki einsamalla ar- |
beidsøki hansara. — Virkishugur |
hansara rakk longur enn so, og |
boð vóru eftir honum at gera
avreksverk á ødrum samfelags-
økjum.
= Frá 1915-19 var hann blað-
stjóri á gamla »Nordlysinum«.
Í Klakksvíkar sóknarstýri sat
hann frå 1930-1934 — øll árini
sum formadur.
Sjålvstyrismenn í Norðoyum |
høvdu eisini boð eftir honum,
og hann umboðaði sjálvstýris-
flokkin á tingi frá 1928-53, tó!
vid undantak av tíðarskeið- |
inum 24. aug. 1943 til 8. nov.
1946.
25 ár sum løgtingsmadur er)
besta prógv fyri, at sjålvstyris- |
fólk í Norðovum hava víst hon
um størsta álit.
Hann var við til at stovna
Norðoya sparikassa og hevur
verið stjóri har síðan 1919, og
er tað framvegis.
Í 1953 fór Símun Petur frá |
sum lærari; men árini, ið síðan
eru farin hava sanniliga ikki |
verið tey avreksminstu.
Hann búsetti seg í trødni hjá
(Framhald á 4. síðu)
Peg
FRÆLSI JAVNAÐUR BRØDRALAG
SPARIÐ Í SPARIKASSUNUM
Reglulig og målvis uppsparing er neyðug og lønar seg væl
Endamálini fyri uppsparing eru mong og ymisk, men eitt av høvudsendamålunum er og
verður uppsparing til egið hús og heim.
Hetta er nakað, at kalla øll koma út fyri.
Tað krevst, at væl av eginpeningi er uppspardur frammanundan,
tá farið verður undir at byggja hús.
Fyri tey ungu er ongantíð ov tíðliga at fara undir hesa uppsparing.
Góð uppsparing gevur fyrimun við lánveiting.
Størsti dentur verður lagdur á, um ein hevur verið sparari í sparikassanum
SETID INN til allar vanligar, fastar gjaldingar.
SETIÐ INN til møguligar óvæntaðar útreiðslur, ið kunna koma fyri av einum ella gðrum.
20 er ein trygd í at hava innistandandi á sparikassabókini at taka til.
Ein ER tryggari við konto í sparikassanum
Sparikassarnir hava skúlasparing og lata voggugávur.
Vitjið tíðum inn i sparikassan, har tygum fáa allar leiðbeiningar um øll fíggjarviðurskifti,
sum tygum hava áhuga fyri at fáa upplýsingar um.
Sparikassarnir hava til uppgåvu at varðveita sparipening, at lata hesum sparipeningi hægst
uppnáiligu rentu og at veita tey lån, sum latin verða, so bilig sum gjørligt.
Nordoya Sparikassi SuduroyarSparikassi
Føroya Sparikassi
Sparikassarnir eru sjálveigandi stovnar, soleiðis at hvorki stovnarar, garantar ella aðr-
ir luttakarar eru eigarar av ognum kassans ella yvirskoti.
Endamál teirra er at taka ímóti innsettum sparipeningi til at lata rentu av og varð-
veita henda sparipening á tryggast møguligan hátt.
Hin árligi vinningurin hjá sparikassanum skal, vid undantak av ti, ið sjálvur rakst-
urin krevur, allur setast inn á tiltaksgrunn ella á serligar tryggingargrunnar — alt til
trygging av sparipeninginum.
SPARIÐ Í SPARIKASSUNUM