mikudagur 15. november 1967síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
>
15. november 1967
SOSIALURIN „sam mr
tif. 5479 — Klakksvík
á om Jákup Lindenskov
tlf. 1828 tlf. 2209 — Tórshavr
Greiðar støður
FØROYSKUR politikkur má sigast at hava verið sera ógreið-
ur — ið hvussu er i mongum liðum. Hetta prógva teir nógvu
flokkar, ið komnir eru fram eftir veruliga stuttum áramáli.
SAMBANDIÐ hevur bæði og ikki eina greiða politiska støðu.
Í fyrsta lagi vil flokkurin hitt fastasta samband við Danmark.
Hetta vildi verið greið stóða, bara vit ikki blaðaðu alt ov langt
aftur í politisku søgubøkina, tí júst tað — og nógv meira — av
tí sjálvstýri, flokkurin í forðum setti sær fyri at berjast ímóti,
er langt síðan vunnið. Annars er sambandið ein borgarligur
flokkur — tað er greið støda.
TJÓÐVELDIÐ hevur eina greiða stjórnarliga stóðu (tó íkki
allir veljararnir). Flokkurin vil loysing. Tað er greið støda. Hin
vegin er so spurningurin: er flokkurin borgarligur ella sosia-
listiskur? Her verður stødan meira ivasom, ti ein partur av tjóð
veldismonnum eru sosialistar, meðan aðrir eru tað ikki — ja.
ikki heilt fáir eru dyggastu andstødumenn av allari sosialismu.
TAÐ ERU tó teir, sum í hesum máli hava eina greiða støðu
(ið hvussu so er so leingi teir eru í Danmark), navnliga Frama-
menninir. Teir skriva og tala sum sannir sosialistar; men tí-
verri, komnir aftur til Føroya hava nógvir ikki roynst so heilt
væl — nógvir stak illa. Tó tykist yngsta liðið — Framamenn-
inir — vera sterkari sosialistiskt hugadir, enn teir, ið undan
teimum eru komnir heimaftur og roynst vánaligir ella — sum
longu sagt — stak ringir sosialistar.
NIDURSTØDAN her verður tann, at teirra stjórnarliga stóða
við loysingini er greið: meðan vit einki álítandi kunnu siga um.
hvussu heildarstødan er millum tvíoddarnar = meir og minni
borgarligir ella heilskapaðir sosialistar.
FÓLKAFLOKKURIN var í kríggsárinum reindyrkaður loys-
ingar- ella fullveldisflokkur; men allir føroyingar vita, at teir
vóru stórliga í tviningum og veruliga onga støðu høvdu, tá av-
verð skuldi takast í loysingarmálinum. Hákun Djurhuus hevur
sagt á politiskum fundi, at flokkurin vil sjálvstýri stig fyri stig:
men hvat eru hetta fyri »stig«, tá teir ongar yvirtøkur vilja
fremja og samstundis siga seg ikki vilja .góðtaka heimastýris-
lógina til fulnar.
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN sigur seg byggja á heimastýris-
lógina eins og javnadarflokkurin — og tað er greið stóða:
men tvílitaður er hann kortini við hvort. Eitt nú tá flokkurin
við hvort — mest undan valum — harðmæltur talar um yvir-
tóku av skúlanum og so greiðir atkvødu ímóti yvirtøkuni, tá ið
ástendur.
JAVNAÐARFLOKKURIN er ein sosialistiskur flokkur og
og fyri stjórnarliga politikk sín á heimastýrislógina, sum veitir
okkum hitt rúmasta lívsfrælsi og harvið besta grundarlagi at |
fremja sannan sosialistiskan vælferðarpolitikk.
NUVERANDI flokksbýtið er á mangan hátt fløkt og meinings
leyst. Her tørvar lógvatak teir vegir, har veruligur heildarpoli-
tikkur kann skapast burtur úr. Vit hava havt nóg mikið av |
flokksbytum, har gardalødini hava verið so lå og niðurtraðkað
— serstakliga millum teir sokallaðu sjålvstyrisflokkarnar — at
mangur veljari má hava verið í iva um, hvørjum megin hetta
niðurraplaða garðaliðið, hann skal hava hildið seg.
Halt fast
um tað besta!
Foroya
Pilsnar
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
SOSTALURIN
FØROYA BJÓR
Happadráttur
Týsdagin, hin 31. okt. 1967, varð trekt í FØROYA
BJÓR HAPPADRÁTTINUM.
Vinnarar vóru:
Hr. Guttorm Fr. Olsen, Árnafjórð
vann eina leðurtasku
Hr. Carl Mortensen, Djóni í Geilsgøta 11, Tórshavn
Fr. Jón Borg, Vági
Fr. Elma Andreassen, Argir
Hr. Hans Martin Davidsen, Kvívík
vunnu 1 kss. FØROYA BJÓR mineralvatn hvor.
Tá tygum hava eitt ella fleiri sett av kapslum við
nummurunum 1—10, send teir til:
FOROYA BJÓR
KLAKKSVÍK
4. kvar-
og vera tygum eisini við í lutakastinum um
talspremiuna 1 tr. radio
Vinningar henda månadan verða:
2 gæs Í dunna
4 premiur a Í kss. FØROYA BJÓR mineralvatn
Bið um tað besta, bið um FØROYA BJÓR sjálvandi
Hví???
so nógv stríð, tá ið tað ikki er neyðugt.
Crede Debonair turkimaskinan ger arbeiði nógv lætt-
ari, skjótari og betri, og prísurin er sámuligur kr. 545
Spyrjið um treytir.
RADIO-EL tlf. 1397
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstryggine .......... Tlf. 1090
Foroya Sjovatryggine ........... - 1090
Foroya Brunatrygging .......... - 1098
Føroya Vanlukkutrygging ....... - 1466
Vit tryggja:
Bátar, skip, vørur, hús, innbúgv, akfør o. a.
Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging.
1 målingahendiinsn
Nr. 90
TØKK
Fyri allan samhug við sjúku,
deyða og jarðarferð góðu
mammu okkara
EBBAMÚLLER
siga vit okkara mest inniligu
tøkk.
Havn, 9. november 1967.
Ebbe og Eiden.
Æl LABO SANUM
| Í Térsgøtu 16
tr. 2129 . Tórshavn
est. ÆÐ þik
SKULA TIT
BRUKA BIL
|| persónkoyring ella skúla-
|| koyring,sosnariðtlf. 3456
Alexander Dalfoss
Lesið Sosialin!
€ dejlig nem varme
e god økonomi
e indbygget tank...
| Pf. Valdemar Liitzen
Tórshavn — tlf. 1020