mikudagur 7. februar 1968síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
7. februar 1968
SOSIALURIN
SOSIALURIN „sm uns
tlf. 5479 — Klakksvík
Prentsmiðjan á Heygsbreyt J
tif, 1828 tlf. 2209 — Tórshavr
Fyrstur á valinum
RÆÐUR tað um at verja kapitalistiskan politikk mótvegis
javnaðarmonnum, so er sum vanligt >14. september« — kapi-
talismunnar altíð trúgvi tænari — hin fyrsti á leikvøllinum, ja,
fyrr enn »Dagbladid«, sum veit, at gera teir ikki verkið, so
skal nokk >14. sept.« leggja til brots fyri at verja tey tiltøk,
ørindasveinar kapitalismunnar altíð eru til reiðar at seta í
verk.
VIT RØDDU um, hvussu kapitalistiski bankaheimurin beinan
vegin brúkti fallið hjá javnaðarstjórnini í Danmark til at seta
í verk rentuhækking. Einasti maður — men sjálvandi bert av
reint propagandistiskum orsøkum — ið tók undir við okkum,
var Hákun Djurhuus: hann kravdi rentulækking, og tað vildi
hann berjast fyri — sjálvt um hann tá kom at berjast mótveg-
is sínum egnu.
RÆTT ER tað, sum „14. sept.« sigur, at vandi er fyri, at
fólk fara at seta pening inn í danskar bankar, um vit geva
eina lægri rentu; men kunnu vit hugsa okkum ein tjóðveldis-
mann, ein fólkaflokksmann ella einhvønn annan sjálvstýris-
mann, sum í åravis hava ýlt ímóti øllum donskum, knappliga
fara at taka teirra pening út úr fóroyskum bankum ella spari-
kassum, tí danir geva 1 pst. meira í rentu?
HAR kapitalistarnir ikki tora — ella ikki vilja — leggja til
brots har gera javnaðarmenn tað. Lít at rentuni í realkreditt-
stovninum. Hon er ein hin lægsta í øllum londum, vit koma
nærhendis.
JAVNAÐARFLOKKURIN torir at leggja navn til hesa rentu
lækking, sum kemur tvørtur ímóti rentuhækkingina hjá pen-
ingastovnum, ið als ikki eru undir nøkrum fyrisæti av javn-
aðarmonnum.
TVØRTUR ÍMÓTI eru hesir peningastovnar á odda, tá tað
ræður um at gera korini hjá lænarunum verri, enn tey á nøkr-
um sinni áður hava verið.
RÆÐSLA >14. septembers« er einki annað, enn ræðslan fyri,
at hin fåfongda nationalisman ikki eigur sterkari røtur enn so
millum manna, at teir stórliga stúra fyri, at kapitalistarnir
fara at oysa pening út úr landinum, tí aðrastaðni er peningur
at vinna í stórri mun enn vinnast kann á okkara kæru klettum
ið nationalistarnir elska og seta fremri enn alt annað — í talu
og skrift. Fup
SEDLARNIR eru føroyskir, vit eiga teir, vit hava loyvi at
brúka teir, sum vit sjålvir vilja. Latum okkum bara ikki mis-
brúka teir soleiðis sum sjålvt >14. september« tryr ilt um all-
ar føroyingar: seta teir inn i danskar bankar.
LATUM okkum ikki missa álitið á føroyingum - soleiðis
sum >14. september« ger tað og ikki skíra landsins bestu
menn fyri »tåpulingar« og »naivar«, sum Håkun Djurhuus
gjørdi við lagsmann sín, Erlendur Patursson í landsstýrinum,
nei, lat okkum berjast ímóti undirbrotliga politikki tjóðveldis-
manna.
Crede Debonair turkimaskinan ger arbeiði nógv lætt-
ari, skjótari og betri, og prísurin er sámuligur kr. 545
Spyrjið um treytir.
RADIO-EL tlf. 1397
Nr. 10
Her er flogfar tygara
til Keypmannahavnar!
Tosið við ferðamannafelag tygara um skjóta jet-propel sambandið millum Tórshavn og Keypmannahavn.
Tað tekur tygum minni enn 3 tímar við nýmótans og sera væl åtgjørdum »Fokker-Friendship« jet-flog-
forum at flúgva til miðstoðuna hjá SAS. Frá hesi midstød hevur SAS futussmband við allan heimin.
Ferðaætlan 1/11-1967-31/3-1968 -Keypmannahavn-Vågar-Keypmannahavn
SK/FI 251 SK/FI 253
F-27 F-27 Ferðamannapláss-Lokaltíðir
miðvikudag sunnudag
SK/FI
Í
leygardag
1( úr Keypm.havn úr Vágum
13 í Bergen í Bergen
l' frå Bergen frå Berger
14
i Vågum i Keypn
15.00
T1CELANDAIR
Ynskja tygum nærri frågreiding, tosid tå vid adalumbod okkara Flogfelag Føroya, Torshavn tlf. 3200
Vit hava fyrsta flokks frysta havsild á goymslu.
PF. HANDILS- & FRYSTIVIRKIÐ S/F
Fuglafjørður tl. 125 og 126.
LESIÐ SOSIALIN
Húsini verda lyggj
vid isolering frá
Føroya Plastidnadur
SØRVÅGUR 176
SKULA TIT
BRUKA BIL
persónkoyring ella skúla-
koyring, so snarið tlf. 3456
Alexander Dalfoss