Sosialurinarkiv
Sosialurin 1968-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 1968síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 Miljónirnar koma væl við Í »Sosialinum« mikudagin 9. oktober er hvassorðað grein ímóti tí, sum eg í >14. Septem- bera havi ført fram um nýggju donsku miljónalánini til føroy- ska útbygging, og samstundis verður tað, sum >14. Septem- ber« hevur ført fram viðvíkjan- di likviditetsstøduna hjå lands- kassanum, skírt »Osannindi«. Loyvið mær at gera nakrar við- merkingar til greinina í Sosial- inum« fyri at ongin misskiljing skal vera. LIKYIDITETURIN Í ordaskiftinum um likvidi- tetin tekur »Sosialurin« soleidis til: »Hvørt orð »I4. Septem- bers« varð í seinasta »Sosiali« lýst og prógvað at vera Osam- rímandi við veruleikan«. Hetta er taka dýran til. Tol- ini um landshúsarhaldið, sum stóðu í >14. September« herfyri | (skrivað av mær). vóru frá ålit- andi almennum keldum. Gjald- stovan upplýsir, at tað er rætt, at landskassans likviditetur fyrst í september mánað bert var um 1,4 milj. kr.. ið er stak lítið (hampuliga góður likvidi- tetur er einar 7-8 milj. kr.) Hervið er ikki sagt, at tølini í »Sosialinum« eru skeiv. Men tey mynda likviditetin útvið ein mánað seinni. Blaðið skrivar, at 28. september vóru 3,8 milj. kr. í landskassanum, sum óivað er beint. Og tá allar lønir og pen- sjónir vóru goldnar 30. septem- ber, vóru 3 milj. kr. í lands — {Wen kassanum. Hetta er ikki góður likviditetur, men væl frægari enn ein mánað frammanundan. Og eg kann skoyta uppí, at 10. oktober vóru 5,1 milj. kr. í lik- viditetinum. Hví kalla tað ósannindi, sum „14. September førir fram — sum eru Orongitøl tøl? Hví ikki heldur ásanna, at likviditeturin um mánaðarskiftið august-sep- tember veruliga var vánaligur? Tað kunnu vera nógvar og €is- ini góðar grundir fyri, at líkvi- diteturin vidhvørt er í trengra lagi. Tá so er, ræður um fyrst og fremst at viðganga veruleik- an, tínæst at finna fram til grundirnar, og at enda at frem- ja tiltøk — um neyðugt fyri at fáa viðurskiftini í rættlag. Tað ber ikki til at skúgva veru- leikan frå sær sum »Osannindi« serliga ikki hjá monnum, ið hava boðið sær til at stýra ein- um samfelagi. At skatta- og tollinntøkan uttan nøkur tiltøk frá lands- styrisins síðu i seinastuni ha- va givið meira enn í fyrru mån- aðunum av hesum fíggjarári er bert at fegnast um. LÁNINI Um tær nýggju donsku mil- jónirnar, sum sigast at vera í eygsjón, skrivar Sosialurin, at tað einans er landsstýrið, sum avger, hvat peningurin skal nyt- ast til, at lånini eru væl biligari enn i privata livinum, og at eg skal hava viljad tynt føroyska búskaparráðið (1) Stefan Danielsen eftir William Heinesen SOGIALURIN Lat meg fyrst taka hetta sein- asta. Um greinskrivarin í >Sosi- alinum« hevði gjørt sær tann ómak at lisið grein mína nóg gjølla, hevði hann óivað fingið greiðu á, at ein av høvudsatfinn ingum mínum júst er, at bú- skaparráðið einans skal vera til hjálpar hjá teimum donsku serfrødingum, ið koma at kanna búskapin. Heldur vildi eg havt, at tað vóru føroyskir myndue- leikar, føroyska búskaparráðið og evt. føroyska virkisnevndin — hesi try einsamøll sum høvdu alla avgerðina. AVGERÐIRNAR Pástandurin í »Sosialinum« um, at tað er landsstýrið, sum hevur alla avgerð um, hvat pen- ingurin skal nýtast til, tykist mær heilt ótrúligur. Fyri tað fyrsta er ein høvudstreyt fyri, at lánini yvirhøvur verða samtykt í fólkatinginum, at sum lon- gu nevnt ein ænsk nevnd skal rannsaka búskap okkara. Tinæst er væntandi, at tær nýggju miljónirnar verða latnar eftir somu reglum sum lánini úr 60-miljónagrunninum. Í hes- um grunni hava danir meirilut- an í nevndini og sostatt alla avgerð. Og aftrat letur grunn- urin lán eftir tilráðing frá áður- nevndu donsku buskaparnevnd í føroyskum málum. Myndug- leikar okkara — løgting, lands- | stýri og figgjarnevnd mugu rætta seg eftir metingunum hjá dønum í hvørjum einstókum føri. RENTURNAR Rætt er tað, at rentan 6.5 pst. pa. er væl lægri enni vanliga útlánsrentan hjá pen- ingastovnunum. Men so heilt ómetaliga lág er hon nú heldur ikki, serliga ikki tá vit hugsa um, at hon verður latin til út- bygging av einum lítið á leið komnum landi (í útbyggingar- málum), og at hetta land darlar afturút orsakað av vanrøkt, sum hitt lángevandi landið hev- ur ábyrgdina av. Vert er eisini at viðmerkja, at Danmark hev- ur veitt lán til O pst. í rentu til onnur lond — uttan fyri ríkið sum eru afturúrsigld í út- byggingarmálum. Rentan fer ikki aftur í stats- kassan - beinleiðis. Men grunn- urin er stovnaður av fólkating- inum og kann eisini takast av við fólkatingssamtykt. Hvus- su tá við rentunum? HVÍ IKKI STUDNING? »Sosialurin« ger gjøldur burt- urúr, at eg í grein mini mælti til, at neyðugur peningur úr Danmark heldur verður latin sum beinleiðis studningur enn | lán, ein studningur sum vit full- komuliga ráða yvir sjálvir. Satt at siga dugi eg illa at skilja støduna hjá »Sosialinum« til henda spurning. Javnaðar- flokkurin kann altso av fullum huga taka undir við, at danir skulu lata okkum studning til embætis- og tænastumannaløn- ir, men ikki til landsútbygging! Javnaðarflokkurin kann góð- taka framvegis av fullum huga at lønarvidurskifti í einum lítlum parti av fólki okk- ara, meðan arbeiðs- og fiski- maðurin skal laga sínar lønir eftir landsins framleiðslu! Er nakað meira rímuligt, enn 16. oktober 1968 at allar stættir her å landi laga lønir sinar eftir ti, sum OKK- ARA vinna gevur? Eisini tæn- astumenn, skulalærarar, prestar og slíkir, sum nú fáa danska løn. Tað einasta rímuliga er — og tað var hetta, sum eg vildi føra fram í grein mini — at vit før- oyingar nýta allan tann pening, vit rinda í skatti og tolli, til um- siting av landi okkara. T.v.s. at tann peningur, sum í dag stend- ur á fíggjarlógini til iløgur, í staðin skal nýtast til umsiting. Danir skulu so heldur enn at vaksa um ójavnan í lønar- lagnum her á landi lata okk- um studning til útbygging av landinum, vinnuliga, samferðs- luliga og á annan hátt. Tað el | her, teir skylda okkum nakað ella nógv. Miljónirnar koma ikki okk- | um tjóðveldismonnum dátt við. Ongin er fegnari enn vit um, at bæði føroyskir sambandsflokk- ar og danskir myndugleikar ha- va ásannað. at grundhugsanin i heimastyrislogini at danir skulu gjalda mest møguligt av umsiting og vit alla útbygging- ina er fullkomuliga høpis- leysur. Einans vildu vit ynskt. at javnaðarflokkurin og sjálv- styrisflokkurin (sambandsflokk- in rokna vit ikki upp í part) vildu gingið eitt stig longur og góðkent eina ætlan sum hesa. ið er skitserað omanfyri. Møgu- leikar høvdu tá uttan iva verið til staðar fyri miðvísum føroy- skum politikki á breiðari grund- arlagi enn higartil fyrst og fremst hinum arbeiðandi fólk- inum til gagns. Finnbogi Isaksen. Stefan fór nú at mála við stórum ágrýtni og at nýta tær nátúrugávur, hann hevði í hondum og eygum sínum, og hóast ikki alt, hann hevur avrikað, hevur eins stórt virði, hevur hann skapað eina reð av frálíkum landslagslýsingum. Tað er mest evni úr Nólsoy, Stefan málar, heimoyggin við sínum homrum og urðum, torvheiðum og melum, gróti og skursli, í summarsins sól og mjørkatåmi og í vetrarins balan og illlysisglottum, og so væl og persónligt ást- tikið er alt hetta endurgivið at myndir Stefans hava vakt ans bæði í Føroyum og uttanoyggja. Listasavnið eigur nógvar og góðar málningar eftir Stefan Danielsen. WILLIAM HEINESEN Stoypingin av Listarskála Feroya fer nú fram, og verður skálin reistur í oktober. Nú lutaseðlaselan er endað, eru tilsam- ans innkomnar kr. 147.000.967 til enda- málið. | Seinni í heyst gevur felagið út 6 ymisk virdisbrøv, ið eru ein listarlutur ið sjálv- | um sær. Hesi brøv, gjørd av føroyskum | listarfólki, verða seld til frama fyri bygg- ingina fyri kr. 100. — Tá ið hesi brev, 300 í tali, eru seld, er byggingin tryggjað uttan steðg. EITT SERA ÁHUGAVERT fyribrigdi í føroyskum kunsti er Nólsoyar- málarin Stefan Danielsen, føddur 1928. Sermerktu myndir hansara komu knappliga undan kavi á einari ólavsokuframsýning og boðaðu frå sjáldsomum búnaskapi hjá hesum unga og ólærda manni. Eg nevni hetta dømi av tí at tað prógvar hvønn tydning listarligt lív og praktisk fyriskipan kann hava í einum landi. Um táverandi formaður Listafelagsins, H. D. Joensen, ikki hevdi verið varur við hendan unga listamannin og hevdi eggjað honum til at dríva á, hevdi hann kanska ongantíð komið sær fram. estra