fríggjadagur 17. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 17. mai 2002
25
25
C
M
Y
K
24
Umframt Militsu
Ergic verður í minsta
lagi ein útlendskur
leikari á kvinnulið-
num úr Runavík
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at kvinnuliðið úr
Runavík hevur steðgað eitt
ár í næstbestu deildini,
verða tær komandi ár aftur
at síggja í bestu hondbólts-
røðini.
Og tað er so ikki líkt til,
at tær ætla at talan skal
verða um nakran stuttan
steðg hesaferð. Á liðnum
tey bæði seinasta árið hevur
liðið havt jugoslavisku
Militsa Ergic, og hon verð-
ur í øllum førum við á lið-
num komandi vetur. Tað
verður leikandi venjarin í
fjør, Vesna Tomajek, hin-
vegin ikki, og tí hevur
Tjaldur gjørt av at styrkja
um hópin. Sum skilst, er
ein nýggjur jugoslaviskur
leikari á veg til liðið, men
enn er tó ikki greitt, hvussu
navnið á hesari er.
Fáar broytingar
Hjá
monnunum
verður
talan væntandi um á leið
sama lið, sum í fjør stóð seg
hampuliga
væl,
tó
at
endastøðan ikki gjørdist
heilt so góð, sum tað eitt
skifti var líkt til.
Útlendsku leikararnir á
liðnum halda væntandi
fram, men tó við teirri
broyting, at Zoran Sarcevic
bert verður venjari hetta
árið, og ikki leikandi venj-
ari, sum hann var í fjør. Enn
er ikki gjørt av, hvørt runa-
víkingar fara at fáa enn ein
útlending
á
liðið,
so
útlendingakvotan
verður
nýtt til fulnar, men sum
skilst, so er hetta ikki heilt
ósannlíkt.
Nr. 82 • fríggjadagur • 17. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrrverandi venj-
arin hjá VB, B36 og
KÍ, Tomislav Sivic,
er settur í starv sum
landsliðsvenjari hjá
jugoslaviska U-16
landsliðnum. Hetta
skrivar almenna
heimasíðan hjá KÍ
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Síðani Sivic fór úr Før-
oyum síðsta heyst, hevur
hann tikið nøkur venjara-
skeið í Jugoslavia, og
hann hevur annars tikið
sær av løttum saman við
konuni Miru og børnun-
um í heimbýnum Subo-
tica, sum liggur har norði
í Jugoslavia.
Sivic og konan eru sera
fegin um nýggja starvið
hjá honum, tí hetta er
sum vera man ein sera
stór viðurkenning. Sivic
fer undir nýggju avbjóð-
ingina í næstum, og hetta
er fyrstu ferð, at ein
venjari úr Subotica er
settur í starv sum lands-
liðsvenjari.
Fyrsta uppgávan hjá
Sivic verður kappingin
millum U-16 landsliðini
á Balkan. Hon verður
hildin í Grikkalandi í
næstum.
Yrkisleiðin sum venj-
ari heldur sostatt fram
hjá jugoslaviska fótbólts-
sambandinum, eftir at
hann hevur roynt seg sum
venjara hjá VB, B36 og
KÍ í Føroyum. Sivic vann
FM-heitið við B36 í
1997. Harumframt hevur
hann royndir sum yrkis-
leikari í heimlandinum,
Jugoslavia, Fraklandi og
Íslandi.
Sivic lands-
liðsvenjari
Tomislav Sivic heldur fram sum venjari. Nú er hann
settur í starv sum venjari hjá jugoslaviska U-16
landsliðnum, og tað er ein stór viðurkenning
Mynd: Álvur Haraldsen
Synoptik í Danmark
hevði mikudagin
stórar lýsingar, har
høvuðsevnið er annað
brotssparkið, sum
Todi Jónsson átti í
Parkini sunnudagin
FÓTBÓLTSLÝSING
Jákup Mørk
Ivast tú í, um Todi Jónsson
átti fríspark, tá Krister
Nordin togaði hann niður
seinasta sunnudagin, so eru
eyguni farin at bila. Hetta
er í øllum førum klokku-
klári
boðskapurin
frá
donsku handilsketuni, Syn-
optik.
Í stórari lýsing verður
fyrst spurt, um talan var um
brotsspark, og niðan fyri
stendur so, at tú er væl-
komin at fáa eina sjónar-
roynd.
Lýsingin sigur einki um,
hvørt Kim Milton Nielsen
longu
hevur
verið
og
kannað sær eyguni, nú
áðrenn hann skal døma
dystir í HM-kappingini.
Lýsa við Toda
Tjaldur styrkir hópin
Eftir at tær í vár fluttu upp, fer Tjaldur nú
at styrkja um besta kvinnuliðið
Lýsingin hjá Synoptik, sum í
mikudagin var at síggja í fleiri
donskum bløðum
Kærunevndin hjá
DBU gjørdi miku-
dagin av, at Vejle
kortini ikki fær trý
stig fyri dystin móti
AB. Møguliga fer
Vejle at kæra, og
møguliga fer Vejle at
lata inn kæru í einum
heilt øðrum máli
SUPERLIGA
Jákup Mørk
Hóskvøldið skuldu Christ-
ian Høgni Jacobsen og
liðfelagarnir í Vejle stríðast
fyri seinata møguleikanum
at verða verandi í bestu
donsku deildini. Men dagin
fyri dystin fekk leiðslan í
felagnum ein skelk, tá DBU
gjørdi av, at liðið kortini
ikki fær tey trý stigini, sum
teir í fyrsta umfari fingu
tillutað á skrivaraborðinum.
Pólverjar hoyra til ES
Málið, sum øll trætan
byggir á, er nýtslan hjá AB
av
sonevndum
ikki-ES
borgarum. Í dystinum móti
Vejle, sum AB annars vann
greitt, gjørdu akademikar-
arnir vart við, at teir helst
høvdu nýtt fýra ikki-ES
borgarar í dystinum. Mest
loyvda tali av hesum eru
tríggir.
Eftir at DBU viðgjørdi
málið, gjørdu teir av, at
Vejle skuldi tey trý stigini,
sum spælt varð um, og tað
eru júst hesi, sum fram til
mikudagin hildu lív í
bjargingarroyndini
hjá
Vejle.
AB gjørdi tó greitt, at teir
fóru at kæra dómin, og nú
er kærunevndin hjá DBU
so komin til aðra niður-
støðu. Ein av teimum fýra
leikarunum, sum málið
snýr seg um, er nevnliga
pólverski Piotr Stokowiec.
Tá ES hevur eina serstaka
samstarvsavtalu við Pó-
land, hevur DBU gjørt av, at
pólskir leikarar eru at rokna
sum ES-borgarar, og tí hava
teir nú givið AB tey trý
stigini aftur.
Eftir øllum at døma sendi
avgerðin Vejle niður í
næstbestu donsku deildina
longu undan seinasta um-
farinum, men felagið kann
tó innan tvær vikur kæra
avgerðina til kærunevndina
hjá DIF, Dansk Idræts-
Forbund.
Nýggjur møguleiki
Hóast Vejle við kúvending-
ini á skrivaraborðinum
hevur mist møguleikan at
taka AGF aftur í botnstríð-
num, so tykjast allar súður
kortini ikki at vera syftar.
Danska
Ekstra-Bladet
skrivar nú, at Vejle møgu-
liga fer at senda inn kæru
um dystin móti Lyngby,
sum púrasta óvæntað end-
aði við javnleiki, 2-2. Hetta
er einasta stigið, sum
Lyngby hevur fingið, eftir
at felagið fór á heysin í
vetrarsteðginum.
Talan skal vera um, at
Lyngby møguliga hevur
gjørt nýtslu av ólógligum
leikara. Nick Randrup varð
skiftur inn bert tveir mi-
nuttir fyri leiklok í dystin-
um, men dagin fyri hevði
hann leikt á Danmark-ar-
seriuliðnum hjá Lyngby, og
sambært reglunum er ikki
loyvt at nýta leikara á
tveimum liðum sama leik-
dag. Spurningurin, sum í
løtuni verður kannaður í
Vejle, er tó, hvørt tað rakar
superligu- ella danmarkar-
seriuliðið hjá Lyngby, um
kæra verður latin inn.
Fullkomin ruðulleiki
Soleiðis bendir alt á, at
talan verður um fullkom-
nan ruðulleiki, um so er, at
Vejle vinnur seinasta dyst-
in, samstundis sum AGF
tapir ella spælir javnt. Um
so er, so kunnu málini á
skrivaraborðinum gera av,
hvat lið skal flyta úr super-
liguni, og fyri íblandaðu
feløgini er tað av alstórum
týdningi, at málið verður
avgreitt sum skjótast.
Eitt nú kunnu liðini
neyvan nýta eins nógva
fíggjarliga orku, um tey
skulu spæla í 1. deild, og tí
mugu tey helst vera sera
varin við at keypa ella selja,
so leingi eingin avgerð er
fingin í málunum.
Og ikki minst man tað
vera tungt hjá leikarunum.
Eitt nú Christian Høgni
Jacobsen frítt at fara, um
Vejle
flytir
niður
úr
Superliguni, men alla tað
tíð at avgerðin liggur á
skrivaraborðinum hjá DBU,
er einki víst í so máta, og
tað kann uttan iva skaða
møguleikarnar hjá føroyska
landsliðsmanninum
at
finna nýtt felag, um hann
noyðist at bíða í fleiri vikur
ella
kanska
mánaðir,
áðrenn hann kann taka
avgerð um framtíðina.
Sum onkur av lesarun-
um kanska hevur lagt til
merkis, so lýstu vit í
serblaðnum, Fótbóltur
2002, við, at ein kapping
um eina fótbóltsferð
skuldi byrja í Sosialin-
um týsdagin, 7. mai.
Verkfallið hevur tó
viðført, at útberingin av
bløðunum kring landið
hevur
verið
heldur
óreglulig, og tí hevur
verið bíðað við kapping-
ini. Nú er verkfallið tó
liðugt. Strandfaraskipini
sigla aftur við fullari
ferð, og komandi týsdag
fer kappingin um ferð-
ina til dystin millum
Týskland og Føroyar so
av barkastokki.
-jm
Ársins leikari og –
áleypari fer komandi
vetur at spæla við
Kyndli, sum eisini var
fyrsta føroyska felag
hansara
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrr í vikuni boðaði Kyndil
frá, at komandi vetur fer
ársins leikari í føroyskum
hondbólti, Jakob Jónsson,
aftur at spæla við Kyndli,
har hann eisini verður
leikandi venjari.
Hetta er júst sami leiklut-
urin, sum Jakob hevði, tá
hann av fyrstan tíð kom til
Kyndil. Hetta var kapping-
arárið, 1998/99, og gjørdist
hann somuleiðis ársins
leikari tað árið. Eftir tvey ár
í grøna búnanum gjørdi
Jakob fyri tveimum árum
síðani av at skifta til
grannarnar úr Neistanum,
har hann í fjør var við til at
vinna tvey silvurmerki.
Tað var annars nakað av
gramli at hoyra um, at
royndi íslendingurin ætlaði
sær at gevast við fyrstu-
deildarhondbólti eftir sein-
asta kappingarár, men nú
hevur hann so gjørt av at
taka eitt tørn afturat.
Kappingin byrjar
týsdagin
Orsakað av verkfallin-
um, hevur stórt óskil
verið í hvussu, dystirnir
í millum øðrum 2. deild
hjá kvinnum hava verið
leiktir.
Í einstøkum førum
hevur tó ikki verið
neyðugt við sigling.
Skála vitjaði AB herfyri,
og tann dystin vann
Skála 5-3.
Væntandi fer FSF í
næstum at gera av,
hvussu útsettu dystirnir
skulu avgreiðast.
-jm
Skála vann á Argjum
Ruðulleiki í botnstríði
Christian Høgni Jacobsen og hinir í Vejle vistu hósdagin ikki, hvørt teir vóru keypir ella seldir
Jakob Jónsson
aftur í Kyndli