Sosialurinarkiv
Sosialurin 1969-05-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 1969síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 42 SOSIALURIN Prentsmidjan å Heygsbreyt tlf. 1820 Blaðstjóri: Torfinn Smith Kleystur ella háskúli SUM áður er greitt frá í SOSTALINUM, sambært frágreiðing frá Háskúlanum. er næmingatalið í minking. Í fjør vóru ikki meir enn umleið 50 næmingar á skúlanum og er hetta alt ov lítið, vil háskúlaleiðslan vera við. TANN skipan sum nú er á háskúlanum í Føroyum, er hin sama sum flest allir háskúlar aðrastaðir uttan um okkum, fyri langari tíð síðan eru gingnir burtur frá, nevnliga at hava gent- ur og dreingir á hvør sínum skeiði. Hetta verður eisini ásannað í nevndu frågreiding, sum heldur fram, at tað helst eisini hjá okkum verður neyðugt, at skipa fyri skeiði fyri bæði gentur og dreingir. TAÐ er ein royndur lutur, at hópur av ungfólki fer úr Føroy- um á útlendskar háskúlar, serliga i Danmark. Orsøkirnar kunnu sjálvandi vera nógvar. Tað er meiri spennandi at koma burtur til onnur viðurskifti, og læra onnur fólkaslog at kenna, og tað eigur sjálvandi at vera stuðla á besta hátt. MEN eitt kunnu vit gera, og tað er, at skipa fyri einum verun- ligum háskúla í Føroyum; ístaðin fyri tann vit nú hava við terping og grammatikk, og somuleiðis liva undir vidurskiftum sum ein bert kann fáa undirlutakenslu av. Kleysturtilveran á háskúlanum mugu vit koma burtur frá. Tað er ti at fróa seg yvir, at eisini leiðslan fyri Føroya Fólkaháskúla hevur givið hesum gætur og umhugsar at skipa fyri meiri nútíðarhóskandi skúla, undir nógv fríari formun enn nú. Skrá fyri NORDOYASTEVNU 1969 LEYGARDAGIN 31. MEI Kl. 15 Bjargingarroynd »Vædderen« luttekur við helikopt- ara og fronskmonnum 16 Kappróður 17-21 Myndaframsýning í Tekniska skúla 18 Fótbóltur KÍ—GÍ 2. lið 19 Eydnuhjól hjá Klaksvíkar Husmødrafelag byrjar í samkomuhúsinum 19.30 Hondbóltur í ftrottarhøllini a) Stjørnan—KIF 2. lið kvinnur b) Stjørnan—NSI 2. lið menn 21 Fundur i KFUM og -K 21 Samkoman “ Betesda heldur utifund við gamla kirkjugarð 21 Enskur dansur í Atlantis Bio 2 i dansur i Samkomuhusinum 23 Klaksvíkar Hornorkestur spælir kend og umtókt løg i Vågstuni meðan bíðað verður eftir midnåttarsamkomuni 24 Midnáttarsamkoman verður sett við at kyndlagongan kemur heim í Vágstún. Klaksvíkar Sangfelag syngur og (Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Stutt midnåttarrøda. Til seinast fyrverkari. 22 Føroyskur SUNNUDAGIN 1. JUNI 11 Gudstænasta í Christianskirkjuni, Frímann á Brúnni. prædikar 13.00 Sunnudagsskúli í Betesda 13.30 Skrúðgongan við skótum og hornorkestrinum á odda byrjar úti í Klaksvíkargarðinum. Skrúðgongan endar í Vágstúni, har fólkafundur verður settur. Fólkafundar- ræðari: Frímann á Brúnni, prestur. Klaksvíkar Sangfelag syngur og Klaksvíkar Hornorkestur spælir 14 Sunnudagsskúli í Emmaus 15 Fótbóltur HB—KÍ 1. lið 15-22 Myndaframsýning í Tekniska skúla 16 Eydnuhjól hjá Klaksvíkar Husmødrafelag byrjar í Samkomuhúsinum 16 Filmur í Atlantis Bio 18 Møti i Emmaus 18 Møti í Betesda 18 Hondbóltur í a) Neistin—Stjørnan ftrottarhøllini »oldboys« kvinnur b) VIF—Stjørnan 1. lið kvinnur c) VIF—Kyndil 1. lið menn 19 Filmur í Atlantis Bio 21 Samkoman í Betesda heldur útifund við gamla kirkjug. 21 Norðoyastevnusamkoma í KFUM og -K Streingjakórið úr Havn luttekur 22 Enskur dansur í Atlantis Bio 22 Føroyskur dansur i Samkomuhúsinum r VASTEYNUNEYNDIN SOSIALURIN Dagbókin DRUKNIVALUKKA i HAVN Mikukvøldid um átta tíðina hendi druknivanlukka í Havn, sum kostaði tí seksára gamla dronginum Jákup Andrias, son- ur Petur og Marionnu Arge, lívið. Hann varð funnin útfyri Kongabrúnni, og sjálvt um hann beinanvegin varð koyrdur á landssjúkrahúsið, var drong- urin deyður. VARÐIN Bind 33 av Varðanum er kom- ið, við innihaldið um Svabo og orðabókastarv hansara 2. part- ur. NORDOYASTEVNAN sum er landsins fyrsta stevna, verdur i Klaksvik i dag og i morgin. VESTURKIRKJAN kemur nýggja kirkjan í Havn | at eita. Ætlanin er at Fríðrikkur kongur á vitjan síni fyrst í juli | skal leggja grundarsteinin. | BERGMÁL Blað Sosialistiska Ungmanna-| felags nr. 5 er komið út við hópin av góðum tilfari. Tilfarið er sera fjøllbroytt. heilt frå við-| merkingum um løgtingssetuna. lærlingamálið o. a. til hash. SÝSLUMENNINIR KREVJA MEIRI LON | Millum åheitanir til fólkatingið | um meiri løn, kom åheitan frå føroysku syslumonnunum. Vist | var á, at sýslumannastarvi var| aldargamalt norrønt starv. og| vildu teir ti heita á fólkatingið | um meiri løn. | | RUKKULAKKIN | Sum vant undan Nordoyastevn- | jur i ár. Kostnaður er | | Í Í Í | Í I Í | Í GUDSTÆNASTUR uni kemur Rukkulakkin út aft- | 8 kr. | Bispur prædikar í Havnar kir- | kju i morgin. Talvan gongur fyri kirkjuna. Niels Pauli Danielsen, sóknar | prestur, hevur gudstænastu il Hvannasunds kirkju í morgin kl. 12. EVANGELIIHUSID, | Í kvold útifundur á Tróndarg. 36 Vaglinum kl. 21. og í morgin evangeliskir fundir í salinum kl. 11.00 og 18.00. | | FJØLNIR | Blað Meginfelags Foroyskra Studenta, Fjølnir. er komið út. Av innihaldinum eru tydingar, yrkingar, felagstíðindi, ummæli Ó. då. EFTIRLITSMÁTINGAR | Saman við fiskivinnutænastuni gerð verjuskipið »Vædderen« eftirlitsmátingar av føroyskum havnum, við tí í hyggju at javn- føra »Den Færøske Lods«. Tað er S. E. J. Martiny, orlogskap- teynur, sum er geodetur, sum stendur fyri arbeiðinum. Ar- beiðið fer samráð við landsstýrið. fram í Jóannes: Lat meg fáa ein breyð flís vid sild uppá? | Gentan: Føroyska ella islendska sild? Hin íslendska kostar Í krónu meir. Jóannes: Føroyska. Eg gjaldi ikki ferðina hjá sild, sum ikki týmir at svimja til Føroyar. 31. MEL 1969 Skip København Aalborg Halmstad Leith Feroym: Blikur 30.5. 27.5. 2.6. Falkur 3.6. 6.6. Norðvíkingur 5.6. 3.6. 4.6. 96. Blikur 13.6. 10.6. 16.6. Norðvíkngur 19.6. 17.6. 18.6. 23.6 Falkur 20.6. 23.6. Tjaldur 24.6. 26.6. Blikur 27.6. 24 6. 30.6. Falkur fermur i Delfzijl, Hollandi um 16. juni. Umboð: Messrs Boardexport N. V., Delfzijl PF Frå og vid 2. juni FØROYA g 1969 eru av- greiðslutíðir í út- bankum okkara í Eysturoy hesar: Saltangará og Fuglafjorður: Mánadag-hósdag: kl. 9.30-1 2.00; 14.00-16.00 Fríggjadag: kl. 9.30-12.00; 14.00-16.00; 17.00-19.00 Leygardag: kl. 9.30-12.00 Lorvik: Månadag: kl. 9.30-11.00 Hosdag: kl. 14.00-15.30 Gøta: Månadag: kl. 9.30-11.00 Mikudag: kl. 14.00-15.30 Hósdag: kl. 14.00-15.30 Strendir og Skáli: Mánadag: kl. 14.00-15.30 Mikudag: kl. 9.30-11.00 Fríggjadag: kl. 14.00-15.30 Toftir: Týsdag: kl. 14.00-15.30 Friggjadag: kl. 9.30-11.00 PARTAFELAGID FØROYA BANKI Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða uil og selja øll sløg av føroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/ Olavur Gregersen == tlf. 20 í Gøtu søkist til avgreiðslu okkara i Hornabø. Fyribils er opid tysdag og friggjadag kl. 14.45—18.00. Pf FØROYA BANKI tlf. 1350