Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 22

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 93 - 18. mai 2002 Nr. 93 - 18. mai 2002 43 HEILSANIR Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 19. mai. Heilsan, myndatakarin Góðasti maður Tillukku 19. mai ynskja vit báðar heima Góðu tit trý Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum. Nú eru tit blivin stór. Heilsan, omma og abbi á Skipanesi Góði Mourits Tillukku við 19 ára føðingar- degnum. Heilsan, Høgni Góða, elskaða Kirstin Hjartaliga tillukku við 10 ára deg- num 18. mai. Eisini ein heilsan til hini bæði á myndini, ið fyltu í mars. Heilsan, mamma og babba Góði, elskaði Bárður Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum tann 21. mai. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Omma og abbi Góði, fitti Bárður Hjartaliga tillukku við deg- num tann 21. mai. Jesus signi framtíð tína ynskja gummurnar og gubbarnir Góða Eyð gumma! Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum 19. mai. Vit gleða okkum til ballið í kvøld. Heilsan, Anita og Sólvá Góða, fitta Mirjam Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 18. mai ynskja omma og abbi í Havn Hesin maður dugir sera væl at fáa ting at hanga saman. Tillukku 19. mai. ESAB Góða stórasystir Vit bæði ynskja tær til- lukku við 10 ára degnum 18. mai. Jórunn og Betuel Hey Eyð Hjartaliga tillukku við teimum 40 árunum. Her situr tú gott í øllum varmanum á Rhodos og etur turra grind og spik. Tað er ikki tað sama sum at sita á Norðskála í øllum kuldanum. Vit gleða okkum til ballið í kvøld. Kærar heilsanir, Durita, Allan og Teitur Góði Áki Hjartaliga tillukku við 7 ára føðingardegnum. Nú fert tú skjótt í skúla. Skunda tær heim úr Dan- mark. Rúni leingist eftir tær. Heilsan, Rúni, mamma, babba og fasti Góða Eyð Hjartaliga tillukku við deg- num tann 19.5. og alt gott í framtíðini. Heilsan,Torbjørn, Leif og Bjørg Góða Eyð Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum tann 19. mai og alt gott í framtíðini. Heilsan, mamma og pápi Vit kenna ein piparsvein… Hjartaliga tillukku við teimum 30 árunum ynskja skótarnir Tillukku »oldie«. Bestu heilsanir, Russig Gudstænastur Hvítusunnudag Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein Nólsoy: kl. 12, Henning Nielsen Glyvrar: kl. 11, altarg., Mein- hard Bjartalíð Fuglafjørður: kl. 11, Uni Næs Christianskirkjan: kl. 11, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30 Hans Eiler Hammer Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10, Kunoy: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen Viðareiðis kirkja: Hvítu- sunnudag verður kirkjutíðin broytt til kl. 11. Talvan gongur til fram fyri missiónshúsið. Vesturkirkjan: kl. 11, Heri J. Joensen Argir: kl. 11, Bergur D. Joensen Kirkjubøur: kl. 12.30, Bergur D. Joensen Norðradalur: kl. 14, altarg., Heri J. Joensen Kollafjørður: kl. 11, Kvívík: kl. 17, Marjun Bæk (Í Kvívíkar kirkju gongur talvan fyri sunnudagsskúlan í Kvívík og Leynum, í Kollafirði fyri sunnudagsskúlan í Kollafirði) Hósvík: kl. 11, Inga Poulsen Dam Skopun: kl. 12, Jákup Reinert Hansen Sørvágur: kl. 11, altarg., Bøur: kl. 17, altarg., David Johannesen Hattarvík: kl. 12, altarg., Kirkja: kl. 17, Elsa Funding Tvøroyri: kl. 11, Jónsvein Bech Hvalba: kl. 12.30 Ólavur Rasmussen Sandvík: kl. 14 Ólavur Rasmussen Vágur: kl. 11, Ljómur og barnakór. Marianne Telling Gøta: kl. 11, Æðuvík: kl. 17 Martin Restorff Jacobsen Eiði: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa, Emil Olsen. (Talvan gongur fyri Bláa Kross) Gjógv: kl. 17, John Myllhamar, trúb., og Emil Olsen Funningur: kl. 18.30, Eiði: kl. 20 Emil Olsen Selatrað: kl. 11, Niels Jacob Nielsen Skála: kl. 11, Oyndarfjørður: kl. 18, Jógvan Fríðriksson 2. hvítusunnudag Havnar kirka: kl. 11, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Hvítanes: kl. 11, Henning Nielsen Rituvík: kl. 11, altarg., Bjarni Bæk, dómpróstur Leirvík: kl. 11, Uni Næs Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen Árnafjørður: kl. 11, altarg., Christianskirkjan: kl. 14, barnagudstænasta, Hans Eiler Hammer Hestur: kl. 12, Heri J. Joensen Saksun: kl. 11, Hvalvík: kl. 12, Marjun Bæk Vestmanna: kl. 11, Inga Poulsen Dam Sandur: kl. 12, Jákup Reinert Hansen Sandavágur: kl. 11, altarg., David Johannesen Kirkja: kl. 12, altarg., Hattarvík: kl. 17, Elsa Funding Fámjin: kl. 11, Øravík: kl. 12.15, Jónsvein Bech Porkeri: kl. 12, Marianne Telling Norðskála: kl. 17, altarg., Peter O. K. Olofson. (Kirkju- kaffi aftaná) Fríðrikskirkjan: kl. 11, Martin Restorff Jacobsen Norðskála: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa, Emil Olsen Sjóvar kirkja: kl. 11, Jógvan Fríðriksson Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Breyð- bróting. Sunnudagsskúlin og møti um kvøldið avlýst. Heimasíða www.hebron.fo Frelsunarherurin, Tórshavn Leygardagin kl. 11 Útifundur við Handilskjarnan um viðrar. Sunnudagin kl. 11 Møti, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18 Møti. 2. hvítusunnudag kl. 18 Møti, har tey ungu stíla fyri. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Fríggjakvøldið kl. 20 After Eight, eingin sunnudagsskúli og einki møti á Hvítusunnu vegna hvítusunnustevnu á Hálsi í Havn og í Libanon í Sørvági. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Hvítusunnudag/2. hvítusunnu- dag kl. 11 Hámessa v/ Martin de Leur í Mariukirkjuni. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19.30 ATAP Kids (barnaklubbur). Á hvítusunnu verða møtini í Ítróttarhøllini á Hálsi har Enevald Flåten o.o. luttaka (sí annars lýsingar frá Karisma). Karisma Møtini á hvítusunnustevnuni í Ítróttarhøllini á Nabb verða soleiðis: fríggjakvøld kl. 22 Ungdómsmøti. Leygarkvøldið kl. 19 Møti og kl. 22 Lovsongskonsert. 1. hvítusunnudag kl. 11 Møti, kl. 15 Seminar v/ Enevald Flåten og kl. 19 Møti. 2. hvítusunnudag kl. 11 Møti og kl. 17 Møti. Ebenezer Hvítusunnudag kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. møti, kl. 21 Útimøti. 2. hvítusunnudag kl. 18 Evangel. møti. Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Heimasíðan www. ebenezer.fo Meinigheitshúsið Leygarkvøldið kl. 19.30-22 Juniorhugni fyri 6. flokk og eldri. Hvítusunnudag kl. 18 Møti v/ Kjartan Staksund, Meinig- heitskórið syngur. 2. hvítusunnudag kl. 18 Møti v/ Klæmint Tausen. Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 19 Møti í Ítróttar- høllini á Hálsi, kl. 22 Lovsongskonsert í Ítróttar- høllini á Hálsi. 1. hvítusunnudag kl. 11 Morgunmøti í Ítróttarhøllini á Hálsi, kl. 15 undirvísing v/ Enevald Flåten í Ítróttarhøllini á Hálsi, kl. 19 Kvøldmøti v/ Enevald Flåten í Ítróttarhøllini á Hálsi. 2. hvítusunnudag kl. 11 Mor- gunmøti v/ Enevald Flåten í Ítórttarhøllini á Hálsi, kl. 15 Møti v/ Enevald Flåten í Ítróttarhøllini á Hálsi. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Hvítusunnudag Møti v/ Hera Tróndheim. KFUM og KFUK í Havn Leygardagin kl. 14 Gongu- túrur í miðbýnum við Nicolinu Højgaard. Vit møtast í KFUK kl. 14.00. Øll – ung og eldri – eru vælkomin. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgun- møti, kl. 18: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Vegna hvítusunnustevnuna, sum Karisma skipar fyri, verða eingi møti um viku- skifti. Týsdagin 21. mai verður bíbliuskúladagur í Kelduni við Enevald Flåten, byrjað verður kl. 14.00. Tekning á tlf. 449222. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkjukjallaranum í kvøld kl. 20, har Hanus Sørensen og onnur luttaka. Thabor, Fuglafjørður Hvítusunnudag er felagsmøti fyri ung og eldri kl. 18. Christian Joensen talar um evnið Heilagi Andin. 2. hvítusunnudag er møti kl. 18 við Knút Larsen. Soli Deo Gloria Mikukvøldið kl. 20 Fyrilestur fyri pør v/ H. E. Hammer. Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti. TILTØK FØÐINGAR ANDLÁT 25. apríl fingu Eyðbritt Skorastein W. og Conrad Wittmann, Walvis Bay Namibia, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3850 gr. Hon eitur Nicole. 3. mai fingu Åsgerð og Dann Nilssen, Vágur, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4150 gr. 3. mai fingu Eydna Poulsen og Signar í Homrum, Gøteborg, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4040 gr. 6. mai fingu Rannvá Evaldsdóttir og Eystein Jacobsen, Bøur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4200 gr. 7. mai fingu Mariann og Trygvi H. Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4050 gr. 7. mai fingu Diana Müller og Hans Pauli Dahl, Vágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 7. mai fekk Selma Danielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3350 gr. 8. mai fingu Lydia og Eyðun Rasmussen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3625 gr. 9. mai fingu Tatjana Johnsson og Jens Bagger, Singapore, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3700 gr. 10. mai fingu Joen Edvør Thomasen og Remy Gaardlykke Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3550 gr. 10. mai fingu Kaja Hansen og Jónstein Olsen, Toftir, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4500 gr. 10. mai fingu Katja og Kristian Dam, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4050 gr. 11. mai fingu Sólvá og Klæmint Eliasen, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 11. mai fingu Gudny Heinesen og Erik Hansen, Bøur, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4130 gr. 11. mai fingu Súsanna í Gong og Helgi Midjord, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3850 gr. 11. mai fingu Gunn Hansen Djurhuus og Steingrim Skoralíð, Odensen, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3650 gr. 12. mai fingu Jeng og Elibel von Krogs, Toftir, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3500 gr. 12. mai fingu Monica-Mari Ziska og Tóri Simonsen, Hvanna- sund, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3800 gr. 13. mai fingu Guðrið Jacobsen og Áki Jespersen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr. 13. mai fingu Elin Ludvig og Flemming Foget, Keypmanna- havn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3720 gr. 08. mai Eskild Poulsen, Nólsoy, 54 ár. Ásvør Højgaard, Toftir, búsitandi í Keypmannahavn, 49 ár. Jona Djurhuus, ættað av Morskranesi, búsitandi í Havn, 81 ár. Elsebeth Jacobsen, vanliga nevnd Ebba, Tórshavn, 93 ár. 09. mai Hjørdis Jacobsen, Klaksvík, ættað av Trøllanesi, 89 ár. Tomasia Niclasen, Hvalba, ættað av Giljanesi, 95 ár. Olaf Johannesen, ættaður úr Søldarfirði, búsitandi í Skagen, 67 ár. 10. mai Turid Debes, búsitandi í Havn, ættað av Oyrareingjum, 95 ár. 11. mai Margretha Hartung, fødd Djurhuus, úr Vági, búsitandi í Valby, 88 ár. Hans Samsonsen, Tvøroyri, 43 ár. Rikka Midjord Petersen, vanliga nevnd Rikka hjá Poul í Trøðini, Tvøroyri, 91 ár. 12. mai Inger Effersøe, búsitandi í Keypmannahavn, fødd Olsen, ættað úr Havn, 73 ár. 14. mai Elsebeth Maria Sivertsen, ættað úr Mikladali, 79 ár. EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Í áps. 2,37 stendur: Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: »Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?« Pætur hevur staðið og hildið tað fyrstu hvítusunnuprædikuna í Jerusalem. Ein stór mannamúgva stendur og lurtar eftir taluni hjá Pæturi. Høvuðsinnihaldið í taluni hjá Pæturi er Jesu líðing, deyðo guppreisn. Hann endar taluna við at sláa fast, at tað er ikki møguligt hjá deyðanum at halda Jesusi í grøvini. Og tað er hesin boðskapur ið rakar fólkið í hjarta. Tað stendur at tey fingu sum ein sting í hjarta! Ein sting í hjarta av tí boðskapi tey hoyrdu! Og hvat merkir so hetta, at tey fingu ein sting í hjarta? Jú, tað merkir sera einfalt at boðskapurin sum Pætur júst hevði talað til teirra, talaði til samvitsku teirra. Ikki bert til kenslurnar, men til sjálva samvitskuna! Tað, sum Pætur hevði talað var hvørki meir ella minni enn sannleikin, og tað nívdi samvitsku teirra! Og tey upplivdu at tey blivu flutt inn undir Guðs dóm! Og tað er eisini tí at tey blíva í villareiði og standa spyrjandi: Hvat eiga vit nú at gera, góðu menn og brøður«! Hesin spurningur ber okkum boð um, at fólkið er komið í syndaneyð av tí talu tey hava hoyrt, tí tað er ein tala, ið vísir teimum á teirra synd. Úrsliti ðer eisini,a t tey vita sær ikki onnur ráð enn at fara til verka og gera tað ið gerast má! Eiun ið verður raktur av orðinum verður altíð leiddur til at taka eina greiða støðu fyri ella ímóti Jesusi! Áhoyrarnir henda fyrsta hvítusunnudag sóu ongan annan útveg enn at umvend seg og lata seg doypa. Tað var iki møguligt hjá teimum at flýggja longur. Og tað er eisini hetta Pætur sigur við tey: »Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna og tit skulu fáa gávu hailaga andans. Tað, ið Pætur her sigur, er at tað má fara fram ein heildarhugburður yvir fyri Guði. Tað er ikki nóg mikið at leggja av onkra einkulta synd og síðani halda alt standa væl til, tí nú hevur ein umvent seg! Nei, tað er at lumpa seg sjálvan! Tað er neyðugt at lata seg reinsa fyri syndina, og tað er tað hesin dópur, ið vit her lesa um er ætlaður sum. hann er ætlaður sum ein reinsunnar dópur, ið veitir syndanna fyrigeving! Og so fáa tey hetta velduga lyftið, at tey skulu fáa gávu heilaga andans! Ja, tey skulu blíva fylt av tí heilaga andanum, soleiðis at tey kunnu læra at skila millum gott og ónt. Eisini í dag vil sannleiksandin siga mær hvør eg eri og hvør Jesus er, eins og hann gjørdi tað, tá hin fyrsta Hvítusunnurpædikan ljóðaði. Í hesum liggur loyndarmálið til eina rætta og sanna hvítusunnugleði! Gleðiliga hvítusunnu í Jesu navni! Hans Eiler Hammer, prestur C M Y K 43 42