hósdagur 23. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 • hósdagur • 23. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Bakspælarain, sum
annars hevur verið í
Kyndli og VÍF fer
komandi vetur at
spæla í Neistanum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hon var liðskipari hjá
kvinnuliðnum hjá Kyndli,
tá tær vóru á føroyska
hondbóltstindinum
fyri
fáum árum síðani, men í
fjør leitaði Jórun Ludvig
sær nýggjar avbjóðingar, tá
hon fór at spæla við VÍF.
Til Neistan
Komandi vetur verða tað tó
hvørki Kyndil ella VÍF, sum
fái gleði av hondbóltsevn-
um hennara. Ístaðin verður
tað í Neistanum, at hon fer
at royna seg.
Sjálv sigur Jórun, at tað
fyrst og fremst er væntandi
tíð, sum ger, at hon nú hev-
ur gjørt av, at hon ikki fer at
spæla í VÍF í vetur.
– Mær hevur dámt ótrú-
liga væl í VÍF, og tað hevur
so einki við nakra sum helst
ó
d
t
t
ikki
verið við teimum í vetur.
Tað er bara so, at eg byrji á
kvøldskúla nú í vetur, og tá
er tað munandi høgligari at
venja í Havn, sigur hon,
áðrenn hon leggur afturat,
at hon als ikki er vís í, júst
hvussu nógva orku hon fær
lagt í hondbóltin.
– Eg dugi ikki rættiliga at
síggja, hvussu nógva tíð
skúlagongdin fer at krevja,
og tað kann væl verða, at
hetta minkar um venjingar-
tímarnar. Men eg fari so
undir ongum umstøðum at
siga, at eg ikki fari at spæla,
sigur hon.
Venjarin nógv at siga
Sum nevnt, so hevur tað
annars fyri tað mesta verið í
Kyndli, at Jórun hevur
búleikast. Tí kann tað tykist
heldur djarvt at skifta til
grannarnar úr Neistanum,
men hetta hevur sambært
Jórun eina einfalda frá-
greiðing.
– Tað at Sophus er venj-
ari, hevur havt nógv at týða
fyri meg. Hann var í fleiri
ár venjari hjá okkum í
Kyndli, og tað er heilt víst
størsta orsøkin til, at eg nú
fari at royna meg í Neistan-
um, sigur hon at enda.
Nógv frágongd
Annars røkist fyri, at
kvinnuliðið hjá Neistanum
fer at hava nakað væl av
frágongd til komandi kapp-
ingarár.
Ikki færri enn tríggjar av
teimum, sum mugu roknast
sum berandi kreftir á liðn-
um, hava ætlanir um at fara
til Danmarkar í lestrar-
ørindum. Tær tríggjar eru
Birita Wardum, Katrin á
Neystabø og so ársins leik-
ari í fjør, Gunnleyg Berg.
Enn er ikki greitt, hvørt
Neistin fer at leita sær
meira styrk, enn tann sum
longu er komin við Jórun
Ludvig, men sum skilst, so
verður tó arbeitt við nøkr-
um nøvnum.
Jórun Ludvig fer til Neistan
Jórun Ludvig fer komandi
veturin at spæla hondbólt í
Neistanum
Kappingin um at vinna
eina ferð til landsdystin
millum
Týskland
og
Føroyar. Tað einasta, sum
tit skulu gera, at savna allar
brikkarnar,
sum
eru
bløðunum,
hetta
til
kappingin er av. So ert tú
við í lutakastinum um ferð-
ina.
Puslispælið
21
20
Nr. 95 - 23. mai 2002
Fótgangara
airbag
Verkfrøðingar hjá Ford
arbeiða við, at front-
urin á teirra bilum skal
verða meira fótgang-
aravinarligur. Tað vil
siga, at um bilurin
rakar ein fótgangara,
gevur motorhjálmurin
eftir, sama er galdandi
fyri forlyktirnar og
kúfangaran
Kelda: bilpriser.dk
Nýggjur
Saab í
september
Roknast kann við at
nýggi Saab 9-3 sedan
kemur á marknaðin í
september.
Bilurin
fæst við sera fram-
komnari útgerð. Við-
víkjandi trygd hava
Saab sín egna databasa
við 6.000 bilvanlukk-
um frá tí virkiliga
lívinum
at
trekkja
uppá. Tveir bensinmo-
torar og ein dieselmo-
torur verða at velja
ímillum
Kelda: bilpriser.dk
Mini diesel
BMW leiðslan boðar
frá at Mini kemur við
dieselmotori næsta ár.
Talan er um ein 1.4
litur dieselmotor frá
Toyota,
ið
verður
gjørdur í Japan og
síðan sendur til Mini
verksmiðjuna í Oxford
í Onglandi. Sami mo-
torur verður brúktur í
Toyota Yaris
Kelda: bilpriser.dk
Hesin Ford Taunus 17
M stóð nakrar dagar í
R.C. Effersøesgøtu
fyrst í 1973. Sum tað
sæst á myndini venda
forhjólini hvør sín
veg. Allarhelst er
óhappið hent vegna
slit í róðurgreiðunum
GAMLAR MYNDIR
Magnus Gunnarsson
Hesir Ford Taunus bilarnir
vóru nógv brúktir sum
hýruvognar og rutubilar í
sekstiárunum. Talan var um
rúmligar 5 persóna bilar.
Teir fingust sum 17 M og
20 M. Taunus 17 M høvdu
1.7 litur V4 motor við 78
hk og 20 M høvdu 2.0 litur
V6 motor við 95 hk, og
vóru teir eisini betur út-
gjørdir. Teir flestu týsku og
ensku Fordarnir høvdu V-
motorar tá í tíðini. Tey sum
minnast hesar bilar, minn-
ast allarhelst motorljóðið á
V6 motorunum, ið var
nakað heilt serligt.
Eitt nýtt bilmerki er á
veg. Talan er um
Scion, ið eins og
Lexus, er eitt annað
bilmerki hjá Toyota.
Meðan Lexus er ein
dýrur luksusbilur,
verður Scion ein bilur
til tey ungu
BILAR
Magnus Gunnarsson
Scion merkir arvingur ella
eftirkomari. Sannheitin er,
at hetta er ein máti hjá
Toyota at fáa tak á teimum
ungu kundunum. Scion
skulu marknaðarførast heilt
annarleiðis enn Toyota og
Lexus.
Marknaðarkann-
ingar vísa, at miðalaldurin
hjá Toyota kundunum verð-
ur alsamt hægri: Tí er tíðin
búgvin til at gera ein bil
sum verður heilt annar-
leiðis, bæði í designi og
innrætting. Ætlanin er at
byrja søluna av Scion í
USA, og hava eitt komplett
modellprogram um fimm
ár.
Kelda: Motor Magasinet
Scion til tey ungu
Scion ccX. Hetta er ein máti at fáa tak á teimum kundunum, ið ikki høvdu droymt um at keypt
ein Toyota
Scion bbX er ein familjubilur til tey ungu
Ford Taunus í R. C. Effersøesgøtu í 1973
Í 1973 var ikki so nógv
ferðsla í R. C. Effersøesgøtu
sum í dag. Tað gjørdi kanska
ikki so nógv um ein bilur
stóð nakrar dagar soleiðis
Umframt Fordin koma tveir
aðrir bilar her, ein Mazda
616 og Ein Toyota Mark II
C
M
Y
K
20