Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 23. mai 2002 25 1. deild kvinnur v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 KÍ 2 2 - 0 - 0 18 1 17 6 2 B36 2 2 - 0 - 0 5 1 4 6 3 B68 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 4 GÍ 3 0 - 1 - 2 3 13 -10 1 5 HB 3 0 - 1 - 2 4 15 -11 1 Máltindurin Vivian Rasmussen KÍ 6 Malena Jospehsen KÍ 3 Rannvá Andreasen KÍ 3 Laila Enghamar B36 2 Súsanna Hansen B36 2 Anja Klæmintsdóttir GÍ 2 Elsa Maria Simonsen KÍ 2 Jensa Sirdal KÍ 2 Arnbjørg Danielsen B36 1 Maibritt Olsen B68 1 Mary-Ann Isaksen B68 1 Hansa Mikkelsen GÍ 1 Eyðfríð Kristiansen HB 1 Eyðvør Thomsen HB 1 Gunn Müller HB 1 Malan á Dunga HB 1 Marian Joensen KÍ 1 Sjálvmál 1 Bæði KÍ og B36 vunnu sínar dystir um vikuskiftið, og nú er klárt til oddadyst, tá B36 vitjar í Klaksvík FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hóast tað enn er langt eftir á mál, so bendir alt á, at kappingin í fremstu kvinnudeildini í ár verður ein kapping millum B36 og KÍ. Bæði liðini hava fult stigatal higartil í kapping- ini, og hóast B68 eisini kann vísa tenn, so bendir nógv á, at tær verða ov stuttar tá avtornar. B36 var annars ikki serliga sannførandi, tá tær um vikuskiftið leiktu móti HB. HB hevur í mong ár átt fast sæti í oddinum á stigatalvuni, men í ár er vent í holuni. Stórur partur av liðnum er skift út, og meðan nýggju leikararnir búnast til fótbólt í fremstu røðini, mugu tær taka til takkar við at vera við undir- lutan móti flestu av hinum liðunum. Úrslitið av dystinum gjørdist 4-1 til B36, men stóran part av dystinum høvdu ungu HB-kvinnur- nar tó gott tak á. B36 kom tíðliga á odda við máli, sum Laila Enghamar gjørdi, tá hon átti seinasta fótin á einum innleggi frá Ásu á Neystabø. Støðan helt sær til hálv- leik, men beint eftir steðgin økti Súsanna Hansen til 2- 0, tá hon brádliga gjørdist púra leys í brotsteiginum. HB kundi minkað um mun- in, tá Gunn Müller nakað seinni gjørdist púrasta leys við B36 málverjanum. Møguleikin varð tó mis- nýttur, og so gekk tað, sum tað so ofta ger. B36 fór í álop, og ístaðin fyri at støð- an var 1-2, økti Súsanna enn einaferð, soleiðis at munurin nú var trý mál og dysturin í roynd og veru avgjørdur. So munaði lítið, at HB fekk minkað um munin, við einum máli frá Eyðfríð Kristiansen, tí beint áðrenn seinasta bríkslið var Laila aftur á rætta staðnum, eftir at B36 hevði fanga sløsut HB uppspæl. Hóast avrikið hjá B36 ikki var so sannførandi hesaferð, so bendir nógv á, at liðið í ár fer at geva KÍ harðari kapping, enn tær úr Klaksvík fingu í fjør. Umframt tær, sum í løtuni manna liðið, verður roknað við, at bæði Sólgerð Viderø og Sólvá Joensen fara at spæla við liðnum seinni í ár, og hetta er avgjørt nak- að, sum eigur at styrkja um fortreytirnar hjá liðnum. KÍ í fullari ferð Tað verður eisini neyðugt hjá B36 við øllum hugsandi styrki, um tær skulu kapp- ast við KÍ. Um vikuskiftið vunnu tær næsta stórsigurin á rað, tá tær snøgt sagt vundu burtur úr GÍ. Eftir 9-1 móti HB í fyrsta dystinum gjørdist úrslitið hesaferð 9-0 til KÍ, og enn er einki, sum bendir á, at tær ætla at seta ferðina niður. Ein ábending um veru- ligu styrkina fæst helst, tá B36 kemur á vitjan um vikuskiftið, men hóast hetta, so verður einki av- gjørt fyrr enn í seinnu hálvu. Skipanin hjá kvinnunum er nevnliga soleiðis, at fremsta liðið í fyrru helvt bert hevur eitt stig fleiri enn næsta liðið, tá farið verður undir endaspælið, so hóast munurin kann gerast stórur undan steðginum, so verður spenningurin í deildini kortini varveittur. Úrslit um vikuskifið: B36-HB 4-1 (1-0) B36: Laila Enghamar 2, Súsanna Hansen 2 HB: Eyðfríð Kristiansen KÍ-GÍ 9-0 (6-0) KÍ: Viviann Rasmussen 3, Jensa Sirdal 2, Malena Josephsen 2, Rannvá Andreasen 1, sjálvmál 1 Klárt til oddadyst B36 vann tryggan sigur á grannunm úr HB, men avrikið hjá B36 skal vera munandi betri, um tær skulu hótta KÍ, tá liðini hittast komandi vikuskifti Føroysku U-20 liðini Hópirnir hjá føroysku U-20 landsliðunum, sum komandi dagarnar skulu dystast í ávíkavist Cypern og Hollandi. Lesið annars meira um liðini síðu 24 U-20, menn Sveinur Justinussen StÍF Hávardur Trúgvason StÍF Jørmund Danielsen StÍF Borgar Danielsen StÍf Kristian K. Madsen KÍf Rógvi Weihe KÍF Ragnar Stakksund Neistin Hugin Mortensen Nestin Vagnur Mohr Mortensen Neistin Dánjal Kjærbo Tjaldur Dan Thorleifsson Tjaldur Levi Nybo H71 Lars Black Kyndil Josef Abrahamsen Kyndil Venjari: Rógvi Nielsen Hjálparvenjari: Hanus Jensen U-20, kvinnur Fríða Petersen Kyndil Kristina Simonsen Kyndil Anja Johannesen Kyndil Marjun Tróndarson Kyndil Rakul Augustinussen Neistin Lív Sørensen Neistin Ása á Neystabø Neistin Fríða Berg Neistin Anna Clementsen Neistin Durita Christophersen Víf Heidi Maria Akselsen Sóljan Anna Berg Danielsen Stíf Sólfríð Christiansen Stíf Ata Gregersen Stíf Venjari: Lotte K. Sørensen Hjálparvenjari: Ann Hansen 25 24 Nr. 95 - 23. mai 2002 Lotte Sørensen heldur tað vera ein trupul- leika, at leikararnir í føroysku hondbólti fáa ov lítla tíð at bún- ast, áðrenn talan verður um hondbólt í vaksnu deildunum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Í dag, hósdagin, fer før- oyska U-20 landsliðið í kvinnuhondbólti til Hollands, har tær komandi dagarnar skulu dystast móti Hollandi og Ísrael. Venjari hjá føroysku kvinnunum er Lotte Søren- sen, sum nú í nøkur ár hev- ur verið millum bestu leik- ararnar í føroysku kapping- ini. Eisini hevur hon hesa tíðina verið knýtt at lands- liðsarbeiðinum hjá Hond- bóltssambandinum. Støðið heldur sær Tí hevur hon helst eisini fortreytirnar at meta um, hvussu styrkin á hesum liðnum er, sammett við onnur landslið, sum hon hevur vant, men hóast hetta, so ivast hon eitt sindur, tá vit biðja hana samanbera liðini. – Á fyrsta landsliðnum, sum eg vandi, vóru fleiri av teimum leikarum, sum í dag mynda oddin í føroysk- um kvinnuhondbólti, men eg haldi, at liðið, sum nú fer avstað, hevur á leið somu styrki, sjálvt um tað sjálvandi er eitt sindur tor- ført at meta um. – Til kappingina er tað tó ein vansi, at spjaðingin í aldursbýtinum hjá okkum er somikið stór. Kappingin er fyri árgang 83/84, men á liðnum hjá okkum eru bert tríggjar, sum eru føddar í 83, so kropsliga verður í øllum førum munur á. Menningin steðgar Hóast hendan munin, so gleðist venjarin tó um, at tað tykist, sum um leikar- arnir eru farnir fram tekn- iskt, men hon dylir tó ikki fyri, at hon kundi ynskt, at meira varð gjørt við hendan partin. – Eg vildi í øllum førum ynskt, at vit høvdu eina unglinga- ella U-21 kapp- ing her heima. Tað vísir seg alt ov ofta, at menningin hjá einstøku leikarunum at kalla steðgar, tá tær koma í vaksnu røðirnar. Tá verður ov lítil tíð sett av til hendan partin av venjingini, og hóast tær gerast betri fyri kropsliga, so kundu menn- ingin verið nógv størri, um tær fingu betri tíð at búnast, áðrenn tær verða tiknar upp í fyrstu deild, heldur altso venjarin hjá kvinnulands- liðnum. Sjálv hevur Lotte tó einki boð uppá, hvussu ein slík kapping skuldi verið skip- að. Eftir at unglingakapp- ingin datt niðurfyri, varð á seinasta aðalfundi hjá HSF tosað um at gera eina U-21 kapping, men enn er so einki hent í so máta. Tað vildi helst eisini skapt ein trupulleika hjá teimum liðum, sum í stóran mun dúva upp á ungar leik- arar, men í øllum førum tykist talan vera um ein spennandi spurning, sum uttan iva fer at fáa nakað av umrøðu á komandi aðal- fundi hjá HSF. Liðskiparin hjá U-20 kvinnunum, Rakul Augustinussen, er greið um, at føroysku kvinnurnar fáa harða mótstøðu, men tær ætla sær kortini at gera alt tað, sum tær eru mentar HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tá tú hevur vant og spælt hondbólt í at kalla eitt ár uttan íhald, so er tað kanska ikki so løgið, um tað til tíðir kann kennast dekan ov strævið, men í løtuni tykist hetta tó ikki vera galdandi fyri liðskiparan á føroyska U-20 landsliðnum í kvinnuhondbólti. Rakul Augustinussen úr Neist-an- um hevur farna árið verið partur av besta liðnum hjá Neistanum, men hóast strævnu skránna, so tykist møðin á ongan hátt at hava fest seg, nú vit hittu hana á seinastu venjingini undan fráferðini til Hollands. – Sjálvandi kann tað onkuntíð vera eitt sindur strævið, men tá tú hevur eina slíka avbjóðing, sum vit hava nú, so haldi eg ikki, at tú hugsar um tað, sigur hon, tá vit seta henni spurningin. Royndirnar bíða Tað skerst tó ikki burtur, at fleiri av leikarunum kortini hava tikið nøkur tung tøk, nú farast skal avstað. Próv- tøkurnar í skúlunum eru júst um hetta mundið, og tað merkir í nøkrum førum, at leikarar hava valt at fara upp til sjúkraroynd í heyst, soleiðis at til ber at vera við á ferðini hjá hondbólts- landsliðnum. Stórur aldursmunur Um vónirnar til kappingina sigur Rakul, at hon sjálv- andi roknar við harðari mótstøðu, men hon tykist tó á ongan hátt at ræðast hetta. – Tað er sjálvandi tað, at vit eru rættiliga nógv yngri enn hinar. Trý ár eru mill- um elstu og yngstu leikar- arnir hjá okkum, og tað ger sjálvandi, at stórur munur er á, hvussu liðini eru fyri kropsliga. – Hinvegin halda vit sjálvar, at vit hava fleiri góðar hondbóltsleikarar, og so er bara hja okkum at gera okkara besta. So síggja vit, hvussu langt tað røkkur. Og tá vit at enda spyrja liðskiparan, hvørt hon so ætlar sær undir fyrireiking- arnar til komandi kapping- arárið, tá hon kemur aftur av ferðini, sigur hon smíl- andi, nei. – Nú haldi eg fyrst, at eg skal hava nakrar vikur frí, áðrenn hondbólturin aftur stendur á skránni. Føroysku U-20 menn- inir skulu millum annað royna seg móti heimsmeistarunum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var eitt hampuliga skert føroyskt U-20 lands- lið hjá monnum, sum miku- dagin setti kós móti Cypern, har teir komandi dagarnar skulu spæla tríggjar dystir. Vanligi liðskiparin á liðn- um, Regin Petersen úr KÍF, hevur fingið bruna eftir eina skurðviðgerð í munn- inum, og tískil verður hann ikki tøkur, og harafturat tóktist vandi vera fyri, at Sveinur Justinussen úr StÍF ikki fekk verið við, eftir at hann beklaði undir venjing- ini leygardagin. Tíbetur tóktist skaðin hjá strandingunum ikki so álv- arsligur, og um ikki annað, so gav hetta honum stundir at fáa eitt lítið prát við út- senda blaðmannin, meðan liðfelagarnir royndu at fáa seinastu fyrireikingarnar frá hondini. Móti heimsmeistarunum Um komandi kappingina sigur Sveinur, at tað uttan iva verða tríggir sera harðir dystir, sum føroyska liðið skal spæla. – Russiska liðið eru heimsmeistarar í sínum árgangi, so tað sigur seg sjálvt, at tað verður ein meira enn trupul uppgáva, men eisini hinir báðir dyst- irnir verða sera torførir. Jugoslavia hevur vanliga góð lið, og Cypern hevur eisini eitt sterkt lið, sum áður hevur vunið stórt á Føroyum, heldur hann fyri. Men hóast uppgávan á pappírinum kann tykjast heldur møtumikil, so hel- dur hann ikki, at føroysku leikararnir fara at geva skarvin yvir uttan víðari. – Vit fara sjálvandi at spæla fyri okkara møgu- leika, soleiðis at vit vón- andi kunnu fáa nøkur hampuliga góð úrslit. Vit fara í øllum førum at stríð- ast, tað sum vit eru mentir, og so mugu vit vóna, at tað fer at ganga, sigur spakføri stórskjúttin av Strondum at enda. Saknar kapping fyri unglingar Lotte Sørensen heldur, at menningin av ungu leikarunum steðgar, tá tær verða tiknar upp í fyrstu deild Mynd: Álvur Haraldsen Kann verða strævið Gera okkara besta Viðleikararnir fingu ein hvøkk, tá Sveinur Justinussen noyddist at gevast við venjingini leygardagin, men tíbetur tykist talan ikki vera um nakran álvarsligan skaða Mynd: Álvur Haraldsen – Sjálvandi kann tað onkuntíð vera eitt sindur strævið, men tá tú hevur eina slíka avbjóðing, sum vit hava nú, so haldi eg ikki, at tú hugsar um tað, sigur Rakul Augustinussen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24