mikudagur 4. mars 1970síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 17
Eitt megnartiltak
(Framhald frá 1. síðu.)
áhugi verður vístur er vón fyri
at eisini aðrar bøkur skjótt
verða endurprentaðar.
Áhugin fyri hesum nýkomnu
bókum er ikki ógrundaður, tí
hetta eru bøkur og savn av rit-
um ið eru slóðbrótandi, m. a.
fyrsta blað í Føroyum einans
skriva á føroyskum máli, fyrsta
føroyska barna og unglinga-
blað. Hetta eru bøkur ið kunnu
leggja grundarsteinin undir ein
og hvørja bókasamling, tað er
ein tryggur grundarsteinur at
hvíla á.Synd er at ummæla allar
hesar bøkur undir einum, tí um
hvørja kundi verið skrivað
long grein, men kortini skal
verða roynt at nema eitt sindur
við tær allar. Men eisini skal
nevnast at bøkurnar eru sjáld-
sama væl innbundnar og eru so
snøggar á at líta sum tú sjáldan
sært tað í Føroyum.
Feringatíðindi1890-1906
Hugtakandi er at blaða igjøgn-
um Føringatidindi, fyrsta blad
ið bert varð skrivað á føroysk-
um, í huganum ferðast tú aftur
til ta tíð tá ið blaðið kom út,
ein rembingartíð fyri alt land
okkara tjóðskaparliga eins væl
og vinnuliga.
Tað var Føringafelag ibirt
i 1889 id gav Føringatidindi
ut, hetta felag hvors røtur vóru
í felagið av sama navnið,
stovnað av føroyskum student-
um í Keypmannahavn J1881,
hevði sum fremsta endamál at
verja Føroya mål og siðir; hetta
var áðrenn klandur var komið
í um ríkisrættarligu stóðu okk-
ara, og vóru flest allir av mætu
monnum okkara samdir um, at
royna at varðveita og styrkja
alt tað sum føroyskt var.
Blaðið Føringatidindi fyrstu
ferð útkomið 1890, var teimum
ein hollur stuðul í hesum ar-
beidi, tá kom skjótt í lag orða-
skifti um so at síga oll vidur-
skifti okkara, ikki er alt so sak-
ligt ið er framborið, men tað er
liv og stílur yvir teimum grein- |
um sum eru. Sjálvsagt var hetta
nýggja tiltak illa dámt av em-
bætismonnunum og okkara
egnu afturhaldsmonnum, men
hetta heldur styrkti felagið og
blaðið enn skaddi tað.
Áhugavert er at síggja í blað-
num, hvussu mál okkara verð-
ur mýkt og hvussu hesir fyrstu
føroysku bladmenninir royndu
at finna fram til eitt nytiligt og
liduligt mål.
Við ikki minni áhuga lesur
tú tíðindastubbar og lesara-
brøv frá Føroyum, sum geva
tær eina mynd av hvussu før-
oyingurin livdi og hvat hann
hugsaði um aldarskiftið.
Verri enn tann ágangur ið
var felagnum fyri uttanífrá, var
innanhýsis klandrið, tí skjótt
høvdu felagslimirnir býtt seg
sundur í ein afturhaldsbólk og
ein framburdsbolk, og hetta var
eisini orsøkin til at felagið í
1901 saman við blaðnum doyði.
Í 1906 varð enn einaferð roynt
og komu tvey blød, men so var
kvirt.
Ikki er at taka seg aftur í, at
stór ogn er í hesum savni, av
teimum Føringatidindum sum
út komu, ikki minst fyri hann
|sum hevur hug at lata tankar-
nar fara aftur til teirra sum
| undan okkum vóru.
” . .
|Bureisingur 1902
Tú verður skakkur, tå ið tú
rakar við góðskuna í innihald-
linum á hesum føroyska tíðar-
Í riti frá 1902 og samanber tað
|við góðskuna á summum
teimum tidarritum sum koma í
dag; tú varnast at her hevur
verið ein serstaka køn hond
aftanfyri og so var eisini, tað
(var Á. C. Evensen, prestur á
| Sandi. Hesin slóðbrótarin innan
| føroyskt mål og mentan, hevði |
| fyrr gjørt vart við seg, í 1899
| fjórði og fimti árgangur út,
| hevdi hann greitt úr hondum
»Småsangir sålmar« sum
| Foroyingafelagið í Keypmanna-
| havn gav út.
| Onnur bókin var Búreisingur
|
|
og
i 1902; ótrúligt er at hann skul-
di fáa hetta dygdargóða verk
| frá hondum, fyrsta árið hann
| kom heimaftur til Føroyar at
verða og hevði nógv um at vera
|í prestastarvi sínum. Tíðarrit-
linum var ikki langt lív lagað.
| bert 6 nummør komu út, allar-
| helst hevur tíðin íkki verið
aV | við at lesa »Ungu Føroyar«.
SOSIALURIN
búgvin til tílíkt tiltak, men kort-
ini hevur hann vid hesum blød-
um sett sær ein ståsiligan varda.
Ikki minst fyri skulabøkur
sinar er A. C. Evensen kendur,
fyrst i hesi øld vóru ongar før-
oyskar skulabøkur til taks, um-
framt stavingarbókina og bibliu
søguna hjá Jógvan Poulsen á
Strondum, men her gjørdi A.
C. Evensen eitt stórt arbeiði í
1906 og 1907 gav hann sjálvur
út Lesibók fyri eldri børn, Lesi-
bók fyri yngri børn og Staving-
arbók. Í 1911 gevur hann út
rúgvismikla lesibók (fyri lærara-
skúlan) 462 síður til støddar við
fjølbroyttum innihaldi.
Sjáldsama góðan penn hevði
hann, og vælvald vóru orð hans
ara. Alt ov ungur doyði hann í
1917, aftaná at hava gjørt eitt
megnararbeiði fyri føroyskt mål
og mentan.
Ungu Føroyar 1907-10
og 1914-15
Hetta var fyrsta barna- og ung-
lingabladi id kom ut å føroysk-
um máli; tað vóru teir báðir
Símun av Skarði og S.
Konoy sum stóðu fyri blaðnum.
Hesir menn hava sannað tað,
at tað var hjá ungdóminum ið
framtíðin lá, og tí ráddi um, at
fáa hesi á tal og tað kundi ikki
gerast betur enn við einum
blaði, tí ikki slapp føroyskt
inn um gátt í føroyska barna-
skúlanum mangur er tann
og
eldri maður ið sigur seg hava |
lært at lisi og skrivað føroyskt
Mangir vóru trupulleikarnir
at vinna á, fyri at fáa eitt tílíkt
blað út tá á døgum, bæði figgj-
arligir og aðrir. Men kortini
eydnaðist at fáa tríggjar ár-
gangir út. Nú var steðgur í
fýra ár og í 1914 og 1915 koma
so
steðgaði við alla. Sjáldsama van
di er blaðið um målnytsluna,
og hetta barna- og unglingablað
var dygdargott og væl úr
hondum greitt at hetta ber
prógv um at her hava staðið
vandnir og nærlagdir menn aft-
anfyri.
so
Frålika gott er at fåa øll hesi
blød savna og endurprentadi, ti
enn eru
tey eins áhugaverd
bæði fyri gomul og ung, sum
Shell service stoð
Vit sóknast eftir manni ella kvinnu til uppsitara á servicestød, ið er undir
bygging í Tórshavn.
Umsøkjarin skal vera millum 25 og 40 år, skal helst
leika og umsitingarevni, vera virkisfúsur og
hava handilskunn-
hava lætt at tosa við fólk.
Viðmerkjast skal, at neyðugt verður at fara uttanlanda til útbúgving í ein-
ar tveir tríggjar mánaðar.
Áhugaði biðast
venda sær til okkara innan 15. mars.
SHELL
TORSHAVN
P. í|
| mátti
fyri = gott
Småskriftir Vardans
Bind 1 og 2
Felagið »Vardin« sum í 1912
var stovnað sum tjóðskaparligt
felag, broytti í 1919 stavnhald
sitt til at vera bókmentafelag,
og hevur sidani 1921 umframt
Varðan givið út fleiri bøkur.
Smáskriftini = mugu roknast
sum inngangur til hesa ríku
bókaútgávu, sum umframt
mangt annað eisini gav Varðan,
sum nú kemur endurprentaður
í nógv hús i Føroyum, og gevur
mongum ríkar løtur við lesnaði
av hesum dygdargóða og áhuga
verda tíðarriti; men tað ið fest
er á blað í Smáskriftunum, er
ikki minni áhugaverdur lesnað-
ur, tey vóru eisini væl móttikin
tá ið tey komu í 1919, tí her
var bæði skemtuligur, álvarsam
ur og áhugaverdur. Ikki minst
var gleðin stór tá ið framúr-
skarandi barnarímur Hans An-
drias Djuhuusar, her á fyrsta
sinnið komu á prent.
Í fororðinum vónar Rikard
Long at hesar báar bøkurnar
fara at standa sum ein minnis-
varði yvir teir menn sum innan
felagið Varðan skiltu at nú
okkurt gerast føroyskari
bókaútgávu til frama, og ikki
minst ein minnisvarði yvir M.
A. Jacobsen fyrsta landsbóka-
vørdi okkara, sum stóð fyri út-
gávuni og seinni kom at vera
føroyskari bókaútgávu ein dygg
ur stuðul.
V. U. Hammershaimb
Longu í fjør fingu vit Færøsk
Anthologi endurprentada frá
| Emil Thomsen, so ikki må nyt-
ast aftur at fara at triva i hes-
(Framhald frå 2. síðu.)
Tá nýggja skattalógin kom
við teirri broyting at tær størstu
kommunurnar skuldu velja líkn
ingarráð og Tvøroyri er jú
hevur somuleiðis verið formað-
ur í Froðbiar sóknar sjúkra-
kassa hevur líkaleiðis verið
kassameistari sum hann fram-
vegis røkir. Hann hevur onnur
ålitisstørv, sum ikki eru nevnd
her, so ikki kann sigast annað
og
| enn, at álit hevur verið til hans-
ara.
Gunnar Petersen er duguligur
og arbeiðssamur maður og fær
eisini nógv frá hondini. Men
| ta sum hann alla sina tíð hev-
ur verið mest knýttur at og við
ágrýtni stríðst fyri. er arbeiðara
stættin og altíð vakin og
skjótur á ferð, tá tað ræður um
at verja arbeiðarin og vinna
honum frægastu sømdir, sum
uttan iva mangan er ein torfør
uppgåva, so spjaddir og fåment
| ir teir standa. Men styrkin er
hansara gløgskygni og samråd-
ingarevnir.
Sum tann góði fakfelagsleið-
ari hann er, man tað ivaleyst
| harma hann, at arbeidarar so
fáir teir eru, skulu standa so
spjaddir, ístaðin fyri at fylkj-
ast í einum sameindum og
harvið sterkum felagsskapi, ið
betur gjørdi arbeiðarin foran
fyri at vunnið á teirra áhuga-
{ málum.
ein varð hann á fyrsta sinni |
uppstillaður og valdur og hvar
hann enn er ráðslimur. Hann
4. MARS 1970
hálvthundrað åruml!ar bøkur, ikki ti tær eru minni
áhugaverdar enn hinar endur-
prentaðu bekur hansara, men
nógv varð skrivað um tær tá ið
tær komu út í fjór. Men tær
hoyra til hetta savnið av bók-
um sum nú er komið, og er
høvi hjá ti sum ikki longu hev-
ur fingið hana, til at ogna sær
hana nú saman vid øllum hin-
um virðismiklu bókunum.
Men longu áðrenn V.U.
Hammershaimb gav út Færøsk
Anthologi, skrivaði hann fleiri
áhugaverdar greinir í Annaler
for nordisk oldkyndighed og
historie, sum nú eru samlaðar
í savn og prentaðar. Hetta er
tilfar sum yvirhøvur er fólki
ókunnugt, men hetta eru tekst-
ir sum eru meginheimildir um
føroyska mál- og bókmenta-
søgu. Í tekstunum sæst føroy-
ska mål Hammershaimbs so
líðandi búnast til tað finnur
endaliga skap sítt. Í árunum
1847—48 ferðaðist Hammers-
haimb víða um landið og savn-
aði kvæði, sagnir 0. a., og er
tað henda ferð sum hevur lagt
grund undir tað sum hann um
miðjan seinastu øld lat prenta
í tíðarritinum hjá Oldskriftsel-
skabet. Í 1851 gevur hann út
Sjúrðar kvæði, hvors rættskriv-
ing var grundað á tað hann
stovnaði í 1846, og var henda
útgávan tí eisini lýtaleysari enn
útgáva Lyngbyes, og hon er
betur lesandi sama er við
seinna hefti í somu skriftarød
Færóske kvæder. Tað eru hesi
bæði hefti ið nú eru uppaftur-
prentaði í einum.
Her hevur so bert verið triv-
ið í eitt og hvort um hesa
miklu — bokautgåvu, — ivaleyst
hevdi hvør bók uppiborið nógv
meira, men besti háttur at fáa
meir at vita er at ogna sær tær.
r.
Gunnar Petersen 60 ár ...
Nú Gunar fyllir tey seksti
hevur hann samstundis fýrati
ár á baki sum fakfelagsmaður,
sum teimum heilt fáu man
eydnast at náa. Hesi fýrati ár-
ini sum fakfelagsmaður, hevur
hann sjálvandi upplivað nógv
sum man hava fest seg djúpt í
hann. Ti mangan hevur staðið
hart móti hørðum tað er
einki at taka seg aftur í.
Javnaðarmaður hevur Gunn-
ar alt sítt lív verið av av innstu
sál, sjálvt um hann ongantíð
hevur verið aktivur politikkari,
tó hevur hansara partur ongan-
tíð ligið eftir, tá tað hevur snú
seg um at taka eitt tak at lyfta
sosialistisku hugsjónina fram til
sigurs.
Gunnar eigur nógvar vinir
og teir vilja allir minnast hann
á hesum hansara merkisdegi
og bera honum mong góð ynsk-
ir at hann má eiga mong virkis-
fús ár at bera stridsørvin fyri
arbeiðarastættin.
Persónligi kenni eg Gunnar
væl og sum ein av mínum holl-
astu vinum.
Gunnar! Á seksti ára degi
tínum ynski eg tær so hjarta-
liga tillukku og tær enn í mong
ár skal verða lagað at virka
fyri tann stætt, tú so ótroyttu-
ligur hevur sríðst fyri nú í
FYRATI ÁR.
Góður vinur og floksfelagið
einaferð enn: Hjartaliga til-
lukku!
d. j.