fríggjadagur 24. mai 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 96 - 24. mai 2002
Nr. 96 - 24. mai 2002
31
Fyrstafloks
seyðahegn
Einans
kr. 375,-
50m X 90cm
Yvir og undirtráður 3mm
Millumtráður 2,5mm
Meskavídd
B. 15cm H. 14cm til H. 22cm
Galvanisering 240g/m2
Fa. H.J. Michelsen. Handan Á 6
tlf. 314414
Aftaná vanliga arbeiðstíð
263707
Pedagogur/hjálparfólk
Søkt verður eftir einum pedagogi/hjálparfólki til
Barnagarðin við Velbastaðvegin 35 tímar um vikuna,
at byrja 1.juni 2002.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin er sjálvsognar-
stovnur og normeraður til 60 børn í aldrinum 3–7 ár,
býtt sundur í 3 stovur.
Á hvørjari stovu starvast tveir pedagogar og eitt
hjálparfólk.
Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevnir,
vera kreativur, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og
duga at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum. Við-
komandi,ið settur verður,skal duga at síggja møgu-
leikarnar í okkara náttúruumhvørvi saman við børn-
unum.
Løn og setunartreytir eru sambart sáttmála millum
kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya Peda-
gogfelag.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæl-
um, skal vera Barnagarðinum í hendi í seinasta lagi
31.mai 2002 kl.12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til leiðaran á tlf.314373.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 41
FO-100 Tórshavn
Søkt verður eftir fyrstalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyri-
sitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi
skúlans
• skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er kveikjandi í sínum skúlahugsanum
• á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðs-
umstøður og gott samstarv millum næmingar,læra-
rar og onnur samstarvsfólk
• er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum.
Harumframt skal fyrstilærarin
• hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
• leggja dent á at fremja andsfrælsi, tolsemi og gott
samarbeiði millum skúla og heim
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• vera førur fyri at røkja og menna starvsfólkasam-
starvið
• vera førur fyri at útinna starvsfólkaleiðslu
• skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí ein-
staka fyri medávirkan og medábyrgd
• leggja dent á menning av skúlaskapinum í kom-
mununi
• eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at
leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla-
gongdini bæði fakliga og sosialt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálastýrinum í Suðuroyarr
skúladømi II við fyribils tænastu í Sumbiar skúla, og
tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvi-
num viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 27.3,29.1,31.1 og
31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Før-
oya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett
starv, uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá
Mentamálastýrinum, skal vera Mentamálastýrinum í
hendi í seinasta lagi hósdagin 6. juni 2002.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú ringja til Jenny
Lydersen, undirvísingarleiðara.
22. mai 2002
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 – 110 Tórshavn
Telefon 355050 – Fax 355055
e-postur: MMS@MMS.fo
Fyrstilærari í Sumbiar Skúla
Starvið sum fyrstilærari í Sumbiar Skúla verður lýst til setanar frá 1. august 2002.
Skúlaárið 2002/2003 verða 30 næmingar í 7 árgangum í skúlanum.
3 lærarar starvast í skúlanum.
Mentamálastýrið
Fólkaskúladeildin
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru
uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Frá útskiftingarnevndini
fyri Bíggjar bygd
Næsti útskiftingarfundur verður í skúlanum í Bø
týsdagin 4. juni 2002 kl. 10.30.
Metingin av kommunalu ognartøkuni verður á
staðnum kl. 9.15.
Á útskiftingarfundinum verða metingar av kom-
munalu ognartøkuni og endaligur útskiftingar-
planur fyri útskiftingina framløgd.
Útskiftingin verður endað og latin til ákæru.
Allir eigarar verða hervið boðaðir at møta.
MATRIKULSTOVAN
N. v.
Øssur A. Midjord
form.
KUNNGERÐ
Kunngerð
Sølan av trøum og runnum er byrjað á Gróðurstøð-
ini, Hvítanesvegur 3, Hoyvík.
Í mai og juni mánaða verður opið soleiðis:
Mánadag – fríggjadag:
kl. 12 – 17
Leygardag:
kl. 10 – 14
Sunnu- og halgidagar:
Stongt
Skógrøkt landsins
MAN 8.150
Lastvognur v. 3 vegis vippulast og
krana 3,5 tons, árg.‘91
Nýsýnaður til sølu fyri kr. 70.000 + MVG
ella hægsta boð yvir.
Staravegur 5 · Boks 3137 · Tel 31 92 20
Fólk søkist
Vit sóknast eftir fólki til arbeiði
í gólvhandli, at byrja beinan-
vegin.
Royndir innan øki, eru ein fyri-
munur.
Skrivlig umsókn, merkt "Umsókn",
verður at senda til:
team85
es ð
Hervið verður søkt eftir einum fólki m/k til goymslu okkara at byrja skjótast
gjørligt.
Fyrimunur er um umsøkjarin hevur goymslu- ella handilsútbúgving,men hetta
er ikki nakað krav.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Svend
Krosstein ella Jan Danielsen.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn.
Goymslufólk
Pf. Svend Krosstein er einasta VVS-heilsøla í landinum, og hevur eisini størsta VVS-handil í
landinum. Vit selja m.a. alt tilfar til: kloakkleiðingar, vatnleiðingar, hita og sanitet og veiðireiðskap.
Vit eru umleið 20 starvsfólk, sum samstarva væl í einum góðum arbeiðsanda, har trivnaðurin
verður høgt mettur.
Hevur tú hug at útbúgva teg innan sølu av tilfari til hitaverk, sanitet, baðirúms-
útbúnað og líknandi, hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Tú kemur at arbeiða innan øll økir í søluliðnum í fyritøkuni, so sum goymslu-
arbeiði, avgreiðsla og vegleiðing av kundum, útrokning av tilboðum og inn-
keyp við meira. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 – 17.00.
Skúlagongdin fer í løtuni fram í Danmark.
Eftir lokna lærutíð eru góðir møguleikar fyri framhaldandi arbeiði. Eisini gevur
henda útbúgving góðar møguleikar fyri víðari útbúgving á mongum økjum.
Hevur tú HH er lærutíðin uml. 2 ár og hevur tú FHS er lærutíðin uml. 3 ár.
Byrjunarlønin fyri FHS’ara er kr.8.176,90 um mánaðan og fyri HH’ara kr.8.994,59.
Ætlanin er, at tú skalt byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta um-
søkjaranum, so um tú verður liðug/ur við skúlan í summar, ert tú vælkomin at
søkja.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Svend
Krosstein ella Jan Danielsen.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og
viðmælum.
Handilslærlingur
Pf. Svend Krosstein er einasta VVS-heilsøla í landinum, og hevur eisini størsta VVS-handil í
landinum. Vit selja m.a. alt tilfar til: kloakkleiðingar, vatnleiðingar, hita og sanitet og veiðireiðskap.
Vit eru umleið 20 starvsfólk, sum samstarva væl í einum góðum arbeiðsanda, har trivnaðurin
verður høgt mettur.
Bilsmiður søkist
Søkt verður eftir bilsmiði til mekaniska
verkstað okkara skjótast møguligt
·
FØROYA HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77, Postrum 177, 110 Tórshavn, Tel 317177, Fax 313374
Deildarstjóri á nýggjari deild
Handilsskúlin er í støðugari menning. Stórar avbjóðingar eru fyri framman.
Til tess at møta hesum avbjóðingum hevur skúlin avgjørt at stovna eina
menningardeild, sum hevur til endamáls at:
• skunda undir menningina á skúlanum
• samskipa átøk hvørs endamál eru áhaldandi at menna handilsskúlan,
herímillum undirvísing á teimum ymsu stigunum..
• menna undirvísingarførleikan á skúlanum
• vaksa um útbúgvingartilboð fyrst og fremst á hægri stigi
• saman við stjóranum at stýra dygdarmenningini á skúlanum
Vit søkja eftir einum deildarstjóra, sum hevur áhuga í at arbeiða á einum
skúla og hevur hug at arbeiða í leiðslutoymi.
Høvuðsuppgávurnar verða í fyrstu atløgu at:
• gera avtalur við hægri lærustovnar uttanlands og fylgja avtalunum
upp í Føroyum
• samstarva við undirvísingar- og granskingarstovnar
• samstarva við møguligar stuðlar
• arbeiða við dygdarmenningini
• fjøltátta skeiðsvirksemið
Tín persónmenska
Um tú skalt trívast í arbeiðinum er týdningarmikið at vera opin, hava dirvi,
hug at seta teg í nýggj viðurskifti, vera forvitin og broytingarhugað/-ur og
varðveita hóvsemi, um nógv er at gera. Síðst men ikki minst, at tú hevur
natúrligan myndugleika og ert eldhugað/-ur í sinni.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava:
• viðkomandi hægri útbúgving frá lærdum háskúla
• Viðkomandi leiðsluroyndir
• vilja og evni at royna nakað nýtt
• áhuga fyri avbjóðingum
• evni at samstarva við onnur
• málsligan førleika at orða seg á føroyskum, donskum og enskum máli
Umsøkjarar við fyrisitingarligum royndum hava fyrimun.
Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt starv í einum mennandi umhvørvi
• møguleikar fyri eftirútbúgving
• gott umhvørvi
• virknar starvsfelagar
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møguleikarnir fyri bæði
persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Setanartreytirnar verða avtalaðar nærri við tann, sum settur verður. Lønt
verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum skulu sendast til:
Føroya Handilsskúla, stýrið, Marknagilsvegur 77, Postmoga 177
110 Tórshavn
Umsóknin skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2002. Starvið
verður sett frá 1. august 2002 ella eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, vinarliga ring Tel 317177 og tosa við
Ragnar Magnussen stjóra á Føroya Handilsskúla.
team 85 • 35800
C
M
Y
K
31
30