mikudagur 30. august 1972síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 2
SOSIALURIN
Blaðstjórn: Prentstaður:
Vilhelm Johannesen, Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Fyribils åbyrgdarstjøri, tlf. 1 1820
tif. 5 5873. Klaksvík Tórshavn
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og myndir úr SOSIAL-
INUM til nýtslu í gðrum bløðum uttan loyvi frá ábyrgdarblaðstj.
Tervandi upplýsing
VITAN er eitt sterkt amboð, og á øllum økjum ein treyt,
um gott úrslit skal spyrjast burtur úr, og er somuleiðis grund-
arlagið undir ollum framburði bæði á sjógvi og landi. Sum
fiskiveiðutjóð koma vit onga leið, um vit ikki hava eina
neyðturvuliga vitan um havid og alt tað sum livir og rørist í
havinum. Somuleiðis er við viðgerðini av okkara útflutnings-
VØru ein holl vitan um, hvussu hendan viðgerð eigur at
fara fram, er neyðug um væl skal spyrjast burtur úr.
HESA vitan fáa vit fyrst og fremst gjøgnum upplýsing og
síðani verður okkara vitan okt gjøgnum egnar royndir, men
eisini er umráðandi at geva sína vitan og sínar royndir víðari.
fyri at tey sum víðari skulu ganga somu leið, fáa eina enn
stórri vitan um vidurskiftini,
Á MONGUM økjum hevur fólk okkara tað sterka amboðið.
sum eitur vitan, serstakliga tá hugsað verður um fiskiveidu,
framleiðslu og viðgerð av veiðuni. Men á ødrum økjum er
tíverri tørvur á størri vitan oghetta orsakað av tørvandi upp-
lýsing.
EITT nú á sosiala økinum. Á hesum oki eru vit i dag tibet-
ur so væl fyri, at hampulig trygd er, tá elli, sjúka ella van-
lukka berast fyri, men á hesum øki er tíverri stórur tørvur á
upplýsing um hvussu og hvørja hjálp lógin heimilar. Tað eru
Oivad fleiri dømir um, at fólk hava verið heilsubrekað í styttri
ella longri tíð og sum fyribils, meðan tey hava ligið á sjúkra-
húsi ella hava verið uttanlands fyri at vinna heilsubót, hava
brúkt av peningi, sum tey møgulga høvdu sett av til skatt
ella terminsgjøld. Tá tey so seinni, eftir at vunnið er á heilsu-
brekinum, hava sett seg í samband við myndugleikarnar. so
fáa tey at vita, at tey eiga rætt til undirhaldshjálp. men sam-
bært reglurnar kann slík ikki gjaldast við afturvirkandi kraft
TAÐ sama ger seg galdandi, tá talan er um skattaspurning-
ar. Nakað av sømdum hava tey lægst lóntu vunnið. men
hvussu nógv er gjørt fyri at upplýsa um hesar sæmdir. Man
tað ikki henda, at skatturin er stórri enn hann veruliga átti,
vegna tørvandi kunnleika til teir frádráttarmoguleikar, sum
eru
OG tá talan er um trygging, hvussu nógv er so gjørt fyri at
upplýsa um hesi viðurskifti. Hvussu víttfevnandi er ein van-
lukkutrygging, fevnir hon bert arbeðsplássið, eru moguleikir
fyri at tekna aðra trygging, sum tekur við um vanlukka
hendir uttan fyri arbeiðstíðina, kemur hin tryggjaði út fyri
vannlukkutilburdi, hvussu eigur hann so at fyrihalda seg, hvus-
su stórur er dagpeningurn, endurgjaldi fyri niðursett ar-
beidsevni og hvat fær konan og hvat fáa børnini um hin
tryggjaði doyr av vanlukku?
TAD er spell, um so er, at tey, sum eiga hjálp sambært so-
sialu lógirnar lissa hesa hjálp orsakað av ov lítlari upplýsing
um hesi viðurskifti og somuleiðis um skatturin verður órætt-
vísur ella um ein tryggjaður ikki fær endurgjald. ti skadatil-
burðurin hendi uttan fyri arbeiðstíð og pláss og viðkomandi
ikki hevur vitað betur enn tryggingin eisini galt tá
UPPLÝSINGARARBEIÐIÐ skuldi verið ein aðaltáttur í fak-
felagsarbeiðinum og tað í flestu løndum. Okkum kom upp í
hendurnar eitt útlendskt fakfelagsblað. í hesum blaði, sum v
ar útkomið í sama mánaða sum sjálvuppgávan skuldi gerast
og serstakliga var dentur lagdur á teir frådråttarmøguleikar,
sum serskilt vóru galdandi fyri løntakarar
FOROYSKA fakfelagsrørslan stendur tíverri ógvuliga spjødd,
og er ti eisini sera veik á nógvum økjum. Men tað er at
vóna, at feløgini í framtíðini fara at finna saman og taka
risatøk, verkamannafjøldini til frama, m. a. við 'rikiliga at
metta limir sínar við upplýsing um tey viðurskifti, sum vit
her hava nevnt og onnur við
Skeið fyri skiparar
ætlast byrja 3. oktober.
KLAKSVÍKAR SJOMANSSKULI
SOSIALUR:N
| Dagbékin
Tekn. fyrireikingarprógv: Frá
tekniska skúlanum í Havn
hava hesir tíkið tekniskt fyri-
reikingarprógv: Ólavur Arge,
Elías Olsen, Páll Marius Vík,
Sjurdur Sørensen, Arnbjørn
Stephansson, Einar Justinus-
sen, Poli Persson og Jógvan
Waagstein,
| Norðlýsið visti í seinastu viku
lat sga frå, at Rasmus Lassen,
| sum er útlærdur hovmeistari
er farin undir at gera gistingar-
hus å Vidareidi. Grundstykkid
er fingið til vega og arbeiðið
byrjað.
Umframt stóra matarhøll er
| ætlanin at húsið skal hava 10
kømur í fyrsta umfari.
Adressan hjá »Nesbiugvanum«
jer Harbour Grace. Postbox
| 209, New Foundland
| Sjónvarpssendingarnar í Ítrótt-
arhøllini frá olympiaduni í
Minchen eru byrjaðar. Fyrsta
sýningin var mánadagin.
Happadráttarlisti
44. FØROYSKI HAPPA-
| DRÁTTUR
| fyri 1. drátt 28.8. 1972
| Hesi nummur hava vunnið:
| 10:000.- kr. nr. 746
| 2.000-- kr. nr. 624
| 1.000.- kr. nr. 877
| 500.- kr. nr. 867
|
I
|
i
Í
200.- kr. nr. 652 - 1052 -|
2819 |
(00 kr. nr. 42 - 52 - 117 -
125 - 133 - 135 - já? - 210
| 223 - 239 - 245 - 270 - 33
| 347 - 407 - 485 - 497 - SIG
576 - 603 - 605 - 620 - 844 |
| 850 - 965 - 968 - 1044 - 1073|
1145 - 1158 - 1215 - 1230
1285 - 1288 - 1358 . 1360
1390 - 1407 - 1409 - 1445
(1477 - 1586 - 1588 - 1649
| 1682 - 1697 - 1724 . 1825|
1939 - 1962 - 1973 . 2076
| 2107 - 2204 - 2300 - 2325
2335 - 2364 - 2447 . 247
(2526 - 2531 . 2542 . 2545|
|2578 - 2622 - 2624 - 263
12670 - 2688 - 2723 ; 2777
2783 - 2792 - 2796 - 2832|
| 2848 - 2861 - 2862 - 2964 |
| 2985.
Vinningarnir verða utgoldnir |
| beinanvegin við frádrátti av.
| 10 pst.
Vinnararnir verða bidnir um |
þat venda sær til happadråttar-
| seljarar = sínar.
Tórshavn, 28. august 1972.
FØROYA LANDSSTÝRI
(Happadrátturin)
UU.
Framhald frá 1. síðu (1)
| nidur, kom »Pride« bakkandi
frå bryggjuni á Stongunum.
Tá tað brast hugsaði eg. at
maskinan á »Pride« var stedg-
að, og at »Pride« við fullari
ferð bakk kom inn á síðuna á
»Svabo«, men eg fór so upp.
og tað fyrsta eg sá var ymist
frá skipinum koma niður úr
luftini, og gjørdist eg tá greið-
ur yvir hvat hent var.
| Orsøkin til spreingingina
| var ein gassfløska, sum hevði
| líkið um nåttina,
Almenn kvoldskeið
Fróðskaparsetur Føroya skipar í undirvísingarárinum
1972/73 fyri hesum kvøldskeidum fyri almenning:
Á FRÓÐSKAPARSETRINUM:
1. Undirvising í føroyskum á byrjanarstigi: Jeffrei
Henriksen, lærari.
Hvort månakvøld, okt.-mars, í tveimum flokkum:
a) tey, ið hava føroyskt sum móðurmál kl. 20,
b) tey, ið hava føroyskt sum fremmant mál kl. 21.
Byrjað verður månakvøldid 2. oktober.
Nn
Undirvising í islendskum: Jóhan Hendrik W.
Poulsen, mag. art.
Hvørt mikukvøld, okt.-mars, í tveimum flokkum:
a) byrjanarskeið kl. 19.30,
b) framhaldsskeið kl. 20.30.
Byrjað verður mikukvøldid 4. oktober.
3. Felagsmarknaðurin: Jógvan Sundstein, statsaut.
grannskodari,
20 tíma skeið hvørt hoskvøld kl. 20—22, fyrstu
ferð 5. oktober.
4. Sosiallóggávan: Klaus Hermann, cand. jur.
Skeiðið verður í jan.—mars. Nærri lýsing seinni.
Á BYARBOKASAVNINUM:
5. Gomul skrift og leiðbeining í ættargransking: John
Davidsen, lærari.
Skeið okt.-mars í tveimum flokkum:
a) hvort tyskvøld kl. 20-22, fyrstu ferð 3. oktober,
b) hvort friggjakvøld kl. 20-22, fyrstu ferð 6. okt.
Á LANDSBOKASAVNINUM:
6. Fremmand mál
a) Franskt (skeið í talumáli): Louise Bernard,
Franciskanarsystir.
b) Enskt (skeið í talumáli): Sheila Arnskov, lærar-
inna
Hvort mikukvøld, okt.-mars, fyrstu ferð 4. okto-
ber, a) kl. 20. b) kl. 21.00.
Skeidini krevja nakað av forkunnleika: við inn-
tekning eigur at verða tilskilað = toliliga gjólla,
hvussu mikið hvor einstakur hevur lært framman-
undan. Avmarkad næmiagatal.
Á FØROYA SJOMANSSKULA:
7. Um streym og annað fyri mann á báti: Poul Jo-
hannes Johansen, sjómansskúlastjóri.
48 tíma skeið hvort månakvøld kl. 19.30—21.30.
fyrstu ferð 2. oktober.
Gjógnumgingin verður setningurin, ið krevst til
dugnaskapsprogv í sigling, og stendur øllum næm-
ingunum í boði at taka hetta prógv eftir lokið
skeið.
Tey. ið ætla sær at taka lut i kvøldskeidunum,
mugu boda frå skrivliga, i seinasta lagt 15. septem-
ber 1972 (skeið 4 tó seinni), annaðhvort við brævi
ella á niðanfyri standandi lepa. Í teimum fórum,
har skeiðini eru býtt sundur í a) og b), skal flokk-
urin verða tilskilaður við inntekningina.
FRODSKAPARSETUR FØROYA
Til Fróðskaparsetur Føroya
3800 Tórshavn
Undirritaði/a teknar seg hervid til luttøku í skeiði
nr. .....…
Navn: eee renerne (skrivið skilliga)
Yrki: ..........6002000nn0nne
fire
(stadur) dagur
UNNIN Ti. ......
— (undirskrift)
Møguligir viðmerkingar: