leygardagur 21. oktober 1972síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 2
SOSIALURIN
Prentstadur:
Prentsmidjan å Heygsbreyt
tif. 1 1820
Torshavn
Blaðstjórn:
Vilhelm Johannesen,
Fyribils åbyrgdarstjøri,
tif. 5 5873 Klaksvík
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og myndir úr SOSIAL-
INUM til nýtslu í ðrum bløðum uttan loyvi frá ábyrgdarblaðstj.
Foroysk áhugamál
TAÐ TYKIST sum at 14. september og nøkur landastrok ur
tjóðveldisflokkinum hava úr at at gera, við at venda sann-
leikanum so á høvdid, at sjálvt hin ramasta deyðsfellan verð-
ur gjørd til okkara fremsta áhugamál. Hesir menn reika nú
landið runt og greiða fólki frá, hvussu umráðandi tað er hjá
okkum, at flyta fiskimarkid út á 70 fjórðingar og harvið við-
kenna øðrum tjóðum rættin til at gera tað sama. Foroyski
landgrunnurin er lívsgrundarlagið undir tilveru okkara siga
hesir menn. Fáa vit 70 fjórðinga fiskimark, so hava vit als ikki
fjarleiðirnar fyri neyðini, verður sagt.
JA, HESI talu varta teir upp við, hóast alilr føroyingar vita,
at tað ikki júst er so, men at tað heldur, tvørtur ímóti eru
fjarleiðirnar, haðani stív 83 pst. av samlaðu veiðu okkara í
1970 kom, ið eru avgerðandi fyri tilverumøguleika okkara her
á landi.
VIT HAVA fyrr víst á, at við at flyta fiskimarkid út á 70
fjórðingar hvat vit halda vera óneyðugt og ógrundað
viðurkenna vit øðrum londum rættin til at gera tað sama. He-
sa talu okkara hava tjóðveldismenn kveistrað til viks við
teimum orðum, at aðrir fara ikki at spyrja okkum eftir hvat
teir fara at gera í fiskimarksmálinum. Vert er her at minna á,
at sjálvt eitt av valevnum tjóðveldisflokksins í Eysturoynni
ein maður sum okkum kunnugt hevur gott skil á hesum viður-
skiftum og í øllum fórum betur skil enn teir sum ferðast kring
landi í hesum døgum í 14. september fyri stuttum hevði
somu åskodan sum vit, nevniliga hana, at tað als ikki kann
verða talan um meira enn 24 fjórðinga fiskimark við Føroy-
ar, tá eingin áhugi er fyri økinum uttan fyri 24. UM hetta
eru eisini flestu útróðramenn samdir, tó teir undantiknir, sum
leggja navn til brøv, sum aðrir hava skrivað.
MEN TÁ talan er um hvat aðrar tjóðir fara at gera, so kundi
verið vert at kaga aftur um bak. Taka vit gongdina í seinastu
fiskimarksutflytingini, so var hon tann, at fyrst flutti Ísland út
á 12 fjørdingar, síðani komu vit og so fór kavabólturin á rull.
aftaná okkum komu Noreg, Grønland, Danmark og til sein-
ast eisini Bretland sum av fyrstu tíð var hart ímóti.
OG MEÐAN vit kaga aftur um bak, kundi verið vert at giv-
ð gætur, hvat foroyingar fingu burtur úr hesi útflyting. Í
1957, tað vil siga árið fyri sum íslendingar fluttu út. veiddu
vit 25.000 tons undir Íslandi og í 1959. tað er árið eftir ís-
lendsku útflytingina, veiddu vit bert 10.000 tons undir Íslandi.
Taka vit so okkara egnu uiflyting, so veiddu vit í 1961. tað
vil siga tvey ár áðrenn vit fluttu ut, 21.000 tons undir Føroy-
um og 1965, tvey ár aftaná at vit høvdu flutt út. veiddu
vit bert 20.200 tons undir Førovum
UNDIR HEITINUM: »Fylkingarmål tjodarinnar« skrivar 14.
septembe oddagreinini seinasta tysdag, at Danmark á eini
møguligari altjóða ráðstevnu um fiskimørk fer at atkvoða
ímóti fiskimarksutflyting og áhugamálum føroyinga.
=
TAÐ ER ilt at skilja. hvussu tað kann verða i stríð við før-
oysk áhugamál, at danir atkvøda ímóti, at føroyingar verða
riknir burtur av fiskileiðunum við New Foundland. Grønland.
Ísland. eystan fyri, í Norðsjónum og á Hetlandsleidini, ella við
ødrum orðum burtur av teimum leiðum, har føroyingar i
1970 veiddu 174.200 tons av síni samlaðu fiskiveidu, ið var
uppá 207.800 tons, og burtur av teimum leiðum hr føroyskir
fiskimenn í fjør vunnu uppí 62.700 kr. i part við línuskip-
um, uppí 90.400 kr. í part við nótaskipum, uppí 55.700 kr. i
part við frystiskipum. uppí 47.700 kr. í part við saltfiskatrol-
arum, uppí 54.800 kr. í part við flakatrolarum og uppí 52.900
kr. í part við ídnaðarskipum
MEN HÓAST oll hesi argumentir halda teir fram. og sum de-
magogar tykjast teir hava eins góð evnir, til uppí saman at
júka sínar høpisleysu og villleiðandi pástandir niður i fólk. sum
sjálvur Adolf Hitler og harkalið hansara. Men teir tosa ímóti
føroyskum áhugamálum.
Í TEIMUM komandi bløðunum fara vit at viðgera fiski-
marksspurningin nærri, í samband við fiskivinnupolitikkin sum
heild, og í samband við umsiødurnar hjá heimaútróðrinum.
SOSIALURIN
A
kr.
Vit
við
| Tá tað nú fyri stuttum frættist, |
lat læknin Petur Reinert, sam- |
lan við Erlendi Paturssyni ferð-
last kring landið og heldur so-
(kallaðar fiskimarksfundir, rann
okkum í huga ein fund, sum
(varð hildin í Klaksvík í vár.
| Hesin fundur var almennur
| útifundur, ið varð hildin i sam-
| band við tjodveldistingid, sum
|i år var í Klaksvík. Á nevnda
| fundi varð sami Petur Reinert
|ein av rødarunum. Í hesi rødu
| síni roknaði hann við ógvuliga
| stórum tølum, hann roknaði út
hvussu mong tons kundu veið-
ast á landgrunninum, og kom |
|hann til eitt so stórt tal sum
|150.000 tons. Hann roknaði |
|eisini út hvat hvort tonsið kom
jat geva í arbeiðsløn til heima-
| fólkið og hvussu nógv hesi
| tonsini samanlagt komu at geva |
|í arbeidsløn hvussu mong
| folk kundu liva av hesum. Víð- |
Jari segði hann, at allir føroy- |
ingar heldur vildu verða út-
| róðramenn enn langfarafiski- |
menn, og kom hann til ta niður- |
og
stóðu, at vit í framtíðini eiga at |
satsa heimaútróður og
ikki langfarafiskiskap.
Her í blaðnum skrivaðu vit tá,
uppá
uppá
okkurt um eina læknaresept, í
samband við rødu lækn- |
ans. |
hesa
partaeigarunum,
bankan, men tá nógv partabrøv
hava skift eigara, og ikki eru
bókaði í bankanum. biðja vit
á henda hátt vinarliga hvønn
einstakan
partabrøvini inn til átekningar.
Nærri
telefon 11150
Sjálvur ger hann ikki eftir
| sjukur, svaradi hann
Ja, men hvat gera tygum so vid
|apotekið við teimum? Jú, tí tey |
Áheitan til teir partaeigarar
sum í 1932 settu
Sjóvinnubankan
á stovn
eykaaðalfundi tann 6. oktober
1972 er partapeningurin
300.000,—
| sum teknaður varð í 1932,
uppskrivaður til fult virði.
vildu fegin komið í samband
hvønn einstakanav teim 6—700
sum stovnaðu
partaeigara um at senda
kunnu fáast á
lokal 99.
upplýsingar
Vinarlig heilsan
Sjóvinnubankin
Nú rann okkum í huga eina |
søgu um ein mann, sum gekk |
til læknan, (tó ikki til Petur |
Reinert), tå hesin madur varið |
spurdur um hann veruliga var
nei, men |
uppá spurningin hví hann sol
gekk til læknan svaraði hann: |
at læknin skal jú eisini liva! |
reseptirnar sum tygum fáa frá
læknanum? Eg fari á apotekið
við teimum! Hví fara tygum á
lat
21. OKTOBER 1972
NR. 78.
á apotekinum skulu jú eisini
liva! Ja, men hvat gera tygum
so við medisinið, sum tygum
fáa uppá reseptirnar? Sjálvsagt
kasti eg tað burtur! Hví kasta
tygum medisinið burtur? Tí eg
vil sjálvsagt eisini liva!
Áður nevndi Petur Reinert
er sum kunnugt stórur parta-
eigari í nýggja og stásiliga far-
inum >Thomas Nygaard«, sum
skl fáa øll góð ynskir frá blað-
num her, men tað vit hava
hoyrt í útvarpinum og lisið í
bløðunum, so hevur hetta far
bert avreitt undan Íslandi og
Eystur-Grønlandi í alt summ-
ar. Hetta hevur fingið okkum
undrast á, hví ikki verður
| gjørt eftir reseptini hjá Petur
Reinert, og roynt undir Føroy-
jum. Man svarið vera tað sama,
'sum hjá manninum i
søguni
framman fyri: »Ti eg vil sjálv-
sagt eisini liva?«
EEG
Lysing
Úr fínum tógvi, ekta seydalittum, keypa vit:
Opnar barnatroyggjur allar støddir.
Opnar og heilar troyggjur st. 38 — 52.
Bundnaturriklædir.
Vøitir, mynstrutar.
Fingravottir.
Skóleistar, mynstrutar.
Eisini keypa vit vovnar lutir,
stímatroyggjur,
fyrriklæðir,
turrklæðir,
teinaskjúrt
hosubond,
stykkir til
garvaði skinn, smálutir úr træ o. a.
Vegleiðing fæst við at venda sær til Heimavirkið.
Føroyskt Heimavirki
Af, [|