mikudagur 20. desember 1972síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 2 SOSIALURIN NR. % — 20. DESEMBER 1972
A
Blaðstjórn: Prentstaður: U NI N U 4
Vilhelm Johannesen, Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Fyribils åbyrgdarstjøri, tif. 1 1820
tif. 5 5873, Klaksvík Tórshavn
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og myndir úr SOSIAL-
INUM til nýtslu í øSrum blødum uttan loyvi frá ábyrgdarblaðstj.
Foroyar og EFTA
UPPSKOT frá landsstýrinum um at Føroyar fara burtur úr
frihandilssamtakinum EFTA hevur verið til viðgerðar á tingi.
ORSØKIN til at vit í síni tíð leitaðu uppí hesi handilssam-
gongu, varð fyrst av ollum okkkari stóri samhandil við Dan-
marks og okkara stóri útflutningur av frystum fiskafløkum til
Bretlands. Frá 1 januar 1973 eru hesi bæði lond, sum tá ger-
ast limir í felagsmarknadinum,ikki longur uppi i EFTA-samg
onguni. Sostatt er einki grund-arlag undir framhaldandi før-
oyskum limaskapi í EFTA.
HÓAST javnaðarflokkurin longu í 1965 setti fram uppskot
um, at Føroyar skuldi fara uppí fríhandilssamtakið EFTA, so
gjørdust vit ikki partur av hesi handilssamgongu fyrr enn
fimm ár seinni, nevnliga 1. januar 1968, ella eitt ár eftir at
sitnandi landsstýrissamgongu tók við í 1967. Hetta varð tå
samtykt við 15—0 atkvødum.
TÁ metast skal um, hvørjar fyrimunir vit hava havt av lut-
tóku okkra í hesi samgongu, so má sjálvsagt ásannast, at
fyrimunurin av limaskapi okkara í EFTA ikki hevur verið
tann, at sum menn høvdu væntað, men hin vegin eigur tað at
standa ollum greitt, at um vit leitaðu uppí hesa handilssam-
gongu longu í 1964, so hevdi talan verið um munandi stórri
fyrimunir, enn vit veruliga fingu burtur úr luttøku okkara i
fríhandilssamtakinum EFTA
MEN tað, at vit ikki komu uppi fríhandilssamtakið fyrr enn
1. januar 1968, er fyrst og fremst tjóðveldisflokkinum og ti
sokalladu »sjålvstyrislandsstyrinum« fyri at takka. Uppskotið
frá javnaðarflokkinum í 1963 varð beint í nevnd og tá tað
kom aftur fyri tingið, so varð tað av nýggjum beint í nevnd
til nærri og víðari kanningar og soleiðis ferð eftir ferð sent
til kanningar sum at enda gjørdust so drúgvar, at tær kost-
aðu samfelagnum fleiri milliónir krónur árliga, tí fyri hvort
ár sum gekk, vórðu vit noyddir at gjalda stóran toll av út-
flutningi okkara til Bretlands, sum vit høvdu verið fritiknir
fyri, um vit vóru partur at EFTA.
SJÁLVSTÝRISLANDSSTÝRIÐ serstakliga = tjóðveldis-
flokkurin hevði onga stóðu í hesum máli. Teir høvdu ikki dir-
vi til eina stødutakan í málinum.
og
TÁ vit so umsíður fingu stjórnarskifti i 1967 og samtykt varð.
at Føroyar skuldi gerast partur av EFTA, fekk luttøkan i
hesi handilssamgongu ikki tann tydning, sum hon vildi havt
árini framman undan, hetta orsakað av, at vit tá í stórri mun
enn áður fóru at selja okkara lakaframleiðslu aðrar vegir,
eitt nú til USA.
EFTIR at hava seinkað málinum í fleiri ár, varð tjóðveldis-
flokkurin millum teirra, sum í 1967 ikki vildu samtykkja
uppskotið um luttóku i EFTA. Tá so flokkurin nú er ímóti
at fara burtur úr aftur EFTA, so er tað væl eingin sum undr
ast á hesa margháttligu stødutakan, tí haðani hevur eingin
væntað annað.
Framhald frá 1. síðu (1)
flytir landsstýrið fram, at sølan
bert kann selja rusdrekka til
persónar yvir 20 ár, sum íkki
skylda gjaldkomnan skatt.
Ongin skal hava rætt til af
keypa meiri enn 9 lítrar av
sterkum drykkjuvørum um árs-
ag og limirnir, sum taka lut í
Ólógliga virkseminum, skulu
verða revsaðir.
stuttur samandráttur av upp-
skoti landsstýrisins, sum varð
lagt fram í gjár, og er tí ym-
fjórðinein. Í Ísstýrið skal I ist ikki tíkið við, men verður
g andss í ) ; ål |
Joromen. andssíyrið Skal | skrivaB meiri um uppskotið
kunna gera undantøk frá nóg-| „inni
dini, men bert í serligum før-
um.
Persónar skulu hava sonevnt | viðmerkingar, sum gjølla lýsa
keypikort við, tá teir skulu|rúsdrekkaviðurskiftini í Føroy-
keypa, og skal verða skrivað á | um seinastu árini.
kortið = søludagur og nøgd.
Keypikortini verða útflýggjað| Í viðmerkingunum verður eis
av avvarðandi kommunu mOti|ini nevnt. at einkarsølan. so
30 kr. í gjaldi, harav helvtin fer
í kommunukassan og helvtin í
landskassan.
Um felagsvirksemi, har roynt
verður at lætta um møguleikan
sum landsstýrið hevur skotið
upp at seta á stovn, skal hava
heimstað í Tórshavn, og at søl-
an skal kunna seta á stovn út-
hjá limunum at fáa fatur då |flyggingarstød, eitt í hvørjari
rúsdrekka, sigur landsstýrið, | sýslu.
at slík skulu verða bannað, og
at formaðurin í avvarðandi fel
john.-
Frammanfyri er bert gjørdur |
Saman við uppskotinum eru |
Vit
Framhald frá 1. síðu (2)
málið til 2. viðgerðar, og gjørd
ist heldur enn ikki hvassligt
orðaskifti.
Finnbogi Isaksen úr tjóðveld-
tingið als ongan avgerðarætt
hevði í hesum máli, tí lands-
stýrið hevði longu frammanund
an løgtingsvidgerdini bíðið rik-
isstýrið tikið við í lógina at
hon skuldi eisini galda fyri
Føroyar.
Finnbogi helt tað verða løg-
ið av fólkafloksumboðnum í
fiskivinnunevndini, at tað styð-
jaði meirilutiuppskotð, tí um-
boðið hevði. eftir hvat tíðinda-
tænastan hevði greitt frá, sagt
tydiliga og greitt á fólkatingi,
hvør stóða tess var í hesum
máli, og stødan var tann, at
forboð skuldi ikki verða sett.
Finnbogi Isaksen legði aftrat,
at hevði fólkafloksumboðið ver
ið á danatingi, tá hetta mál var
| til viðgerðar og atkvøtt út frå
| sjónarmiði = sínum, hevði
danska lógaruppskotið fallið, ti
| talan var um, at ein sosialde-
| mokratur fór ikki at atkvøda
| fyri uppskotinum heldur.
so
Håkun Djurhuus úr fålka,
flokkinum vildi vísa aftur tað,
| ið Finnbogi Isaksen flutti fram.
| Hann segði, at tíðindatænastan
| sum mangan, als ikki var
|eftirfarandi, og soleiðis var
eisini í hesum føri.
so
Sigfried Skaale úr folkaflokk
|inum segdi seg ikki fara at at-
|kvøda fyri uppskotinum, ti
hann kendi tað sum eina hótt-
an ur Amerika.
— Høvdu tað av illum verið
grønlendingar, sum høvdu reist
spurningin, var stødan ein heilt
onnur, segði Sgfried Skaale,
og legði af:rat, at talan var um
eitt óhugnaligt mál.
isflokkinum flutti fram, at løg- | 801 Hr ;
| Ungid åtalar og mótmælir harð
og GÆS
hava nógvar
Biðið um í góðari tíð
DUNNUR, KALKUNIR og
GÆS til jóla
PF. SMÆRAN
Erlendur Patursson úr tjóð-
veldisflokkinum vildi taka und
ir við tí, ið partamaður hans-
ara hevdi flutt fram undir orða-
skiftinum, og boðaði frá, at
hann, saman við Finnboga
Isaksen og Jógvan Durhuus
legði fram uppskot um, at løg-
liga, at Fólkatingið hevur sam-
tykt lógina, sum er galdandi
fyri Føroyar, og løgtingid ikki
hevur sloppið at tíkið stóðu.
Hann ynskti, at kvøtt varð við
navnakalli.
Eli Nolsøe, landsstyrismadur,
vildi visa aftur tað, ið menn
høvdu flutt fram, at lógin varð
galdandi fyri Føroyar, og end-
urgav orð danska fiskimálaráð-
harrans, Chr. Thomsen, um
hetta: Uppskotið skal, fyri at
galda fyri Føroyar samtykkjast
av Føroya løgtingi.
Knút Wang úr fólkaflokki-
num flutti fram, at eftir ting-
skipanini = skuldu oll uppskot,
sum vórðu løgd fram, verða
býtt út millum tingmenn, men
hetta hevði Erl. Patursson.
saman við tveimum gðrum
partamonnum sínum, ikki gjørt
við uppskot sítt. Hann helt tað
tí ikki fara at bera til at við-
gera uppskotið frá tjóðveldis-
monnunum.
Víðari undir ordaskiftinum,
varð sagt, at fiskivinnunevndin
hevði onga rættiliga viðgerð
givið uppskoti landsstýrisins,
men at tað bert var givið
neyndini eitt diktat at ganga
eftir, og hevði ávísur nevndar-
limur gjørt onkrar smårætting-
ar í hesum diktati.
Eisini varð flutt fram, at
málið, um tað ikki varð sam-
tykt, kundi elva til marknaðar-
stríð við Amerika.
Løgtingsformdurin — avgjørdi
at bida vid atkvødugreidsluni
av uppskoti landsstýrisins og
uppskotið tjóðveldismanna til
seinni, og fór atkvødugreidslan
fram mánadagin seinnapartin.
Áðrenn atkvødugreidsluna
var utbytt millum tingmenn-
inar uppskotið frá tjóðveldis-
monnum og eitt annað uppskot,
ið viðvíkti sama máli; tað var
frá Jógvan Sundstein úr fólka-
flokkinum, og flutti hann fram
at í einum punkti í meiriluta-
tilmælinum frá fiskivinnuneynd
ini um at ålagt verður landsstyr
inum at krevja forbodssamtykt-
ina vidgjørda av nyggjum, um
tær kanningar, sum fara fram,
ikki rættvisgera tørvin á slík-
um forboði, »at henda viðgerð
fer fram í seinasta lagi á IC-
NAF-fundi í 1975«.
Atkvøtt varð fyrst um upp-
skot tjóðveldismanna, og varð
hetta gjørt við navnakalli.
Uppskotið fekk bert 5 ja-at-
kvødur, meðan 20 ikki greiddu
akvødu, og varð sostatt butur-
dottið.
Síðan var atkvøtt um upp-
skotið frá Jógvan Sumndstein.
Uppskotið fekk 6 atkvødur og
var sostatt eisini burturdottið.
Atkvøda varð síðan um mei-
rilutatilmælini i fiskivinnu-
nevndni, sum vóru tvey í tali,
og vórðu tey bæði samtykt við
18 atkvødum.
Minnilutauppskotið frá Ova
Mikkelsen fekk bert 6 atkvød-
ur, og datt tí burtur.
Síðan varð atkvøtt um lands-
stýrisuppskotið, og varð hetta
eisini gjørt við navnakalli. Upp
skotið fekk 17 atkvødur, 5
vóru ímóti og 3 atkvøddu ikki.
Undir — atkvødugreidsluni av
hesum máli hendi tað, at Er-
lendur Patursson atkvøddi ja,
men hann var tó skjótur at
broyta stóðu sína.
Uppskotið um at lata laksa-
lógina galda fyri Føroyar varð
soleiðis samtykt.
Atkvøtt varð um laksalógfina
í fólkatinginum seinasta fríggja
dag, og varð hon samtykt við
89 atkvóðum,