Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 65 – 1. apríl 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Rigmor Dam, lærari Tann lítli munurin Elin Heinesen stendur fyri eini nýggjari heimasíðu á internetinum, sum serliga leggur seg eftir kvinnum sum málbólki. Mynd: Jens Kristian Vang INTERNET. Kvinnur samskifta á annan hátt enn menn, og tað er grundar- lagið undir nýggjari heimasíðu fyri kvinnur, sum Elin Heinesen hevur gjørt fyri internetútbjóðaran World Online Eyðun Klakstein Elin Heinesen hevur í nýggja starvi sínum hjá fyritøkuni World Online fingið ábyrgdina av at gera eina heimsíðu, sum serliga er ætlað kvinnum. 8. mars lat nýggja heimasíðan upp, og hon verður javnan dagførd við tilfari, sum serliga vendir sær til kvinnur. – Kvinnur samskifta á annan hátt enn menn, og tað er grundarlagið undir nýggju heimasíðuni, sigur Elin Heinesen. – Flestu miðlar verða stýrdir av monnum, og tað merkja kvinnurnar. Evni, sum kvinnur halda hava týdning, meta menn verða týdningarleys, og tí er langt ímillum miðl- arnar, sum kvinnur kenna seg aftur í. Valdi kvinnurnar World Online er ein holl- endsk fyritøka, sum hevur deildir í 14 europeiskum londum. World Online er inter- netútbjóðari, og í løtuni starvast um 140 fólk í donsku deildini. Hetta er ein deild, sum er í støðug- um vøkstri, og bara sein- asta árið eru 100 starvsfólk komin afturat. Á heimasíðuni hjá fyri- tøkuni finnast tíðindi og upplýsingar um felagið og tað, sum felagið kann bjóð- a viðskiftafólki. Harafturat eru ymiskar heimasíður, sum eru ætlaðar serligum bólkum ella evnum. Og ein tann nýggjasta er tann, sum Elin Heinesen hevur lagt til rættis. – Tá tey spurdu meg, hvørja heimasíðu eg vildi taka mær av, var eg skjót at velja kvinnurnar burtur úr, sigur Elin Heinesen. Síðani 1. februar hevur Elin arbeitt við heima- síðuni, og nú hevur hon ábyrgdina av, at síðan verður dagførd við áhuga- verdum tilfari. Komu seint í gongd Elin Heinesen heldur, at hóast kvinnurnar hava vunnið sær nógv rættindi seinastu 30 árini, er fram- vegis ikki talan um veru- liga javnstøðu. – Royndirnar siga, at brúk er fyri síðum á inter- netinum, sum venda sær til kvinnur. Og kvinnur eru serliga glaðar fyri heimasíður, sum venda sær til tær á ein óhátíð- arligan hátt og sum við- gera persónlig viðurskifti, sigur Elin Heinesen. – Uppløgdu møguleik- ararnir fyri at samskifta á internetinum áttu at tiltala kvinnur, men hóast hetta komu tær rættiliga seint í gongd á internetinum. Tað kann skyldast, at tað í byrjanini vóru fáar heima- síður, sum kvinnur høvdu áhugað fyri, men hetta vil okkara heimasíða gjarna verða viðvirkandi til at broyta. Elin Heinesen sigur, at kvinnusíðan hjá World Online staðfestir, at munur er millum, hvussu menn og kvinnur samskifta og leita eftir upplýsingum. – Vit ætla at taka evni upp, sum tann modernaða Sagt verður, at internetið er eitt hent amboð í demo- kratiskum tilgongdum. Her verður fyrst og fremst hugsað um møguleikan fyri beinleiðis orðaskifti um eitthvørt, umframt møguleikan fyri interaktivum at- kvøðugreiðslum ella veljarakanningum. Ein retorikari stendur á einum ølkassa og sigur hugsan sína um eitthvørt, meðan stór mannfjøld tyrpist um hann. Vit kenna tað frá teknirøðunum. Men nú hevur ølkassin tænt fyri seg og internetið er komið í staðin. Framyvir verða ongar ‚live‘ framførðslur á vaglinum, nei, orginalarnir fara heldur inn á telducaféirnar at brúka seg á onkrari kjaksíðu. Livandi orðaskiftið hevur enn einaferð førka seg, ikki til amfipallin, tingstaðin ella bygdahúsið, men inn í digitaliseraða gerandisdagin hjá borgaranum. Alt er loyvt og eingin veit hvør vinnur orrustuna, tí hon steðgar ongantíð. Polemikkurin, sum onkur kanska trúði var deyður, hevur fingið ein nýggj- an miðil. Hetta má sigast at vera ein positiv gongd, at fólk taka orðið (hóast tað er skrivaða orðið), siga sína hugsan, spyrja, svara, reagera, avbróta ella bara lurta. Í vikuni hevði onkur løgtingsmaður hug at illskast inn á kjaksíðuna um fullveldi hjá Landsstýrinum. Hann meinti, at kjaksíðan átti at verið bannað og stongd, tí hon hevur bara ósemju og tvídrátt í fólkinum við sær, og so er heldur eingin kontrol (!). Eg kann als ikki taka undir við, at ósemja er negativ og eigur at bannast, tí hvussu skulu vit nærkast, um vit ikki sleppa at siga okkara hugsan? Fría orðið er og verður hornasteinurin undir demokratinum. Øðrvísið er við interaktivu atkvøðugreiðslunum, sum eisini sigast verða ein trumfur hjá fólkaræðinum. Einki er meira misvísandi og kanska eisini vandamikið, tí fólk taka tær fyri fult. Feskasta dømið var herfyri, tá Olivant gjørdi meining- arkanning, har spurt varð til støðu ‚fólksins‘ til ríkis- felagsskapin. Í eini slíkari kanning kann sami veljari atkvøða umaftur og umaftur, uttan at identiteturin verður avdúkaður. Tað var ikki gamalt. Harafturat umboðar hon bert ein evarska lítlan part av veljarunum, tí einans 3000 húski í Føroyum hava internet-samband, og tað eru ikki kvinnur og gomul fólk ella onnur perifér subjekt, sum nýta hesi fáu sambond, tíansheldur kanningar. Nei, allarhelst er veljarin í slíkari kanning ein kiksaður maður í tjúgunum. Ógiftur, men gubbi at fleiri. Og so hevur hann ein ordiliga flottan paususkerm, og óav- markaða tíð til at sita og sletta ‚kukkar‘! Tí er tað eisini so himmalrópandi ófantaligt, tá fjøl- miðlarnir, fullkomiliga ókritiskt endurgeva hesar mein- igarkanningar sum verandi eftirfarandi. Tær hava einki endamál, geva onga hylling av gongdini í málinum, og tær siga ei heldur nakað um, hvat fólkið meinar. Tað átti at verði ein avbjóðing hjá fjølmiðlunum at varðveita fólkaræðið, ikki at birta uppundir eitt nørda- ræði. Nørdaræði ella fólkaræði kvinnan hevur áhuga fyri, og vit fara at formidla tað soleiðis, at hon kennir seg aftur í tilfarinum, sigur Elin Heinesen. Eisini menn Elin Heinesen sigur, at kvinnusíðan hjá World Online ætlar sær leggja sjógv millum seg og mannfólk, tá tað kemur til skapið á síðuni, men hon vónar, at menn eisini fara at lesa tilfarið á síðuni. – Vit viðurkenna tann lítla munin millum menn og kvinnur, og tí fara vit at viðgera evni, sum hava við kynini at gera, sigur hon. – Vit ætla eisini at vera persónlig, og vit fara at viðgera øll evnini út frá sjónarhorninum hjá kvinn- unum, tað verður okkara vørumerki. Heimasíðan, sum Elin Heinesen stendur fyri, er at finna á adressuni www.worldonline.dk. Nr. 65 – 1. apríl 2000 17 Vertshúsið Skarv 25 ár VERTSHÚS. Leygardagin 8. apríl verður hátíðar rómur á Skarv í Keypmannahavn, tí 25 ár eru liðin, síðani Dánjal Petur Thorsteinsson fór undir at reka eitt stað, har føroyingar kunnu hittast til eina hugnaløtu. Hetta var í 1974 og væl hevur gingið hesi árini Dagfinn Olsen Allir føroyingar hava hoyrt um Skarv og mangir eru teir føroy- ingar, ið hava sitið væl á føroy- ska vertshúsinum í Keypmanna- havn. Leygardagurin 8. apríl 2000 verður sermerktur á vertshúsi- num Skarv. Staðið, har mangir føroyingar leita sær, tá teir eru í danska høvuðsstaðnum. Tá eru 25 ár síðani, at Dánjal Petur Thorsteinsson byrjaði at reka eitt stað fyri føroyingar í Danmark, nevniliga Skarv. Men tað verður tiltak, sum er í tveimum, tí umframt at snúgva seg um Skarv, so snýr tað seg 8. apríl eisini um ein bát, Tvørá- bátin, sum føroyingar niðri eru farnir undir at rigga til við Ólavi á Heygum á odda.Teir halda til í Norðhavnini - Fiskaríhavnini. Har hava teir eitt stykki uppá 100 fermetrar, har møguleiki er at byggja. Móttøka og dansur - Vit, bátsmanningin, halda veitslu fyri bátinum.Ólavur á Heygum hevur tikið stig til at keypa bátin og hevur savnað einar 20 mans, ið putla við bát- in. Peningur skal savnast til felagshús og ein veitsla hevur verið í Føroyahúsinum og nú á Skarv, sigur Dánjla Petur Thor- steinsson. - Samstundis hava vit so receptión frá klokkan 18 til 21, m.a. við føroyskum mati, har tey, ið vila heilsa uppá, eru væl- komin innar. Aftaná er har- monikudansur frá klokkan 23 til klokkan 7 á morgni sigur Dánjal Petur. Byrjanin Men hvussu byrjaði søgan um Skarv.Í byrjanini var eitt stað í Skindergade 11, nevnt Skipper- kroen, men sum føroyingar róptu Skarv. - Tað byrjaði í 1974, tá eg kom til Keypmannahavnar. Tá var eg fiskimaður og hevði verið fiskimaður í 18 ár tá. Eg fekk ein ryggskaða og kundi ikki halda fram sum fiskimaður. Eg hugsaði tí um, hvat var at gera. Tað einasta, eg dugdi at finna uppá, var at gera okkurt fyri føroyingar í Keypmannahavn, sigur Dánjal Petur, ið hevði spart sær nakað av peningi sam- an og fór í gongd. - Eg leigaði nøkur høli og tað tók umleið hálvt ár, til eg byrj- aði. Eg fekk leigumálið tann 15. august 1974 og lat síðani upp 20. februar, so hátíðarhaldið er nakað seinkað, greiðir Dánjal Petur Thorsteinsson frá. Skipperkroen, ella Skarv, í Skindergade var eitt danskt stað. Skarv hjá Dánjal Peturi í Pile- stræde er sostatt fyrsta stað, ið veruliga eitur Skarv. - Skipperkroen varð seinni gjørd til matstovu. Men eg fekk hugskotið har, tí har var altíð so ringt at sleppa innar. Har var trongt og tí avmarkað, hvussu nógv fólk slapp innar, sigur Dánjal Petur. Ætlar at selja - Nú havi eg havt Skarv í 25 ár og hevði eisini Laurits Betjent í 10 ár. Tað havi eg selt til syst- ursonin. Eg ætlaði at sleppa mær burturúr virkseminum. Tað hendir helst nakað tað sama við Skarv. Eg haldi kanska fram 1 ella 2 ár afturat, so kanska hann yvirtekur, sigur Dánjal Petur og leggur afturat, at systursonurin er 10 ár yngri enn hann er sjálvur, og at hann tímir ikki at ganga við stavi á Skarv. Systursonurin Arnfinn hevur verið við alla tíðina og eigur 40% av Skarv. - Tað hevur gingið væl øll árini og virksemið hevur breyð- føtt tvær familjur, sigur Dánjal Petur. - Nógv er hent hesi 25 árini og eisini er nógv broytt inni á Skarv viðvíkjandi innbúgvinum. Men soleiðis, sum tað nú sær út inni, haldi eg hóskar væl. Eg vænti, at Skarv kemur at virka framyvir sum Skarv. Um fremmand fólk yvirtaka, so veit ein ongantíð, og tí royni eg at lata tað halda fram í sama sporinum, so føroyingar framvegis kunnu koma, sigur Dánjal Petur. Á Skarv verður eisini seldur føroyskur matur út av húsisnum. Men fyrst og fremst hevur staðið í 25 ár verið savningsstað hjá føroying- um og verður tað væntandi framvegis. Soleiðis lýsa danir føroyska vertshúsið, Skarv, í Keyp- mannahavn