hósdagur 6. juni 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 105 - 6. juni 2002
Nr. 105 - 6. juni 2002
33
Niðanfyri prenta vit
midnáttarøðuna, sum
Rannvá Joensen,
varaskúlastjóri í
Ósaskúlanum, helt á
Norðoyastevnu
Góðu norðingar og góðu
norðoyastevnugestir!
Ja, norðoyastevnan, so
kom hon umsíðir. Fyrsta
veruliga summarstevnan á
árinum. Men hon kom við
landssynningi og oysandi
regni.
Vit hava júst lagt mai-
mánaða aftur um okkum.
Ein maimánaða, sum vit
aftan á ein langan, myrkan
og serstaklinga kaldan vet-
ur við nógvum kava, høvdu
so stórar vónir til. Vónir
um, at mai mánaði fór at
bera okkum lýðku, gróður
og ljósar summarnætur.
Hesaferð gjørdist tó mai
okkum ófýsin, kaldur og
vátur. Men hóast oysandi
regnið í dag, er tað kortini
lýsnað.
Og
norðoyastevnan, hon er
komin. Og skulu vit trúgva
veðurfrøðingunum, kunnu
vit vænta, at sólarglóttar
fara at trongja seg gjøgnum
mjørkan í morgin. Jú,
summarið er helst í nánd
kortini...
Og kemur summarið ikki
á norðoyastevnu, so man
tað tó fara at koma. Vit
hava jú so gott tol at bíða.
Tað prógvaðu vit undir
kappróðrinum í dag. Men
tað er kanska tí, at vit eru
so von at bíða – eftir góð-
um veðri, – eftir samgong-
uni og ikki minst eftir
Dúgvuni.
Av tí, at bæði foreldur
míni vóru av bygd, minnist
eg væl tær stóru fyrireik-
ingarnar og stóru stákanina
at taka ímóti skyldfólkum
og kenningum, sum komu
úr bygdunum til Klaksvíkar
at halda norðoyastevnu.
Míni barnaminni um
norðoyastevnu eru kapp-
róðurin. Vit plagdu sum
heilt smá at standa niðri á
bedingini og hyggja at.
Men so hvørt, sum vit eld-
ust, otaðu vit okkum longri
og longri heim í býin – til
vit einaferð til endans stóðu
her heimi í Vágstúni. Mitt í
norðoyastevnuni.
Og nú, ár 2002, standa
vit aftur her í Vágstúni í
góðum lag. Vit heilsa
hvørjum øðrum og biðja
góða norðoyastevnu – júst á
sama hátt, sum vit hava
gjørt so ofta fyrr.
Stór er stákanin eisini
enn
til
norðoyastevnu,
hóast tað verður stákað
heldur ørðvísi í dag. Vit
hava seinastu dagarnar – og
summi ikki fyrr enn á
middegi,
tá
handlarnir
stongdu, roynt at fingið tað
seinasta upp á pláss. Tað
ræður jú um at vera klárur
til norðoyastevnu og at
hava dyrnar opnar.
Men óiva liggur kortini
onkur ópussaður føroyskur
knappur, sum glapp burtur-
ímillum í stevnustákanini.
Men tað er ein dagur aftur í
morgin.
Hjá teimum, sum fyri-
reika stevnuna, ítróttarfel-
øgum, kommununi og øðr-
um, hevur stákanin ikki
verið minni enn heima við
hús. Tað síggja vit millum
annað í norðoyastevnu-
skánni og okkara stevnu-
skrýdda býi.
Norðoyastevnan er ein
partur av okkara samleika –
eingin ivi um tað. Flestu
okkara kenna seg aftur í
tiltøkunum. Onkur í skrúð-
gonguni, onkur á leikvøll-
inum og onkur í kappróðr-
arbátinum.
Og vit prógva við at
standa her í kvøld, at hóast
samfelagsrákið kring meg-
inpartin av knøttinum er
vorðið alt meira sjálvsøki,
ber framvegis til í felag at
skapa eina góða norðoya-
stevnu. Og tað ber eisini til
at luttaka í ítróttarkapping-
unum og vera við í fremstu
røð. Tað sóu vit millum
annað á kappróðrarúrslit-
unum í dag.
Norðoyastevnan og til-
tøkini á hesari stevnu eru
ein felags samleiki, ident-
itetur, hjá okkum øllum
norðoyingum, sum standa
her í kvøld.
Og júst hesin felags sam-
leikin er ein týdningarmikil
gripur, sum tað er umráð-
andi at varðveita. Vit síggja
millum annað prógv um
hetta í frágreiðing, sum
okkara egni Granskingar-
depul lat úr hondum fyri tíð
síðani. Í hesi vísindaligu
frágreiðing varð millum
annað staðfest, at tað var
samanhaldið og viljin, ið
gjørdi, at ávís øki – millum
annað Noroyggjar – ikki
heilt bukkaðu undir í hørðu
búskaparkreppuni tíðliga í
nítiárunum.
Men hvør er so hesin fel-
ags samleikin? Hvat er tað,
sum liggur aftan fyri felags
samleikan og viljan?
Jú, tað er millum annað
tað at halda norðoyastevnu
í felag. At vit í felag standa
aftan fyri okkara kappróðr-
armanningar
og
stuðla
teimum. At vit í felag
standa kring fótbóltsvøllin.
Og at vit eisini í felag
kenna okkum aftur í hesum
tiltøkum. Ja, samanumtikið
tað, at vit í felag eru við til
at gera okkara bý og norð-
oyggjar sum heild til eitt
gott samfelag at liva í.
Fleiri av norðoyastevnu-
gestunum eru komnir um
Leirvíksfjørð, og hava á
egnum kroppi merkt tann
totala ruðuleikan, ið valdar,
tá tað ræður um ferðasam-
bandið. Men soleiðis verð-
ur tíbetur bert fáar norðoya-
stevnur afturat. Ein stór
broytingartíð stendur fyri
framman. Um fá ár verður
fast samband til megin-
landið.
Eingin ivi er um, at hetta
verður ein stórur fyrimun-
ur. Men samstundis skulu
vit minnast til, at undirsjóv-
artunnilin eisini verður ein
stór avbjóðing fyri okkum.
Ein stór avbjóðing, sum
setur stór krøv til saman-
haldið og stór krøv til sam-
leikan. Vit skulu minnast
til, at við undirsjóvartunnil-
inum verður tað eisini lætt-
ari hjá okkum at fara úr
norðoyggjum.
Og tí kunnu vit siga, at
Klaksvík her kemur at
standa sína roynd – sína
manndómsroynd sum mið-
depil í norðoyggjum. Vit
mugu koma eitt stig víðari
á leiðini. Taka avbjóðing-
arnar og prógva at dugur er
í okkum.
Tá
undirsjóvartunnilin
um fá ár er veruleiki, fáa vit
eina stóra avbjóðing, sum
skal gera av, um vit klára
okkum í kappingini, ella
um vit í framtíðini skulu
standa á síðulinjuni og bara
hyggja at.
Og hvussu standa vit so
royndina ???
Jú, okkara felags stevna
má vera at koma í fremstu
røð á skúlaøkinum, sosiala-
og vinnuøkinum. Og ikki
minst á mentanarøkinum.
Samanumtikið
at
gera
Klaksvík til eitt spennandi
stað at vera í og koma til.
Og tað gera vit – við
samanhaldinum og sam-
leikanum sum styrki. Tá
fólkið trívist, ja so mennast
og trívast norðoyggjar eis-
ini.
Mest umráðandi er, at
trongskygni,
øvund
og
sundurlyndi ikki fær fasta-
tøkur á okkum. Men at vit í
staðin víðka okkara tol-
semi, so pláss verður fyri
okkum øllum her í Klaks-
vík. Okkara sjónarringur
skal víðkast, og vit skulu
ikki vera bangin at ganga
nýggjar leiðir.
Vit skulu minnast til, at
sjálvsdyrkanin og jagstran-
in eftir tí besta til egnan
fyrimum mennir einki sam-
felag. Liggja vit í sjálv-
drátti, koma vit ongantíð á
mál. Vit vita jú, at:
– Vit kunnu eiga nógvar
milliónir uttan at vera rík.
– Vit kunnu hyggja uttan
at síggja.
– Vit kunnu lurta uttan at
hoyra
– Og vit kunnu eiga
fínastu sofurnar uttan at
gesturin situr væl.
Skulu vit vera við í róð-
urinum og koma á mál, er
neyðugt at hava áralag. Vit
mugu lata okkum úr tronga
vestinum av øvund, sjálv-
søkni og maktarloysi. Vit
mugu ikki lata líkasæluna
fáa vald á okkum. Men
ístaðin tora at ganga nýggj-
ar leiðir við tolsemi og vilja
stavn um stavn.
Vit eru noydd at fara í
»INNARA
LUMMAN«
eftir
loysnunum,
sum
byggja á samleikan, viljan
og felagsskapin.
Vit skulu skapa okkum
eitt samfelag, har tað í
framtíðini eisini hevur virði
at halda norðoystevnu sam-
an – bæði andaliga og
verðsliga.
Lat meg tí enda aftur á
bedingini í gamla granna-
lagnum við hesum ørindin-
um hjá Martini Eysturdal:
Norðoyingar,
suðringar,
eystur og vestur,
lat okkum fylkjast um
oyggjarnar fast,
tvinnast vit saman, ei
strongurin brestur,
tvídráttarhuganum fáa vit
bast.
Ein fyri øllum, og øll fyri
ein!
herróp má vera um gróður
skal trívast,
tað gevur tjóðini mergin í
bein,
sannførast,
búnast,
upplívast.
Framhaldandi góða norð-
oyastevnu øll somul!
Rannvá Joensen í midnáttarrøðu á Norðoyastevnu:
» - Lat okkum fylkjast um oyggjarnar fast…«
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, er starv leyst
at søkja til setan skjótast til ber.
Høvuðsuppgávur
Málsviðgerð í samband við innkrevjing av barnapengum
v.m., herundir skráseting av krøvum og samskifti við per-
sónar um gjalding av krøvum. Eisini skal viðkomandi
hjálpa til við innheintingarmálum annars.
Førleikakrøv
Tann,sum settur verður,skal helst hava skrivstovuútbúgv-
ing,HH-prógv ella líknandi.Viðkomandi skal vera fyrikom-
andi og arbeiðssamur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Kunnleiki til EDV á brúkarastøði er ein treyt.
Vit kunnu bjóða
-
eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini er fakliga krevjandi
-
flextíð
-
sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og Starvsmannafelagið.
Núverandi setanarøkið er Eysturoyar Øki,men fevnir ann-
ars um Fíggjarmálastýrið og stovnar undir tí, og tann, ið
settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum,
um tað verður kravt.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fúsur at luttaka í
teimum útbúgvingarmøguleikum,sum Toll- og skattstov-
an bjóðar bæði á stovninum og uttan fyri stovnin eitt nú
á handilsskúla v.m. og taka lut í teimum skeiðum, sum
stovnurin fyriskipar.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til
Ingolf Lamhauge á tlf. 44 85 88.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum,viðmælum og upplýsing-
um um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og
Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, í hendi í seinasta lagi:
17. juni 2002
Toll- og Skattstova Føroya
Eysturoyar Øki
Postsmoga 225
FO-600 Saltangará
Toll- og
Skattstova
Føroya
Málsviðgeri
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla skuldarinn-
krevjing hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipað-
ur soleiðis, at planlegg-
ing og menning fer fram
í Stýrinum á Argjum.
Tær seks økisskrivstov-
urnar, ið eru á Tvøroyri,
í Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja rakst-
urin.
Á Eysturoyar Øki, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 20 starvs-
fólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
SMYRIL LINE CARGO
Postsmoga 370 • 110 Tórshavn
Farmadeildin søkir
SØLUFÓLK
Farmadeildin søkir
SØLUFÓLK
Søkt verður eftir sølufólki til
farmadeild okkara.
Uppsøkjandi søluarbeiði,
herundir søla av tænastum innan
farma-flutning og kundarøkt.
Tann, ið settur verður, skal hava
góð samstarvsevni og helst hava
royndir í søluarbeiði.
EDV-kunnleiki á brúkarastøði er
ein treyt.
Sambært avtalu.
Starvið verður at seta skjótast til
ber.
Meira fæst at vita við at ringja
tel. 345962/ 63 og spyrja eftir
Jónfinni ella Heðini.
Umsókn við møguligum prógvum
og upplýsingum um royndir
annars skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 17. juni 2002.
Arbeiðsuppgávur:
Førleiki:
Løn:
team85
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2094,
P/F Line Fish, 470 Eiði.
Nevnd:
Farin frá sum formaður:
Sigmund Dam, 460
Norðskáli.
Innkomin sum formaður:
Regin Olsen, Sólteigur 9,
100 Tórshavn.
Farin úr nevndini: Dánjal
Magnussen, 340 Kvívík.
Innkomin í nevndina:
Sofus í Selvindi, 490
Strendur.
Skráseting Føroya tann 4.
juni 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2409,
P/F Vaðhorn Seafood, 490
Strendur.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Dánjal
Magnussen, 340 Kvívík.
Innkomin í nevndina:
Rúni Berg, Grannatún,
600 Saltangará.
Skráseting Føroya tann 4.
juni 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2792, Sp/f frá 2/11-1998,
350 Vestmanna.
Stjórn:
Innkomin sum stjóri: Elsa
Jacobsen, 350 Vestmanna.
Skráseting Føroya tann 4.
juni 2002
Kristin Balle
_____________________
i
C
M
Y
K
33
32