mikudagur 7. februar 1973síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
A ——"wiiidW5Á
ER
SOSIALURIN
Prentstaður:
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
ef. 1 1820
Tórshavn
Blaðstjórn:
Vilhelm Johannesen,
Fyribils ábyrgdarstjóri,
ef. 5 5873, Klaksvík
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og myndir úr SOSIAL-
INUM til nýtslu í øSrum bløðum uttan loyvi frá ábyrgdarblaðstj.
Avtoftingarpolitikkur
AT BENDIR ná á, at tann fiskimarkspolitikkur sum tjóð-
veldisflokkurin tók undir við og valdi at reka, kemur at royn-
ast okkum føroyingum ein sannur avtoftingarpolitikkur.
TÅ ORÐASKIFTI um fiskimarksútflyting, fyri umleið einum
ári síðani av álvara tók seg upp, vístu vit á, at vit áttu at
vera varnir og vísa størsta varsemi í hesum máli. Hetta gjør-
du vit út frå ti, at vit føroyingar í nógv stórri mun enn nak-
að annað land, eru bundnir av fiskiskapi á fjarleiðum. Frá
okkara síðu varð ført fram, at um vit reka einvísan, vitt-
gangandi og harðrendan fiskimarkspolitikk, so má roknast
við, at tær tjóðir, sum vit veiða hjá. fara at svara okkum aft-
ur við sama einvísa, víttgangandi og harðrenda fiskimarkspoli
tikki. og at hesin vildi raka okkum føroyingar nógv meinari
enn nakran annan.
HESUM vístu tjóðveldismenn aftur og førdu fram, at aðrir
fóru ikki at spyrja okkum eftir, hvat teir fóru at gera, at teir
fóru at flyta síni fiskimørk út, uttan mun til hvat vit søgdu
og gjørdu, og at vit bert høvdu eitt at gera, tað var ganga
hina einvísu útflytingarleiðina.Í sama andadrátti varð sagt, at
gingu vit hesa leið, so finguvit betri sømdir frá íslending-
um. men einki varð nevnt um,at vit samstundis kundu av-
skriva allar sømdir frá bretum, tá talan er um Norðsjógvin,
Hetlandsleiðina. Írskahavið og havið vestan fyri Skotland. Á
hesum leiðum verður hóast alt meira enn helmingurin av for-
oysku veiðini veiddur. og henda veiða hevur seinastu árini
givið føroyskum fiskimonnum nógv tær størstu inntøkurnar.
SOMU menn mæltu eisini fólki til at leggja seg út í stríðið
millum bretar og íslendingar. Sagt varð, at hetta skuldi geva
okkum betri sømdir við Ísland, men ikki við einum
varð talað um samdir fyri sunnnan. So er at spyrja, um sømd-
ir ella veiðurættindi við Ísland hava størri tydning enn sømd-
orði,
ir í Norðsjónum, við Hetland o. s. fr. Munnu vit ikki hava
fyri neyðini at vinna sømdir í báðum stóðum?
ÍSLAND reisti í síni tíð fiskimarksspurningin. í Norður-
landaráðnum. Teir vildu hava hini norðurlondini at taka und-
r við teirri einvisu fiskimarksútflyting. Svarið var nei frá
ollum. uttan danska SF-flokkinum og Erlendi Paturssyni. Er-
lendur Patursson tók sostatt undir við einum politikki, hvors
avleiðingar vera at stavnsbinda føroyingar á føroyska land-
rrunninum, einum politikki sum í ógvuliga stóran mun kem-
ir at skerja móguleikar føroyska fiskimansins. Tað nyttar lítið
nú aftaná at siga, at vit eru royddir at flyta út, ti aðrir hava
rjórt tað. hetta nyttar lítið aftaná at okkara umboðsmaður i
Norðurlanda ráðnum sjálvur hevur tikið undir við og stuðlað
aðrar í hesum politikki sum í seinasta man fara at
yyum ein sannur avtoftingarpolitkikur.
enda
roynast Føi
siga, at umboðsmaður
Bretland yvir fyri fel-
felagsmarknaðarlond-
50 fjórð-
FYRI stuttum visti 14. september at
| hevði sagt, al
iwsmarknaðinum átti at skotið upp, at
ini mótvegis ikki limalondum seta fiskimarkid út á
near. Subjektvur sum hann altíð er, skoytir 14. september
ppi, at gerast Føroyar limur í felagsmarknaðnium, so vil
hetta siga, at felagsmarknadar-londini ótarnaði sleppa at veið
i á føroyska landgrunninum. Hetta er íkki heilt rætt. Men hví
kki vera objektivur og síga, at fara vit hinvegin ikki uppí
felagsmarknadin, so merkir hetta, at vit missa rættin til a
veiða innan fyri 50 fjórðingar í Grønlandi, rættin til at veiða
í Norðsjónum. rættin innan fyri 50 fjórðingar við Hetland,
Írland og somuleiðis vestan fyri Skotland?
fyri bretskt trolarafelag
FAD er í dag meiri neyðugt enn nakrantid, at vit eru varnir
og vísa varsemi, at vit ikki krógva okkum burtur, men sam-
amráðast við allar teir, sum vit veiða hjá. eisini um teirra
rættindi á okkum grunnum. Eru vit ikki fúsir at tosa við hes-
ir um teirra rættindi hjá okkum, tá kunnu vit heldur íkki
vænta. at teir eru til reiðar at tosa við okkum um okkara
rættindi hjá teimum, men tá verður teirra svar í samljóð við
okkara einvíst. viltgangandi og harðrent út um 50 ella
70 fjórðingar. Og spurningurin er: hava vit ráð til tað?
Lýsið i SOSIALINUM!
SOSIALURIN
Småtidindi
innanoyggja
Fara at sigla
Marité og Hvítabjórn, sum
keypa sild í Stornoway, hava
fingið upp í tunnurnar, og skul-
du fara at sigla, annaðhvort í
gjárskvoldið ella í dag.
TØKK
Teimum, sum vid telegramm-
um, gåvum og vitjan heidradu
meg å 75 åra fødingardegi min-
um 23. januar, takki eg hjarta-
liga.
Heilsan.
DION NOLSOE,
Vágur.
FUNDUR
Missiónshúsi-
kvold
Fundur verður í
num við Landavegin í
kl. 20.
VARGLEDI
| Fundur verður í KFUK í kvold
| kl. 18.
| SJÓMANSKVINNURINGURIN
|í Havn kemur saman til fundar
| á Sjómansheiminum í kvold kl.
| 20.
|
| KVINNUFELAGIÐ
I
Í
|í Havn hevur opið hús fyri
Í limum í Mettustovu í kvold kl.
| 20.
|
| FOÐINGARDAGUR
Í dag verður Poul Egilsnes,
| Vestmanna, 70 ár.
| GULLBRÚDLEYP
Mathea
Biskups-
gullbrúd-
|Í dag kunnu hjúnini
jog Kristian Hansen,
| stød, Klaksvik, halda
| leyp.
VEGNA PLASSTROT fingu
vti ikki aftursvarið hjá Sverra
Wang í móti Jorleif Kúrberg
við í leygardagsblaðnum, men
kemur tað tí hesa ferð.
Grimsbytrolarin
Prince Philip var á Havnini
mánadagin at fáa umvælingar.
Bilóhapp í Havn
Um — S-tidina sunnumorgunin
hendi eitt bilóhapp í J. Paturs-
sonargøtu i Havn. Ein privat-
bilur við 6 fólkum rendi á eitt
jarnverk og síðan á ein parker:
aðan bil. Eitt fólk í privatbili-
num breyt annan armin, med-
an hini sluppu meinaleys und-
an Ohappinum.
Orsøkina til bilóhappið sig-
ur politiid vera, at bilførarin,
id var kvinna, misti harradøm-
ið og koyrdi við ov nógvari
ferð. Onki rúsdrekka var uppii.
Vaksandi flogferðsla
Í januar mánaða í ár ferðaðust
1948 ferðafólk um flogvøllin í
Vágum. Sama mánaða í fjør
ferðaðust 1583 ferðafólk um
flogvøllin. Hetta er ein vøkstur
uppá 23 pst.
3.800 kr.
Framførslan av sjónleikinum
| Hundadagakongur í Sjónleikar-
husinum i Havn seinasta friggja
|dag var til frama fyri vest-
mannaoyingum, og komu inn
| tilsamans 3.800 kr.
'Farin avstaðaftur
| Sørvågstrolarin, Vesturvón,
| kom á Sørvåg úr Ålborg sein-
| asta leygardag, har hann hevur
|ligið. meðan maskinumvæling
| er farin fram i Tysklandi. Vest-
urvón er longu farin nýggjan
| túr til Grønlands
|
| »Nær var ta6«
| og »hvør var tað<?
|
Tað var í »Nær var tad« kapp-
ingini seinasta leygarkvøld, at
lurtarnir hoyrdu ein sera áhuga |
| verdan spurning. ið var soljóð-
| andi:
»Eftir boðum frá donsku
stjórnini eru Hákun Djurhuus,
løgmadur og Erlendur Paturs-
son, landsstýrismaður farnir til
Bretlands at samrådast um
| fiskimarkid.«
Óivað hava lurtarar yvirhøv-
ur hugsað, at nú hevur útvarp-
ið funnið uppá nakað heilt
nýtt og óvanligt, tí tað rætta
svarið uppá handan spurningin
má væl saktans verða ong-
antíð, og mangur mundi ger-
ast rættiliga bilsin, tá tað kom
fram, at tað rætta svarið var
1963.
Nú skuldi verið óneyðugt at
sagt, at hesir báðir harrarnir,
Hákun Djurhuus fyrrverandi
løgmadur og Erlendur Paturs-
son fyrrverandi landsstýrismað-
ur, í dag mótmæla samráðing-
um; at teir skýra tað, at føra
samrådingar, fyri at sniðganga
Føroya løgting, fyri at fremja
yvirgang móti Foroya løgtingi,
fyri at svíkja dýrastu áhugamál
fólksins, og at teir hava sett
fram uppskot til samtyktar, um
at steðga teimum samráðingum,
ið nú verða førdar.
Tað var áhugavert hjá lurt-
arunum at hoyra >Nær tað
var«, og íkki minni áhugavert
at hoyra »hvør tað var«. Hetta
talar fyri seg og fleiri orð
mugu haldast verða óneyðug.
|
|
Í
| ikki avheintað
| verða
NR. 10. — 3. FEBRUAR 1973
Á fiskileið
Borðoyarnes er komin á fiski-
leið. Teir royna við New
Foundland.
Skriv til tingið
Í seinastu viku varð lagt fram
skriv til tingið frá Hósvíkar
kommunu, har bíðið verður
um eykastudning til leingjan
av lendibrúnni í bygdini.
V-4
Í V4-spæli útvarpsins seinasta
leygarkvøld vórðu hesi tøl tik-
in: 3, 7, 11, 13, 20, 21, 24 33
59, 63, 67, 74, 75, 76, 82 og
98. Til vinningin ið var uppá
tilsamans 10.275 kr. vóru 10
vinnarar. Teir vóru: 4 úr
Havn, I úr Saltangarå, Lamba,
Runavik, Lorvik, Vestmanna
og av Tvøroyri. Av eykavinn-
ingum fóru 3X499 kr. til
Nordskåla, Havnar og Tvør-
oyrar.
186.000 kr.
Húsainsavningin í
asta leygardag til frama fyri
vestmannaoyingar gav tilsam-
ans 186.065,28 kr. Givið varð
Havn sein-
úr 3,75 kr. upp í 3000 kr. Tað
var Lions Club sum stóð fyri
innsavningini.
Sjónleikarhúsið
Tlf. I 1131
SJONLEIKURIN
HUNDADAGAKONGUR
eftir JÓNAS ÁRNASON
|
| Týtt hevur J. H. W. POULSEN
| Leikstjóri: FLÓSI ÓLAFSSON
verður framførdur
Hóskvoldið 8.2. ki. 20
Friggjakvøldid 9.2 kl. 20
Atgongumerki kunnu verða
keypt ella biløgd 2 tímar und-
an hvørjari sýning, men fré
fyrsta kvøldinum biløgd til øl
tey lystu kvøldini. Biløgd, men
atgongumerki
verða seld seinast 10 min
undan avvarðandi sýning. Fólk
vinarligast biðin um at
siga frá, um tey ikki ætla sær
at nýta biløgd atgongumerki
Leikskrá fæst fyri 2 kr.
Havnar Sjónleikarfelag.
Umboðs-
mannaval
Sambært $ 28 verður við hes-
um lýst til valfund hósdagin 8.
mars 1973.
Fýra umboðsmenn í valdøm-
inum í Havn og ein í valdømi-
num í Nólsoy eru upp á val.
Uppskot tl umboð skula
sendast skrivstovu sjúkrakass-
ans í seinasta lagi mikudagin
21. februar 1973.
HAVNAR SJÚKRAKASSI,
6. febr. 1973.