Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1973síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| SGÐA 2 SOSIABURIN NR. 42. — 14. JUNI 1973 LL LL LL SOSIALURIN PrentstaSur: Prentsmiðjan á Heygsbreyt sf. 1 1820 Tórshavn Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, Fyribils åbyrgdarstjori, wf. 5 5673, Klaksvík Mb er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og nyndir úr S 0 STAL er” EFNUM til nýtslu í gørum bløbum uttan loyvi frá ábyrgdarblaðstj. Misnøgd ORSØK kann mangan vera til misnøgd i samfelagnum, eitt nu, tå hugsad verdur um hin ovurhonds stóra lønarmunin, um ta órættvísu skattaloggåvuna o.s.fr., men samstundis må ger- ast vart við. at oftani er talan um illa undirbygda ella als ikki undirbygda misnøgd. MISNØGDIN og vælferðin tykjast vera fyribrigdir, sum fylgj- ast lið um lið. Tað er ofta so, at misnøgdin veksur júst í sama mun sum vælferðin. Alt bendir á, at jú meiri verður gjørt, jú meiri verður kravt frå tí almenna. Krøvini til tað almenna eru alsamt vaksandi og gerast stórri dag frá degi. Krøv eru frammi um fleiri vegir og um betri vegir, krøv eru frammi um stórri havnaútbyggingar, um sambinding av bygdum og oyggjum við bergholum og brúm, um betri heilsurøkt, um størri sOSI- ala trygd. um betri skúlaviðurskiftir, um betri umstødur til at njóta fritidina — á leikvøllum, i ítróttarhallum ella svimji- hallum o.s.fr. Ongin hevur stundir at bíða, men alt skal ger- ast í bræði. ONNUR eru meiri vidgongd í sínum krøvum, og krevja eisini kostnadarmiklar yvirtøkur — krevja, at samfelagið skal yvir- taka ein part av teimum målum, sum i dag eru felagsmål, og ið heilt ella lutvíst verða goldin av ríkiskassanum, og hesar kost nadarmiklu yvirtøkur skulu vit heldur ikki drála við at frem- ja, men fremja tær um somu tíð, sum allar tær neyndu stór- útbyggingarnar fara fram. ALT hetta, ella hesi krøv, sum sett verða til landskassan, kosta pennig. Vit megu gera okkum greitt, at hesi krøv bert kunnu eftirlíkast í tann mun, sum vit skattaborgararnir — eru færir fyri, ella orka at gjalda. ØLL henda misnøgd gerst rættiliga óverunlig, tá somu fólk — sum rosinan í pylsuendanum — eisini eru misnøgd við tann skatt og toll, sum gjaldast skal til hesi krøv, ti skatta- og tollbyrðan er ov tung. Listaframsýning Listafelagið fyrireikar á Olavsøku framsýning av tekn ingum , målningum og høggmyndum. Tey, ið hug hava at luttaka, biðjast gera so væl at siga felagnum frá skrivliga í seinasta lagi 12. juli 1973 við tilskilan av navni, bústaði og ásettum prísi fyri lutirnar. Lutirnir skulu latast inn 19. juli (kl. 10—1I2 og 14—16) í Listaskåla Føroya og heintast aftur seldir og Oseldir á sama stad 6. aug. (Kl. 10—12 og 14—16.) Nevnd felagsins tekur sær rætt til at velja millum tað. ið inn er latið og taka 10% av søluprisinum aft ur fyri útreiðslur. LISTAFELAG FØROYA Vikarur Søkt verður eftir vikari til skúlakok. Upplýsast kann at tað eru 15 skúlatímar frá kl. 12.50 til 15.25 í døgunum månadag til fríggjadag. Moguligar umsóknir vera at senda Tórshavnar skúla ráð V. U. Hammershaimbsgøtu 3, 3800 Tórsahavn. Dagbókin BRÚDLEYP Í dag, leygardag, giftast í Sen- geløse kirkju Marita Nolsøe, sjúkasystranæmingur, Klaksvík, og Erik Bau, prentari, Keyp- mannahavn. Adressan er: Lin- devangshusene 94, Tástrup. RÆTTING Í næstseinasta blaði høvdu vit frágreiðing frá blaðmannafun- di í vakstarhúsinum hjá Roynd arstødini í Hoyvík. Eitt brot úr frágreiðingini hevði ein mein- ingsórógvandi feil, nevniliga, at planturnar = vórðu sprændar móti grashoppum. Hetta er sjálvandi skeivt. Tað rætta er, at planturnar hava verið spræn dar ímóti grásoppum, Vit biðja lesararnar = halda góða. okkum til 3. ud > ) ú AS 100%, strygefri i sidste nye |} mønstre og farver, Direkte fra væv | til Dem fra 24, - kr. pr. m+ moms og porto. Bredde Prøver og farvekatalog sendes ved modt. af frankeret svarkuvert (90 øre) Polyester Jersey E Kjolestoffer 140-150 cm. Fabrikant J. Nørgaard Bredgade 83 - 7441 Bording - Tlf. 06-86 1219 av føroyskum tógvi. v/ Olavur FÆRØSK MARGARINE Vita Småtidindi innanoyggja Stevna vid Leynarvatn Í morgin, sunnudagin, skipa Føroya Ridingarfelag og Sankta Jørunds gildi fyri stevnu við Byrjað verður kl. 14.00 við framsýning av m.a. skótalegu og sólu av mati og góðgæti. Kl, 15.00 verður stevnan sett, og kl. 15.30 verður kappríðing og annars ymist til undrihalds, sum t.d. togtogan, móta- og judoframsýning. Tað er vorðið nærum siður jat halda slíkar stevnur við Leyn arvatn hesa tíð á árinum, og er tiltakið at fegnast um. Vón- andi er bert, at veðrið verður til vildar stevnudagin. . : TMG. Sigla heim os Tr Hoyvikingur er farin at sigla heim av New Foundlandsleið- unum við fullari last — umleið 80 tonsum av hemara. Teir fóru úr Føroyum 2. ap- ril. Å sleipistød Mikudagin avreiddi íslendska skipið Hólmanes 70.000 pund til flakavirkið í Runavík. Ís- lendska skipið avreiddi í Før- oyum, orsakað av, at tað skuldi á sleipistød á Skála. Septiktangar verða tømdir í Suðuroy frå 20.6. Sigid frá á telefon 71313, Tvøroyri og 73042 í Vågi. JOGVAN HARALDSEN o o r Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja all sløg TØTINGARVIRKID Gregersen — tlf. 20 i Gøtu No í VITAMINISERET, FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Av trolveiðu Tríggir trolbåtar avreiddu ? di 8000 og Perla og Sólbrún høvdu hvør sini 6000 pund. Hvítingsbróður Havsøki var á Fuglafirði hós- dagin og landaði 160 tons av hvítingsbróðuri. Vegagerð Vegurin við Ljósá verður nú asfalteraður. Orsakað av hes- um verður vegurin stongdum ávísa tíð á degnum. Útróðrarbátur til Havnar 1. juni fór av bakkastokki á skipasmiðjuni hjá Jógvan Ok sen í Klaksvík nýggjur 20 tons- ari. Tað er Adolf Hansen i Havn, sum eigur bátin, ið hev ur fingið navnið Miriam. Bát- urin verður, umframt til snellu- og línuveiðu, utgjørdur til trol- veiðu, og verður væntiliga klár ur til fiskiskap í komandi viku. Listaframsýning Í gjár seinnapartin opnaði Hen- ning Thomsen listaframsýning 8 Losjuni í Havn, og verður fram sýningin opin til og við sunnu- dagin. Í dag er opið frá kk 14—18. Skálafjarðarstevnan Skálafjarðarstevnan verður 1 morgin, sunnudagin. Í kapp- róðrinum. sum byrjar kl. 15.00, luttaka tilsamans 17 bátsmann- ingar. Nordis Hesir bátar hava avreitt til Pf. Nordis i døgunum 7.6. til og vid 9.6. i år: Núgvunes, Eiði 5214, Svana nes, Tórshavn 36334, Sólbrún, Haldórsvík | 27646. Gudny, Norðskáli 12724, Norðsoki, Eiði 39842 pund. Bispaveitslan Nógv bendir á, at ikki heild onki var í tíðindunum, sum 14. september bar í seinastu viku, í sambandi við vígsluna av Ejvindi Vilhelm til bisp, at ov mikið av tí váta og veitslu- kenda "slagnum skuldi hava ver ið uppii samkomuni, hildin varð aftan á vígsluna. Víst hevur Sofus Sivertsen í bløðunum avsannað okkurt, men eg haldi, at um veruliga onki var í nevndu tíðindum, so hevði harra Sivertsen avsannað alla tilgongdina, sum hon sam- bært 14. september skal hava verið. Tí hann var jú hjástadd- ur. Eg haldi, at tilgongdin á samkomuni sømdi seg illa — serstakliga i slikum sambandi. Munur må gerast å, ti havast må í huga, at tað als ikki var talan um nakra privata veitslu, men harímóti um vígslu av føroyskum varabispi, sum skal verða hirði hjá seyðinum... Gamalt kirkjufólk.