týsdagur 11. juni 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 108 - 11. juni 2002
C
M
Y
K
28
Nr. 108 - 11. juni 2002
29
Sjálvt um hann er
farin um tey 39 árini,
so halda kappingar-
sigrarnir fram. Hesa-
ferð vann Garry
Kasparov eina sterka
kviktalvskapping í
Moskva
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Síðani Hans Kristian Sim-
onsen fyri júst einum ári
síðani vann á Garry Kaspa-
rov í simultantelving á
Norðoyarstevnu,
hevur
Kasparov ikki gjørt annað
enn at vunnið kappingar
aftaná kappingar. Ein øgilig
russisk bjørn, sum ei kann
temjast.
Radjabov í finaluni
Av teimum mongu lut-
takararnum í kviktalvs-
kappingini, nevnd Fide
Moscow Grand Prix, vóru
millum
annað
Ruslan
Ponomariov,
Alexander
Grischuk, Peter Svidler,
Predrag Nikolic og Teimour
Radjabov, sum allir hava
verið í Føroyum í talvørind-
um,
umframt
sjálvandi
Kasparov, sum fyri ári
síðani bergtók føroyingar,
tá hann vitjaði.
Kasparov leikti seg sum
væntað í finaluna, har hann
á vegnum eitt nú basti
Grischuk og Khalifman.
Bert Khalifman gav Kaspa-
rov hampuliga mótstøðu.
Eftir bæði kviktalvini stóð
á jøvnum 1-1, og tí mátti
umdystur til, sum favo-
ritturin loksins vann 1,5 -
0,5.
15 ára gamli Teimour
Radjabov úr Azerbadjan —
somuleiðis upprunaheim-
landi hjá Kasparov — telv-
aði nærum óhugnaliga væl.
Hann gjørdi ikki mætari
enn at vinna á bæði Svidler
og Ivanchuk, og í hálv-
finaluni vann hann eftir
umdyst á veterananum Be-
liavsky.
Finalan varð tí millum
Kasparov og Radjabov, sum
Kasparov
fyri
nøkrum
árum síðani spáddi eina
bjarta framtíð fyri. Men tá
talan er um at prógva sítt
virði, er Kasparov kom-
promis-leysur. Hann gjørdi
bart við at vinna við hvítum
og leika javnt við svørtum
uttan hóvasták. Radjabov
varð tó stjørnan í Moskva,
og við sínum bert 15 árum,
fer stjørnan ivaleyst at
bleiktra enn meir í nærm-
astu framtíð.
Fredriksberg
Sommerskak
Fredriksberg Skakklub í
Keypmannahavn
skipaði
fyri vikuskiftiskapping 7-9.
juni, og ein av føroysku úti-
setunum hættaði sær við,
nevnliga eg sjálvur. Í hes-
um døgum eru próvtøku-
dagar, og tískil eru ikki
stundirnar nógvar til frí-
tíðarvirksemi hjá flestu
útisetunum.
Undirritaði
hevði tó lokið próvtøku, og
fór tí við eldhuga at royna
seg í Fredriksberg.
Hampiliga væl gekst í
hesari próvtøkuni, tí úr-
tøkan bleiv eitt annað pláss
við trimum stigum av fimm
møguligum (vann tvey,
tvey jøvn og tapti eitt), og
16 ratingstig rætta vegin á
føroyska ratinglistanum.
Tendensurin á føroyska
ratinglistanum er góður.
Fleiri fara yvir um 2200-
markið, umframt at aðrir
røkka 2100-markinum. Um
2300 markið hava vit Heina
Olsen og IM John Rød-
gaard, meðan John Arni
Nilssen stríðist manniliga
at røkka 2400, og hesum
málið er hann bert 16
ratingstig frá.
Talvið hesa vikuna
Kasparov, G (2838) — Radjabov, T (2610)
Fide Moscow Grand Prix (finalan, 1. talvið),
05.06.2002
Pirc-byrjanin
1.e4 g6 2.d4 Bg7 3.Ric3 c6 4.Rif3 d6 5.Be3 Rid7
6.Fd2 Rigf6 7.Bh6! (gott hjá hvítum at býta svarta
bispin av) 7...Bxh6 8.Fxh6 e5 9.0-0-0 Fe7 10.h3 a6
11.dxe5 dxe5 12.Bc4 b5 13.Bb3 a5 14.a4! (steðgar
svarta álopinum, umframt at leikurin gevur c4
puntin til riddaran) 14...b4 15.Rib1 Ba6 [15...Rixe4
16.Rhe1 er vandamikið fyri svartan] 16.Ribd2 0-0-0
17.Fe3 Kb7 18.Bc4 Ric5 19.Bxa6+ Kxa6 20.Ric4
Rifxe4 21.Rifxe5
(hvítur hevur helst avgerandi fyrimun. Eitt nú er c6-
finnan veik) 21...Rd5 22.Rixc6 Fg5 23.Rxd5 Fxd5
24.Ri4xa5 Kb6 25.Rixb4 1-0
RENNING
Tíðindaskriv
Í samstarvi við Højgaards Handilsvirki skipar Ítróttafelagið Roysnið fyri rennikapping á
Eystanstevnu. Kappingin verður hildin fríggjakvøldið 14. juni. Seinastu árini hevur
hendan kappingin verið ein fastur partur av skránni á stevnuni. Einir 60 luttakarar vóru í
fjør.
Kappast verður í 6 ymiskum aldursbólkum, 4 hjá børnum og 2 hjá teimum vaksnu.
Ruturnar
Børnini byrja øll áraka VVS-virkinum hjá P/F Zacharias Leitisstein. Tveir teir yngstu
aldursbólkarnir renna út eftir keiini (Fjøruvegi), venda runt eina keylu og renna so aftur
til startin. Smærru børnini renna hesa leið einferð, meðan tey størru renna tvær ferðir.
Hesir teinar eru ávikavist uml. 350 og 700 m til longdar.
Tveir teir eldru aldursbólkarnir hjá børnum byrja sama stað, men renna hinvegin, niðan
móti Sjómansheiminum eftir Fjøruvegi, sneiða til høgru eftir Heiðavegi til
rundkoyringina, sneiða til høgru eftir Rókarvegi, sneiða til høgru inn á Fjøruveg og koma
so á mál, har tey byrjaðu. Hesin teinurin er einar 1300 m til longdar.
Kappingin hjá børnunum er annað umfar av Grand Prix kappingini, sum fevnir um fýra
umfør og endar á Ólavsøku. Fyrsta umfar var á Norðoyarstevnu, men av tí at bert trý tey
bestu úrslitini hjá hvørjum einstøkum rennara telja við í samlaðu kappingini, ber enn til
at gera seg galdandi, um man tekur lut í seinastu trimum kappingunum: á Eystanstevnu,
Vestanstevnu og Ólavssøku.
Undan kappingini á Eystanstevnu liggja hesi á odda í kappingini hjá børnum:
Nr. Gentur —7
Dreingir —7
Gentur —10
Dreingir —10
Stig
1
Gunnvá G. Jacobsen John Viljam Johannesen Louisa Østerø
Ivan Joensen
40
2
Jórunn Hansen
Betuel Hansen
Kirstin Hansen
Sigmund Olsen
34
3
Lydia U. Marsten
David Langgaard
Judit Hansen
Rói Clementsen
30
Nr. Gentur —13
Dreingir —13
Gentur —17
Dreingir —17
Stig
1
Marin í Dali
Robin Jønsson
Maria í Skorini
Jacobsen
40
2
Randi G. Jacobsen
Jan Elmar Sørensen
Súsanna D.
Jákupsdóttir
34
3
Jenny Svabo
Berint Kalsø
Kristin Gerðalíð
30
Tey vaksnu renna 10 km. Hóast øll byrja í senn, fevnir kappingin um tveir aldursbólkar:
vaksin fødd í 1984 ella fyrr, og vaksin fødd í 1956 ella fyrr. Starturin er sum vant á
Heiðavegi niðanfyri Brotið. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður
oman á Fjøruveg. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðanaftur á Heiðaveg
inni við Føroya Banka. Hendan leiðin skal rennast 9,5 ferðir. Seinastu ferð verður komið
á mál við Sjómansheimið.
Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis 3. umfar í Grand Prix kappingini í renn-
ing, sum DSF, Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsan ítrótt, skipar fyri. Støðan eftir
tvey umfør er henda:
Nr.
Kvinnur
Stig
Menn
Stig
1
Rigmor N. Arge
80
Bogi Lenvig
80
2
Sólfríð Fjallsbak
40
Cecil Weihe
60
3
Brindis Weihe
39
Bogi Joensen
46
Heiðursmerki og steyp
Timburhandilin í Runavík letur steyp til vinnandi kvinnuna og mannin, meðan 1, 2 og 3
í øllum bólkum fáa heiðursmerki.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við Sjómansheimið í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn renningarnar
byrja,. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 30 fyri vaksin. Øll eru vælkomin at verða
við, og vóna fyrireikarnir, at undirtøkan verður minst líka góð sum seinasta ár.
Kasparov einaferð enn
Eystanstevnurenningin
LANDROVER
·
2,5 TURBO DIESEL
137 HK ALUMINIUM
ÚR Kr. 332.000,-
2,0 TURBO DIESEL 112 HK VØRUVOGNUR ÚR Kr. 289.800,-
HEILGALVANISERAÐUR
Línuskipið MAI
til sølu
MAI TG 787
Vágur
Línuskip uttan fiskiloyvi
Eik / bók
97,78
Grenaa Diesel, 6s, 4t
368 kW / 500 HK
Skipið hevur vanliga nautiska útgerð,
frystilast og frystarí.
Heimstaður:
Skipaslag:
Tilfar:
BRT:
Maskina:
Maskinorka:
Áhugaði kunnu venda sær til Føroya Banka
í Vági, tlf. 373444.
Kvívíkar skúli
søkir eftir lærara til skúlaárið
2002/2003
Vegna lærara í farloyvi, er eitt tíðaravmarkað starv
við Kvívíkar skúla, skúlaárið 2002/2003.
Førleikakrøv:
Lærara, ið serliga kann undirvísa í tónleiki,
svimjing/fimleik og annars øllum lærugreinum.
Um skúlan:
Kvívíkar skúli er ein fýraflokkaður skúli við næming-
um frá 1. til 7. árgang. Næmingatalið komandi ár er
51.Fimm lærarar eru við skúlan og kemur tú at vera
ein teirra. Skúlin er væl útgjørdur við fimleikarhøll,
svimjihyli og telduhøli.
Setanartrteytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málastýrið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 18.1
til 27.4.
Meir fæst at vita hjá skúlaleiðaranum,Bjarna Heine-
sen, tlf. 421291 fartlf. 211504.
Umsóknir við prógvi og viðmælum skulu sendast til
Kvívíkar Skúlastýrið í seinasta lagi 21. juni 2002 kl.
12.00.
Skúlastýrið fyri Kvívíkar skúla
Att: Jan Andreasen
340 Kvívík
Roknskapar- og
fíggjarleiðari
Til trolvirkið P/F Vónin í Fuglafirði søkja vit eftir
einum roknskapar- og fíggjarleiðara.
Á skrivstovuni starvast frammanundan 3 fólk,
men við vaksandi virksemi er tørvur á einum fólki
afturat at standa fyri roknskapar- og fíggjarstýr-
ingini.
Starvið
Starvið hjá roknskapar- og fíggjarleiðaranum
umfatar m.a. hesi øki:
- at umsita ein part av dagliga bókhaldsar-
beiðinum
- at hava ábyrgdina av at bókhaldið altíð er
ajour
- at hava dagliga røkt av debitorum og kredi-
torum um hendi
- uppgerð av mánaðar-, kvartals- og ársrokn-
skapum
- samskifti við peningastovnar og lánveitarar
- at røkja fíggjarstýringina hjá felagnum sum
heild, íroknað dótturfeløgunum í Føroyum
og uttanlands, herundir gerð av fíggjar-
ætlanum og uppfylging av hesum
- at menna fíggjarstýringina samsvarandi
stevnumiðum felagsins
- at hava ábyrgdina av EDV-viðurskiftum fe-
lagsins
Førleiki
Tann, ið setast skal í starvið, má hava góðan
kunnleika til bókhald, roknskap og EDV og vera
førur fyri sjálvstøðugt at leiða arbeiðið.Praktiskar
royndir frá vinnulívinum eru tí ein treyt.
P/F Vónin er eitt altjóða virki, og tí er tað ein fyri-
munur, at tú dugir at orða teg á føroyskum og
enskum máli bæði í skrift og talu.
Tær verður boðið
Eitt avbjóðandi og sera mennandi starv í einum
altjóða virki, har tú skal luttaka í einari framtíðar
menning av felagnum. Bjóðað verður ein løn,
sum samsvarar førleika tínum.
Starvið skal setast skjótast møguligt.
Umsóknin
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni
2002. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til okkum og tosa við Jóhannus
Danielsen (tlf. 471700) ella Klaus Rasmussen.
RASMUSSEN & WEIHE
Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F
An associated firm of
Á Glaðsheyggi
P.O. Box 30
reg. nr. 267
FO-110 Tórshavn
e-mail:
Tlf. (+298) 311017
rasmussen@rasmussen.fo
Fax (+298) 311018
Http://www.rasmussen.fo
29