fríggjadagur 22. februar 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 2 ,
SOSTALURIN
NR. 15 22. FEBRUAR
SUSTAARN
á Blaðstjórn: Prentstaður:
Vilhelm Johannesen, PrentSmiðjan á Heygsbveyt
ábyrgdarblaðstjóri, tif. 1 1820
» tf. 5 5873, Klaksví Tórshavn
Demokratiska sosialisman
TAÐ ER VORÐIN víður munur á, hvussu menn, flokkar og bólkar
skilja sosialismuna ella sosialistisku hugsjónina. Síðan sosialisman
tók seg upp, er hon greinað sundur í sosialdemokratar, sosialistar,
4 fólkasosialistar, vinstrasosialistar, kommunistar o.s,fr. Kommunistarnir
hava aftur greinað seg i ein russiskan og ein kinesiskan bólk. Tað er
rættuliga víður munur á, hvussu allir hesir bólkar skilja og vilja
fremja sosialismuna,
Í TEIMUM NEYNDU bólkunum finnast aftur høgrasinnadir og
vinstrasinnaðir, men sum heild kunnu hesir í flestum førum arbeiða
saman um heildarmálið, hóast teir ikki eru samdir í einstøkum mál-
um. Tá vit síggja burtur frá Fraklandi og ltalia, har kommumista-
flokkarnir hava staðið rættuliga sterkir, so hevur kommunisman ikki
havt góð gróðrarlíkindir í vesturheiminum. Í Norðanlondum hava
kommunistarnir staðið sera veikir og hava bert sjáldan átt umboð
á tingi í t,d. Noreg og Danmark,
É SERSTAKLIGA Í SVØRIKI, Danmark og Noreg hava sosialdemo-
kratisku flokkarnir verið sterkir og hava aloftast sitið við stjórnar-
valdinum í hesum trimum londunum. Í dag eru hesir sosialdemokrat-
isku flokkar ikki í so stóran mun sum áður stættarflokkar, tí veru-
liga hava teir við miðvísa fólksgagnsliga politikki sínum javnað út
stættarmunin i so stóran mun, at teir meira eru vorðnir flokkar fyri
alt fólkið. har fólk úr ellum stættum hava funnið og finna eitt gott,
trygt og haldgott politiskt stødi,
DEMOKRATISKA SOSIALISMAN hevur evnad at skapa vælferðar-
samfeløg, ið veita ollum borgarum samfelagsins slíkan tryggleika og
slíkt menniskjaligt rættvisi og frælsi, at tað verður torført ja, Vit
halda égjørligt, at finna eitt stýrislag, ið kann skapa enn størri væl-
8 ferð millum manna. Men tíðin stendur ikki í stað, og tí verður altíð
neyðugt at seta sær nýggj mál, til tess at vinna hini stóru fjøldini av
fólkinum enn størri tryggleika, størri rættvisi og meira fullkoma væl-
ferð.
i HESIR SOKIALISTISKU flokkar hava saman við teimum sterku
fakfeløgunum og einari sterkari og væl skipaðari kooperation ført
hina stóru fjøldina fram á eina leið, har einstaklingurin hevur fingið
sín rættvísa avgerðarrætt í ollum samfelagsvidurskiftum og er sostatt
vid til at skapa tað grundstødid, sum hin dagliga tilveran byggir á.
Hvor dagur hevur síni nýggju krøv, men hendan mikla fylking á
demokratiska sosialistiska grundarlagnum veit skil á og eigur orku til
: at loysa dagsins krøv og gera góðar tíðir enn betri
| HÓAST TAÐ ERU meira enn fýrati — ja, nærri fimti ár síðani, at
demokratiska sosialisman bar við her á landi, so hevur hon enn ikki
fingið ta undirtøku í føroyska fólkinum, sum sosialdemokratisku
flokkarnir hava fingið í okkara grannalondum.
EIN ORSØKIN til at so er, man vera tann, ta føroyska verka-
mannafeløgini hava staðið so spjødd og veik, at tey ikki hava verið
før fyri at stuðla sosialdemokratiska politikkin í tann mun, sum ein
skuldi vænta
EIN ONNUR orsøk er. at kapitalistiskir ørindasveinar við rakstrar-
rópum um meira sjålvstyri og loysing hava ørkimlad& fólkið. Men at
teir ongatíð hava meint nakað við hesum rakstrarrópum hava teir
ferð eftir ferð prógvað tá ið á hevur staðið. Men hesi rakstrarróp
hava tó maktað at skúgva orðskiftið um kapitalistiskan ella sosialist-
iskan politikk i bakgrundina, og hevur hetta ivaleyst eisini verið ætl-
unin við møsni teirra.
FOROYAR ERU sum skaptar til demokratiskt sosíalistiskt stýris-
lag. Og ikki er hugtakið ónationalt — hugsi um grindabýtini, ið vóru
framd júst eftir sosialistiskari fyrimynd, tó langt áðrenn forfedrar
okkara høvdu hoyrt um hetta hugtak. Tað er heldur tin spurningur
um vit ikki eiga at kanna okkum hendan politikk sum okkara.
? TAÐ ER AT vóna, at alt fleiri og fleiri koma til ta nidurstødu, at
4 hin einasta gongda leiðin hjá føroyska fólkinum er hin demokratiska
sosialistiska leiðin, og at tað í framtíðini verður ein sterk fylking
un demokratisku sosialismuna javnaðartlokkin.
Dagbókin
GUÐSTÆNASTA
Komandi sunnudag verður guðs-
tænasta í Kirkjubøar kirkju, har
Ejvind Vilhelm. varabispur, præ-
dikar.
KFUK
Í kveld kl. 20 verður upples'ur i
unggentudeildini
Mánakveldið kl. 20 verður Føstu
lávintsveitsla.
Góðska í hverjum einstøkum
luti,
Kann læsast í tveimum ymkk-
um stóðum (barnatrygd og
vaskistøda).
Kann koppast 180 gradir uttan
at tað kemur inn í rúmið
gongur sostatt frítt av urtapott-
um og gardinum
Umboð fyri Nanset Trevare
fabrikk
SVEND KROSSTEIN
tlf. 14600
Norðoya Javnaðarfelag
Uppstillingarfundur
Felagsfundur verður á Klaksvíkar Sjómansheimi fríg-
gjakvøldid 22. februar kl. 20.00.
|. Uppstilling til løgingsvalid
2. Kaffiborð
3. Landsfundurin
4. Ymiskt
Nevndin heitir dyggiliga á limårnar um at mæta fjøl-
mentir.
NORDOYA JAVNADARFELAG
Serkønur
i skattaålikning
Søkt verður eftir monnum/kvinnum, ið vilja åta-
ka sær starvið sum serkøn í skattaálíkning innan
kommunurnar í Føroya Kommunufelag.
Roknast má við at umsøkjarin má taka lut í skeið-
um innan kommunalt líkningararbeiði heima eins
væl og uttanlands.
Umsgkjari, ið er revisor ella hevur HD innanfyri
roknskaparføring, hevur fyrimun, — tó eingin treyt.
Lén eftir nærri avtalu.
Umsóknirnar mugu vera okkum í hendi skjótast
møguligt.
FØROYA KOMMUNUFELAG
3813 Fuglafjórður.
Motorurin á
ms. Norðborg
til solu
Av ti, at: Nordborg skal hava stórri motor, verður
tann, ið nú stendur i, til sálu. Motorurin er hk. 1200,
vælhildin og í besta standi.
Áhugaðir fáa nærri at vita hú Tummas Ørv, telefon
12975 ella 13670.
KUNNGERD
Sambært gr. 6 i løgtingslog nr. 13 frå 21. mai 1954
um byarskipanir og byggisamtyktir verdur her gjørt
kunnugt:
Uppskot til serstaka byggisamtykt nr. 9 (iskoyti
um heildarætlan fyri ein part av byggisamtykt nr.
8) fyri ein part av Tórshavnar kommunu (gkið mill-
um Sverrisgøtu, Niels Finsensgøtu, Bøkjarabrekku og
Tinghúsvegin) verður framlagt til alment eftirlits á
teknisku deild Tórshavnar býráðs, Sverrisgøta 5,
frá 21. febr. til 13. mars 1974, báðar dagar íroknað-
ar, allar gerandisdagar uttan leygardag, frá kl. 10.00
til kl. 12.00 og frá kl. 13.30 til kl. 15.00.
Uppskotið til byggisamtykt nr. 9 umfatar matr. nr.
384a, 386, 414b, 414d, 419 og partar burtur av matr.
nr. 384b, 385, 387, 413c, 413d alt í Tórshavnar kom-
munu og eisini allar jarðarlutir, sum eftir 15. febr.
1974 verða frábýttir nevndu ognum.
Mótmæli móti uppskotinum til serstaka byggisam-
tykt nr. 9 og møgulig broytingaruppskot til hetta,
verða at senda býráðnum skrivliga í seinasta lagi
21. mai 1974.
Innkomin mótmæli og broytingaruppskot, ið bý-
ráðið ikki tekur við, verða send saman við uppskoti-
num, tá hetta verður sent Føroya landsstyri til góð-
kenningar.
Tórshavnar býráð, tann 12. febr. 1974
|
|