leygardagur 8. juni 1974síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 8. juni 1974
Hvers blað?
F
Føroyingar i Danmark og tå
serliga i Keypmannahavn munnu
gjøgnum allar tidir hava havt tad
til felags, at teir ynsktu at standa
saman sum feroyingar. Teir tóku
seg saman í Føroyingafelagid og
seinri í onnur felog — og teir góvu
út blað fyri foroyingar, Oyggja-
skeggi.
Hetta blað hava vit hildið vera
mestsum ein savnandi miðdepul
fyri teir føroyingar, sum eru i
Danmark, og hóast hugsaninar
um innihaldið kunnu vera mis-
javnar, man eingin taka sær tykni
av tí, at blaðið hýsir greinum við
ymsum áskoðanum, hvert tær eru
politiskar ella av oðrum innihaldi.
Men seinasta útgávan av blað-
num lat lesararnar skilja, at nú
hevur Oyggjaskeggin tikið sær
annað fyri, ti í leidarateigi blaðs-
ins verður tikin uppgerð við
Tjóðveldisflokkin og Javnaðar-
flokkin, hver skal siga, Oyggja-
skeggi er í hvussu er ikki sinnað at
hýsa ella styðja nakað, sum hevur
við hesar flokkar at gera.
Menn, ella hverji tey enn eru,
sum skriva Oyggjaskeggja, áttu
ikki at fert blaðsins politikk so
einvísan, tí tað fer helst at vera
so, at føroyingar í Danmark ikki
allir eru samsintir í politikki
blaðsins, men vilja heldur, at
blaðið skal vera blað Feroyingsins
í Danmark og ikki málgagn fyri
onkrar smærri fylkingar, hvert
tær eru av politiskum ella eðrum
slagi.
sk kok
Stevnuhandil
Mær eydnadist at lesa bersøgid
lesarabræv undir omanfyristand-
andi yvirskrift fyri nøkrum vikum
sidani um henda handilstått, sum
år undan åri tekur til sin i so stør-
um máti, at tað nú mestsum er Ó-
gjørligt at spáka sær ein litlan túr
eitt stevnukveld fyri allari 6-
humskuni og óruddinum, hetta
ótólmaða privata fyritakssemi
vælsignar okkum við. Til fullnar
at steðga hesum handli og ólevn-
aðinum, hesin hevur við sær, fer
helst ikki at bera til, nú so mong
ikki evna at finna nakað verunligt
innihald í stevnunum, uttan so at
teimum loyvist at grýta seyða-
skeltar og floskubrot hvert eftir
ødrum og soleiðis frøast sum
mest, tå skadin er sterstur. Eg eri
heldur ikki tann beini til at gera
av, hvat man ver ólevnaður ella
ikki eitt rúsandi stevnukvøld,
men hóast hetta áttu vit at kunna
samst um at skipa so fyri, at vit
sum best kundu »rættvisgjørt«
henda galskap, sum hóast alt
neyvan sleppst undan í bræði.
Tessvegna munnu tey ivaleyst
vera mong, ið heldur enn fegin
taka undir við uppskotinum um at
veita avlamisfyritøkuni Alv eink-
arrættin til hesa stevnusølu, fyri
at tjóðin sum heild soleiðis
kannska kundi skoytt ein farra av
sosialum samfelagshugi uppí 6-
levnaðin.
Tað er væl møguligt, at oman-
fyristandandi er eitt líknandi
paradox, sum tað rúsdrekka-
nevndin førdi fram, um at yvir-
skotið av framtíðarinnar rús-
drekkaselu skuldi nýtast til
upplýsing um vandarnar, rús-
drekkan ber í sær. Men heilt út av
lagi er tað nú heldur ikki, fyri ikki
at siga, at tað er tað einasta
»etiska og menniskjaliga« møgu-
liga.
Mærvitandi hevur omanfyri-
nevnda fyritøka við virkisfúsu
limum hennara rættuliga lagt
rygg til við fleiri væleydnaðym
útselum og ødrum tiltøkum, so
um vit soleidis vid smærri og
størri framtøkum kundu hjálpt
hesum stovni at gjørst so sjålv-
bjargin, sum møguligt, hevdi tad
kannska ikki verið til fånytis, um
vit skerdu flog rovfuglanna hesar
fåu summarløturnar.
FR
Um avvarandi myndugleikar
ikki enn hava tíkið skilabestu
stødu í málinum, vil eisini eg heita
á hesar um at skipa so fyri, at
loyvi til stevnuhandil ikki verður
givið oðrum enn landsins avlamis-
fyritoku.
Við tøkk fyri upptøkuna,
Rán.
SOSIALURIN
Ikki
klandrast
Latum okkum ikki klandrast,
sigur yvirlæknin á landssjúkra-
húsinum, dr. Eliesar Arge við feit-
um stavum á forsiduni
um nr. 38.
Víðari skrivar hann um frælsi,
ábyrgdarkenslu, sosialismu og
kapitalismu. Jú, tað ljóðar mikið
gott at yvirlæknin ikki dámar at
klandrast, vónandi er tað so í
praksis og ikki bara á papírinum,
at honum ikki dámar klandur,
hvorki á arbeiðsplássi ella uttan-
fyri.
Abyrgd skrivar hann eisini um.
Jú, helst skuldi ein yvirlækni
kent til ábyrgd sum rekir eitt so
ansvarsfult starv sum tað, at
lekja eitt menniskjaliv nú einaferð
er.
Tað krevur ein heilan, vælupp-
lagdan mann burturav og ikki ein
ið fyrst rotar seg upp í kommunal-
politikk og síðan ætlar sær inn í
logtingið. Tað er heilt óforstáði-
ligt fyri okkum, sum hava verið
patieniar harúti og vita hvat
heilsan hevur at týða.
Vit nógvu skulu geva Eliesar
Arge yvirlækna tey góðu ráð:
Passa hospitalið fult út, tað krev-
ur ein heilan mann og ikki ein
hálvan, ið er upptikin av fundum
og ødrum í heilum.
Tað er stórur tervur á góðum
læknum men ein yvirflóð av vána-
ligum politikkarum.
Vinarlig heilsan S. P.
Sk kok
Rithøvundafelag
A ein hátt stásiligt orð. Høvundi
líkist bæði høvdinga og høvisk-
heit, men hin vegin vóru høvund-
ur og høvudkambur fyrr nytt
hvert um annað, »rættur høvund-
ur ella rættur høvudkambur« um
ein, sum fegin vildi ráða. Hvat
týður orðið? »Veit ikki is-
lendskt orð< er altíð svarið.
Okkurt skilafólk av bygd nevndi
tå »hav — høv«, steinar at lyfta
sum meguligt skyldskaparorð.
„At hava« sum eginleiki, nakað
ein er førur fyri, el. møguliga at
hevja, hava upp frá. Leggur felag-
ið annað í orðið? Spurningarnir av
tí, at felagið sigur so lítið um egið
virki og endamál. Og kortini er
farið at leggja uppí annan felags-
skap, og brýggja seg um viður-
skifti har. Hugsað verður um álit,
sum rithøvundafelagid hevur sent
til myndugleikar, blød, útvarp,
almenn stað, ja, eisini til handlar
at selja (bussines), har tað ger
nevndaruppskot til at stíla fyri á
økjum, sum ætlandi eru felagnum
púra óviðkomandi.
Tað er so viðv. øllum yrki og
allari list, uttan skriving, at
nakað av útbúgving krevst.
Skriva kunnu oll, tað er barnalær-
dómur. So kann vera tjakast aftur
og fram, um dugur er el. ikki er í tí
skrivaða, tað er kortini amboð hjá
øllum. Tað tykist bara, sum rit-
hovundafelagið heldur, at fólka-
skúlin av tí sama má vegleiða út
um skúlagátt eisini, tí flestu
nevndar-uppskot í álitinum eru
lærarar.
Jú, vit vita væl, at tekniska
øldin fegin vil hava oll í skúla sum
longst, so tey ikki reiðuliga fáa
stundir at fara út í lívsins skúla.
Men nú er tað ikki teknikkur, tað
her snýr seg um, men mentaliv
sum tað sigst. Tað merkir helst
nakað meira sjålvstødugt enn
akkurát skúlalærdóm, og ið
hvussu er serkunnleika innanfyri
tað ávísa eki, tala kann vera um.
Álitið nevnist »mentanar«-poli-
tikkur (hvat mentanar so man
vera) og er politiskt. Ja, bíða nú
— er tað ikki veruliga parta pol-
itiskt? Minst triggir av fremstu
politikarum tjóðveldisflokksins
eru uppstillaðir, og 3 virkandi
tjóðveldismenn til at umbóða
myndlistina. Er tað bara hon
kanska, sum skal hava politiska
og ókena nevnd. Hvussu við rest-
ini? Og er hetta møgulig sam-
bands/tj6dveldis allianca, nógv
danskt organiserað fólk er uppii.
Men sambands politikarar tykjast
ikki vera, heldur ikki aðrir
politikarar. So er tað tá bara
tjóðveldið í sambandi við rithøv-
undafelagið — el. er lærarafelagið
uppii?
Annars er álitið í stoðum til at
læa at, hevur t.d. fylgjandi:
»Mentanar-politikkur má vera
miðvísur fastur og samskipaður.
Einki uppá gjøt. Annars kann
óbetaligur skaði standast av«.
Síðan fer felagið úti fastleika-skip-
an, 3- og 4-manna nevndir á 7
ymiskum menta-økjum, til at seta
å bås og undir eftirlit hjå rithøv-
undafelagnum sælsaktans. »Men
hetta eru tó eingi harrabod«
verður til endans skoytt uppí og
kávað útyvir. Jú, mangir vilja
fegin harrar vera.
framhald á 9. síðu
Síða 5
stubbar uttaneftir
Hongd i Irak
Fimm fólk eru dømd til deyða
i Irak, fyri at hava framt
atsóknir á eina biohell og eina
floghavn í Bagdad.
Millum teira er ein
kvinna.
Irakska tidindastovan
skrivar, at tey deyðadomdu
hava viðgingið, at tey eru
limir í partisanbólkinum hjá
Mustafa Barzani.
Tey fimm fólkini verða
hongd fyri atsóknina í Bag-
dad.
Framgongd
hjá svenska
javnaðarflokkinum
Svenski = javnaðarflokkurin
fær nú sterri undirtoku
millum veljararnar enn fyrst í
hesum ári, sýnir ein kanning.
Politiskir eygleiðarar i Svø-
riki gita samstundis, at Olof
Palme, forsætisrådharri, fer
at útskriva val í heyst.
Sambært veljarakanning-
ina fær javnaðarflokkurin
43,5% av atkvødunum móti
40,5 % í január.
Síðani ríkisdagsvalið í Svo-
ríki í heyst, hevur javnaðar-
flokkurin fingið stuðul frá
kommunistaflokkinum.
Hesir flokkar saman við
báðum andstoðuflokkunum
hava eins nógvar tingmenn.
Hetta ger, at lutakast má
fara fram í hverjum føri,
meiriluti ikki fæst fyri einum
lógaruppskoti.
Nyggjur flokkur
Protestantar saman við
stjórnarleiðaranum í Norður-
irlandi, Brian Faulkner, hava
stovnað nýggjan flokk.
Flokkurin fer at royna at
fáa í lag eina avtalu millum
hin protestantiska meirilutan
og katólska minnilutan.
Flokkurin fer væntandi um
stutta tid at kunngera eina
skrá, har tikið verður undir
við einum maktbyti í Norður-
irlandi og mælt til, at eitt
irskt felagsráð verður sett.
Framvegis olja
Libya fer framvegis at veita
Sýriulandi olju, meðan olju-
útflutningurin til Egypta-
lands fer at halda uppat,
skrivar almenna libyska tid-
indastovan ARNA.
Tíðindastovan skrivar, at
orsøkin til steðgin í oljuflutn-
inginum til Egyptalands er,
at Egyptaland er hildið uppat
at stríðast fyri arabararnar.
Helt lyfti
Tá Jenny Bracy fyri ári síðan
gav dreingi sínum, Tom
Rivenberg, lyfti um, at hon
framvegis vildi giftast við
honum, hóast hann hevði
mist bæði beinini undir einari
bumbuspreinging í Belfast,
lovadi Rivenberg afturimoti,
at hann før at ganga vid
tilstundandi konu sini fram
til kirkjualtarið.
Og Rivenberg helt orð
Fyrradagin giftist hann við
Bracy í Chelmsford í Bret
landi, har brúdleyp eisini
varð hildið. Hann saman við
Bracy spákaði fram til kirkju
altarið á kunstigum beinum
Rivenberg, sum
starvast í hernaðinum,
at fáa sivilt
starv.
hevur
fer nu
tænastumanna
Ofriður
Í minsta lagi 5 fólk lótu liv og
eini 50 vórðu
millum 16 løgreglumenn, tå
løgreglan herfyri nytti eld til
tess at spjada hinduar og mo
hammedanarar undir
ófriði i gamla byarpartinum í
New Delhi
Logreglan tá
fjøldin byrjaði at seta eld á
særd, teirra
einum
legði uppi,
smáhandlar
Livlangt fongsul
Teir báðir partisanarnir, sum
vórðu demdir til deyða fyri
eina atsókn á floghavnina í
Athen i aug. í fjør, har fimm
fólk lótu liv og 45 vórðu
særd, eru vistir úr
landi. Teir eru nú í Libya
Deyðadómarnir vórðu í
január mánaða til
livlangt fongsul orsakað av
ræðslu fyri avleiðingunum,
um deyðadómarnir
staðið við
Grikka
broyttir
hovðu
Í hernað móti
fakfelogunum
Fólkaflokkurin
verk
Kristiligi
Danmark fer at
tiltok imoti fakfeløgunum
Tiltøkini
verk, ti fakfelogini eru åvirk
að av ov nógvum vinstrasinn-
sjónarmiðum,
seta 1
verða
sett 1
aðum segði
framsegumaðurin í vinnulivs
málum, Willy Brachner á
landsfunu: floksins
Formadurin, Jens Møller
var einmæli afturvaldur
Limur floksins i danska ut
varpsráðnum. Svend Aage
Olsen, segði á landsfundin
um, at útvarpsmenninir eiga
at fara á skeið í kristindóms
kunnleika.
Ov nógvar sendingar í
útvarpinum eru ókristiligar
segði Svend Aage Olsen
Byrådslimir
taka ímóti mutri
Bretski forsetisráðharrin,
Harold Wilson, boðaði her
fyri frá, at ein serstok nevnd
skal kanna ólóglig viðurskifti
í almenna verkseminum í
Bretlandi
Boðini frá Harold Wilson
um hetta komu stutt eftir, at
tveir býráðslimir í Leeds,
sum báðir umboða Arbeiðara-
flokkin, vórðu dømdir fyri at
hava tikið ímóti mutri. Bý-
ráðslimirnir hevdu fingið ein
sáttmála í lag millum ein
entreprenør og kommununa i
Leeds, og fingu i stadin
ókeypis uttanlandaferðir og
aðrar fyrimunir.