Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOSIALURIN Nr. 33 — 3. juli 1974 “ - søsialurin telefon 11820, box 76, 3800 Tørshavn Utgevari Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 55873 (við ábyrgd) Johnsigurd Johannesen, telefon 132 42 Prent: Prentsmiðjan á Hevgsbreyt , . . . Dålkingarspurningurin EITT TAÐ STØRSTA vandamálið, sum okkara tíð hevur at dragast við, er dálkingar- spurningurin. FRAMKOMAN A IDNADARØKINUM hev- ur m.a. fort til eina ovurhondsstóra dálking á øljum økjum — av sjónum, náttúruni og luft- ini. Hesi vandamál hava verið og verða fram- vegis viðgjerd á altjóðastigi. M.a. á havrætt- arráðstevnuni, sum júst nú verður hildin í Caracas, har eisini spurningurin um dálking av havinum er til viðgerðar. TA VIT HER heima tosa um dálking, er tað al- oftast dálkingin av náttúruni, ið lítur alt tað, sum áður hevur verið ein frøi fyri eygað, sum verður umrødd. Tosað verður um brotnar fløsk- ur, plastikkframleiddar lutir og iløt, ið ikki for- ganga og annað líknandi órudd, sum í stóran mun stavar frá Osømiligari atferð. NÆRUM ØLL LOND hava gjørt sær greitt, at i striånum móti dálking og til tess at fyribyrgja dálking, má nógvur peningur nýtast. Forboðið móti innfluttningi av øli og lemonadu í ein- gangsfloskum, sum tó ikki kostaði eitt einasta oyra, var ein bati. Nógv meira kundi verið gjort frá almennari síðu. T.d. kundu fleiri leypar verið uppsettir at taka ímóti slíkum avfalli. Ikki bert innanfyri kommunumerk, men eisini framvið landsvegum millum bygdir. DALKINGIN AV SJONUM og dálkingin av luftini eru tó sterri vandar fyri mannaættina. Tá vit tosa um dálking av luftini, hefta vit okkum mest við bensinosan frá ti vaksandi talinum av motorakførum og um osan frá verk- smiðjunum. Sum kunnugt stendst mikil dálking av hesum. Men onnur dálking, sum sjáldan ella ongatið verður tikin uppá tunguna, og sum lættliga kundi verið fyribyrgd, er tann dálking, sum stendst av grótidnaðinum kring landið. NOGVAR STAÐIR, eitt nú í báðum teimum størstu byunum, í Havn og í Klaksvík, liggja grótbrot, ið orsakað av ti skjóta byarvøkstrin- um, nú liggja inni millum húsini. Hús og havar, tún, bøur og børn eru avtikin av ti nógva dustrokinum, sum stendur úr grót- knúsarunum, og hetta dust anda bæði børn og vaksin niður í lunguni. Væntandi taka oyruni eisini skaða av tí mikla óljóðinum frá hesum knúsarum og borðimaskinum, sum hamra frá morgni til myrkur. TAÐ SKULDI VÆL saktans latið seg gjort, at flutt hesi grótbrot á stød væl uttanfyri, har fól'“ ikki vanliga koma. Sjálvandi vita vit, at hetta verður kostnaðarmikið, nú hesi grótbrot eru komin nakað til árini, og nógvar dýrar maskinur eru uppsettar. Tað er kortini ongatíð ov skjótt at fáa hetta gjørt, ti tað gerst bert. dýrari og dýrari fyri hvønn dag sum gongur, samstundis sum skaðin gerst størri og størri. dagbókin Í dag er mikudagur 3. juli. Cornel- ius. 184. dagur í árinum. Sólin rísur kl. 02.50 og setur kl. 22.11. Vit eru í 12. viku á summri. Missionshusid vid Landavegin í kveld kl. 20 verður meti i missiónshúsinum við Landa- vegin. Brúdleyp | Friggjadagin giftast í Nærum Britta Møller, Nærum og Pauli Simonsen ur Havn. Adr.: Malbergvej 40, st.th. 2850 Nærum. Fødingardagar Í gjár fylti -Frederikka Sig- vardsen við Gjógv 99 ár. Í dag fyllur Sámal Peter- | sen, fyrrverandi landsstýris- maður, Klaksvík 70 ár. Lærarasetan Frá 1. august at rokna hevur Feroya Skúlastjórn sett Ola Chr. Reinert-Petersen til lær- | ara við skúlan á Toftum | Skiparaprógv A Feroya Sjómansskúla hex ur provtøka verið fyri skipar um. Hetta próvtekuhaldið er nú lokið, og leygardagin kl 1400 vórðu prógvini handað til teir, ið hava staðið roynd- ina Hesir eru: Jónfinn Jacobsen, Servágur Johan Esmar Leo, Porkeri Terje Hansen, Skopun Magnus Simonsen, Tórshavn Ráfiskaprisir Trygvi Kallsoy, Eiði Regin S. F. Poulsen, Skála Andrass Hansen, Norðagetu Jóannes Mikkelsen, Syðru gøtu Børge Lamhauge, Lambareid Jógvan Martin Absalonsen, Vági Jóhannes Ivan Petersen, Saltnes Osvald Dalbergsson Hansen, Kollafirði Vilhelm Martin Poulsen, Strendur Hanus Andrias Rubeksen, Tórshavn Erling Eliasen, Tórshavn Dåvur Eisenberg Hansen, Skopun Heini Pætursson Reinert, Eiði Jergen Leon Djurhus, Selatræ Arni Sumberg Olsen, Tórshavn Axel J.J. Niclassen, Mykines Kristian Sofus í Lambanum, Fuglafirði Sæbjørn Petur Hansen, Nordag tu um aftur Sæbjørn Petur Hansen, Norðagetu Hesir fingu premiu: Arni Sumberg Olsen, skrivi- maskinu frá Feroya Fiska- sølu. Sæbjørn Petur Hansen, barometur frá Tryggingar- sambandið Feroyar. Axel Niclassen, kikara frá Feroya Sparikassa, Jorgen Djurhus og Børge Lamhauge fingu hver sína Alisfroði frá Lands- felagsskapur føroysku fiski- vinnunar Heimaskiparaprogv Jákup Eli Ejdesgaard, Eiði hevur staðið heimaskipara- roynd. Nýggj skeið til skipara-, stýrimanna- og skipsførara- próvteku byrja týsdagin 6. august 1974. Råfiskanevndin, sum sett er eftir løgtingsløg nr. 21 frá 8. mai 1969, hevur á fundi 27. juni 1974 ásett hesar minstuprísir fyri fyrstafloks blóðgaðan ráfisk kruvdur við hevdi frá vekt. Toskur Hysa Longa Blålonga Brosma Skøta Kongafiskur Upsi Hvitingur Havtaska Kalvi Tunga Reyðsproka Skrubba Steinbítur kr. pr. kg yvir7Ocm 3,44 44—70 cm 2,50 34—44 cm 1,00 yvir 40cm 2,02 2,10 ongan prís yvirø2cm 1,52 1,26 ongan pris yvir44cm 1,29 yvir3lcm 1,10 yvirðkg 1,51 yvir4 kg 6,24 yvir 300 g 2,34 yvir 300 g 2,15 yvir 400 g ongan pris 1,16 Hesir prísir eru galdandi frå og við 28. juni 1974, sum omanfyri tilskilað á hesum plássum: Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvík, Fuglafirði, Eiði, Getu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Miðvági, Servági, Tveroyri og Vági. Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her, verður prísurin hin sami sum í omanfyri nevndu plássum við frádrátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn. Tórshavn, 27. juni 1974. Prísásetingarnevndin á ráfiski útvarpið Regluligar sendingar í vikuni allar dagar í vikuni uttan sunnudag: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurtíðindi og tíðindi 12.00:.Middagskonsert 12.20: Veðurtíðindi og tíðindi 12.32: Tónleikur 12.50: Veðurtíðindi 12.51: Tónleikur til kl. 13.00 18.30: Veðurtíðindi og tíðindi Mikudagin 3. 13.00: Kvoðuljómar til sjó- fólkið 18.42: Miðvikan 19.30: Fólkalog Hósdagin 4. 18.42: Framhaldssøgan Bør Børson jr. 19.10: Paul Robeson saman vid orkestri 19.30: Poppur Friggjadagin 5. 18.42: Fyrilestur: Hjalmar Arnason: Island, bók- mentir og tónlist Tónleikur, Ludwig van Beethoven: Klan erkonsert nr. 5 i es dur (Emperor). Emil Gilels spælir saman vid The Cleveland Orchestra, stj. George Prøver og farvekatalog sendes ved modt. af frankeret svarkuvert (90 øte) Fabrikant J. Nørgaard Bredgade 83 - 7441 Bording - Tlf. 06-86 12 19 REIDARAVIRKI HEILSØLA Kolonial & útgerð HERMETIKK TIMBURHANDIL KLÆDNABUÐ SLEIPISTØD SHELLAVGREIÐSLA Deildir SKALA SKIPASMIÐJA á HANDILSVIRKI, SKALA Skipasmið Handil Turkivirki HANDELSHUSE!T PESCADERO A-S Strandgade 25A København K Tlf (01)297300 - Telex 15290 Par tafelagið J.F.Kjølbro 3870 Klaksvik - Førovar Telefon 55489 - Telex 81220 Telegramadressa Kjølbro Klaksvík