mikudagur 17. juli 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- -
spsialurin telefon 11820, box 76, 3800 Tørshavn
U'tgevari Førvvu Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 55873 (vid åbyrgd)
Johnsigurd Johannesen, telefon 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Viðurkenning
FØROYSKIR LØNTAKARAR hava mangan
kent svidan av, at føroyska fakfelagsrørslan
hevur staðið spjødd og hevur verið so illa
skipað, sum hon í roynd og veru hevur verið og
fyri ein part framvegis er.
EITT AV PRØGVUNUM fyri, hvat hetta
hevur kostað lønarstættunum, eru tær lønir og
tey tilvildarligu arbeiðs- og lønarvidurskifti,
sum krambúðar- og skrivstovufólk i privatari
tænastu kring landið starvast undir.
TIL FYRI HEILT stuttum, hava hesi fólk als
ongan felagsskap havt, og hvat hetta hevur
kostað teimum, kom týðuliga til sjóndar í sam-
rødu, sum okkurt av blødunum hevði við
formannin í tí nýliga stovnaða felagnum fyri
skrivstovu- og krambúðarfólk í Havn, S&K.
Har kom millum annað fram, at lenin hjá
einum parti av hesum fólki einans liggur
millum 800 og 2.000 kr. um mánaðin. Við
ødrum orðum hevur tørvandi felagsskapur
kostað hesum stætti undirløn fyri ofta langan
og strævnan arbeiðsdag.
FELAGIÐ FYRI skrivstovu- og krambúðar-
fólk í Havn, sum varð stovnað í fjør, hevur í
meira enn hálvt ár, uttan úrslit, roynt at fingið
samráðingar í lag við arbeiðsgevararnar, sum
tó, við ymiskum umberingum, hava borið seg
undan samráðingum.
Í SEINASTU VIKU sá felagið sær ikki annan
meguleika enn at lýsa til verkfall frá mána-
degnum 15. juli. Men við tað, at samráðingar
umsíðir komu í lag, varð hetta verkfall tíbetur
av ongum. Okkum kunnugt, er ein orsekin til,
at samráðingar nú komu í lag tann, at arbeiðs-
gevarar ikki hava rætt til at bera seg undan
samráðingum, og at viðkomandi arbeiðs-
gevarar hava fingið hetta kunngjørt.
TAÐ AT SAMRÁÐINGAR nú eru komnar í
lag, má takast sum ein sigur fyri felagið hjá
skrivstovu og krambúðarfólkum, ti í hesum
liggur ein sera týgningarmikil viðurkenning,
sum er fortreyt fyri framhaldandi virksemi hjá
hesum felag, ið sanniliga hevur eina mission at
rekja. Tað er bæði rætt og rímuligt, og onki
minni enn eitt rættvisiskrav, at hesi fólk, sum í
rættuliga stóran mun hava verið undirlønt, fáa
munandi lønarbatar, og tað við afturvirkandi
kraft frá tí degi, tey á fyrsta sinni bóðu um
samráðingar við arbeiðsgevarar sínar.
VONANDI KANN EITT gott úrslit hjá hesum
felag eggja skrivstovu og krambúðarfólkum
kring landið at gera líknandi felagsskapir,
soleiðis at vit fáa landsumfatandi felagsskap
fyri hesar stættir, ið kann umfata øll starvsfólk
á hesum økjum.
SOSIALURIN
Feðingardagar
dagbókin
Í dag
er mikudagur 17. juli. Alex-
Í dag fyllir Alexander
Vilhelm, keypmaður, Misá
á Tveroyri, 90 ár. |
Leygardagin fyllir Johan
ius. 198. dagur í árinum. O. Djurhuus, fyrrverandi
Sólin rísur kl. 03,17 og set- skúlastjóri, Vágur, 70 år.
ur kl. 21,48. Vit eru i 14
viku á summri.
Prógv
. 11: Arni Clementsen og Eli
Listaskålin Ellendersen, báðir úr Havn,
er opin í dag frá kl. 15—17 hava á Byggeteknisk Høj-
skole í Horsens tikið prógv
sum bygningskonstrukter-
Hetta er seinasti dagur fyri
ólavseku, listaskálin hevur
opið. ar.
Lýsing
Frá 1. august í ár verður úttekan upp til kr. 2.700 um
mánaðin
Lenjavningargrunnur Skipsfiskimanna
Vegna summarfri
steingi eg verkstaðið 17. juli 14. august.
Fa. Carlo Petersen
—
Lýsi
Samb. legtingslóg nr. 32 frå 15. mai 1970 um fólka- og
farmaflutning $2, stk. 2 skulu allir, ið rekja fólka- og
farmaflutning innanfyri kommunumark, hava býráðsins loyvi
til hetta
Øllum, sum koyra her í býnum uttan slíkt loyvi, verður
hervið bannað at halda fram við koyring til slíkt loyvi
møguliga er fingið
Tórshavnar býráð
Lýsi
ysing
Eftir boðum frá íslendsku stjórnini verður sagt frá, at frá 15.
juli 1974 er allur fiskiskapur bannaður á ávísari leið norður úr
Horninum og eysturyvir
Leiðin er avmarkað soleiðis:
Fyri vestan: frá positiónini
67%00' n.b., 22924' v.1. til position
66%47' n.b., 22?24' v.]
Fyri eystan: frå positiónini
67%00' n.b., 20%49' v.1. til position
66234' n.b., 21?26' v.]
Móti norði: frå positionini
67%00' n.b., 22%24' v.]. til position
67%00' n.b., 20%49' v.1
Móti suduri: frá positiónini
66%47' n.b., 22%24' v.]. til position
6634' n.b., 21926' v. I.
Tórshavn, 15. juli 1974
FØROYA LANDSSTYRI
Nr. 37 — 17. juli 1974
Regluligar sendingar i vikuni
allar dagar i vikuni uttan
sunnudag:
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurtíðindi og tíðindi
12.32: Tónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur til kl. 13.00
18.30: Veðurtíðindi og tíðindi
Mikudagin 17.
13.00: Kvøduljømar til sjó
fólkið
18.42: Miðvikan
19.30: Folkaløg
Hósdagin 18.
18.42: Framhaldssøgan Bør
Børson jr
19.10: Aksel Schiøtz syngur
opera-ariur av Mozart
19.30: Poppur
Friggjadagin 19.
18.42: Fyrilestur: Hjalmar
Årnason: Reykjavik
19.10: Franz Schubert
Sonata i A-dur, Alfred
Brendel spælir
REIDARAVIRKI
HEILSØLA
Kolonial á útgerð
HERMETIKK
[IMBURHANDIL
KLÆDNABUD
SLEIPISTØD
SHELL-AVGREIDSLA
Dc ildir
SKALA SKIPASMIDJA
& HANDILSVIRKI,
SKALA
Skipasmid - Turkivirki
Handil
HANDELSHUSET
PESCADERO A-S
Strandgade 25A
København K
TIf (01)297300 - Telex 15290
Partafelagið
J.F. Kjølbro
3870 Klaksvik - Føroyar
Telefon 55489 Telex 81220
Telegramadressa
Kjølbro Klaksvik
13. -—15. sept.
upplýsningar - utleigan
pf KS
postbox 125 - tlf. 14442
Tróndargeta - Tórshavn