leygardagur 27. juli 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- -
spsialurin telefon 11820, box 76, 3800 Torshavn
Útgevari. Førvvå Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 5 5873 (við ábyrgd)
Johnsigurd Johannesen, telefon 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Olavsøka
Í MORGIN UM middagsleitid verður Olavsøk-
an 1974 sett undir tinghúsinum.
EFTIR AT SUMMAR- og ítróttarstevnur eru
hildnar kring alt landið — fyrst i Norð-
oyggjum, síðani í Eysturoynni, í Suðuroy og Í
Vágum, koma føroyingar nú saman i Havn at
halda Olavsøku.
OLAVSØKAN ER HIN seinasta av summar-
og ítróttarstevnunum, men samstundis hin
nógv stersta stevnan, ið meira enn allar hinar
er landsumfatandi og savnar fólk úr ollum
landinum, eins og føroyingar uttanlendis eisini
halda hendan dag.
ÚR ØLLUM FØROYUM leita fólk sær til
Havnar, og tey, sum ikki finna sær veg til
høvudsstadin teir komandi tveir dagarnar,
royna. so væl tað nú er gjørligt, at fylgja
, 4
Ólavsekuni í útvarpinum.
OLAVSØKAN ER EISINI vorðin ein tjóðar-
dagur. Hendan dag hittast fólk úr at kalla
ollum landsins búplássum í hevuðsstaðnum,
hendan dag hittast allir landsins prestar saman
við landsstýris- og løgtingsmonnum til guðs-
tænastu í Havnar kirkju, og hendan dag verður
okkara aldargamla ting sett.
TAÐ VAR HETTA aldargamla ting okkara,
vit skuldu siga nekur orð um, í sambandi við
Ólavsekuna. Tað var á hesum aldargamla
tingi, at menn á fyrsta sinni bóru fram kristnu
siðmenningina, og enn í dag verða ymiskar
hugsjónir og hugsanir bornar á ting. Summar
vinna frama og aðrar ikki.
AT TING OKKARA er aldargamalt og
møguliga tað elsta í ollum Europa, er ikki nógv
hjá fólki at keypa fyri. Spurningurin er heldur
hverjar politiskar avgerðir tingið tekur. Á tingi
er mangt avrikað, fólki og landi at gagni. Men
eisini hevur ting okkara, soleiðis sum tað er
samansett, varðveitt ójavnan í samfelagnum
— éjavnan í inntøkubytinum og ójavnan i
bytinum av ti, sum hvør einstakur skal lata til
samfelagið.
TANN FLOKKUR, SUM hetta blað umboðar
hevur og fer framvegis at bera javnaðarhug-
sjónina á ting. Undirtøkan á tingi er so bundin
av, hvussu tingið er samansett, og her eru tað
veljararnir, ið seta treytirnar.
KUNDI ALDARGAMLA TING' okkara, 1
komandi tingsetum og í komandi valskeiðum,
skipað fyri rættvísari býti av inntøkunum og
rættvísari býti av tí, sum hver einstakur skal
lata samfelagnum og sum heild rikið javnaðar-
politikk, so kundu vit lovprísa okkara aldar-
gamla tingi fyri, at tess avreksverk gjørdu
Føroyar til eitt gott land at liva i fyri øll.
VID HESUM YNSKJA vit øllum eina góða
Olavsøku.
,o
SOSIALURIN
dagbókin
Guðstænastur
”
7. sunnudag eftir trinitatis
prædikkar Hans Winther-
eik i Havnar kirkju (altar-
gangur), Jåkup Magnussen
í Christianskirkjuni, J.
Follend á Glyvrum, K. O.
Videre í Hovi (altargang-
ur), Torkil Beder í Getu kl.
12 og í Oyndafirði kl. 18
(altargangur í báðum steð-
um) og Hegni Poulsen i
Sandavågi (altargangur).
Við 6lavsøkugudstænast-
una i Havnar kirkju måna-
dagin prædikkar Jåkup
Magnussen, sóknarprestur.
Brúdleyp
Í dag giftast í Tveroyrar
kirkju Ina Hjelm, Vágur og
Pauli Einarson, Tveroyri.
Í dag giftast í Kristian-
sund kirkju Liv Halseth,
Kristiansund og Olivur
Joensen, Vágur. Adr.:
Handelsstanden, Kristian-
sund-Nord, Noreg.
Fødingardagar
Í dag verður Niels Bech,
Lopra 80 ár.
Í morgin, 28. juli, fyllir
Meinhard Poulsen, Hvann-
asundi 60 ár.
Týsdagin 30. juli fyllir
Rudolf Jensen undir
Kviggjum á Sandi 90 ár.
Mikudagin 31. juli fyllir
Karolina Djurhuus, Innan
Glyvur, 75 ár og sama dag
fyllir Dalberg Hansen i
Kollafirði 55 ár.
Lærarasetan
Frá 1. august at rokna hev-
ur Feroya Skúlastjórn sett
Jóannis Petersen sum lær-
ara við skúlan í Servági.
Lesið sosialin!
Haldið sosialin!
Keypið sosialin !
Sosialurin
— altið bestur!
Kokkaskeið
útvarpið
Regluligar sendingar í vik-
uni allar dagar í vikuni utt-
an sunnudag:
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurt. og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurt. og tíðindi
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurt. og tíðindi
12.32: Tónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur til kl. 13.00
18.30: Vedurt. og tidindi
Leygardagin 27.
13.00: Endursendingar
13.00: Miðvikan
13.40: Barnatimin
14.30: Hj. Árnason: Um
Island
15.00: Bør Børson jr.,
Marius Johannesen
tyddi og lesur
18.42: Harmonikuløg
19.00: Telefonpråt vid lurt-
ararnar
20.00: Tónleikur
29.45: Stuttsøga
21.45: Gomul dansiløg
21.35: Hetta heilaga
evangeliid skrivar …
21.45: Vedurt. og tidindi
Sunnudagin 28.
Olavsøkuaftan
13.00: Vedurt. og tidindi
13.10: Olavs rosa eftir H
A. Djurhuus.
A. Tórgarð lesur
Regin Dahl lesur og
syngur egin log
14.00: Ólavsekan verður
sett. Beinleiðis frá
segn frá tinghusvøll-
inum, har Viljormur
Tórsheim setir Olav-
søkuna
15.00: Satt og Osatt
skemt og ålvara
frå og um ólavsek-
una. Skift verdur
millum okkara Olav
søkuskemt og bein-
leiðis sending frá
ólavsekuhaldinum
17.00: Guðstænasta. P. H.
Winthereik próstur
prædikar
Enn er ikki óvseint at melda seg til kokkaskeið, ið ætlast by rja
12. august.
Klaksvíkar Sjómansskúli
Olavsøkuaftan
Kl. 10 fp. Breyðbróting.
kl. 6 sp. Alment evangeliskt
møti
kl. 9 sp. Møti uttanfyri
tlf. 54146 ella 557 39
Ebenezer
Um ólavsekuna verða hesi meti:
Tá ikki viðrar til útimeti, verður tað inni.
Hjartaliga vælkomin
Samkoman í Ebenezer
Olavsøkudag
Kl. 10 fp. Alment møti
kl. 9 sp. Møti uttanfyri
18.00: Olavsøkuhald
Hornmusikkur
18.30: Vedurt. og tidindi
18.40: Kvøduljømar. Ann-
ars verða kvoðuljóm-
ar sendir inn imillum
hinar sendingarnar
19.00: Há trummar í hell ...
Vit fara upp á gólv
19.45: Olavsøkuhaldid.
Sent verður til um-
leid kl. 22.00
Månadagin 29.
Olavsøkudagur
Sendingin byrjar
klokkan 10.30
11.00: Olavsøkugudstæn-
asta. Jåkup Magn-
ussen, prestur
prædikar
12.00: Sangur og tonleikur.
M.a. syngur Havn-
arkórið undir Ting-
húsinum
13.00: Tingið verður sett
14.00: Olavsøkuhaldid
Hornmusikkur,
posarenning, togtog-
an og annað frå ólav-
søkuni
15.30: Mangur sigur frå
Ólavi kongi ... Mort-
an Nolsee heldur
fyrilestur
6.00: Íslendskur sangur og
tónleikur
6.30: Olavsøkuhald
18.30: Vedurt. og tidindi
8.40: Vit støkka inn å
gólvið hjá Sverra í
Sandagerði
9.30: Há trummar í hell...
Vit fara upp á gólv
20.00: Olavsøkuhaldid.
Sent verður til um-
leið kl. 22.00
Týsdagin 30.
12.51: Skipalistarnir
18.42: Barnatímin
19.15: Svenskir slagarar við
Sonju Stjernquist,
Anders Berje Gast-
arne og Sven-Olof
Walldorf
19.35: Edmundo Ros og
orkestur hansara
spæla
Mikudagin 31.
13.00: Kveðuljómar til sjó-
fólkið
18.42: Miðvikan
19.30: Fólkalog
Havnar
Sjónleikarfelag
Skelliláturin í vár
Skemtileikurin
ÓFRIÐAKROPPUR
á ólavseku.
FYRSTU sýningarnar:
28/7 ólavseku-
aftan kl. 19.00
29/7 ólavseku-
dag kl. 19.00
FORSØLA tveir tímar und-
an sýning leygardag, ann-
ars ein tíma undan.
Tlf. 11131.