Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 41 — 24. august 1974 Síða 2 > - - soSialurin telefon 11820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Førvva Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 55873 (við ábyrgd) Johnsigurd Johannesen, telefon 13242 Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Lánikreppa BÆÐI VINNULÍV OG einstaklingar hava lagt merki til, at lánikreppa hevur tikið seg upp í landinum, soleiðis at tað er sera torført, fyri ikki at siga heilt Ogjørligt, at lána pening frå bank- unum. Rættuliga álvarsom er kreppan tó ikki. FYRI STUTTUM BAR útvarpið tey tíðindi frá bankunum, at teir fyribils ikki kundu lána meir pening út, og um orsekina til hetta segdu bankarnir, at so stórt trot er á arbeiðsfólki, at arbeiðini ikki verða gjørd liðug, og fyri at ikki fleiri onnur arbeiðir skulu setast igongd, meðan so nógv í gerð, hevdu teir sligið bremsurnar i fyri eina tid. Í TÍÐINDABLAÐNUM skrivar fiskasølu- stjórin Birgir Danielsen, sum eisini er nevndar- formaður i Sjóvinnubankanum, at orsøkin til lánukreppuna er tann, at fólk byggja ov stór hús, keypa ov nógvar privatbilar og ferðast ov nógv uttanlanda. Her, sigur hann, at peningurin, vinnulivid skal hava at arbeiða við, stendur bundin. MEN HVÍ Í Guðs garði hevur fiskasølustjørin ikki sagt hetta fyrr. Tað er ikki fyrst nú at fólk er farið at byggja stór hús, og teir fyrstu privatbilarnir komu ikki til landið í gjár ella fyrradagin, og heldur ikki er hetta fyrsta árið, at foroyingar ferðast uttanlendis. So neyvan er hetta verunliga orsekin til kreppuna. NEI, HETTA ER heldur ein roynd at geva ødrum skuldina fyri egnan kleyvarskap. Ti sanna orsøkin til lánikreppuna er heldur miseydnaður spekulatiónspolitikkur hjá fer- oysku bankunum á danska lånibrævamarknad- inum, har bankarnir hava bundið milliónir í hópatali í lånibrøv, sum síðani eru fallin so nógv í virði, at peningurin ikki fæst aftur í lotuni uttan við einum tapi upp á umleið 20 mill. kr. HÓAST LØGMADUR í 6lavsøkurødu síni, bæði í fjør og fyrrárið, åvaradi bankarnar móti hesum politikki og vísti á tað skeiva í ti, at bankarnir flyta foroyska sparipeningin av landinum, um somu tið sum tað almenna og stovnar í Føroyum lána pening úr Danmørk, so hava bankarnir kortini hildið fram eftir hesi somu leið, heldur enn at taka peningin heim, meðan tid var. MEN NÚ NÍVIR neyðin, og sum orðatakið sigur, mangt er í neyðini nýtt, eisini hjá bankunum og fiskaselustjóranum. VONANDI TAKA FØROYINGAR við læru av hesum og siggja skeivleikan i ti, at til- vildarligir privatmenn hava peningamål lands- ins um hendur, og loysnin er at fremja eitt gamalt javnadarmål, nevniliga stovnsetan av landsbanka. dagbokin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Follend í Nes kirkju, Kjartan Mørkøre í Hests kirkju. K. O. Viderø i Tvøroyra kirkju kl. 12 og i Hvalbiar kirkju kl. 19. Í hesum báðum kirkjum gongur talvan til frama fyri Neyðhjálp Folkakirkjunn- ar. J. Weihe í Havnar kirkju, Hegni Poulsen í Sandavágs kirkju. Har verður altargongd og inn- savning til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunn- ar. P. M. Rasmussen í Gjáar kirkju kl. 12 og í Eiðis kirkju kl. 20. Savnað verður inn til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunn- ar. A. Tórgarð í Vestmanna kirkju kl. 12. Barnaguds- tænasta verður við A. Tór- garð í Vestmanna kirkju kl 15 sunnudagin. Í ollum kirkjum í Vágum og Norðurstreymoy verður annars savnað inn til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkj- unnar við gudstænustarnar sunnudagin. Brúdleyp Sunnudagin giftast í Vágs kirkju Gudbjørg Rættá, sjúkahjálpari, og Jóhs Nielsen, málari, bæði úr Vági. Góðska í hverjum einstøk- um luti. Kann læsast í tveimum ym- iskum steðum (barnatrygd og vaskistøda). Kann koppast 180 gradir uttan at tað kemur inn í rúmið — gongur sostatt frítt av urtapottum og gardinum. Umboð fyri Nanset Tre- varefabrikk Svend Krosstein tlf 14600 VINNARAR å burturlutingini til frama fyri svimjihøll i Hesti SERIA A Sedil nr. 4-mannafar Stereo-anlegg SERIA C . Singer el-seymimaskina . Grindareiðskapur (innrammaður) . Hondheklað seingjateppi Barnatroyggja Geldær til heystar Sekkur av røstum fiski til heystar .. Feskur kalvi ca 50 kg . Vedurlamb til heystar ÆNDØRØN Avloysari Søkt verdur eftir avloysara i 5 månadar frå 1. ella 15. september í bókhaldinum. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landstyri og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn verður at senda til Telefonverk Feroya Logtings. TELEFONVERKIÐ 7 æn z . Råfiskaprisir Råfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frå 8. mai 1969, hevur á fundi 19. aug. 1974 ásett hesar minstuprisir fyri fyrstafloks blóðgaðan ráfisk kruvdur við hevdi frá vekt. Kr. pr. kg Toskur yvir7Ocm 3,40 44—70cm 2,48 34 —44 cm 1,00 Hýsa yvir40cm 2,05 Longa 2,12 Blålonga ongan pris Brosma yvir 52 cm 1,50 Skota 1,22 Kongafiskur ongan pris Upsi yvir 44 cm 1,25 Hvitingur yvir 31 cm 1,14 Havtaska yvir3kg 1,46 Kalvi yvir4kg 6,21 Tunga yvir 300 gr 2.30 Reydsprøka yvir 300 gr. 2,13 Skrubba yvir 400 gr. ongan pris Steinbitur 1,20 Hesir prisir eru galdandi frå og vid 20. aug. 1974, sum oman- fyri tilskilad å hesum plåssum: Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvik, Fuglafirði, Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Mið- vagi, Sørvågi, Tvøroyri og Vági. Fyri tey avreidingarplåss, sum eru ikki nevnd her, verður prisurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plássum við frå- drátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn. Tórshavn, 20. august 1974 Prísásetingarnevndin á ráfiski Spinnið í Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av føroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu