leygardagur 31. august 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- -
sosialurin telefon 11820, box 76, 3800 Tørshavn
Útgevari. Førvva Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 5 5873 (við ábyrgd)
Johnsigurd Johannesen, telefon 132 42
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Bjarnatænasta
ØLL TEY, SUM til dagligt lesa 14. september,
hava ivaleyst lagt merki til, at umleið onnur-
hver oddagrein snýr seg um fiskimarksmálið.
FRÁ FYRSTA DEGI, íslendingar fóru at tosa
um útflyting, tók sama blað og flokkurin, tað
umboðar, undir við hesum kravi íslendinga og
vildi mæla til, at foroyingar fylgdu eftir, og at
vit á ymiskan hátt settu hevndartiltøk í verk
móti bretskum trolarum, ið høvdu fiskað innan
fyri nýggja íslendska markið, og sum komu at
landi í Føroyum.
UM SOMU TÍÐ vístu vit á, at áhugamál ís-
lendinga og okkara vóru sera ójevn í hesum
máli. Meðan íslendingar nærum einans troyta
sínar egnu grunnar og hava nóg mikið til sín
sjálvs, um teimum eydnast at vinna eitt vítt
fiskimark, so eru vit í heilt aðrari stoðu —
nevniliga í teirri stødu, at okkara fiskimenn i
stóran mun troyta aðrar fiskileiðir enn okkara
egnu, og hóast vit vinna vítt fiskimark, so
vinna vit kortini ikki aftur tað, sum vit koma at
missa, um aðrir flyta út.
ONGIN IVI ER um, hverjar metingar føroysk-
ir fiskimenn hava gjørt sær, um tær ymisku
fiskileiðirnar. Tá línufiskiskapurin undir Grøn-
landi sveik, løgdu okkara fiskimenn um til idn-
aðar- og sildafiskiskap í Norðsjónum og til fesk-
fiskaveiðu undir Íslandi. Tá fiskurin undir
Íslandi seint í vár tók at minka, fluttu foroysku
línuskipini suður á Rock All-grunnin. Ongin
tykist hava áhuga fyri, at leggja um til heima-
fiskiskap undir Føroyum, og so megu vit sjålv-
andi spyrja hvi?
NÚ VIL ONKUR kanska siga, at vóru teir
vardir av einum víðum fiskimarki vid Føroyar,
so vildu teir heldur roynt her. Jú, gamani. Men
onki vítt fiskimark verjir foroysk fiskiskip á
Rock All-grunninum, heldur ikki á Hetlands-
leiðini, í Norðsjónum, undir Grenlandi ella við
Newfoundland. So sigast má, at í so máta eru
teir líka stillaðir undir Føroyum sum á teimum
leiðum, teir nú veiða á.
NEI, VERUNLIGA orsekin man heldur vera
tann, at føroyskir fiskimenn meta, og hava
gjørt tær royndir, at allar aðrar leiðir geva meir
av sær, bæði til skip og manning, enn Føroya-
leidirnar gera.
MEN HOAST ALT hetta, påstendur 14.
september, at tað er svik móti føroyskum
áhugamálum og at skeita eftir leiðbeiningum úr
Bruxelles, um Danmark ikki leypir á leistum og
greiðir atkvødu fyri einum generellum 200
fjórðinga fiskimarki, sum m.a. vil geva
Bretlandi heimild til at reka føroyskar fiski-
menn burtur av Rock All-grunninum, Het-
landsleiðini og bretska partinum av Norð-
sjónum.
HETTA VILDI Í orðsins sanna týdningi verið
at gjørt okkum eina »Bjarnatænastu«.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend í Glyvra kirkju
(altargongd), K. O. Viderø í
Porkeris kirkju (altar-
gongd), Kjartan Mørkøre í
Havnar kirkju (skriftmál
kl. 10.40), N. P. Danielsen í
Sjóvar kirkju kl. 11. Sami
prestur í Sjóvar kirkju kl.
16 til barnagudstænastu,
Høgni Poulsen i Miðvágs
kirkju (altargongd), P. M.
Rasmussen i Funnings
kirkju kl. 11 og i kirkjuni å
Norðskála kl. 19.
I Funnings kirkju og
kirkjuni á Norðskála verður
savnað inn til frama fyri
Neyðhjálp Fólkakirkj-
unnar.
Fødingardagar
Sunnudagin verður Kaj
Simonsen á Kirkju 65 ár.
Sunnudagin 1. september
verður Johannes Nielsen,
Nólsoy, 60 ár.
Ferming
Fermingin í Eiðis presta-
gjaldi verður sunnudagin 6.
oktober.
KFUM, Klaksvík
Almennur fundur verður í
KFUM sunnukveldið kl.
20.30. Henry Andreasen,
trúboðari, talar.
Brúdleyp
Í dag giftast í Havn Inge
Danielsen, úr Kaldbak, og
Johan Jacobsen, av Húsum.
Adr.: Hotel Hafnia.
Í dag giftast í Vestervang
kirkju Alexandra Joensen
Petersen, úr Havn, og Finn
Larsen, Helsinger. Adr.:
Hestens bakke 9 I, 3000
Helsingør.
Í dag giftast i Ballerup
Aimee Simonsen, lækna-
skrivari úr Servági og Páll
Kjærbo, skrivstovumaður
úr Vági. Adr.: Hedeparken
57, 2. salur t.v., Ballerup.
Í dag giftast í St. Peters
Church, Raunds í Englandi,
mr. John Tailford (sonur
Ásu og Jack Tailford) og
miss Jean Mary Canham
(dóttir Rev og J.R.B. Can-
ham). Adr.: St. Peters,
Vicarage, Park Street,
Raunds, Nr. Wellingbor-
ough, Northamptonshire.
Góðan fiskiskap
Flakatrolararnir Kap Far-
vel og Vesturvón, sum
royna í Barentshavinum,
hava góðan fiskiskap. Hig-
artil hava teir veitt umleið
400 tons hver. Kap Farvel
metir seg at hava fulla last.
Vesturvón hevur seinastu
tíðina fingið 15—20 tons
uppá dagin.
Nr. 43 — 31. august 1974
20.00: Framhaldssøgan
Beinta av H. A.
Djurhuus
20.30: Tónleikur
21.00: Utvarpsleikurin
Baskervillehundurin
21.35: Hetta heilaga
evangeliið skrivar ...
07.15: Veðurtíðindi 21.45: Sd og tid-
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurt. og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurt. og tíðindi
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurt. og tíðindi
12.32: Tónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur til kl. 13.00
18.00: Veðurt. og tíðindi
Regluligar sendingar allar
dagar í vikuni uttan sunnu-
dag:
Sunnudagin 1.
14.00: Veðurt. og tíðindi
14.10: Tónleikur
14.30: Kveðuljómar
17.00: Gudstænasta
18.30: Veðurt. og tíðindi
Mánadagin 2.
; 18.42: Ú :
Leygardagin 31. Ur ymsum heraðs
hornum
13.00: Endursendingar 19.00: Lett log
13.00: Miðvikan 19.30: Grammofonkonsert,
Anton Dvorák: Kon-
sert fyri violin og or-
kestur, D-dur op. 35.
Itzhak Perlman
spælir violin saman
við Symfoniorkestr-
inum í Boston, stj.
Erich Leinsdorf.
(STEREO)
Barnatimin
Olavur Halltørsson:
Gøtuskeggar og ann-
ad gott folk, I
Paradís-eplið. Heðin
Brú týddi
18.42: Harmonikuløg
19.00: Gestur å Bryggju-
bakka
Fiskepigernes
Fagforening, Tvøroyri
Á seinasta aðalfundi á »Fiskepigernes Fagforening« legði eg
frá mær sum formaður felagsins, vegna aldur og heilsubrek.
Eg havi sitið í nevnd felagsins í meira enn 30 ár skiftandi
sum formaður og skrivari.
Eg takki tykkum fyri stórfingnu gávu tykkara til mín.
Vón og ynski mítt skal vera fyri felag okkara >Sum so
mangan hevur sett til, tá ið á hevur staðið< fer at mennast og
styrkjast.
Takk og góða eydnu framyvir.
Ella Midjord
Tvøroyri
Ídnaðarstovan
Ráðgevarahjálp
Ídnaðarstovan hevur í dag so nógv projekt til
viðgerðar, at vit tíverri ikki kunnu taka ímóti
nýggjum projektum fyrr enn 1. oktober.
ÍDNAÐARRÁÐGEVIN
Kunngerð
Oyra-, nøs- og hálslækni B. C. Nielsen hevur viðtalu á teimum
foroysku sjúkrahúsunum soleiðis:
Á Landssjúkrahúsinum (Tórshavn tfl. 13540, lokal 90) frá
týsdegi 16/9 til og vid friggjadag 27/9 1974 og frá månadegi
21/10 til og vid leygardag 14/12 1974.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi (Tvøroyri tfl. 71133) frå månadegi
30/9 til og vid friggjadag 4/10 1974.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (Klaksvík tfl. 554 63) frá månadegi
7/10 til og vid friggjadag 18/10 1974.
Sjúklingarnir mugu sjålvir ringja frammanundan til sjúkra-
húsini og biðja um tíð.
Av ti, at tíðin verður so knøpp, ber bara til at taka fólk, sum
hava fingið ávísing frá lækna sínum (born frá skúlalækn-
anum).
Viðtaludagin er fyrst at venda sær til skrivstovuna á
sjúkrahúsinum, har 24,00 kr. skulu verða goldnar fyri 1.
viðtalu og 12,00 kr. fyri tær, sum kannska verða seinni. Á
Landssjúkrahúsinum hevur læknin viðtalu á 1. hædd í nýggja
bygninginum og har verður goldið fyri vidtalu í »Leidbeining«
í forhøllini. Ein partur av útreiðslunum verður afturgoldin av
sjúkrakassanum.
|
|
|