leygardagur 31. august 1974síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 43 — 31. august 1974
stubbar uttaneftir
Nýggir ráðharrar
Forsetin í Argentina, Isabel
Peron, kona Juan Peron,
sum doyði mitt í forseta-
skeiði sínum, hevur útnevnt
fýra nýggjar ráðharrar.
Herfyri bóðu átta ráð-
harrar í argentinsku stjórn-
ini um at verða loystir úr
starvi.
15 partisanar lótu lív
15 vinstrasinnaðir partisan-
ar hava latið lív í einum
bardaga við hermenn nær-
indis býnum Caramarca í
Argentina.
Í bardaganum lótu eisini
fimm hermenn í trygdar-
tænastuni lív.
Fongsulsrevsing
36 suðurkoreanarar aftrat
hava fingið fongsulsrevsing
í Seul.
Ein hernaðardómstólur
hevur domt teir sekar í eini
ákæru fyri at hava framt
tiltok ímóti stjórnini har í
landinum.
Trupulleikar
við peningi
Nýggj peningaskipan verð-
ur millum teir trupulleikar,
sum Guinea Bissau fer at
hava at dragast við eftir at
hava fingið sjálvstýri frá
Portugal.
Hitt unga fólkið í Guinea
Bissau hevur higartil ikki
havt kunnleika til peninga-
og lenartrupulleikar. Held-
ur ikki bøndurnir i fyrrver-
andi portugisiska hjåland-
inum hava havt pening å
hondunum i mong år.
Av somu orsøk hevur
ongantíð nakar skattur ver-
ið goldin í Guinea Bissau.
Flogrænarar
leyslatnir
Teir fýra flogrænararnir,
sum í juli mánaða í fjør
rændu eitt japanskt jumbo-
jet-flogfar og seinni
sprongdu tað í luftina, eru
leyslatnir, skrivar eitt blað í
Beirut.
Blaðið skrivar, at libiski
stjórnarleiðarin, Ghadaffi,
oberstur, hevur givið loyvi
til tess.
Fangarnir eru lætnir pal-
estinsku frælsisrersluni,
PLO.
Boykott
Alheims Flutningsarbeiðar-
afelagsskapurin, ITF, sam-
tykti á ráðstevnu síni í
Stockholm herfyri at boy-
} kotta alla ferðslu loft- og
“- sjåvegis í Chile i døgunum
18. og 19. september sum
moimæli ímóti hernaðar-
styrinum har í landinum.
Miltakið umfatar eisini
krnvgongur, sum verða
hinnar seinni.
æn
Farin úr starvi
Kanadiski stjórnarlimurin,
Mitchell Sharp, hevur lagt
frá sær sum uttanríkisráð-
harri. Nýggjur uttanríkis-
ráðharri verður Allan Mac
Echan, sum herur verið ein
av nærmastu ráðgevarun-
um hjá kanadiska forsætis-
ráðharranum, Pierre
Trudeau.
Mitchell Sharp hevur
leingi ynskt at verða loyst-
ur úr starvi.
Viðurkenna
Guinea-Bissau
Finland og Sveríki hava
vidurkent Guinea-Bissau
sum sjålvstødugt ríki.
Danski uttanrikisråd-
harrin, Ove Guldberg, sig-
ur, at Danmark fer at bida
vid at vidurkenna Guinea-
Bissau.
— Tað kann ikki verða
avgerandi, um landið verð-
ur viðurkent í dag ella í
næstu viku, sigur Ove
Guldberg.
Finnist at
egna flokki sínum
Anwar Sadat, forseti í
Egyptalandi, hevur funnist
at einasta loyvda flokkinum
har í landinum, Arabiska
Sosialistiska Samgongan,
sum hann sjålvur er limur i.
Sadat ynskir ikki, at fleiri
flokkar skulu verða loyvdir
í Egyptalandi, men at
flokkur hansara skal gerast
meiri demokratiskur.
Demokratarnir
á odda
Demokratiski flokkurin í
USA hevur nógv tann
størsta partin av veljara-
fjøldini aftan fyri seg nú,
sýnir ein kanning.
Kanningin, sum Louis
Harris-stovnurin hevur
gjørt, sýnir, at 55% av velj-
arunum styðja demokrat-
arnar, meðan 29% styðja
republikanararnar.
Kanningin er gjørd í sam-
bandi við kongressvalið í
USA, sum verður hildið í
heyst.
18 ára gamal
far 594 ára
fongsulsrevsing
Ein dómstólur í San An-
tonio í Texas hevur domt 18
ára gamla Elmer Wayne
Henly sekan í eini ákæru
fyri at hava luttikið í píning
og drápi av 27 ungum
dreingjum.
Hin 18 ára gamli Elmer er
dømdur til fongsulsrevsing
i upp til 594 år!
IRA-limir rýma til Danmarkar
Einir fimm eftirlystir IRA-limir
eru staddir i Keypmannahavn i
lotuni. Danski blaðmaðurin,
Jan Michaelsen,
við tveir teirra
Danmark er vorðið landið, hagar
eftirlýstir limir í írska IRA-
herinum rýma.
Einir fimm IRA-limir eru
staddir í Keypmannahavn í let-
uni.
Írland er limur í Felagsmarkn-
aðinum, og sum EF-borgarir er
tað eingin, sum kann forða
teimum at koma inn í landið.
Einasta skylda teirra er at
visa fram pass við komuna.
Og soleiðis hevur tilburðurin
eisini verið.
Danski blaðmaðurin, Jan
Michaelsen, hevur skift orð við
tveir IRA-limir, sum eru staddir
í Danmark.
Blaðmaðurin sigur, at danska
fregnartænastan ongan kunn-
leika hevur til, at IRA-limir eru
staddir í Danmark.
Starvsmaður við fregnartæn-
astuna sigur:
— Eg havi ongantíð áður
hoyrt um slíkt. Er tað so, at
IRA-limir eru rymdir higar til
lands orsakað av politiskum or-
søkum, er ikki neyðugt hjá
fregnartænastuni at seta í verk
tiltok. Tað ber tænastuni ikki til
at taka sær av smávegis trupul-
leikum. Er talan um kriminellar
atgerðir, verður steðan ein heilt
onnur.
Eftirlýstir
IRA-limirnir, sum Jan Michael-
sen hevur hitt, hava tilhald mið-
skeiðis í Keypmannahavn.
Í Danmark ganga teir undir
nevnunum Seasmus Neil og
Sean Connel.
Annar teirra hevur verið í
Danmark í so drúgva tíð, at
hann dugir so dánt at málbera
seg á donskum.
Báðir eru teir eftirlýstir fyri at
hava framt stuldur, at hava
skipað fyri ólógligari vápna-
goymslu, fyri samansverjing og
fyri at hava limaskap i IRA.
Hesar brotsgerdir verda i
Írlandi revsaðar vid upp til 12
ára fongsul.
Seasmus Neil og Sean Connel
siga, at her er talan um polit-
iskar brotsgerðir, og at stersta
brotsgerðin liggur í tí at hava
limaskap í einum privatum heri.
Eingin avtala
— Eg kom at kenna eina danska
gentu. Hetta er ein av grundun-
um til, at eg nú havi bústað í
Danmark, sigur Seasmus Neil.
Vinmaður hansara leggur aft-
rat í hesum sambandi:
— Danmark hevur onga av-
talu við Írland um flóttarfólk.
Hetta fer sostatt at gera tað tor-
ført hjá írsku myndugleikunum
at fáa hendur á okkum.
— Hvi hava tit ikki biðið um
politiskt friðskjól?
— Vit vildu verði illa staddir,
um donsku myndugleikarnir ikki
góðkendu okkum sum politiskar
flóttarmenn.
hevur prátað
Av hesi orsek hava vit gjert
av ikki at boða fremmanda-
mannaløgregluni frá.
— Fara fleiri IRA-limir at
rýma til Danmarkar?
— Tað eru meguleikar fyri, at
so verður.
— Fara tit at fremja atgerðir í
Danmark?
— Vit eru ikki sinnaðir at gera
ímóti donskum lógum.
— Tað er sostatt eingin vandi
fyri, at bretska sendistovan í
Keypmannahavn verður fyri
ágangi?
— Nei! Í Belfast høvdu vit
ikki verið so frægir at funnið
uppá at gera álop á sendistovuna
har.
Vit eru ikki álopsmenn.
Lutaður í tveir bólkar
IRA er tann ólógligi hernaðarligi
parturin av republikansku rersl-
uni í Írlandi.
Politiski flokkurin aftanfyri
hesa rerslu kallast Sin Féin.
IRA er lutaður í tveir partar.
Annar parturin er meiri vid-
gongdur, og kallast hann
Provisional IRA. Tað er hesin
bólkurin, sum hevur ábyrgdina
av teimum mongu hernaðarligu
tiltøkunum, sum í mongum
forum hava kravt mannalív.
Hin parturin, sum gongur
undir heitinum Official IRA,
rekur sosialistiskt virksemi.
Seasmus Neil og Sean Connel
siga, at einki samarbeiði er mill-
um báðar IRA-bólkarnar, ti
arbeiðslagið er so ólíkt.
Tað var í 1970, at åvisir menn
rymdu úr IRA fyri at stovna ein
sjålvstødugan bólk undir heitin
um Provisional IRA.
— Orsekin til hesa avgerð
teirra, var, at teimum líkaðu ikki
á sosialistisku áskoðan okkara.
Hesin IRA-bólkur verður stuðl-
aður av suðurirsku stjórnini,
siga báðir flóttarmenninir.
— Fremja tit ikki hernaðalig-
ar atgerðir?
— Jú, men ikki á sama hátt
sum Provisional IRA. Um
bretskir hermenn gera seg inn á
okkurt eki, royna vit sjálvsagt
at verja tað við hermegi.
Vit royna annars í sterstan
mun at eira lívið í bretska her-
manninum.
Okkum er kunnugt, at bretsk-
ir arbeiðsmenn verða noyddir at
búgva seg út til hermegina, sum
skal nýtast í Neorðurírlandi.
Royndir hava verið gjerdar til at
fáa teir at rýma úr herinum. Og
viðhvert hevur tað eydnast.
Í summum førum hava vit
hjálpt slíkum monnum at
flýggja til Svørikis.
Berjast móti
imperialismuni
— Ein meiriluti i Nordurirlandi
er fyri einari sameining vid Bret-
land. Hví gongur IRA ímóti
hesum?
— Írland er Írland. Vit eru ein
tjóð. Í 1918 atkvøddu 83% av
veljarunum fyri, at
skuldi gerast sjålvstødug.
— Men núverandi meiriluti
gongur ímóti hesari samtykt?
— Nei. Hesin pástandur er
bert nakað, sum bretar funnu
uppá. Teir brúka religiónina til
at spjaða irsku arbeidarafjøld-
ina.
— Stendur írska borgara-
kriggið um religiónina?
— Nei, og enn einaferð nei!
Heldur er talan um ein bardaga
ímóti bretsku imperialismuni.
Fleiri protestantar hava lima-
skap í Official IRA. Vit royna at
sameina katólsku og protestant-
isku arbeidarafjøldina.
Áðrenn loysn er funnin á
hesum eki er óhugsandi, at frið-
ur fer at valda í Írlandi.
Ein leivd frá krigsårunum
A
RE
Húsið á myndini er eitt slag av bumbuskýli, tó ikki til tess at verja
seg móti bumbum úr erva, men móti vandamiklu knettunum, ið
róku á sjónum, undir og eftir seinna heimsbardaga.
Hetta er sonevnda minuhúsið í Árnafirði. Húsið varð bygt undir
seinna heimsbardaga. Orsekin til at hetta hús varð bygt, var tann,
at á lágættunum róku minur ofta inn á víkina, og við tað at húsini í
bygdini standa so nær sjóarmálanum, var hetta ikki heilt vanda-
leyst.
Í húsunum eru trý stór soviverilsir við koyggjum, ein stova og
stórur køkur. Á lágættunum var vanligt, at ell bygdin flutti nidan i
minuhúsið, har tey so húsaðust til hann skifti ætt.
oyggin'
om.