Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 - - søsialurin telefon 11820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari. Førvvu Javnaðarflokkur Blaðstjórn Vilhelm Johannesen, telefon 5 5873 (við ábyrgd) Johnsigurd Johannesen, telefon 132 42 Prentsmiðjan á Heygsbreyt Lítið krút SEINNAPARTIN Í seinastu viku hevdu fólk høvi til at hoyra umreðuna av løgmansrøduni á ólavseku. NÚ FÝRA ÁRA skeiðið er runnið, skuldi ein væntað, at h etta bleiv hin stóra uppgerðin millum andstøduflokkar og samgongu. Men so varð ikki. Atfinningarnar frá andstøduni vóru sera fáar og hartil ógvuliga lættisoppakendar. Prent TIT HOYRDU umbodsmenn fyri andstødu- flokkarnar føra fram, at sitandi landsstyri als onga æru hevur av ti, at nógvur peningur er í landinum. Her gera aðrir faktorar seg galdandi, varð sagt — einahelst prisvøkstur á okkara útflutningsveru. Men í sama andadrátti fekk landsstýrið alla skuldina fyri pristalshækking- ar. Tá varð onki sagt um, at aðrir faktorar gjørdu seg galdandi, at høvudsorsøkin er ávirk- an uttanifrá — nevniliga prisvøkstur á okkara innflutningsvørum. TIT HOYRDU umboðsmenn fólkafloksins tosa um meirnýtslu, men tit hoyrdu einki orð um, hverji arbeiðir skulu bíða. Heldur hoyrdu tit teir í sama andadrátti krevja fleiri arbeiðir gjørd. Og vísast kann á, at tey fýra árini, teir sótu í landsstýrinum, var eisini talan um meir- nýtslu. Væl kunnu teir skjóta seg undir, at meirnýtslan tá varð legaliserað við eini eyka- fíggjarlóg, men hetta var í roynd og veru ikki annað enn at taka meirnýtsluna til eftirtektar. TIT HOYRDU umboðsmenn fyri tjóðveldis- flokkin, sum lastaðu galdandi skattalóg niður í sand og øsku. Hesa skattalóg, ið partamaður teirra Erlendur Paturson fram í 1963, og sum teir sjálvir vóru við til at samtykkja. somu legði TIT HOYRDU somu menn tosa um Orættvisar avskrivingar. Men vit megu loyva okkum at minna á, at meðan avskrivingarnar nú eru av- markaðar so munandi, at forskotsavskrivingin er minkað úr 45 niður í 10 rakstraravskrivingin í løn, sum ikki stavar frá skiparakstri, er minkað úr 30 niður í 15 prosent, so var møguligt, tá formaður tjóð veldisfloksins sat í landsstýrinum og hevði hesi mál um hendi, umframt vanliga avskriving, eisini at eykaavskriva upp í 70 prosent. prosent, og VIT HAVA NÚ nevnt tær flestu, av teimum atfinningum, sum andsteðuflokkarnir komu við. Alt samantikið má sigast, at lítið krút var í monnum, men heldur var talan um eina illa at holdnum komna andstødu, sum í miklu neyð síni royndi at koma við onkrum, um ikki annað, so bert fyri at siga okkur. MEN TAÐ VAR kanska tápuligt at rokna við ødrum. sosialurin dagbókin Fødingardagur Í dag verður Hans Josef- sen, Klaksvík, 70 ár. Fundur Fundur verður í Missións- húsinum við Landavegin í kveld kl. 20 Progv sum ljósmóðir Hanna Godtfred Schmidt úr Vági hevur nomið prógv sum ljósmóðir við Aberdeen Maternity Hospital í Skot- landi Svenning formaður Foroya Prentarafelag hevur fingið nýggjan formann. Á aðalfundi sunnudagin varð Svenning á Lofti valdur til formann eftir John í Sjúrða- garði, sum hevur verið nevndarlimur felagsins sid- ani 1962 Hinir nevndarlimirnir eru lummas Pauli Thomsen, kassameistari, og Knút Thorsvig, skrivari Til tiltaksmann varð valdur Sámal Petur Olsen. Regluligar sendingar allar dagar í vikuni uttan sunnu- dag: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurt. og tidindi 07.35: Tonleikur 08.00: Veðurt. og tíðindi 2.00: Middagskonsert 2.20: Veðurt. og tíðindi 12.32: Tónleikur 12.50: Veðurtíðindi 2.51: Tónleikur tilkl. 13 18.30: Vedurt. og tíðindi Mikudagin 11. 13.00: Kveðuljómar til sjó fólkið 18.42: Miðvikan 19.30: Fólkalog Hósdagin 12. 18.42: Upplestur 19.10: Karlakór Reykjavík ur syngur íslendsk tjóðlog 19.30: Poppur Fríggjadagin 13. 18.42: Olavur Halltórsson: Gøtuskeggjar og annað gott fólk Dinu Lipatti spælir verk av J.S. Bach Partita nr. 1, B-dur, Siciliana og koralpre- ludiini Nun komm" der Heiden Heiland og Ich ruf' Zu dir, Herr Jesu Christ Nr. 46 — 11. september 1974 Hann lovadi folki meir enn småidnad — hann lovadi teimum fullan og óskerdan limaskap í felagsmarknaðinum Undir umreðuni av løgmans- reðuni í seinastu viku, spurdi tjóðveldistingmaðurin fyri Norð- oyggjar, Finnbogi Isaksen, hvat var vorðið av teimum idnadar virkjum, sum valevni javnaðar floksins í Norðoyggjum undan seinasta løgtingsvali høvdu lov að, skuldu koma á hvønn tanga Rætt er tað, at valevnir javn- aðarfloksins í Norðoyggjum nevndu meguleikan fyri smá ídnað úti á bygd. Hinir flentu og hildu hetta vera fáfongda talu. Men taka vit nú eina bygd sum Kaldbak, hvat fólkatali viðvikur er åjøvn við fleiri av bygdunum 1 Norðoyggjum, so er ikki talan um småidnad, men heldur um stóridnað har á plássinum. So heilt fáfongd var tala okkara kortini ikki Møguleikarnir fyri at seta á stovn smærri idnadarvirkir eru hesum val munandi bøttir skeiði, sostatt eru møguleikar eisini skaptir fyri idnaðarvirkj um úti á bygd í Norðoyggjum Tá Finnbogi Isaksen fór at ;0 kundi hann eisini nevnt onnur lyftir vit tosa um okkara lyftir hava givið eitt nú norður eftir Kalsoynni, sum nú vegin verður gjørdur, sambindingina av Borðoynni og Viðoynni, ið verður veruleiki um fáar dagar ferjuleguna í Klaksvík, sum er tikin í , Kirkju og Hattarvik, sum nu fer nytslu, vegin millum i gerð osfr Sjálvur hevði Finnbogi Isak sen einans eitt stórt vallyfti. Hann lovaði fólki meira enn smáídnað — hann lovaði teimum fullan og óskerdan limaskap í felagsmarknaðinum, um so varð, at javnaðarflokkurin kom aftur í landsstýrið Hann reikaði bygd úr bygd við Rómasáttmálanum í hond- ini. Hann segði seg kunna vissa veljararnar um, at komu javnað- armenn aftur í landsstýrið, so vóru vit prísgivnir felagsmarkn aðinum. Hann greiddi frá, at ætlan okkara var, at veljararnir ikki skuldu fáa hevdið fyri seg í hesum máli. Hann segði seg vita, at samráðingarnar við fel agsmarknaðin sera snildisliga og ið vilja vóru útsettar til eftir valið, soleiðis at vit fyrst kundu fáa atkvødurnar, og síðani reka fólkið í kjaftin á felagsmarkn- aðardjórinum Nú so nógv av okkara vallyft um eru framd, fari eg at loyva mær at spyrja Finnboga Isak- sen, nær vit kunnu vænta, at hansara einasta vallyfti verður veruleiki? Klaksvík, 9. september Vilhelm P.S. Svara nú ikki, at tað verður veruleiki, um javnaðarflokkurin kemur aftur í landsstýrið, tí tá munnu veljararnir eisini fara at missa tað sindrið av virðing, sum enn er eftir. bb Hotel Viðareiði NORÐ Telefon 5 1061 Gott starv Á flakavirkinum á Eiði er starvið sum bókhaldari og skriv- stovuleiðari leyst A rbeiðið stoðugt er sera áhugavert og sjálv- Umsekjarar biðjast vinarliga ringja ella skriva til Jógvan Sundstein SUNDSTEIN & ELLEFSEN statsaut. revisorar tif. 14700 Føroysk EGG Nýggja húsið er nú við at vera liðugt, allir keypmenn kunnu nú frá heilselunum fáa frísk føroysk egg, prísirnir eru settir munandi niður KEYPID FØROYSKT! Heilsan Føroya Eggvirki