mikudagur 25. september 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
søsialurin telefon 11820, box 76, 3800 Torshavn
Útgevari: Førvya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 55873 (við ábyrgd)
Johnsigurd Johannesen, telefon 13242
Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Tydulig tala
Í SEINASTU viku kunngjørdi løgmadur, at
regluligt val til løgtingid verdur 7. november.
Uppstillingin til hetta valid, sum byrjaði óvan-
liga tiðliga, er komin væl áleiðis og er longu
heilt liðug í fleiri av valdømunum.
UPP UNDIR hetta valið hevur meir enn nakr-
antið áður verið skrivað um samgongumøgu-
leikar eftir valið. Her hevur verið mett og gitt,
ikki bert í ollum teimum politisku blødunum,
men eisini í sokallaðum politiskt óheftum blað,
sum tó verður stjórnað av aktivum politikkara.
ONKUR HEVUR gjørt vart við, at einasti
flokkur og einasta blað, sum ikki hevur latið
við seg komið í hesi skriving, er javnaðar-
flokkurin og málgagn hansara SOSTALURIN.
Og rætt er tað
JAVNADARFLOKKURIN er ikki sinnadur til
hesumegin valið at velja og vraka imillum
samgongumøguleikar. Vit megu fyrst kenna
úrslitið av valinum og síðani tær samgongu-
treytir, javnaðarflokkurin kann fáa burtur úr
teimum ymisku møguleikunum. Tó kunnu vit
vissa oll um, at javnaðarflokkurin kennur sína
skyldu, og at flokkurin er fúsur til at skipa eitt
arbeidsført landsstyri eftir valið
TEY, SUM HAVA lisið tær metingar og tær
gitingar, ið blødini hava gjørt um eitt nytt
landsstyri, hava lagt merki til, at umframt
møguleikan fyri framhald av núverandi lands
styrissamgongu, hava fleiri aðrir møguleikar
verið nevndir. Miðdepulin í ellum hesum
metingum av møguleikum er javnadarflokkur-
in. Tað er eisini iðuliga, at flokkar uttan fyri
sitandi samgongu friggja til javnaðarflokkin.
TAÐ TYKIST TI, sum allir flokkar fyrigykla
sær eitt landsstyrissamarbeidi við javnaðar-
flokkin. Hetta er ein týðulig tala, sum undir-
strikar tydningin av, at javnaðarflokkurin er
uppi
LØGTINGSVELJARUM kring landið man
hetta siga so mikið sum tað, at skulu vit hava
eitt ágrýtið og arbeiðssamt landsstýri eisini
eftir komandi løgtingsval, so er fortreytin ein
sterkur og væl umboðaður javnaðarflokkur á
tingi
VIT KENNA okkum fullvisar i, at veljararnir
fara at tala eins tyduliga og greitt, sum før
oyska pressan í seinastuni hevur talað.
sosialurin
Nr. 50 — 25. september 1974
dagbókin
Møtir í
Havnar kirkju
Í kveld og í annadkvøld kl.
20.00 talar aðalskrivarin í
KFS, Flemming Kofod
Svendsen í Havnar kirkju
KFUK
Felags heidningamissións
fundurin í annaðkveld er
avlýstur vegna guðstæn-
astu
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Judith
og Henning Lilholm Nielsen
(fyrrverandi slaktari Í
Smæruni, Havn) halda silv
urbrúdleyp
Adressan er: Verasallé
13, Vanløse
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 18.00 skótafund
ur fyri gentur undir 13 ár
Kl. 20.30 ungdómsfundur. I
annadkvøld kl. 20.00 møti
hjå heimaforbundinum
Fødingardagur
Í dag verður Susanna J
Johansen (vanliga nevnd
Sanna Kass), Strendur 75
ár
Í morgin verður Alexand
er Danielsen, Strendur 60
at
Regluligar sendingar allar
dagar í vikuni uttan sunnu-
dag:
Veðurtíðindi
Morgunlestur
Veðurt. og tíðindi
Tónleikur
Veðurt. og tíðindi
Middagskonsert
Veðurt. og tíðindi
Pónleikur
Vedurtidindi
Ponleikur til kl. 13.00
Vedurt. og tidindi
Mikudagin 25.
13.00: Kvoðuljómar til sjó
fólkið
Miðvikan
Fólkalog
Hósdagin 26.
18.42: Upplestur
19.15: Anton Dermota
syngur sangir av
Schumann, Pergol
esi, Gluck og oðrum
Poppur
Fríggjadagin 27.
18.42: Fyrilestur
19.10: Tónleikur, Max
Reger, variatiónir og
fuga yvir eitt lag av
Mozart. Bamberger
symfonikararnir
spæla, stj. Joseph
Keilberth
Býráðsfundurin
ið verða skuldi hósdagin hin 26. september 1974, kl. 18.00, er
útsettur til fríggjadagin 27. september 1974, kl. 18.00.
Tórshavnar býráð
TELEFONVERKIÐ
boðar frá
Hósdagin 26. sept. kl. 1900 verður nýggja automatsteðin í
Kollafjarðardali tikin í nýtslu. Í samband við automatiser
ingina verða gomlu stødirnar í Kvivik og Kollafirði niður
lagdar og felagarnir í Kollafirði, Kvivik, Skælingi, Leynum og
á Stykkinum fáa automattelefon.
Í samband við automatiseringina verða hesar nummar
broytingar:
Afturat verðandi nummari undir Kollafjarðar stød verður
21000 lagt afturat. Sostatt verður nr. 45 broytt til 21045, nr
113 til 21113 o.s. fr.
Afturat verðandi nummari undir Kvívíkar stød verður 21200
lagt afturat. Sostatt verður nr. 16 broytt til 21216, nr. 50 til
21250, 0. s. fr.
Samband vid bygdir, id ikki hava automattelefon fæst vid at
snara 01, bygd.
Eru spurningar hesum viðvíkjandi kann ringjast til 02,
nummarkall, ið gevur upplýsingar um nummarbroytingar,
nýggjar felagar og takstir. .
Telefonverkið
Hotel NORÐ
Vidareidi Telefon 51061
Bi = - LI
ileftirlitið
Til Bileftirlitið sokist eitt vælútbúgvið skrivstovufólk. Við-
komandi skal skipa fyri øllum skrivstovuarbeiði hjá eftirlitin
um. Væntast kann, at arbeiðsumráðið í nærmastu framtið
verður vidka, og má vidkomaridi ti eisini vera førur fyri at
leggja slíkar nýskipanir til rættis. Stórur dentur verður lagdur
á góð samarbeiðsevni
Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagid og
Landsstýrið
Umsóknir verða at senda til Atla Jensen, bileftirlitsmann,
Tórshavn
Kunngerð
Tey, sum hava byggitilfar liggjandi í minkahúsunum í Hoy
dolum, verða biðin um at flyta tað burtur í seinasta lagi 14
okt. komandi.
Tilfar, ið liggur eftir hendan dag, verður flutt fyri eigarans
rokning og uttan ábyrgd fyri kommununa.
14. sept. 1974,
TORSHAVNAR BYRÅD
ov lágt tryggjað ?
4
2 Vendið tygum til:
G
%
(Ég
A
Ð
2
9 ferðandi tryggingarmadur
9 á Tórgarði - Tórshavn
Telf. 129 40