mikudagur 25. september 1974síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fiskikapping leygardagin
Verður fyriskipað til frama fyri
Havnar Róðrarfelag
URTOSK í varðveitslu, til
smátiðindi. Óli í Áarstovu
innanoyggja
Um viðrar leygardagin skipar
Idnadargrunnurin
játtað 10 mill.
Í farna rokniskaparåri við-
gjørdi idnadargrunnurin 25
umsóknir. Av hesum vóru
18 nýggjar umsóknir, fýra
ikki liðugt viðgjerdar frá
árinum fyri og triggjar vóru
um iskoytislån.
Grunnurin játtaði nýggju
umsóknir uppá tilsamans
2.439.500 kr. Sjey umsókn-
ir vórðu ikki játtaðar og
átta vórðu ikki liðugt við-
gjørdar. Ein umsókn fall
uttan fyri låniøki grunns-
ins.
Seks lán upp á tilsamans
1.547.000 kr. vórðu útgold-
in. 31. mars 1974 hevði
grunnurin játtað tilsamans
24 lán upp á ialt 9.492.600
kr. Av hesum vóru
5.743.000 kr. nýttar til
byggningar, meðan
3.749.600 kr. vóru nýttar til
maskinur.
Frá íleggingargrunninum
hevur idnadargrunnurin
fingid tilsamans 10 mill. kr
i låni
Byrsukúla
í grindahvali
Í einum av teimum trimum
grindahvalunum, sum
komu til Midvågs av Vest-
mannagrindini í seinastu
viku, var funnin ein kúla
Tá hvalurin, sum var upp á
14 skinn, varð uppskorðin,
kendist nakað grotkent i ti
tjúkka tvestinum beint
undir Nærri
kanning sýndi, at hetta var
ein byrsukúla, sum áður er
horninum
skotin í hvalin og sum hevði
sett seg djúpt inni í tvest-
inum
Aftur í vinnu
Av Toftum frættist, at linu-
báturin Stapin, sum hevur
staðið á Skála Skipasmiðju,
har hann er longdur 12 fót,
er farin á fyrsta túrin undir
Íslandi
Nesbúgvin, sum eisini
hevur staðið á Skála Skipa
smiðju, har hann hevur
fingið skjóldekk (yvirdekk
aður), ger klárt og fer vænt
andi til Grønlands á salt
fiskaveiðu
Annars frættist av Toft
um, at útróðurin hevur ver
ið smáligur í seinastuni. Í
gjár avreiddi ein bátur
2.500 pund av linuveidu
Trolbåtarnir leggja nu um
til linuveiðu
Vegagerð byrjar
Ur Fugloy verður sagt, at
maskinamboð til veggerð
ina millum Kirkju og Hatt-
arvík eru komin upp á land í
oynni. Annars frættist úr
Fugloy, at tað hevur verið
óvanliga kyrt í sjónum í
longri tid. Mesta brimið,
sum verið hevur síðani í
februar, var mánadagin.
Hetta var tó ikki verri enn
so, at 22 fólk fóru av oynni
hendan dagin.
Annars verður sagt frá
vánaligum hoyterra í Fugl-
oy í ár. Utyvir súrhoyggið
er lítið komið burturúr.
Úr Sumba
frætta vit, at teir eru farnir
undir at asfaltera ein part
av landsvegnum millum
Sumba og Vág.
Annars verður sagt úr
Sumba, at har er ongin
útróður í letuni. Onkur av
trolbátunum leggur um til
linuveiðu, meðan aðrir ætla
sær at trola í vetur eisini.
Hóast striltið hevur ging-
ist við hoyggingini, so er
hon um at vera liðug nú.
Góður seyður
úr Teistansskor
Friggjadagin vóru vest
menningar í Teistansskori
og var seyðurin framúr
góður. Besta lambið vá 53
pund. Minsta lambið, sum
kom úr Teistansskoru, var
eitt gimbralamb, sum vá 36
pund.
Annars
Vestmanna, at
frætta vit úr
trolararnir
Vestfinnur og Norðfinnur
hava ligið inni fyri veður.
Peir fóru út aftur í gjár.
Leithamar, sum hevur
roynt við troli, leggur nú
um til linuveiðu.
Sleipistødin hevur í løtuni
trý fartoy til umvælingar.
Døglingar
i Vesttmannasundi
Mánadagin vóru fólk i Kvi
vik varug við døglingar á
Vestmannasundi. Tað eydn-
aðist ikki bátum, sum fóru
úr Vestmanna. at finna
daglingarnar
Fyrr í summar vóru
triggir deglingar, sum
logdu beinini á Vestmanna,
funnir á sundinum.
Saltfiskalastin
hjá Sundaberg
vigaði 533 tons
Veiðan hjá Klaksvíkstrolar
anum Sundaberg. sum land-
að varð í Klaksvík í sein
astu viku, vigaði 533 tons
vardi bert fimm
Túrurip
vikur
Lions Club í Havn fyri fiski-
kapping. Hetta verður 8. kapp-
ingin av sínum slag.
Kappingarreglurnar eru hes-
1. Kappingartidin er at rokna
frå kl. 0800 til kl. 1900.
2. Aðrenn farið verður, leggur
hver bátur at í Vágsbotni. Har
verður luttakaraprógv heintað í
»Undirhåsinum«, har eisini agn
fæst til keyps.
3. Loyvdur reiðskapur er sneri
og snella.
4. Fiskurin verður blóðgaður,
men ikki kruvdur. Veiðin verður
teggjað í teggjur við 5 fiskum,
toskur tó bert 2 í teggjuna.
5. Tá ið aftur verður komið,
leggur hver bátur at á bátinum
>Thorshavn<, har luttakara-
prógvið verður umbytt við ann-
að prógv, ið vísir, nær báturin er
afturkomin, og hvat uppskiping-
artørn hann hevur.
6. Veiðin verður skipað upp í
Vágsbotni, har hon verður vegað
og seld á almennum uppboði.
Hetta byrjar kl. 20 og varar til
kl. 22.
7. ØIl inntøka av hesi kapping
verður latin sum stuðul til
Havnar Róðrafelag.
8. Tann bátur, sum fær mestu
vekt uppá mannin, fær SILV-
næsta kapping verður. Hver
maður á hesum báti fær steyp til
ognar. Formenninir á báti nr. 2
og nr. 3 fáa steyp til ognar.
Manningin á vinnarabátunum
(nr. 1, 2 og 3) verður biðin um at
meta á auktiónsplássinum kl.
20.
9. Har tað ikki liggur fyri at
mynstra á morgni, verður tað í
ár gjerligt at mynstra frá kl.
1230 og úteftir, men hesir bátar
skulu tó sum hinir verða inni
aftur í seinasta lagi kl. 1900.
Formaðurin á tí báti, ið fær
mestu vekt uppá mannin, fær
steyp til ognar. Manningin á
hesum báti verður eisini biðin
um at meta á auktiónsplássinum
kl. 10.
Viðmerkingar:
Kongafiskur, seiður og ónyttu-
fiskur verður ikki vegaður uppi.
Um onkur bátur, ið hevur
fingið luttakaraprógv, av eini
ella aðrari orsøk ikki fær tikið lut
í kappingini, so verður lagt við-
komandi eina við at boða frá
hesum til kappingarnevndina, so
ikki óneyðugur ótti kemur at
standast av hesum. Frá kann
eisini verða sagt til >Undirhús-
ið<, telefon 13100.
Eg kenni bert ein ópolitisk-
an politikkara, og sjálvandi
eitur hann Finnbogi.
(0)
Illa royndist hjá donsku
andstøduni, tá hon í sein-
astu viku setti sítt álit á eitt
misálit.
— 0 —
Býráðslimirnir i Havn
vaska sínar hendur, so tað
er ikki teirra skuld, at sápu-
virkið má lata aftur.
Sambands fjant og fjas
Onkuntid plagdi javnadarflokk-
urin at nevna mål, sum framd
vórðu av hansara åvum, so var
tað sum at stinga gris, sum sam-
bandið leikaði í og lovaði ilt.
Men sambandsmenn hava
sannuliga ongantid aftrað seg
við at ogna sær heiður fyri tað,
sum avrikað hevur verið. Sam-
bandsmenn hava t.d. í tíð og
ótíð erpt sær av, at orsekin til
tær góðu figgjarligu umsteður
eru sambandsflokkurin, sum
fyrisitið hevur figgjarmål, fyri at
takka. Hvussu stórur sannleiki
er í hesum, er so ein onnur sega.
Sambandsflokkurin hevði eis-
ini figgjarmål áðrenn javnaðar-
flokkurin í 1959 tók landsins
umsiting, hvussu vóru tá okkara
figgjarvånir? og var tá stórvegis
at erpa sær av? Tad er laga-
manni at erpa sær av at umsita
tað, sum aðrir eru við at plan-
leggja. Tað skal als ikki kávast
burt, at tað var fyrst tá javnað-
arflokkurin tók umsitingina, at
ein midvis planlegging byrjaði.
Nú er so sambandsflokkurin
rættiliga byrjaður at reypa sær
av, at tað er teirra manni í lands-
stýrinum, sum fyrisitið hevur
fiskivinnumál fyri at takka, at
so góð samráðingarúrslit fyri-
liggja, men hetta er nokk heldur
ikki meir enn hálvur sannleiki.
Tað er so, at sambandsmaður
hevur fyrisitið fiskivinnumál og
hevur ferðast heilt dúgliga
men hann hevur so sannuliga
sjáldan verið latin einsamallur.
Minnist meg rætt, so hevur log-
maður ofta fylgt við.
Eftir hvat lesast kann úr sam-
bandsins valagitatión m. a. viðv.
fiskivinnumálum, so freistast
ein at spyrja, hví legmaður hev-
ur ferðast so dúgliga til fiski-
vinnusamráðingar og hví
hann eisini fór til samráðingar
nú í Noreg?
Sambandsflokkurin erpir sær
eisini av at hava havt mann í
ollum landsstýrum síðan 1948,
uttantikið fýra ára skeiðið hjá
sjálvstýrislandsstýrinum, og
roknar hetta sum borgan fyri
fólksins álit til sambandsflokk-
in, men tað er heldur talam um
floksprestisju.
Sambandspolitikkur er einki
uttan fjant og fjas, sum sam-
bandsmenn sjálvir siga.
nex.
Útbjóðing
Vegna Strandfaraskip Landsins verður við hesum veiting og
uppseting av avgreiðsluhúsum í Klaksvík boðin út alment.
Arbeiðið snýr seg um eina goymsluhell uppá 15,0 X 25,30 m
við síðubygningi uppá 7,30 X 25,30 m.
Utbjóðingartilfarið fæst til láns á skrivstovu okkara frá
mánadegnum 23. í h. m. kl. 16.00 móti kr. 100 í veðhaldi.
Skrivlig boð í afturlatnum brævbjálva merktur:
>AVGREIÐSLUHÚS Í KLAKSVIK«
verða at senda til skrivstovu Landsbyggifelagsins, Gren-
landsvegur 5, Tórshavn.
Boð skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14.
oktober 1974 kl. 11.00; tey verða tá latin upp, og kunnu teir, ið
boðið hava, verða hjástaddir.
Landsbyggifelagið P/f
Grenlandsvegur 5
3800 Tórshavn
TIf. nr. 14744