leygardagur 2. november 1974síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 61 — 2. november 197
Noregsnýtt
v / Fridtjof Diesen
Den norske
Bokklubben
har sendt ut en ny ekstrabok
sum heter »Vest í havet« med
20 fortellinger av William
Heinesen. — Og man har den
fordel som bokklubbmedlem
å få boka billigere, hele kr.
15,— og for den som er glad i
bøker er den en stor gave:
Norsk Færøoysk lag har også
holdt sitt første møte etter at
Ivar Eskeland ble formann.
Island
vil kjøpe olje
fra Norge og forhandler med
myndighetene her i landet
etter at avtalen med Sovjet-
unionen løper ut. Statsmin-
ister Geir Hallgrimsson be-
krefter dette.
Statsminister
Bratteli
har reist til Polen og er blitt
mottatt på beste måte av
Første sekretær Gierek, pres-
identen, stats- og utenriks-
ministeren. Han får se
industri og kulturinstitusjon-
er
Her i Norge har stats-
minister Bratteli og Finans-
minister Per Kleppe lagt fram
finansloven (budgettet) som
viser et underskudd på en
milliarder kroner som blir å
dekke av oljeinntektene! Det
er det vi sier å trekke veksler
på fremtiden. Arbeider-
partiet ble sterkt kritisert av
Sosialistisk valgforbund
under debatten.
Anders Lange
den omstridte og fargerike
politikkeren som med sitt
parti fikk fire representanter i
stortinget og 104.000 stemmr
ved det siste valget døde for-
leden etter et kort sykehus-
ophold. Dermed rykker et
nytt parti inn i stortinget,
Reformpartiet. Anders Lang-
es parti ble splittet opp i to
deler for ikki så lenge siden.
Ja, USA-turen
er lagt bak meg og inn-
trykkene som er samlet opp
skal jeg ta for meg i noen
småstubber under tittelen
»Fra land til land« her i
bladet.
Einar Gerhardsen
er like
sprek med sine 74 år. Vi hørte
ham tale forleden og den var
like god som vanlig. Han har
også denne gangen skrevet en
bok fra sine unge år som
sikker får en stor lesekrets.
Vår reisende
havretsminister
Jens Evensen har besøkt
endel hovedsteder i Europa
innbefattet Moskva om hav-
retsgrenser og trålfrie soner
innen den 50 mils grensen.
Skeid, Oslo
ble Norgesmester i fotball
mot Viking, Stavanger med
3—1, på Ullevoll stadioen i
nærvær av H. M. Kongen og
fulle tribuner.
Javnadarflokkurin —
flokkurin sum vil
og kann
Nu styttist tidin upp undir valid
og vit kunnu siggja, at blødini
eru full av greinum frå valevn-
um, sum seta síni sjónarmið
fram. Summir finnast at sitandi
landsstýri, meðan aðrir rósa tí;
hitt seinna er væl rætt. Tá ein
lesur tey blød, sum siga, at
sitandi landsstýri onki hevur
gjørt, so må ein undrast og
halda, at hetta grovliga er at
undirmeta lesararnar. Nei, so
lætt er tað ikki. Fólk hava eygu
at síggja við og duga sjålvi at
hugsa, og ti vil eg meta, at fólk
venda slíkum monnum bakið.
Annað hava teir ikki uppiborið.
Vit hava í dag eitt væl útbygt
samfelag, eitt samfelag har
nærum ongir meguleikar tróta,
vit hava arbeiði til allar hendur,
hava trygd í
soleiðis
sjúk og gomul
sosiallóggávuni, og
kundi mangt annað verið nevnt
eisini.
Vit kunnu ikki koma uttan-
um, at vit hava havt eitt frålikt
landsstýri undir leiðslu javnað-
arfloksins. Hetta vita fólk, og tí
ivist eg ikki i, at tøkkin eisini
javnadarflokkurin,
verdur send javnadarflokkinum
å valdegnum.
Tann skrivingin, sum mest av
øllum undrar meg, er skrivingin
hjå valevnum sambandsfloks-
ins. Teir eru farnir i hernað móti
javnaðarmonnum og vilja taka
sær æruna av øllum ti, sum
gjørt er.
Vit sum hava lisi3 Dimma-
lætting hesi fyra årini, hava lagt
merki til, hvussu bladid hevur
rost sitandi løgmanni fyri hans-
ara leiðaragávur, fyri hansara
hegni, dirvi og frálíka skil. Sínar
egnu hevur hon nærum tagt
burtur og kanska av góðum
grundum.
Men nú er vent í holuni. Pípan
hevur fingið eitt annað ljóð.
Dimmalætting er farin í hernað
móti javnaðarflokkinum. Nú eru
teir helst ræddir fyri, sum onkur
fólkafloksmaður segði nú ein
dagin, at teir sjálvir hava sagt
fólki sannleikan um, at tað er
sum hevur
verið drivkraftin í landsstýr-
inum.
Sambandsflokkurin hevur
ongatið evnað at skapa nakað
sjálvur. Teir hava bert tosað um
ríkisfelagsskapin og um sam-
vinnu við danir.
Men at skapt nakrar megu-
leikar burtur úr hesum, hava teir
ongatid dugað.
Men takk skal blaðstjórin á
Dimmalætting hava fyri tað, at
hann hevur sagt fólki, at vit
hava ein so góðan løgmann, at
alternativið ikki finst.
Norðoyingar! Vit hava notið
gott av ti, at javnaðarflokkurin
hevur sitið í landsstýrinum og
tey úrslit, sum vunnin eru her í
valdøminum eru ikki minst tí
tdyggiliga samarbeiðnum, sum
verið hevur millum byrådsleidsl-
una, landsstýrið og fólkatings-
umboð javnaðarfloksins fyri at
takka.
Skúlabyggingin er loyst mong
ár fram í tíðina, svimjuhøll
verður bygd, bátahavn er gjerd,
bygt verður upp í atlegubryggj-
una á Kósini við umleið 100
metrum, ferjulegan er veruleiki,
har er eisini gjørt eitt størri at-
løguplåss til útróðrarbátarnar,
spæliplássir eru gjerd til bern-
ini, áskoðaraskýli og ljós við
leikvøllin, stór útstykking er
farin fram, og fleiri hava fingið
veg 0. s. fr.
Av eðrum uttan fyri Klaks-
víkina kundi eg t. d. nevnt Kals-
oyarvegin, samanbindingina av
Borðoynni og Viðoynni, veg-
gerðin millum Kirkju og Hattar-
vík, havnagerðina í Norðdepli og
lendingararbeiðir úti á bygdun-
NN
um, eitt nú við Eiði í Svinoy.
Men enn er ikki komið á mál.
Tað fyrsta má nú verða sam-
binding av Borðoynni og Kun-
oynni, havnabygging á vestur-
síðuni í Klaksvík, vegur til Múla
Q. 8. fr.
Eg eri fullvísur í, at tað er
javnaðarflokkurin, sum hevur
skapt allar hesar meguleikar, og
ivist eg ikki i, at flokkurin eisini
vil loysa tey mál, sum í dag eru
óloyst.
Eg skal enda her, men til
seinast: Tá ein í dag tosar við
fólk og spyr, hvenn tey hugsa
sær til løgmann eftir valið, so er
svarið hitt sama: sjálvandi Atli.
Hetta gerst einans við at velja
javnaðarflokkin, sum er tykkara
flokkur — flokkurin sum í verki
hevur sýnt, at hann vil og kann
nakað.
klaksvíkingur
»Støda Sambandsfloksins greiða“
Undir soljóðandi grein-yvir-
skrivt í Dimmu tann 22. í hesum
skrivar harra Jákup Mortensen,
Tveroyri, um m. a. ríkisfelags-
skapin, hvar hann skírir javnað-
arflokkin sum loysingarflokk.
Eg skal loyva mær at við-
merkja, at slíkt helst kemist av,
at hetta valevni sambandsfloks-
ins veit ov lítið um stevnuskrá
javnaðarfloksins, ti har stendur
líka mótsatt. Henda stevnuskrá
kom annar í hvort hús seinasta
leygardag, so JM kundi vita
betur, um hann var hugaður
herfyri.
Prógvið, JM ferir fyri hesum
»påståndi«, er, at javnadarmenn
yvirtóku ta sosialu umsitingina
saman við sjálvstýrisflokkun-
um. Hesa yvirtøku, sum JM tó
sigur ikki var nekur sonn yvir-
tøka og sum ikki kemur at kosta
samfelagnum tí føroyska —
nevniverdugt, kundu sambands-
menn ikki — og nakrir gamlir
javnadarmenn vid — ganga inn
fyri, men tverturimóti meina var
óneyðug.
Hetta er bert ikki so. Henda
yvirtøka var neyðug, men tað er
rætt, at hon kostar okkum lítið,
ti danski staturin heldur fram
við at gjalda helvtina av tí, hann
nú rindar, nevniliga umleið kr.
500.000. Henda yvirteka var
neyðug, ti tað er umráðandi, at
avgerðin í sosialmálum (umsit-
ingin) fyri føroyskar persónar,
sum eru í Føroyum, verður tikin
í Feroyum, og ikki fjart herfrá.
Spyr felagið »Javni«, sum er tað
felag, sum stersta arbeiði ger og
kanska bestu royndir hevur á
hesum eki.
Tað er nemt nokk at hava eina
aðra stødu, bert við at siga tað,
men ikki hví, mann hevur tað.
Teir mótsteðumenn, eg havi
mettt, eru ímóti, tí teir halda, at
nú skal landskassin og ikki
danski ríkiskassin gjalda alt tað
sosiala, men so er slett ikki.
Annars er at siga, at tann
figgjarliga hjálpin frá Danmørk
helst skuldi verið ein hjálp til
sjálvhjálp. Heimastýrislógin
loyvir yvirtøkur á nógv fleiri
økjum, uttan at talan er um
loysing. Tað er ómoralskt ikki at
arbeiða so, at føroyingar vera
meira sjálvbjargnir við tidini,
men bert skullu líta á meira
stuðul úr Danmerk til privat-
nýtslu og kanska ovurnýtslu.
Hevur ríkisfelagsskapurin
einki annað við sær enn 125 mill.
í studningi, so eri eg samdur í, at
peningurin líka so væl kundi
komið frå ødrum.
Men so er slett ikki, og ti vil
javnadarflokkurin onga loysing
ur ríkisfelagsskapinum. Nakað
annað er, at sambandsmenn
flestir bert evna at hugsa í krón-
um og oyrum, ella hvat?
Síðani roynir sami JM at geva
sambandsflokkinum æruna fyri,
at sosiallóggáva okkara er so
góð, sum hon vissuliga er. Mann
hann halda, at tveramenn og
allir foroyingar fyri tann skuld
ikki vita, hver flokkur og hver
maður fram um allar hinar eigur
hesa æru uppiborna, tað er javn-
aðarflokkurin við P. M. Dam,
sála, á odda, og eingin annar.
Tað er aktuelt í dag at halda
áfram, har Pætur Mohr Dam var
komin, tá hann noyddist at
leggja árarnar inn. Hetta er
gjørt við yvirtøku av somu sosi-
alu umsiting, men uttan sam-
bandsmenn, tí teir hugsaðu bert
í krónum og oyrum, og umsit-
ingin kostar jú heilar kr. 900.000
árliga í dag.
Og ábetur á nógvum ødrum
økjum eigur javnaðarflokkurin
at fara undir. Tað er skylda
teirra ungu at greiða teimum
eldru frá, at enn er ikki komið á
mál, og at javnaðarflokkurin
eigur at berjast vidari fyri einum
betri og meira rættvisum sam-
felagi, eisini sjálvt um tað skal
kosta krónur og vidføra neyðug-
ar yvirtøkur, men javnaðar-
flokkurin hevur ongar tankar
frammi um loysing av ríkisfel-
agsskapinum við Danmark, so
hettar átti slett ikki at veri eitt
týdningarmikið valmál. sum
sambandsflokkurin vil gera tað
til.
jbm.
Pikadekk til sólu
Try hampuliga góð pikadekk, stødd 590--15, til selu samlað
fyri 200 kr. kontant.
Telf. 73298 í Vági
Vallistarnir
til býráðs- og skúlanevndarvalið í Tveroyrar kommunu hin 5.
december í ár verða framlagdir til almanna eftirlits í býráðs-
skrivstovuni í tíðarskeiðinum frá 7. til 20. november í vanligu
avgreiðslutiðini.
Møgulig kæra um, at onkur av órettum er komin upp á
listan, ella at onkur rættkomin er ikki tikin við, skal í seinasta
lagi tórsdagin hin 30. novebmer 1974 verða send valnevndini,
sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Valrætt og valbæri til býráðsins og skúlanevndarinnar í
Tveroyrar kommunu hava sambært nýggju kommunuval-
lógina tey, ið
a) lika treytirnar fyri valrætti til Føroya løgtings,
b) eru tilmeldað fólkayvirlitið á Tveroyri í seinasta lagi 31.
juli 1974,
c) og hin 5. december 1974 framvegis eru búsitandi í Tver-
oyrar kommunu.
Eingin, sum stendur ikki á vallistanum, kan útinna valrætt.
Tvøroyrar kommunala valnevnd
hin 28. oktober 1974
N. v.
Hans H. Strøm
fm.