Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 1974síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýggja fimleikarhøllin yvirtikin sunnudagin frælsi Nr. 62 — Mikudagin 6. november 1974 — 47. árgangur | Valtelefonir Teir javnaðarveljarar, sum ynskja koyring til valstaðið, kunnu ringja: Í Havn: 14502 og 145 02. Í Runavík: 47241 Í Klaksvík: 56500 við lista C Plásstrot Vegna plásstrot eru fleiri greinir og lesarabrev, sum vórðu ætlað til blaðið í dag, ikki komin við Mótmæla Fleiri lesarar hava tikið til orða ímóti grein og útvarps- rødu Jørmund Vågadals, val- evni sambandsfloksins i Våg um, har hann serliga skrivadi og talaði um kristindóm Vit prenta lesarabrøv á síðu 50g 7 Valgreinir Inni i blaðnum prenta vit val greinir eftir Ola Jacobsen, Niels Petur Nolsee, Sverra Midjord og Páll Joensen. javnadur Søe = = Automatiseringin heldur áfram 29. juni í ár varð Gøta »automatiserad«. Í heyst eru Kollafjørður, Kvívík, Leirvík — og nú seinasta sunnudag 3. nov. vóru Elduvík, Oyndarfjørdur, Hellurnar og Fuglafjørdur automatiseraðar. Lesið á síðu 7 Koyring til valstaðið Tygum kunnu ringja telefon 14501 ella 14502, um tygum ynskja at fáa bil á valstaðið í Tórs- havn. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Javnaðarveljarar í Runavíkar kommunu Sum ynskja koyring til valstaðið kunnu ringja 47241. brødralag Leysasøla 1,50 kr. VELJID BEINLEIDIS Flest allir føroyingar eru å | á pr einum máli um, at teir sum stýrt hava á tingi og í lands- stýri tey seinastu árini hava havt bæði vilja og politiskt hegni til at fáa besta úrslit burtur úr teim meguleikum, ið verið hava. Við samráðingum við Is- land, Grønland, Danmark og Felagsmarknaðin um fiski- rættindi, finansieringsskip- anir og tolllættar ella toll- frælsi er komið so nógu burturúr, sum nakar kundi vænta og í summum føri nógu meira enn nakar trúði var meguligt Heima í Feroyum hevur verið arbeiðsfriður ongar streikur ella annar arbeiðs- streðgur, so øll arbeiði hava kunna farið fram ótarnað av slíkum. Hesin arbeiðsfriður er ein avgjørd treyt fyri væl- ! standsvøkstri. Hesin arbeids- Atli P. Dam skrivar: friður er fyri stersta partin grundaður á gott samarbeiði millum politikarar og arbeiðs- takarar og arbeiðsgevarar, og álit á landsins politisku leiðslu. Møguleikarnir til at fáa vællønt arbeiði bæði hjá fiski- monnum og arbeiðsfólki heima, eru betri enn nakrantíð, og møguleikarnir fyri góðari útbúgving hjá okkara ungfólki eru nú so góðir sum í nøkrum ødrum landi, so ein og hver kann fáa ta útbúgving, hugur hansara stendur til. Við teim nógu vaksandi inntøkum, sum tann nyggi skipa- flotin og tey mongu nýggju virkir á landi geva grundarlag fyri, er løgtingid vorðið ført fyri at veita eina nógu betri sosiala trygd, sum nú hækkaða fólkapensión, avlamispensién og annan sosialan stuðul, eins og nógu betraða sjúkrarekt Hetta eru framstig, sum eru komin ellum fólkinum til góðar. Frammanfyri liggja óloystar uppgåvur í hópatali, og er ein meginuppgåvan at fjøltåtta vinnulív okkara, og harvið skapa fleiri møguleikar, so enn fleiri føroyingar stødast her, og stonda kann teim, sum burturstedd eru, í boði at sessast saman við okkum herheima. Til tess at rokka hesum krevst, at landsins stýri eigur álit, ikki bert innanlands, men eisini uttanlands. Slíkt álit hava tey stýri, jaunaðarmenn áttu leiðsluna av, havt. Men skal javnad- arflokkurin taka á seg at leiða komandi løgting og landsstýri, er neyðugt at veljararnir sýna honum álit við at veita honum enn størri undirtøku. Tad ber ikki til at vænta sær javnadarpolitikk vid at velja flokkar, sum ætla sær i samarbeidi vid javnadarflokkin, og her rogva allir flokkar uppundir í løtuni. Hin óbeinleiðis valdi javnadarpolitikkarin kann ikki røkka so skilagóðum loysnum, sum tann beinleiðis valdi. Tí heiti eg á tey, sum valrætt hava til løgtingsvalid 7. november, um at geva javnaðarflokkinum meguleika at halda fram við tí politikki, sum hevur roynst til gagn fyri Føroyar og føroy- ingar. VELJARAR Latið tykkum ikki lokka at velja aðrar flokkar sum siga seg vilja samarbeiða við javnaðar- flokkin, og at javnaðarflokkurin fær nóg mikið av atkvgðum. Hetta er ein umvegur at styðja javnaðarflokkin, tí einasta trygd fyri einum landsstýri undir javnaðarleiðslu er ein sterkur javnaðarflokkur. Tin atkvøda kann verða avgerandi. Tí mást tú fara á val og velja javnaðarflokkin.