leygardagur 23. november 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ð ábyrgd)
b
Í
Komandi valskeið
UM TAÐ EYDNAST at skipa nýtt landsstýri,
skal nývalda legtingið til verka eftir nýggjár.
HVØRJI TEY MÁL verða, sum nýggja løg-
tingið fer at avgreiða, er sjálvandi í stóran mun
bundið av, hverjir flokkar fara at skipa lands-
stýri nú eftir valið, og hvenn málsetning hetta
landsstýri fer at seta sær.
VERÐUR ÚRSLITIÐ av teimum samráð-
ingum; sum nú verða førdar millum politisku
flokkarnar, eitt nýtt sjálvstýrislandsstýri, má
verða loyvt at gita, at stórmálini í hesum val-
skeiði verða yvirtøkur og broytingar í heima-
stýrislógini. Tað er neyvan hugsandi at hesir
flokkar semjast um aðrar broytingar av
týdningi.
MEN UTTAN MUN til hver og hverjir fara at
mynda eitt komandi landsstýri, so megu vit
vera samdir við Hans Jákup Debes, sum
skrivaði í Tíðindablaðnum seinasta mikudag, í
tí, at eitt av stórmálunum í farna valskeiði —
nevniliga fiskimarksmálið, í hesum valskeiði
fer at loysa seg sjálvt. Havrættarráðstevnan,
sum varð hildin í Caracas seinasta summar,
verður uppafturtikin í Wien í komandi ári, og
man hesin spurningur fara at greiða seg har, og
soleiðis munnu føroyingar fara at fáa eitt al-
tjóða viðurkent vítt fiskimark.
UPPGAVAN HJÁ EINUM komandi lands-
stýri verður heldur, við samráðingum, at
tryggja foroyskum langfarafiskimonnum rætt-
indi á fjarleiðum, í hvussu er nekur ár fram í
tíðina. Útflytingarpolitikkurin fer, sum vituligt
er fyri okkara viðkomandi, at krevja eina
fullkomna umlegging av fiskiskipaflotanum, ið
ikki verður gjørd frá einum ári til annað. Eisini
verður neyðugt at gera aðrar vinnuvegir meira
lønandi, tá fiskivinnan meguliga fer at geva
minni eftir eina umlegging frá fjarfiskiskapi til
nærfiskiskapi.
TAÐ ER VORÐIÐ greitt, at nýggj skattalóg
verður eitt av teimum málum, sum nýggja log-
tingið skal avgreiða. Í seinasta valskeiði varð
nevnd sett av landsstýrinum at koma við áliti í
hesum spurningi. Hetta drúgva álit, sum m. a.
umfatar avtøku av samskattingini, sá dagsins
ljós, tá tingið var saman á Olavsøku. Eitt nýtt
prístalsgrundarlag má eisini verða eitt av
teimum málum, sum verða avgreidd í hesum
valskeiði.
MEN AVGERANDI FYRI loysnina av hesum
málum verður sjálvandi, hverji sjónarmið teir
flokkar, sum koma at mynda eitt komandi
landsstýri, fara at umboða.
sosialurin
Nr. 67 — 23. november 1974
dagbókin
Guðstænastur
Í morgin verða hesar guðs-
tænastur:
Á Skála kl. 12.00 við Niels
Paula Danielsen. Rituvík alt-
argongd, J. Follend. Elduvík
altargongd T. Beder. Vági
altargongd K. O. Videro.
Tórshavn Kj. Mørkøre.
Klaksvík kl. 11.00 altar-
gongd, fundur i kirkjuni kl.
18.00 vid J. Magnussen. Sør-
våg (skriftmål kl. 11.40) v.
Høgna Poulsen.
Katólska kirkjan
er opin hvenn dag fyri vitj-
andi og benarhaldi frá kl.
19.00 til 20.00. Hvønndags-
messa kl. 20.00.
KFUM
I kvøld kl. 20.00 og sunnu-
kveldið kl. 20.30 almennur
fundur við streingjakórinum.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bibliulesnadur
við A. Sandbeck, kl. 10.45
ungdómsguðstænasta. Fund-
irnir verða hildnir i advent-
istaskúlanum við Hoyviks-
tjørn.
Filadelfia
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á telefon 14880
Fiskimannafelagið
hevur landsfund í Havn í dag
og í morgin. Fundurin byrjar
á Hotel Hafnia í kveld kl.
19.00 og heldur áfram kl.
14.00 í morgin.
isfiskasøla
Vestmannatrolarin Vestfinn-
ur seldi i vikuni 508 kassar av
isfiski i Aberdeen fyri 7.972
pd. (0. u. 112.000 kr.).
Høgtidir og
veitsluhald å vetri
Bókin »Høgtidir og Veitslu-
hald á Vetri« er útkomin. Tað
er klaksvíkingurin Robert
Joensen, sum skrivað hevur.
Bókin fæst bert innbundin
fyri 50 kr. eintakið.
Jehova Vitni
í Havn
Í morgin kl. 15.00 verður
fyrilestur hildin um evnið:
»Hører vi til de kloge eller
tábelige m. h. t. Kristi nær-
værelse?a
Kl. 16.00 Vagttornslesnað-
ur. Fundirnir verða hildnir í
Ríkissalinum hjá Jehova
Vitni, Noregsvegur 4.
Jólavørur
Jólagkonomirullur — 55, 40 og 33 centimetrar
Jólapappír i rullum — 2 breiddir
Jóladúkar — jolaserviettar
Jólamerkiseðlar og -gávukort
Jólakalendarar — jólaljós og onnur ljós
Jólapynt, jólakort, eisini við føroyskum motivum
Stjørnukastarar o. m. a.
ESMAR HANSEN heilsøla
Telefon 13584 - 11644
Happadrátturin
seinasti søludagur av lutaseðlum til 3. drátt
er 23. november.
2. desember verða teir stóru vinningarnir
upp til 50.000 kr. drignir.
v/Happadráttin
E. í Funningsstovu
JÓLAPOSTUR
til grannalondini
Jólapostur til grannalondini skal vera á posthúsinum í Havn í
seinasta lagi soleiðis:
við skipi við flogfari
Noreg 5. desember 13. desember
Sveriki 5. desember 13. desember
Bretland 28. november 10. desember
Ísland 28. november 3. desember
Danmark 12. desember 17. desember
Posthúsið í Tórshavn
Klinik
for tandproteser
Mandag den 2. december åbner jeg klinik í Dr. Jakobsensgøta
11 i Tórshavn med konsultation efter aftale.
Tid kan bestilles fra mandag 25. november kl. 8.00 på
telefon nummer 14796.
Mads Chr. Jacobsen
exam. prakt. tandtekn.
medlem af LPT í Danmark
overenskomst med
kommunerne
Reception lørdag 30/11 mellem kl. 10—12.
Kokkaskeid
Skeið fyri kokkar ætlast byrjað 7/1— 1975.
Búgvast kann á skúlanum.
Klaksvíkar Sjómansskúli
Tlf. 56128, 551 46 og 55739
Sjúkrahjálpari
Ellis- & Avlamisheimið í Vágum sekir eftir einum sjúkra-
hjálpara at byrja ca. 1. januar 1975 ella eftir avtalu.
Umsókn við avriti av prógvi og frásegn um fyrrverandi
arbeiðspláss verður at stíla til Stýrið og senda til heimið.
Nærri um starvið við at venda sær til leiðaran.
Sekt verður eisini eftir einum hjálparfólki til køkin
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum