leygardagur 23. november 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
smátiðindi
innanoyggja
Nýggja bryggjan
í Norðdepli
Nýggja bryggjan í Norðdepli
verður yvirtikin í næstum.
Hon er at kalla liðug, og tað,
sum restar, eru fríholdini.
Tey koma við næsta skipin-
um hjá Klaksvík Shipping
Line.
Nýggja bryggjan er 25
metrar breið. Sunnara síðan
er ikki gjørd. Við hesum er
Fiskur á goymslu
Frostvirkið í Norðdepli hevur
í letuni eini 40 tons av flaki á
goymslu. Av teimum eru
umleið 10 tons flak av
flatfiski. Frostvirkið hevur
eina flakagoymslu upp á
millum 70 og 80 tons.
Nakrir bátar avreiða til
Frostvirkið. Teir rógva suð
ureftir, og tað er smáur
fiskur, teir fáa. At kalla alt
verður skorið til flak
Breiðka í Vík
Tað er nú klárt at bjóða arb-
eiðið út at breiðka bryggjuna
i Haldórsvik. Hon skal
breiðkast 12 metrar, og tann
træbrúgvin, sum er framman
fyri virkið, skal gerast føst í
tann breiðkaða pierin. Tað er
byggifelagid Pihl & Søn, sum
skal gera arbeiðið.
Annars frætta vit úr Vík,
at tey næstu tólini til nýggja
flakavirkið í bygdini fara at
koma í næsta mánaða. Ætl
anin er, at virkið skal fara at
taka imóti fiski til vårs
Einki fólk at spæla
Tað gongur illa hjá horn
orkestrunum í Havn at fáa
manning. Í GHM spæla í
løtuni bert 10 mans. Fyrr
hevur orkestrið havt eina
manning upp á imillum 20 og
24 mans. Steðan er nakað hin
sama í Havnar Hornorkestri,
frættist.
Leggja ljós inn
Av Tveroyri frættist, at teir
nú fara at leggja ljós inn í
flakavirkið. Hetta arbeiðið
hevur verið útboðið. Vænt-
andi fer flakavirkið at taka
ímóti fiski einaferð fyrst í
komandi ári
meguleiki fyri at útbyggja
bryggjuna longur suðureftir.
Tað er Dávur Jacobsen, sum
hevur gjørt arbeiðið. Roknað
verður við, at kostnaðurin
kemur at liggja um tvær milj.
kr. Hvannasunds kommuna
eigur triggjar fimtingar, með-
an Viðareiðis kommuna eigur
tveir fimtingar. Tað er samá
ognarbýti millum kommun-
urnar sum í Frostvirkinum í
Norðdepli.
Rokna við
somu nøgd
Flakavirkið Norðis á Eiði
væntar at taka imóti somu
nøgd av ráfiski í ár sum í fjør
Virkið hevur higartil í ár tikið
imóti tilsamans 2100 tonsum
ella 100 tonsum minni enn
somu tid í fjør
Tá arbeiðið er upp á tað
mesta á virkinum arbeiða 50
til 60 fólk. Tey eru av Eiði, úr
Funningi og frá Gjógv.
Sement
Føroya Sementidnaður eitur
partafelag, sum skal flyta inn
sement og selja tað í leysum
ella pakkað á virki inni við
Hulkin á Strondum. Mogu-
liga fer felagið eisini at fram-
leiða beton. Teknaði parta
peningurin er 600.000 kr. Tað
eru Torleif Magnussen, skriv-
stovumaður, og Asa Ingerð
Amalia Magnussen av Skála,
og Elinborg og Tóraldur
Kollsker, pantifúti í Havn,
sum standa aftan fyri hetta
felag
Brek
Jegvan Elias Thomsen, sum
hevur avreitt til flakavirkið í
Sørvågi, hevur seinastu tid
ina ligið vegna ymisk brek
Væntandi fara teir ikki aftur
til fiskiskap í hesum árinum
Utróður
Fjalshamar hevur landað góð
190.000 pund av línufiski
undanlslandi til Dávavirkið í
Klaksvík. Deksbátarnir, sum
avreiddu til virkið fyrst í vik-
uni, logu úr 2.800 upp i 4.000
pund. Ein maskinbåtur av
reiddi månadagin 2.000 pund
av linuveidu.
sosialurin
Nr. 67 — 23. november 1974
Nyggj
kommunulæknaskipan
Á sjúkrahúsgkinum er seinastu
15 árini stór útbygging farin
fram. Nýtt landssjúkrahús er
byggt, og stórar ílegur eru
gjørdar í samband við útbyggj-
an av sjúkrahúsunum á Tveroyri
og í Klakksvík og til keyp av
nýggjum tólum.
Hesi somu árini er læknatalið
á teim feroysku sjúkrahúsunum
økt frå 5 til 30.
Utreidslurnar til sjukrahus-
ekið er fyri allar Føroyar árliga
umleið 45 mill. kr., og svarar
hetta til umleið 15% av foroysku
fíggjarlógini. At hesar iløgur eru
gjørdar og hesar útbyggingar
framdar, má haldast at hava
verið skilagóður heilsupolitikk-
ur, men spurningurin er um
útbyggingin á hesum eina ekin-
um av heilsuverkinum eigur at
halda áfram við somu ferð.
Eigur nú ikki at haldast aftur
á hesum ekinum eina tíð, og eiga
ikki onnur lika so týðandi økin
innan heilsuverkið nú at fáa
framihjárætt, tá peningur verð-
ur játtaður til heilsumál?
Aðrastaðni verður í letuni
lagdur dentur á at útbyggja
heilsurøktina uttan fyri sjúkra-
húsin!, samstundis sum sam-
arbeiðið við sjúkrahúsini verður
økt og bøtt
Tað tykist ikki at vera nakað
sum talar ímóti, at vit gera tað
sama í Feroyum
Í løtuni eru 15 kommunu-
læknastørv í Føroyum. Hesir
læknar arbeida undir einari skip-
in, sum er rættiliga gomul og
sum krevur grundleggjandi
ábetur fyri at vera tidarhosk-
andi
Landsstýrið setti í 1973 eina
nevnd niður at viðgera komm-
unulæknaskipanina, og hevur
henda nevnd lagt eitt álit fram
og eitt uppskot um eina nýggja
skipan
Niðurstoðan var, at fleiri
kommunulæknar átti at setast,
og at hesir áttu at fáa møguleika
at arbeiða saman á læknamið-
stoðum við tveimum ella fleiri
læknum.
Henda skipan vildi verið
meinlik teirri donsku, har heilsu-
myndugleikarnir i seinastuni eru
farnir burtur frå at byggja stør
sjukrahus men heldur nyta pen-
ing til utbyggjan av teirri sokall-
adu primeru heilsurøktini.
I hesari heilsuskipan uttan
fyri sjukrahusini arbeida saman
læknar, praktiserandi serlækn-
ar, tannlæknar, heimasjúkra-
systrar, heilsusystrar og ljós
mødrar
Uppgåvurnar hjå teim, sum
starvast innan henda partin av
heilsuverkinum, fella i triggjar
bolkar
1. at viðgera sjúkur.
2. at veita heilsuvernd (pro-
fylaksu)
3. at skipa fyri samband við
m. a. sjúkrahús, serlæknar og
allan tann sosiala sektorin.
At fáa hesa skipan at virka
sum eina eind til bata fyri sjúkl-
ingarnar má vera aðalmálið, og
ti er tað ynskjandi, at flest
møguligt av teim, sum starvast
innan fyri henda partin av heils-
uverkinum, arbeiða undir somu
lon á sonevndum heilsumið-
stoðum.
Tað er eyðsæð, at ein slík ny-
skipan við byggjan av heilsu-
midstødum og setan av fleiri
kommunulæknum og eðrum
starvsfólki, vil kosta pening,
men tað er neyvan nakar ivi um,
at kostnaðurin verður vunnin
Í dag:
Signar Dam, lækni
aftur í longdini, við at heilsu-
røktin verður betri, og vid at
dýrir innleggingardagar á sjúkr-
ahúsi í mongum forum verða
spardir.
Uppskotið um nýggja komm
unulæknaskipan kemur allar
helst fyri í komandi tingsetu, og
tað er at vóna, at øktar iløgur til
heilsuverkið verða nýttar til at
seta hesa nýskipan í verk
I panelinum eru
Jógvan Arge
Hilmar Bech
Jóannes Dalsgaard Oli Jacobsen
Sigrid Dalsgaard
Atli Dam
Signar Dam
Birgir Danielsen
Hans Holm
Kjartan Hoydal
Heðin Klein
Andrew Isheim
Bárður Jacobsen
Steinbjørn B. Jacobsen Kári D. Petersen
Hans Jørgensen
Jacob Lindenskov
Sverre Midjord
Johan Mortensen
Finnbogi Isaksen Johan Hot Mortensen
Tr
Kristjan å Neystabø
André Niclasen
Johan Nielsen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith
Søkt verdur eftir
politistaevnum
(aspirantum)
Politistar fáa í royndartidini eina byrjanarløn upp á 65.736,00
kr. árliga iroknad staðarviðbót og serliga viðbót.
Tað er ein treyt, at umsøkjarin er 21 ára gamalur, men ikki
yvir 27 år, og skóleysur er í minsta lagi 177 cm høgur, heilsu-
góður, sterkur og vælvaksin uttan likamlig brek (t. d. lit-
blindur, minkaða sjón ella hoyrn, slættiljaður ella viðkaðar
æðrar á leggjunum).
Harumframt krevst góður skúlakunnleiki í vanligu læru-
greinunum — serliga í foroyskari og danskari rættskriving.
Halda tygum hesar treytir eru loknar, kunnu tygum fáa
gjøllari upplýsingar og umsóknarblað við at snúgva tygum til
fútaskrivstovuna.
Verða tygum festur sum politistaevni, verða tygum út-
bugvin í Danmark við atliti til seinni at verða settur sum
tænastumaður í føroysku løgregluni.
Sek skal vera í seinasta lagi hin 15. dec. 1974
21. nov. 1974
Føroya Landfúti
Klerens
Kunngerð
Orsakað av at býráðsskrivstovan flytir niðan í gamla komm-
unuskúla, verður býráðsskrivstovan stongd mánadagin 25. og
týsdagin 26. november 1974.
Mikudagin hin 27. november 1974 verður býráðsskriv-
stovan opin í gamla kommunuskúla á Vaglinum.
Tórshavnar býráð
Lýsing
Til roknskapardeildina sóknast vit eftir einum útlærdum
skrivstovufólki, helst við bókhaldsprógvi. Umsekjarin skal
kunna taka við starvinum skjótast gjørligt, og umsóknir við
avriti av prógvi og meguligum viðmælum skulu vera
Býráðnum í hendi í seinasta lagi 1. december 1974.
Gjellari upplýsingar fáast við at venda sær til Roknskapar-
deildina tlf. 11063. Len sambart starvsmannafelagssátt-
málan.
Tórshavnar Býráð