leygardagur 23. november 1974síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 67 — 23. november 1974
Evnið er heldur turrligt, sam-
mett við tað kenslubundna tilfar
flokkar eins og einstaklingar so
riviliga oysa av í hesum døgum,
men tessvegna er tað ikki vist,
it ein lítil viðmerking um evni
ikki eins væl kann koma nú sum
seinni. Sjálvandi er tað bert at
froast um, at specialskúlamálið
til dømis ikki hevur verið nýtt
eins nógv sum onnur líknandi
mál, tá talan hevur verið um at
krædda flest møguligar atkvød-
ur, og tøkk fåi tit politikkarar
fyri tað. Orsøkin fyri politikk-
aranna fyrivarni við at nýta
hetta mál sum týðandi valagn
kundi tó hugsandi verið tann, at
hesir eisini hava skilt, hvussu
erkvisið mál hetta kann gerast,
um tað verður havt á lofti ov
tíðum.
Avgerð er longu tikin um
byggjan av nevnda skúla, hvers
virki og samfelagsliga árin vit
enn einans kunnu hugsa okkum
til.
Menn eru nú aftur vorðnir
samdir um, at miðsavnan ikki
einans er av ti góða, júst tvørt-
urimóti teirri almannahugsan,
sum varð viðtikin sum full-
gyldug eftir seinna heimsbar-
daga, hesi mannahugsan, sum
man hava høvudsåbyrgdina fyri
teirri syndarliga vánaligu menn-
iskjaligu stoðu vestanveldini við
ødrum idnaðarlondum finna seg
fjøtrad av í dag. Hugtakið
mundi einamest fáa so góða og
viðvarandi undirteku, eftir at
menn gjerdist varir við ektu
framleiðsluna, sum sterra nýtsl-
an av evnum foldarbarnanna
saman við nýmótans framleiðsl-
utólum evnaði at fáa burtur úr
júst teimum somu ráevnum,
sum heimurin áður, um enn á ein
meiri samvitskufullan hátt, ein-
ans kundi virka til teir mest
týðandi neyðsynjarlutirnar.
Einamest orsakað hesa miðsavn-
an og samskipadum idnadar-
politikki kundu menn ár eftir ár
við rættuligum stórlæti og erpni
visa á tey stødugt vaksandi
framleidslutølini, sum einasta
gongda leið fram ímóti einum
mannsemiligum samfelag, har
oll kundu koma at vænta sær at
liva í verðsligari yvirflóð og
eftirlæti, um eisini hetta sein-
ista varð teimum í kjøtid borið.
Eitt samfelag har tað teknolog-
ska skuldi vinna sigur á miðal
manna stúran og iva um rættin
og virði av samfelagsligum til-
tøkum og fyriskipanum, sum
stjórnandi
persónar higartil høvdu havt
vanliga deydiligir
ábyrgdina av. Sigrar og ósigrar
meira og minni litríku ella
andsfyltu politikkaranna gjerd-
ust alsamt færri sum árini
runnu, alt meðan ábyrgdarloysi
og ólevnaður breiddi seg um tey
soleiðis „mest framkomnu lond-
ini«. Alt hetta lat framkomni
heimur okkara mestsum ótarnað
fara um seg, meðan longu
hylliga og júgurtunga „heilaga
idnaðar-teknologiska kúgvin<
varð mettað við húsmeðrum og
heimleysum bernum, sum reik
indi sóust um geilarnar eftir
skulatid, sålarkryplum sum ikki
longur funnu frægd og innihald í
irbeiði teirra sum nu einans
kundi virðismetast eftir hagtel
unum á stovubróstum virkis-
stjóranna, dálkaðum áum og
lokum einum fyri og eðrum eftir,
smáfuglanna stirda flogi og
fjaðursárleika, um hesir í ovur-
kæti skuldu hætta sær í nánd av
teimum hóttandi eiturtungu
skýggjunum, sum nú so illtungir
niva mannabustadir idnadar-
landanna 0. s. v.
Onkur kann so, og tad vid
einum vissum rætti, hugsast at
spyrja, hvat slik dómadagskend
tala hevur felags við komandi
specialskúlabyggingina. Eina-
mest hevði tað frøtt meg, um
samanberingin varð burtur úr
von og viti, men so er tað tian-
verri ikki, ti einamest hetta
gamla »nymétans« fyribrigdi,
miðsavnan og urtøkujagstranin
burtur úr ongum hevur hevuðs-
ábyrgdina fyri hesum vána
standi, idnadarlondini um allan
heim kenna seg fjøtrad av. Hetta
er einki minni enn glaturnar-
stund landanna, um tey ikki i
stundini leggja á annan bógv.
Men vit sum mestsum eru
farin undir nevndu specialskúla-
bygging halda væl til standa og
nerta ti ikki hond frá síðu til
forðan fyri hesum vitleysa til-
takið, sum í høvudsheitinum
verður borið fram av hesum
sama mannaoyðandi miðsavn-
aðaranda, hvers úrslit og arb-
eiðslag er við at umstoyta
»framkomnu« idnadarlandanna
hampuliga demokratisku sam-
felagsåskodanir, vidgongdum
facistum at byggja nevnda
skúla, ein skúla, har næming-
arnir verða brennimerktir sum
verandi evnaveikir, atferðar-
truplir ella hvat vit nú einaferð
velja at kalla hesi, sum ikki júst
hava stersta hegni fyri bókligari
neming, men sum fyri tann
skuld kunnu gerast eins góðir
samfelagsborgarar sum vit mið-
alvisu. Vit eiga at gera okkum
greitt, at slíkur skúli kemur at
gerast »køstur«, hvussu fegin
vit enn vilja tað øvudgta. For-
eldur, sum sjálvandi elska børn
síni mest av øllum, eins og krák-
uni unnast best egna unga sin,
senda ikki vid sin besta vilja
børn sini beinleidis i slikan
skula, og skullu tey sjålvandi
ikki lata seg åvirka av jardar-
ligum myndugleikum til slika
stødutakan. Sostatt verða børn
ini at koma frá vanligu skúlum
okkara kring landið, skrødd
burtur frå kæru og gomlu floks-
felagum teirra å bygd og by fyri
sidan at bølast undir ótryggum
og fremmandum viðurskiftum
millum ókendar skúlafelagar og
fremmandar kennarar, sum helst
munnu kenna munandi minni til
serliga terv teirra enn gomlu
kennarar teirra á heimplássun-
um. Stúgvað saman á staðið,
hvors umhvervið tekur burtur
allar hugmyndir teirra um,
hvussu javnaldrar teirra um
landið hótta sær, hesir javn-
aldrar, hvers atferðarburð tey
lutvís eru send*til Havnar at
læra at eftirlíka til fullnar, men
undir fremmandum umstødum
millum børn, hvers atferð, sam
felagið hevur viðtikið sum
óhóskandi, og sum hesi sostatt
heldur ikki eru ætlað at taka til
eftirtektar, um tillagingin til tað
»vanliga« skal gerast sum
frægast.
Tað er eyðsæð, at her rillar so
tað munar. Men hyggja vit
nærri at skræðuni, skuldi tað
ikki verið torført at sæð, at júst
slík tiltøk eru arvur eftir vestan-
veldanna mannminkandi mið-
savnaðaranda, sum, so hvert
idnadarframleidslan nørdist,
heldur valdu at læsa burtur
stødugt vaksandi talid å samfel-
agsligu taparum okkara, fyri
soleiðis sum best ikki at órógva
erskvisnu sinnini medborgar-
anna, sum enn meguliga hevdu
ein farra av medviti fyri teimum
mongu samfelagsliga illa fyri-
komnu. Framleidsluøkingin
nørdist alsamt, og tað so mun-
andi í seinna helminginum av 50-
unum, at áneyðir tóktist at vera
fyri serligum hagfrødingum til at
halda skil á øllum tølunum.
Mannminkandi avskrivingarlóg-
ir vórðu settar í gildi, hvers
skaðiliga eftirburð menn stríðast
við um allan knettin í skrivandi
stund. Skattur var nú bert eitt
fyribrigdi, ikki nakað heilt av-
gerandi og eftirfarandi longur, ti
við snildi og handahógv bar nú
til at rinda eitt skattagjald, ein
sjálvur helt vera hóskandi. Eftir
áralangt mótmæli frá sam-
vitskufullum medborgarum tók
tað almenna í nevndu londum
seg tó um reiggj og fekk til vega
sokallaðar grannskoðarar til at
halda eftirlit við óvandaligu um-
ferð manna av avskrivingar- og
skattalógum, men tíanverri var-
di tað bert skamma stund, til
hesir serfrødingar at kalla allir
sum ein sóust hangandi yvir
bókum idnadaranna, sum teir
fyri riviliga samsyning hjálptu
sum best at gera ósemandi
nýtslu av stundum skilaleysum
skatta- og avskrivingarfyriskip-
anum. Men mótmælini komu tó
umsíðir frá teimum mongu, sum
vóru við skerdan lut, fátækra-
og miðalstættin, sum visti á tær
ósemiligu samfelagsskipanirnar,
sum dag um dag dypti
gloymskuvaðið millum fenaðar-
liga ríku og fátæku landsborg-
ararnar. Lønarkrøv vóru sett
fram sum ongantíð áður og
umsíður gingin á meti í ein
vissan mun, men einans við ti
fyri eygað, at lata skattgjald-
andi lonmóttekufólkið bera meir-
útreiðslurnar av samfelagsåbot-
um, hesi gramdu seg um
snimma og síðla. Skriðan var
longu komifn so væl áleiðis, at
idnaðurin og politisku umboðs-
menn hansara heldur valdu at
lána oyru til tey minnst mergj
aðu mótmælini, fyri ikki soleiðis
at ríða burtur tað rókina, teir
dúrandi hevdu lúrt á í brátt alt
ov langa tíð. Politikkarar at-
kvøddu nú fleiri og fleiri fyri
teimum mest sparsomu heilsu-
bótaligu uppskotum, sum fram
vóru løgd, alt sum tað gjørdist
tvørligari at vinna ta atkvødu-
nøgd, sum treytadi framhaldi av
»politiska« starvi teirra. Heilsu-
bótar- og sokallad trivnadarmål
gjørdust vanligir utsølulutir, -illa
umhugsad og tilvildarliga til-
rættisløgd, og úrslit og virði
teirra eins tilvildarlig og ivasom,
sum frumfedrar teirra. Veruligu
fortalararnir fyri nevndu málum
vøru nú teptir, áðrenn teir so
mikið sum høvdu havt høvi til at
ávirka mannagongdina soleiðis,
sum upprunaliga var ætlað.
Ídnaðurin gekk enntá so vítt í
summum londum, at hann
heldur valdi at rinda >sokallað-
um vánaligum verkafólki< sam-
sýning fyri ikki at koma til
arbeiðis, fyri soleiðis at verja
sum best hina enn samvitsku-
fullu og heilsuríku arbeiðsfólk-
ini. Men fjøldin hevði tó fingið
eina tátu, sum dúvað varð uppá í
longri tíð, og hetta júst so leingi,
at idnaðurin ótarnaður legði ein
stóran lut av framleiðsluorkuni í
nýmótansgerð av ellisheimum,
vøggustovum, fritidarheimum,
specialskulum, tolum til hetta
og hitt, og stóriheili varð
veruliga lagdur undir trýst fyri
at finna eitthvert annað hjáput-
urskent, sum tað ábótarsvanga
fólkið so skuldi vissast um
tørvin av. Eingin hættadi sær at
mótmæla, og skapaðist soleiðis
hesin óvuriligi tervurin á so-
kallaðum serútbúðnum starvs-
fólki, sum gera skuldi alt,
vanliga hjartagóðar og hegnigar
mammur og ommur ikki longur
vóru hildnar at evna til fullnar,
alt frá rumputvátti og til at
sannfera samvitskufullar konur
um, at tað ikki hoyrir við til nú-
tíðarinnar kvinnumynd at fjálga
sum mest um heimini, men at
tað er betri bæði fyri mødur og
børn, um tey síggja minnst
møguligt hvert til annað, fyri
soleiðis sum minnst at tarnast
av feðga- og mødrabondum í til-
ætlaðu tillaging teirra til hitt
nýmótans ídnaðarsamfelagið,
við tess samskipaðu fyritøkum,
sum í veruleikanum man vera
einasta samfelagsgrein, ið av
álvara vinnur úrteku og væl-
signing burt úr núgaldandi ábót-
arskipanum, sum framvegis
verður goldin av løntøkufélkin-
um burturav, monnum og
kvinnum, sum við tervandi yvir-
liti yvir støduna ella áneyðum
fyri reiðum peningi lótu seg
freista ella noyða upp í henda
stevtunga gandaringin, sum tær
av skattaáðum ikki hætta sær
ella evna at bróta. Hetta er einki
minni enn feudalisma av fúlasta
slag, men í nútímans líki, dyggi-
liga vælsignað og stuðlað av
gamla mannminkandi og -drep-
andi miðsavnaðarandanum, sum
tianverri enn situr í hásæti bæði
í almennum og privatum fyri-
tokum eins væl sum í landsins
umsiting.
Eisini er tað vorðið monnum
greitt, at smærri skúlar hava
trivnaðarligar og námsligar fyri-
munir fram um teir størru.
Klandur og stríð millum yvir-
læknar á sterri sjúkrahúsum
kundi bent á, at sama aðalregla
eisini varð galdandi har. Men
hóast talandi dømini halda vit
fram í sama miðsavnaðaranda at
byggja stórar skúlar, vanligar
sum »special«, sjúkrahús, ellis-
heim og annars alt tað, sum á
fremmandum máli kallast »insti-
tutiónire, stovnar, hvers mest
týðandi virki stundum tykist at
vera at umsita seg sjálvar. Sam-
stundis sum vit mugu freast um
viljan til åbøtur fyri tey treingj
andi, kunnu vit ikki annað enn
Sosialmål, specialskúlin o. a.
narmast um tann veruleika, at
samlaðu byggi- og rakstrarit-
reiðslurnar av stásiliga ellis-
heiminum á Giljanesi fara væl
upp um tað, tað hevði kostað at
bygt hverjum einstøkum av
teimum innløgdu egin nýmótans
hús við ellum hugsandi hent-
leikum, samstundis sum givin
varð teimum vanlig fíggjarlig
ellistryggjing og egna sjúkra-
systur, lenta eftir donskum
lønarstigi. Men gongdin í hesum
málinum var tann gamla. Fólk
ansaðu tervinum og fóru av eint-
ingum undir fyrireikingar til
keyp og nýmótansgerð av eldri
húsum, men bygdarráðslimir og
ríkismyndugleikar komu uppí
leikin og gjørdu teimum greitt,
at hesir ikki styðjaðu tiltøk av
slíkum slag, uttan so at fram
varð farið eftir útlendskum fyri-
skipanum. Fyriuttan at gera til
einkis royndir einstaklinganna
til ábetur fingu rikismyndug-
leikar og leiðisveinar teirra
heima á landi einaferð enn gjørt
okkum greitt, at vit einki megna
sjálvir. Minnisvarðin yvir hetta
stórfingna útlendska stórsinnið
var veruleiki, og sammett við
hetta mundi rakstur og nýtsla
verða av minni týdningi eins væl
og samfelagsligu skeivleikarnir,
ið altíð standast av tílíkum til-
tokum, sum ikki eru í tråd við
egna tørv og orku okkara. Eitt
forfjónað bygdarfólk varð eina-
ferð enn áminnt um, at tað í nú-
tíðarinnar >yvirsamskipaða sup-
ersamfelag< stendur til tað »al-
menna« aleina um treingjandi
skulu hjálpast ella ikki. — Vit
hava sanniliga hesa seinastu
fjordingsøldina lært 'at førka
okkum burtur frá teimum
óskrivaðu fyriskipanum, sum
vóru galdandi millum brødur á
lunninum, sum ongantið
gloymdu at býta honum part,
sum av sjúku ella oðrum líkn-
andi forløgum mátti setast eftir,
tá farið varð til útróðrar. Líka
litið sum vit eru tað, mundu teir
gomlu verða heilt lýtaleysir, og
setti omanfyrinevnda óskrivaða
skipan helst onkran eftir uppi-
millum, men samhugur teirra
við teim neydstøddu mundi helst
verða munandi betri enn okkara.
Tískil varð tað mikið framstig,
at eisini vit umsíður fingu
skipan, sum vissaði ollum borg-
arum eitt minstamark av trygg-
leika, um megvuleikarnir fyri
sjålvshjålp knappliga vóru
burtur. Men um framhald av
regluligu hjålparveitingunum til
einstaklingar eins og stovnar
framvegis er treytad av, at vit
halda okkum til útlendsku ut-
bytingarskipan, kunnu vit vid
einum vissum rætti loyva okk-
um at ivast um virði av
útlendska partinum av hesi
hjálp. Uggilsi er tað kortini at
vita, at stjórnandi menn okkara
arbeiða við málinum, eini før-
oyskari og meiri samfelagsgagn-
ligari útbýtingarskipan fyri eyg-
að. Men broytingin í nevndå
máli kann ongantið koma ov
skjótt, so grefligir skeivleikarnir
gerast dag um dag, tað veri seg
innan heilsu- sum trygdar- og
skúlamál, sum heilt ber av við
núgaldandi tvífiggjaðu skipan.
Framhald á síðu 11