Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 1974síða 3

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 5. oktober 1974 sosialurin Síða 3 Avreiðið til HEIMAVIRKIÐ Úr fínum tógv úr vælnappaðari foroyskari ull, onki uppílitað ella uppíblandað, keypa vit: Opnar og heilar barnatroyggjur í øllum støddum. Opnar kvinnutroyggjur í ellum støddum Opnar og heilar manstroyggjur í øllum støddum. Bundnaturrklæðir dupult og einkult, myrkamórreyð, hvit og grá. Eisini keypa vit barnahúgvur og hjálmar, vøttir og fingra- vettir, stivlahosur við longum leggi, skóleistar, føroyskar húgvur, slíðrabond, hosubond, kýsar til kvinnubúna, turr- klæði, fyrrklæði, stimatroyggjur, stykkir til teinaskjúrt, smálutir úr træ og m.a. Allar vørur mugu vera væl úr hondum lagdar. Vegleiðing fæst við at venda sær til Heimavirkið. FØROYSKT HEIMAVIRKI Føroysk bindingarmynstur Bindibókin er góð gáva. Heft 28 kr. Innb. 42 kr. FØROYSKT HEIMAVIRKI Kunngerå Sambært gr. 6 i logtingslóg nr. 13 frå 21. mai 1954 um býar- skipanir og byggisamtyktir, verdur her gjørt kunnugt: Uppskot til uppiskoyti til serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri ein part av Tórshavnar kommunu, verður framlagt til alment eftirlits á byggi- og byarskipanardeild Tórshavnar byråds, Niels Finsensgøta 1, (i gl. kommunuskúlanum), frá 3. okt. til 23. okt. 1974 bådar dagar iroknadir, allar gerandisdagar uttan leygardag frå kl. 10.00 til 12.00 og frå 13.30 til 15.00. Økid, ið hetta uppiskoyti umfatar fevnir um hesi matr. nr.: 673b, 675a, 676, 677a, 677d, 678a, 678b, 683aa, 683ab, 683ac, 683ad, 683ae, 683af, 683ag, 683ah, 683ai, 683ak, 683an, 683am og partar av matr. nr. 674a, 683m og 1302 alt i Tórs- havnar kommunu og eisini allar jarðarlutir, sum eftir 15. sept. 1974 verða frábýttir nevndu ognum. Mótmæli móti uppskotinum til uppiskoyti til byggisamtykt nr. 7 og møgulig broytingaruppskot til hetta, verda at senda býráðnum skrivliga í seinasta lagi 3. januar 1975. Innkomin motmæli og broytingaruppskot, id byrådid ikki tekur vid, verda send saman vid uppskotinum, tå hetta verdur sent Føroya Landsstyri til góðkenningar. Torshavnar byråd 1. okt. 1974 Minstalønin er sbrt. lóg nr. 69, dagf. 26. september 1974 eftir pristalinum oktober 1974: kr. 3.372,00 um månadin Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna Leyst starv Starvid sum leidari fyri heimahjålpini er leyst frå 1. november 1974. Leidarin hevur um hendi dagligu leidsluna og skal ut- byggja heimahjålparskipanina. Avis krøv verda ikki sett um utbugving ella arbeidi frammanundan, men leidarin, sum skal vera ein búgvin kvinna ella maður, skal vera fúsur at fara á skeið 0. a. Takast skal við starvinum 1. november 1974 ella eftir nærri avtalu. Lenin, sum eisini verður goldin, tá farið verður á skeið 0. a., verður at seta í mun til aldur, útbúgving og arbeiði frammanundan. Starvið verður sett av landsstýri og ríkisumboði í felag. Umsókn verður at senda ríkisumboðnum innan 1 mánað frá í dag. Upplýsingar um útbúgving og arbeiði frammanundan (progv, viðmæli o. a.) skulu fylgja við í våttadum avriti. Nærri upplýsingar um starvið fáast á telef. 11052 Halda verkamenn fyri spott Tá tjóðveldisflokkurin byrjaði at gera um seg fyrst í 50-unum lagaðu viðurskiftini tá seg so, at flokkurin av mongum varð roknaður fyri at vera einasta sanna verja hjá fiskimonnum. Nú hava viðurskiftini so aftur broytt hetta, so í dag er fiskimaðurin rættuliga langt frá at vera tað, sum upptekur hendan flokk mest. Haraftur ímóti letist hesin sami flokkur at hava fingið ein serligan alsk til verkamenn. Flokkurin ger nú krav upp á at vera einasta verja verkamannsins og vísir til tvey uppskot um minstatimaløn og hækkan av prístalsvið- bótini til 1,9 oyru, sum teir hava sett fram, og sum fall tí hinir flokkarnir ikki atkveddu fyri. Hvussu nógv liggur nú aftan fyri hendan nýggja alskin til verkamannin? Fyrst kunnu vit hyggja at uppskotinum um minstatímalen. Nú er tað so, at lika síðan verkamannafeløgini byrjaðu at virka, er tað hesi, sum við sam- ráðingum við arbeiðsgevararnar hava ásett ta løn, sum limirnir skullu hava. Hetta er ein megingrundregla, og einki er frætt um, at verkamannafeløgini á nakran hátt hava verið hugað fyri at broyta hetta. Um tað verunliga var so, at verkamannafeløgini ynsktu, at lonarspurningurin skuldi greiðast av løgting- inum, hevði verið ein viss orsøk at komið við einum slíkum uppskoti. Men tað hava tey ikki verið og enn minni eru tey eftirspurd, áðrenn tjóðveldisflokkurin setti hetta uppskot fram. Tað má sigast at vera ein grov undirmeting av okkara verkamannafeløgum at koma við einum uppskoti, sum í verunleikanum tekur samráðingarrættin um lenarviðurskifti frá teimum. Ti vit vita, at ein minstatimaløn, sett við lóg, eisini í verunleikanum vildi verið ein mestatimaløn. Uppaftur grovari undirmeting má tað sigast at vera av verkamonnum, at hesin flokkur torur at nýta hetta uppskot í sínum valstríðið. Verkamenn hava sjálvir valt sínar ålitismenn til m. a. at greiða teirra lønar viðurskifti, og tað er einki sum bendir á, at verkamenn eru hugaðir fyri at teirra felog verða ómynduggjerd í einum so týdningar- miklum spurningi. Dýrtíðarviðbótin Hitt uppskotið var, at dýrtíðarviðbót verka- manna skuldi hækka til 1,9 oyru pr. tíma pr pristalsstig. Ein slík hækkan vildi fyri so vítt verið rættuliga rimilig, men so var skoytt upp í hetta uppskot, at tað skuldi hava aftur virkandi gildi frá 1. maj 1971. Í viðmerkingun- um til hetta uppskot var eingin útrokning av, hvussu nógv hetta merkti í peningi og einki var tilskilað um, hvussu hendan skipan skuldi setast í verk. Eg havi áður vist á, at bert tað. at lógin skuldi hava afturvirkandi gildi vildi beinanvegin útloyst 70 mill. kr. Fyri eitt sam felag sum okkara eru 70 mill. kr. ein risa- upphædd. Um tað var so einfalt, at tað bar til at taka hendan peningin niður úr trøunum, so var spurningurin ikki so trupul. Men tað kann sigast fyri at vera rættuliga vist, at so einfalt er tað ikki. Flokkurin varð eisini biðin um at geva tinginum frágreiðing um, hvussu hann hevði hugsað sær at hetta uppskot sktli setast í verk, um tað var samtykt, men har var steintøgn. Flokkurin kundi ikki geva ta information, sum tingmenn høvdu krav uppá, um teir skuldu væntast at atkvøda fyri hesum uppskotinum. At flokkurin nu nytir hetta upp- skot i sinum valstridi kann av verkamonnum ikki vera roknad fyri annad enn at teir verda hildnir fyri tað turra spott av tjóðveldis- flokkinum. Um hann verunliga vildi verka- monnum væl, hevði hann komið við einum undirbygdum uppskoti, sum verunliga lat seg fremja, meðan teir í staðin sabotera teirra egna uppskot sum greitt frá frammanfyri. Avleiðingarnar fyri fiski- og útróðrarmenn Sambært hetta uppskot skuldu arbeiðs- gevararnir í fyrsta umfari leggja hendan pening út, um tað heyði verið samtykt. Um vit meta, at fiskivinnan skuldi borið tey 40“ hevði tað givið um 30 mill. kr. Sum skipanin er fyri ásetan av fiskaprisi i Foroyum, skuldu so allar hesar 30 mill. kr. verið álíknaðar fiskaprísinum. Hetta skuldi hent antin við at menn vórðu kravdir eftir at gjalda tað aftur, sum teir hava fingið útgoldið »ov nogv« seinastu trý árini, ella skuldu hesar 30 mill. kr verið álíknaðar framtíðar landingum. Hetta vildi undir ollum umstødum ført vid sær ein inntokuniðurskurð fyri fiskimenn og útróðrar menn upp á um 12 mill., um roknað verður við, at manningarparturin er 40% í meðal. Hetta má sigast at vera grovasta snigålop, sum hesir stættir nakrantið hava verið úti fyri, og tað frá einum flokki, sum hevur sagt seg at vera fremsta verja fiskimannsins. Av teimum 18 mill. kr., sum nú eru eftir, skuldi ein heilt stórur partur verið goldin av eigarunum av útróðrarbátum. Hvussu hetta hevði ávirkað okkara heimaútróðrarflota fæst ein mynd av við at hyggja at teim rakstrartølum, sum bú skaparráðið hevur gjørt fyri útróðrarbátar Her er uppgjort, at 94 bátar hava til rentu og avdrátt 3,3 mill. kr. Hesir 94 bátar umboða tey um 160 útróðrardekksforini, sum vit hava, so menn kunnu sjálvir gera eina meting av, hvussu væl ein rokning upp á fleiri milliónir í tíðum við fallandi fiskaprisum hevði komið við Tað er ein spurningur um tað ikki eisini er at halda tingið sum slíkt fyri spott at koma við einum so vittgangandi uppskoti, uttan at eitt orð verður nevnt um avleiðingarnar í viðmerk ingunum. Staða javnaðarflokksins til málið um minstatimalen er, at tað framvegis má vera verkamannafeløgini, sum við samráðingum áseta lenirnar. Flokkurin ásannar eisini, at ikki er vunnið á mál viðvíkjandi pristals viðgerð av verkamannalønum, hóast samtykt ur er ein fyribils bati, sum frá 1. januar gevur verkamonnum kr. 1,20 meira pr. tíma. Málið skal í hvussu er takast uppaftur, tá nýggja prístalsgrundarlagið skal setast í verk, og flokkurin hevur longu boðað frá, at endamálið er í komandi valskeiði at fáa framt eina rætt vísari og javnari prístalsviðgerð enn tann skipan, sum er galdandi í dag Og tað skuldi verið meira at hildið um enn uppskot, sum bert verða løgd fram upp á kvamsvis Oli Jacobsen