mikudagur 16. oktober 1974síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
Nr.56 — Mikudagin 16. oktober 1974 — 47. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Arbeiði til
allar hendur
Oddagrein blaðsins í dag
kallast Arbeiði til allar hend-
ur. Har verður tikið m. a. so-
leiðis til:
— Arbeiðsloysi er eitt eyð-
kenni fyri tey kapitalistisku
londini, har tað einans liggur
í hondunum á privatum
spekulantum at seta arbeiðs-
skapandi virkir á stovn. Sum
vituligt er, spyrja teir ikki
eftir, hvat arbeiðsloysi er, og
hvar tervur er á arbeiðsskap-
andi virkjum. Teir hava bert
eitt fyri eyga: Hvar kann eg
leggja virkið soleiðis, at tað
gevur mær sjálvum sterst
meguligan vinning.
Síða 2
Arbeiðs-
viðurskifti —
ídnaðar-
útbúgving
Inni í blaðnum skrivar eitt av
valevnum javnaðarfloksins í
Suðuroy, Sverre Midjord,
grein, sum hann kallar Arb-
eiðsviðurskifti og ídnaðarút-
búgving.
Síða 5
Lesarabrøv
Vit prenta lesarabrøv å
sidu 5
Javnadar-
veitsla
Leygarkveldið skipaði Vágs
Javnaðarfelag fyri veitslu í
Framtíðini í Vági. Eini 200
fólk luttóku. Vit hava myndir
frá veitsluni á
síðu 6
Floksleiðslu-
fundur
Hóskveldið kl. 19.30 hevur
floksstjórn javnadarfloksins
fund í Havn.
javnadur
Ur Torshavnar byråd
brødralag
td Nokta at fylgja
nevndarvidtøku
Sofus Sivertsen og Ebbe Mortensen åvikavist
formadur og næstformadur i byggi- og byar-
skipanarnevndini hava noktað at skriva undir eitt
bræv ið sýtir byggiloyvi til p/f Smæruna.
A býráðsfundi seinasta hóskveld
var m. a. til viðgerðar mál við-
víkjandi byggiloyvi til p/F
Smæruna. Málið hevur fyrr
verið fyri á byrådsfundi og var tå
felt orsakað av at byggingin
stríður ímóti almennu byggi-
samtyktini fyri Havnina. Byggi-
og býarskipanarnevndin hevur í
hesum máli, nú tað er lagt fram
av nýggjum, býtt seg í tveir
minnilutar. Fyrri minnilutin,
Ebbe Mortensen og Petur í
Gong, mæla til at frávik í byggi-
samtyktini og byggiloyvi vera
givin. Ein annar minniluti,
Eliesar Arge, setur uppskot
fram um at sýta byggiloyvi,
orsakað av, at byggingin hjá
Smæruni stríðir ímóti galdandi
byggisamtykt.
Jákup Súni Jacobsen upplýsti
at tann uppibygningurin sum
Smæran hevur sekt um loyvi til
at byggja, er longu bygdur,
Min fyrsta
lesing
Føroya Skúlabókagrunnur hev-
ur givid ut seks hefti vid små-
søgum fyri børn undir heitinum
Min fyrsta lesing.
Hetta eru søgur eftir Knud
Hermansen, sum Kathrina Jac-
obsen hevur umsett. Ellen
Raadal hevur teknað.
Segurnar í heftunum kallast
Lena og Snar, Jákup hevur fød-
ingardag, Óli og Tina fiska,
Einsamøll við hús, Kanirnar hjá
Johan og Klóki Per.
Dagprent hevur prentað, og
bøkurnar kosta 7 kr. eintakið.
hóast tað at byggifulltrúin fleiri
ferðir hevur verið á staðnum og
stødgad byggingini.
Ebbe Mortensen segði seg ikki
vera bundnan av nakrari byggi-
samtykt, sum hann sjálvur ikki
hevði verið við til at samtykkja
Henda byggisamtykt er gjørd av
undanfarna byråd, ti fylgi eg
henni ikki.
Leivur Johannesen: Byggi
samtyktin er ein log, men hon
hevur ivaleyst nógv brek, ti vildi
tað verið gott, um fólk komu við
uppskotum til generellar broyt
ingar av byggisamtyktini. Tað
ber ikki til at einstakir um
sekjarar fáa frávik, men onnur
ikki.
Olavur Michelsen tók undir
við Leivur Johannesen og segði,
at byggisamtyktin var ein lóg,
og ti kunnu byrådslimir ikki
mótmæla henni. Olavur upplýsti
at bæði formaðurin og næstfor-
maðurin í byggi og býarskipan-
arnevndini ávikavist Sofus Siv
ertsen og Ebbe Mortensen
høvdu noktað at skriva undir
brævið frá nevndini, sum sýtti
fyri at geva byggiloyvi til
Smæruna, tá hetta málið var til
viðgerðar á býráðnum herfyri
Finnur Johansen helt, at
orsekin til at Smæran vildi
byggja uppi, var ivaleyst fyri at
fáa fleiri kundar og soleiðis
skapa stærri ferðsluóskil i býnum
vegna tess at ongi parkerings-
pláss eru uttan fyri Smæruna
Petur Christiansen, byrådsfor
maður, upplýsti, at ongi størri
fråvik kunnu gerast eftir gald-
andi byggisamtykt. Byggisam-
tyktin er ein løg, sum eisini er
góðkend av Føroya Landsstýri
og eigur at vera vird av byråds-
limunum. Eliesar Arge segði, at
umsóknir um byggiloyvi áttu at
Selt fyri 10 milj. meiri
Tilsamans 42 føroyskar silda-
landingar vóru í Danmark í
september. Landað vórðu 3.891
tons fyri 5,8 milj. kr
Í tíðarskeiðinum január
september seldu foroysk silda-
skip fyri slakar 61 milj. kr. í
Danmark. Seld vórðu í hesum
tíðarskeiði 36.676 tons. Sama
tíðarskeið í fjør vórðu seld
2.087 tons fyri stívar 50 milj
kr
Í september fóru 2.486 tons av
sild til matna fyri 4,5 milj. kr.,
meðan góð 530 tons fóru til
ídnað fyri 300.000 kr. A
makreli vórðu seld 875 tons fyri
977.000 kr
Hann skjeyt
tey flestu málini
100 føroyingar sóu dystin í Europa Cup-
kappingini millum Árhus KFUM og Kyndil.
Av teimum 14 málunum, sum føroyingarnir
fingu skjeyt Hanus Joensen (á myndini) tey
flestu málini. Hann skjeyt fimm mál.
Inni í blaðnum hava vit frásøgn við
myndum frá dystinum í Árhus.
vera vidgjørd sakliga, og at regl Uppskotið frá Ebba Morten
urnar í byggisamtyktini eiga at sen og Petur í Gong fekk fimm
vera hildnar. Eisini helt Eliesar atkvødur fyri og seks í móti
Arge, at málið viðvíkjandi uppí Sostatt fekk Smæran ikki byggi
byggingini hjá Smæruni hevur loyvi, og uppibyggingin verður
stóran prinsipiellan týdning. møguliga tikin niður
Norðoyingar
Mánakveldið 21. í hesum kl. 20 verður fundur í
Klubba fyri javnaðarhugaðum
Valevni flokksins og løgmadur Atli Dam flyta fødur
Kaffiborð og ymiskt til skemtunnar
Norðoya Javnaðarfelag
Klaksvíkar
Sandoyarfólk
Mikukvøldid kl. 19.30 heldur javnaðarflokkurin fund í Ung
mannafelagshúsinum á Sandi
Atli Dam, legmaður, flytur fram rødu
Aftaná verður kaffiborð og skemt
Øll javnaðarhugað eru vælkomin
Javnaðarflokkurin
Javnaðarfundur
Fundur til stovningar av Norðstreymoyar Javnaðarfelag
verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði fríggja
kveldið kl. 20
Atli Dam, løgmadur, verður við á fundinum
Fyrireikararnir heita á oll javnaðarfólk um at meta fjøl-
ment
Fyrireikararnir